Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. oktober 2012 · Nr. 121 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Olivia var fyrsta føroyska skip, sum fórst undir Íslandi í 20. øld, hóast fleiri skip vóru farin undir Føroyum. Tað næsta skipið var Ruthland úr Vestmanna í 1916, og tað er ikki fyrr enn vit koma fram til 1920, at Ísland verður so vandamikið, sum vit kenna tað. Bara hetta árið fórust 50 mans við trimum skipum undir Íslandi. Í hesi Miðviku skal takast fram ókent tilfar, um vanlukkuna við Oliviu, og um nakrar menn, sum vóru við, og teirra avvarðandi. Skipari var Napoleon Andreasen, Poli í Dali, sum var sera væl kendur innan fleiri øki. Hann var ein fram­ úr framburðsmaður bæði á sjógvi og landi. Umframt tað var hann var eisini frammarlaga í Brøðra­ sam­komuni. Teir fóru úr Føroyum 7. mars. Tað seinasta, sum frættist frá teim­ um, var at teir vóru inni á Reykjavík um páskini, 7. og 8. apríl. Teir fara út aftur, og tá so ein tíð var fráliðin fóru fólk at sakna Oliviu. Fyrst í juni umrøður Dimma­lætt­ ing hetta og skrivar, at eftir páskir var eitt sera ringt veður und­ir Íslandi, og fleiri fronsk skip for­listu. Blaðið heldur uggandi áfram: “Alt dette er meget betænkeligt men behøver dog ikke at betyde, at Skibet er gaaet under. Kaptajn Napoleon Andreasen er jo en sjæld­ en dygtig og driftig Mand, der ikke er bange for at søge andre Fiske­ pladser en de almindelig kendte. Og der er eksempler paa, at færøske Skibe har været længere Tid borte, saa alt Haab har været opgivet, og de alligevel er naaet hjem. Der­ for bør man endnu ikke opgive Haabet.” Vónin farin Men fyrst í juli kann Tingakrossur stað­festa, at nú er eingin vón, og skrivar: Efter lange Ugers angstfuld Spænd­ ing hos de talrige Paarørende af Slup Olivias Mandskab, synes nu alt Haab at være ude, og enhver Mulig­hed for atter at se dem i Live at være udelukket. Uge efter Uge har man opsat Omtalen af dette store og sørgelige Skibsforlis i en Blanding af Haab og Sky for at foregribe Kendsgerninger, man dog saa nødig vilde tro paa. Nu synes som sagt intet Haab længere muligt. At en Ulykke som denne, hvor 15 Mand, saa godt som alle i deres bedste Alder, gaar bort paa en Gang, rammer haardt og føleligt i et lille Samfund som vores, siger sig selv. Føleligst rammer Tabet over Hest Bygd, som Olivia’s Forlis har be­ røvet ikke mindre end 4 Mand, der i blandt Fader og Søn, men i øvrigt er Ulykken jævnt fordelt over ad­ skillige Bygder som Thorshavn, Kolle­fjord, Hestø, Hvidenæs, Fugle­ fjord og Velbastad. De forulykkede er: Napoleon Andreassen, 44 ár Johannes Fr. Niclassen, 32 ár Joen Jacobsen, 36 ár, Christoffer Ziska, 19 ár Joen Henriksen, 68 ár Tórshavn Peter Petersen, 45 ár Peter J S. Petersen, 23 ár Anton Danielsen, 34 ár Martinus Zachariassen, 20 ár Hestur Peter Niclasen, Velbastað 20 ár Joen Fr Dam Joensen, 36 ár Daniel Johs. Johannesen, 24 ár Zacharias Djurhuus, 18 ár Kollafjørð Peter M.F Danielsen, Hvítanes, 37 ár Peter Johannes Jacobsen, Fuglafjørð, 20 ár Saa lang Tid der er hengaaet, siden Ængstelsen for Olivias Skæb­ne satte Sindene i Bevægelse, har man Øerne over haft rigelig Lejlig­hed til at gøre sig klart, hvem de for­ ulykkede er, og hvad de har betydet for deres Hjembygd. Videst vil nok Napoleon Andreas­ sens Bortgang føles, landskendt som han var, fremragende dygtig, intelligent og foretagssom, i lige høj grad beskattet som offentlig Personlighed og som Menneske. Øerne rundt vil savnet længe mærkes af den Evnerigdom, som her saa brat blev afskaaret midt i sin frodigste Virken. Men hvad enten de Bortgangnes Virkefeldt har grebet ind i det offent­lige Liv eller har holdt sig inden for Bygdens og Hjemmets Græn­ser, er savnet lige dybt og Tabet lige stort for dem det rammer. Og det er i videste Forstand hele vort lille Samfund. Som et enkelt tragisk Træk blandt de mange, dette sørgelige forlis rammer, skal nævnes, at den unge Christoffer Ziska næppe nogen­sinde fik Kundskab om den Medaille for Druk­nedes Redning, som var bleven ham tildelt. 7 Enker og 9 Faderløse Børn be­ græder Olivias Forlis. Nakað um teir sum fórust Tað kann nakað sigast um nakrar av monnunum, sum vóru við. Tann í greinini Christoffer Ziska var sonur Jóhonnu, systir skiparan Pola í Dali, og Christian Paula Ziska, sum doyði við báti við grind við Kirkjubønes í 1895. Henda hending verður um­rødd í komandi parti av Hendur ið Sleptu. Tað var als ikki ætlanin hjá Christoffer at fara við. Hann var annars útlærdur timburmaður og hevði verið við til at byggja sana­ tori­ið í Hoydølum, sum var liðugt í 1908. Tann medalja, sum hann fekk uttan nakrantíð at vita tað, var fyri bjargingini av einum smádrongi, sum var dottin á sjógv. Mamman, Jóhanna, tók alt sítt lív missin av soninum sera tungt. Hon plagdi at greiða ommubørnum frá, tá ið Christoffer kom at siga henni farvæl, har hon arbeiddi í fiski. Hann vendi aftur fyri at kunna geva mammuni enn eitt klemm. Hetta stóð fyri henni alt lívið. Sjálvt stutt áðrenn Jóhanna doyði 40 ár seinni, og hon ikki var heilt klár, fantaseraði hon um at fara niðan á Sanatoriið við drekka til Christoffer! Systirin Maria, gift við Hanus Kamban, kallaði beiggjan upp í 1917. Men Kristoffur Kamban doyði longu í 1933. Hann er fyrr umrøddur í hesi røð, og her er eisini umrøða av vanlukkuni við Oliviu. Johannes Niclassen f. 1880 var ættaður av Bø við Kirkjubø. Hann var ein av teimum tá fáu í Brøðra­ samkomuni. Hann var giftur við Herthu, dóttir Eliesar Arge, ur­ makara. Tey áttu eina dóttur Andrea, kallað Dea, sum bara var 2 ár, tá ið hon misti pápan. Johannes var gløggur, fekk 42 av 42 møguligum stigum til skiparapróvtøku og gjørdist skipari bara 20 ára gamal. Petur Niclasen av Velba­stað var sonur Petur Hans Niclasen, sum var úr Kirkjubø og Johanne f. Larsen. Petur Hans doyði longu í 1899, tá ið Petur var sjey ára gamal. Anthon Danielsen í Hesti var pápabeiggi Ingibjørg Hansen, sum í bókini “Havið tók Teir”, greiddi frá skaðadegnum í Hesti í 1919, tá ið 11 menn gingu burtur. Kona Anthon æt Anna. Tey áttu ein son Jens Kristian, sum var abbi Høgna Hoydal. Petur Danielsen var beiggi Dánjal av Hvítanesi, fyrr umrøddur í hesi røð. Hann var gubbi Hilmar, son Dánjal. Tá ið Petur fór avstað gav hann Hilmari sína urketu til minnis um gubban. Hon er enn til í ættini. Petur var giftur við Grethu. Tey áttu tvær døtur. Bertha giftist við Karl á Tórgarði og Anna við Johannes Hansen, Nissinum. Minningarorð: Kaptajn Napoleon Andreasen En af Færøernes djærveste, mest intelligente og fremragende Skibs­ førere er gået bort med Napoleon Andrea­sen. Han faldt paa den Val­ plads, hvor før ham saa mange andre færøske Sømænd har luk­ ket deres Øjne – og aldrig vendt til­bage. Hans Kærlighed til Søen og det friske Liv derude var Ungdommens brændende Ønske, og den raske thors­havnske Dreng var kun 14 Aar gam­mel, da Lysten til at se sig om tvang ham til søs. Den første Í ár eru 100 ár síðani Olivia hjá Pola í Dali gekk burtur við mann og mús. Tá mistu Føroyar og Tórshavn ein av okkara fremstu slóðbrótarum 100 ár síðani Olivia fórst Olivia, sum gekk burtur fyri 100 árum síðani Poli í Dali var ein framúr framburðsmaður