Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Meiri vinnulív til Havnar Vígdis Johannesen Tórshavn, valevni fyri Tjóðveldi Samsvar má vera millum vinnu, gransking og karmar í eini kommunu. Tórshavn er ein býur við nógvum almennum virksemi, men gongdin seinnu árini er, at stovnar verða fluttir til aðrar kommunur, og soleiðis missur Havnin arbeiðspláss. Tí er alneyðugt at fáa ar­ beiðs­pláss í primervinnuni til býin. Tíbetur er komið væl áleiðis við at fáa fiskavirkið í bý­num at lata uppaftur. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum politikarar, fakfeløg og vinnu. Vit í Tjóveldi vilja tryggja, at jaliga gongdin í hesum umráðandi máli heldur fram, eisini eftir kommunuvalið. Tórshavn er týðandi havnabýur. Verður rætt at­ borið, kann Havnin fáa enn størri týdning, um sam­starv­ ið í Norðurhøvum verð­ur styrkt. Eitt nú liggja vit væl fyri, tá hugsað verður um kom­ andi farleið norður um Grøn­ land. Hendan nýggja møguleika og oljuvinnu mugu vit av øllum alvi búgva okkum út til eins og vit mugu stuðla væl upp undir at menna ferða­ vinnuna í høv­uðs­staðnum. Verður farið rætt og skyn­ samliga fram í øllum hesum lutum, skapar hetta nógv nýggj arbeiðspláss og harvið tann livandi býin, sum vit fegin vilja hava. Uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka! Brandur í Dali
 valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Havn Nú tað stundar til býráðsval, verður dúgliga tosað og skriv­ að av valevnum um, hvat tey vilja fremja í verki, um júst tey røkka um býraðsgátt. Tað er eingin ivi um at øll valevnini vilja Havnini væl, og at øll, eisini undirritaði hava eina rúgvu av hjartamálum, sum vit vilja brúka kommunalar pengar til. Eitt vandamál er tó, sum nærum einki valevni ber uppá tungu. Tað er, hvar allir pengarnir til ringvegir, barnagarðar, mentanarhús og annað sum hoyrir býnum til, skula koma frá. Tað eru tó júst hesar skattainntøkunar, sum gera av, hvat vit kunna byggja, um vit kunna seta nýggj starvsfólk og annars hjúkla um áhugamál hjá borgaranum. Almenni parturin av skatta­inntøkunum í Tórshavn er stórur, og tær inntøkurnar skulu varðveitast. Tað má tó ongantíð vera so, at tað al­ menna skal vaksa bara fyri at vaksa. Tann partin, sum vit skulu royna at økja um er tann privati. Tórshavnar Kommuna hevur eina vinnu­ menningardeild, sum tían­ verri er óvirkin. Kommunan sum hevur eitt ótal av starvs­fólkum raðfestur í dag privata vinnulívið so lítið, at ikki eitt einasta av okk­ara mongu starvsfólkum hev­ ur til uppgávu at ráð­geva og vegleiða privatu vinn­uni. Her má vend koma í!
Vit muga kunna ”ofra” minst eitt starvs­fólk, sum burtur­av er sett til at skapa inn­tøkur til býin. Mín hug­sjón er, at viðkomandi skal ráð­geva nýggjar fyri­tøk­ur, um hvat krevst fyri at byrja fyritøku, bæði inn­an grannskoðan, TAKS, arbeiðs­trygd, heilsu­ frøðisliga o.a. 
Vinnu­menn­ ingardeildin kundi eisini virka sum bindi­lið millum verandi og nýggjar fyritøkur. Á hendan hátt vildi deildin skapt mun­andi betri karmar til vinnu­lívið. Hetta átak vildi eisini vaksið um privat arbeiðs­pláss og harvið økt um skatta­inn­tøk­urnar.

Um tit vilja vísa mær tykkara álit á komandi býráðsvalið, vil eg gera alt eg eri mentur, til at bøta um hetta! Tí ein sannroynd er, at vit frá nú av og til dómadag kunna keglast um, hvat vit skula brúka pengar til. Vón­andi eru øll tó samd um, at uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka. Tí muga og skula vit eisini venda eyguni tann vegin. So gott í tykkum, gerið okkum øllum ein beina. Hugsa um nú valdagin, at tað ikki eru øll valevni, sum bara hugsa um hvussu vit skulu brúka pengar, men at summi eisini minnast til, at pengar skulu fyrst fáast í kommunukassan.

 Sambart almennum hag­ tølum so eru tað umleið 3.000 bilar sum hvønn morgun koyra framvið Sund inn í Havnina. Hetta er sera stórt tal av akførum og viðførir hetta stóran árligan kostn­að fyri Tórs­havn­ ar Kommunu av rakstri og viðlíkahaldi av vega­ kervinum í Havn. Eisini er nógva morgun og seinna­part ferðslan inn og úr Havnini vanda­ mik­il fyri trygdina og skúla­ungdómin. Eg taki eisni fult undir við Peter Hermansyni í hansara bardaga fyri at forbjóða píkum í Havn og ta stóru dálking sum píkarnir við­føra. Nógva ferðslan kem­ ur sjálvandi yvirhøvur av at fólk uttanfyri Havnina hava sítt starv í Havnini. Mær tyk­ ist at vit ikki fara at sleppa undan ávísum gjaldi fyri at bøta um rakst­rar­kostnaðinum av vega­kervinum og vil eg mæla til at kanska eitt bumm­gjald verður ásett fyri at koyra inn í Havnina ella at gjald verður fyri at koma inn í sjálvan miðbýin ! Slíkt verður gjørt nógva staðni uttanlands og er hetta nakað vit mugu fara at fyrihalda okkum til í komandi Býráði. Tað er kortini huga­ligt at tað eru vinnu­møgu­ leikar í Havn, bæði fyri avbygdafólk og Havnar­ fólk og tí má ágangurin av ávísum Løgtings­lim­ um at fáa stovnar og skúlar úr Havnini halda uppat. Tvørturímóti eiga vit miðsavna so nógv sum tilber í Havnini, tað gagnar øllum Føroyum. 3.000 bilar, slit, dálking, bummgjald og píkar Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldinum Kinesisk handilsketa yvirtekur Býarbókasavnið Leivur Thomsen Tjóðveldi Nei tvætl!! Men hygg her - Kondittaríið var veruliga eitt fólksligt stað, sum gav miðbýnum lív. Tað verður helst trupult at fáa eitt slíkt stað aftur í miðbýin. Býar­ bókasavnið kann hin­vegin útfylla leiklutin hjá Kon­ ditta­ríinum í ein ávísan mun. Umframt at vera eitt vanligt bókasavn kann veghæddin í Býarbókasavninum út til gongu­gøtuna gerast um til eina hugnaliga kaffi-stovu, har fólk kemur at læna lesi­ tilfar og afturvið ein­um kaffi­ munni kunna lesa hetta í høl­ unum hjá bókasavninum. Verandi ísbarrin riggar ikki inn í samanhangin við bókasavnið og skal flytast - helst til Kina. Kaffistovan skal innrættast viðkomandi, t.d. í hugnaligum, eldri stíli við søguligum atliti til før­ oyskar bókmentir. Rakst­ urin av kaffistovuni skal vera privatur, og opið skal vera í vikuskiftinum, tá ið fólk hevur frí og tíð. Býar­ bókasavnið skal vera ein virkin stovnur, sum skipar fyri nógvum tiltøkum, ið hava til endamáls at skapa lív og at breiða út kunnleikan til føroyskar og útlendskar bók­mentir við upplestri, kvøld­setum, filmssýningum og øðrum. Um summarið skal bóka­ savnið hava møguleika at nýta uttandura økið í gongu­ gøtuni til ymisk endamál. X - miðbý X - mentan og list X - Leivur Thomsen, Tjóðveldi