Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Útvarpið visti sunnu­ dag­in at siga frá ræð­andi fostur­tøkutølum í Grøn­ landi. Tøl vísa, at eins nógvir grønlending­ar fáa nokta atgongd til lívið, sum teir, ið verða fødd­ir. Perlan IIulissat Ræðandi, men einki nýtt, tí so hevur tíverri verið í mong ár. Minnist eina vitjan á sjúkrahúsinum í IIulissat fyri nøkr­um árum síðani. Út­norður­ ráð­ið var á vitjan í hes­ari perluni av einum grøn­ lendskum býi, og á væl­ útbygda sjúkrahúsi teirra fingu vit at vita, at størsti aktiviteturin har var ikki at bjarga lív­um, men at taka ófødd lív. Tað vakti eina ikki sørt ræðandi og ófrætta­kenda kenslu at ganga har. Svarið er eittans! Svarið til iva lands­lækn­ ans, tá hesin sigur seg einki boð hava uppá, hvussu nógvar fostur­ tøk­ur eiga at vera í Grøn­ landi, er einfalt- rætta tal­ið á fostur­tøkum er 0! Null í Grønlandi, null í Føroyum, null í øllum heim­in­um, null um allar ævir! Eitthvørt framkomið samfelag burdi verið so á leið komið, at einki fostur, eingin kvinna og eingi hjún verða slept upp á fjall, men væl og virðiliga hjálpt ígjøgnu allar tær forðingar, sum kunnu stinga seg upp og gera at ein barnsburður kenst teimum óyvir­ komu­ligur! Ikki bert tí at vit, sum hava fingið framíhjárættin at verða fødd, ongan rætt hava at nokta øðrum rættin til lívið, men eisini tí at ein fosturtøka er ikki kost­naðarleys. Hon kost­ar barninum lívið, men hon ger seg eisini inn á mammuna, ístaðin fyri at hjálpa henni. Og harvið voldir hon sár, sum kunnu geva mein restina av lívinum. Ein djarvur grøn­ lendskur lands­lækni Sambart Kringvarpinum vísir grønlendski lands­ læknin á, at: ... ” fostur­ tøka er ikki vandaleys. Hon kann hava bæði likam­ligar og sálarligar avleiðingar, og tí er neyð­ugt at fáa talið av fost­urtøkum niður ”..... At vága sær at nevna fylgurnar av fostur­tøk­ um, hevur higartil ikki verið lukkuligt. Tí eigur grønlendski landslæknin stóra tøkk uppiborna, at hann torir at nevna og staðfesta hendan veru­ leikan. Tí opinleiki um vandarnar er neyðugur fyri at kunna veita øll­um hesum særdu kvinn­um og hjúnum ta hjálp­ina, tey við tí neyðar­róp­in­ um ein um­bøn um fost­ ur­tøku er, senda okkum. Ella fyri at brúka egnu orð lands­lækn­ans: ... ” skulu fost­ur­tøk­urnar fækka, krevst arbeiði í heilsu­verk­in­um. Ikki bert eitt skifti, men støðugt ar­beiði og kunn­ ing ”..., sigur Flemming Kleist Stenz. Hvussu nógvar fosturtøkur eiga at vera í Grønlandi.... Jenis av Rana Fíggjarmálaráðharrin og bankarnir hava lagt fót fyri Húsalánsgrunnin Høgni Hoydal Tað var eitt sera týðandi stig, tá Tjóðveldi gjørdi avtalu við minnilutasamgonguna í fjør um at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum. Bæði møguleikarnir at byggja luta­ íbúðir, leiguíbúðir og lestrar­ íbúðir vórðu útvegaðir. Men ikki minst var tað eitt krav frá Tjóðveldi, at Húsa­lánsgrunnurin skuldi hava møguleika at veita real­kredittlán. Og harvið geva bankunum kapping og fáa lækkað rentustøðið og kostnaðarstøðið hjá húsar- hald­um og vinnu. Vit hava eina undir­skriv­ aða avtalu um júst hetta, har løgmaður Kaj Leo Jo­hanne­ sen hevur skrivað undir. Men aftur síggja vit eitt klokku­reint avtalubrot frá løg­manni. Síðani núverandi samgonga tók við, er týðiligt, at Fíggjarmálaráðharrin og bankarnir hava roynt at leggja fót fyri hend­an møgu­ leika hjá Húsaláns­grunn- inum. Nú ber Útvarpið hesi tíð­ indi: - At Húsalánsgrunnurin ikki bert hevur slept ætl­ anum um at veita real­ kreditt­lán og at bjóða bank­unum av. - Eisini skulu bankarnir taka yvir ta húsafígging, sum Húsalánsgrunnurin enn hevur eftir. - Tey bíligu orkulánini skulu sleppast. - Og fíggjarmálaráðharrin hevur lagt uppskot fram um, at grunnurin skal bæði gjalda skatt og vinningsbýti, hóast hann als ikki slepp­ur at kappast við bankarnar. Bankarnir hava altso gjøg­ num fíggjarmálaráðharran og samgonguna, vunnið dyst­ in 4-0 og hava sligið Húsa­ lánsgrunnin úr kappingini. Hetta er sera effektivt lobbyvirksemi frá peninga­ stovnunum. Men tað er óskilj­andi, at landsstýrið aftur letur seg stýra av sterk­ astu áhugamálunum. Og at løgmaður aftur brýtur eina undirskrivaða avtalu. Undirritaði fer tí at seta løgmanni og fíggjar­mála­ráð­ harranum fyrispurningar um: - Hvat er farið fram í málin­ um og í samskiftinum mill­um landsstýrið, pen­ inga­stovnarnar og Húsa­ lánsgrunninum? - Hvat trýst peningastovn­ arnir hava lagt á lands­ stýrið, og um hvat trýst landsstýrið hevur lagt á stjórn og stýri í Húsa­ lánsgrunninum til tess at sleppa teimum ætlanum, sum Løgtingið samtykti fyri einum ári síðani? 16.oktober 2012 Vegna Tjóðveldi Bankarnir hava gjøgnum fíggjarmálaráðharran og samgonguna vunnið dystin 4-0, og hava sligið Húsalánsgrunnin úr kappingini. Hetta góðtekur Tjóðveldi ikki ... sjáldsamar niðurstøður frá grønlendska landslæknanum, men eisini ein ásannan av einum av nútíðarinnar størstu trupulleikum. Rætting viðvíkjandi Økisterapi í Øki 2. Kristbjørg Toftegaard Leiðari Røktarheimið á Mørkini Havi nú í samband við val­ stríðið til kommunuvalið lis­ið fleiri lesarabrøv, har sagt verður at tað eru settir 4 økisterapeutar í Heima­ tænastunu øki 2 samanborði við øki 1, har bert 2 terapeutar eru settir. Mett verður at hetta ikki er í samsvar við fólkatali í økinum. Hetta er ein stór mis­skilj- ing. Tí í øki 2 eru allir tera­ peutar á eldraøkium settir í eitt økis toymi - eisini teir, ið settir eru á Sýnini, Mørkini og Grønanesi. Hetta toymið samstarvar innanhýsis, tvør­ fakligt við aðrar yrkisbólkar, við røktarheimini og við komm­unurnar - og tí kunna vit í Øki 2 bjóða borg­ar­un­ um í økinum endur­menn­ing, endurvenjing og fyri­byrgj­ andi venjingar. Tað er mær sagt - eg veit tað ikki við vissu - at út við 20 terapeutar eru í starvi á eldraøkinum í Øki 1/Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, at samanborið við okk­ara øki - og í mun til fólka­talið - eru fleiri ferð so nógvir teraputar í øki 1. Avbjóðingin liggur tí ikki eina í talinum av terapeutum. Við betri samstarvi og sam­skipan, so ivist eg ikki eina løtu í, at kreftirnar og karmarnir kundi verið brúkt­ ar betri enn í dag.