Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 60 - 26. mars 2004 Nr. 60 - 26. mars 2004 31 UTTAN ÚR HEIMI Ætlaðu at myrða týska forsetan Yvirgangsmenn ætlaðu at myrða týska forsetan, Johannes Rau, tá hann mikudagin var og virtjaði týskaði hermenn í Eysturafriku YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrr í vikuni var Jo- hannes Rau á almenn- ari vitjan í Nigeria og Tanzania. Mikudagin skuldi hann fara um- borð á týska herskipið "Augsburg", sum lá úti fyri Djibouti í Eystur- afriku. Men vitjanin um- borð á herskipinum varð avlýst í síðstu løtu. - Eg ætli mær ikki at lata yvirgangsmenn gera av, hvar eg ferðist, men í hesum førinum kundi eitt álop sett mong onnur mannalív í váða, og tað helt eg ikki vera sætt, segði tann 73 ára gamli týski forsetin við týsk tíð- indafólk í Tanzania. Sambært týskum fjølmiðlum hevði týska fregnartænastan fingið frænir av, at ein islamskur yvirgangs- bólkur hevði lagt eina ætlan um at beina fyri Johannes Rau. Tað var eisini orsøkin til, at forsetin búði á einum øðrum hotelli í Tanza- nia enn upprunaliga ætlað. Mikukvøldið fór Johannes Rau úr Tanzania til Týsklands. Tann 16 ára gamli palestinski drongurin Hosam Abdo hevði átta kilo av spreingi- evni uppi á sær, tá hann kom til eitt ísraelskt marknalið. Sjálvur ætlaði hann sær ikki at doyggja MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir ísraelsku hermenninir á marknaliðinum sunnan fyri Nablus høvdu fingið at vita, at ein sjálvmorðs- bumbumaður var á veg tann vegin. Teir sóu ongan mann, men óraðu kortini ilt, tá tann 16 ára gamli Hosam Abdo nærkaðist teimum. Orsøkin til, at hermenn- inir fingu illgruna til drongin, var, at hann var í einum jakka, sum var alt ov stórur. Tá teir bóðu drongin steðga og lata seg úr jakk- anum, vísti tað seg, at hann hevði eitt bumbubelti, sum var spent um miðjuna. Tað eydnaðist teimum at fáa drongin at taka beltið av sær, og hann varð síðani tikin. - Hann greiddi okkum frá, at hann ætlaði sær ikki at doyggja, segði ein av teimum ísraelsku hermonn- unum. Ísraelska herleiðslan sigur, at drongurin hevði fingið boð um at spreingja bumbuna, tá hann var komin til marknaliðið, har fleiri ísraelskir hermenn stóðu á varðhaldi. Ein av talsmonnunum hjá Ariel Sharon, forsætisráð- harra segði stutt eftir tilburðin, at Hosam Abdo hevði fingið 150 krónur fyri at taka spreingievnið við sær til marknaliðið. - Hetta er enn eitt óhugnaligt dømi um, hvussu palestinar nýta síni egnu børn til at elva til ræðslu ímillum ísraels- menn, segði David Barker við Jerusalem Post. Í øðini Hosam Abdo er sonur ein bakara í Nablus, og for- eldur hansara eru í øðini inn á teir, sum fingu tann 16 ára gamla drongin at royna seg sum sjálvmorðs- bumbumann. - Tað er bæði ólógligt og fullkomiliga ábyrgdarleyst, sigur mamma Hosam Abdo, sum ikki veit, hvør gav soninum spreingievnið. Hon hevði lagt til merkis, at drongurin bar seg øðrvísi at mikumorgunin, enn hann plagdi at gera. Hon óraði kortini ikki ilt, tá Hosam fór í skúla. Nakrar tímar seinni kom hann til marknaliðið við einum sjálvmorðsbelti um miðj- una. Tann eldri bróðurin, Hosni, segði við ísraelska blaðið Haaretz í gjár, at bumbumenninir høvdu misnýtt Hosam. Hann vildi vera við, at tann yngri bróðurin er seinmentur, og at hann tí er lættur at ávirka. Ikki tann yngsti Hosam Abdo er ikki tann yngsti palestinin, sum er tikin við spreingievni uppi á sær. Í síðstu viku tóku ísra- elskir hermenn ein 11 ára gamlan drong við tað sama marknaliðið sunnan fyri Nablus. Hann hevði ein lítlan vogn, sum var fullur av spreingievni. Drongurin varð latin leysur, tí tað vísti seg, at hann visti als ikki, hvat var í vogninum. Sambært ísra- elsku herleiðsluni greiddi hann frá, at hann hevði fingið lyfti um pengar, um hann vildi taka vognin við sær yvir um marknaliðið. Har skuldi hann lata eina kvinnu fáa vognin, sigur herleiðslan. Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at seinastu trý árini hava ísraelskir hermenn tikið meiri enn 40 palestinskar tannáringar, sum skuldu fremja sjálv- morðsatsóknir at ísraelsk- um málum. Hann fekk 150 krónur fyri at vera sjálvmorðsbumbumaður Hosam Abdo við sjálvmorðsbeltinum um miðjuna, eftir at ísraelsku hermenninir høvdu steðgað honum Mynd: Reuters FØROYA HANDILSSKÚLI team85 358000 Marknagilsvegur 77 · Postrúm 177 · 110 Tórshavn tel 318813 · Fax 313374 · info@skeidsdepilin.fo Eftir- og víðariútbúgvingar á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla www.skeidsdepilin.fo Skeiðsætlan fyri komandi 3 mðr. LITAVAL pdf www.sosialurin.fo i www.sosialurin.fo i www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Lesið internet Sosialin ! Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 C M Y K 31 30