fríggjadagur 26. mars 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 60 - 26. mars 2004
Nr. 60 - 26. mars 2004
33
Bilur til sølu
Mitsubishi Pajero jeepur frá 5/1995, 4-hjólstrekk,
til sølu fyri 70.000 kr.
SEV
Att.: Jørleif Vang
Tlf. 346820
Tórshavn
Aðalfundur
hjá Fosturforeldrafelagnum
Fosturforeldrafelagið hevur aðalfund á Tórshavnar
Sjómansheimi leygardagin 3. apríl 2004 kl. 9.30.
Skrá sambært lóg felagsins.
Eyðun Joensen heldur fyrilestur um evnið: Fostur-
umsorgan/vansar.
Nevndin
Starv sum
umsitingarleiðari
Nú umsitingarleiðarin á Føroya Sjómansskúla fer
í annað starv, verður søkt eftir nýggjum
umsitingarleiðara frá 1. mai 2004.
Vit kunna bjóða:
•
Eitt spennandi starv í einum sera góðum
umhvørvi, bæði tá tað snýr seg um karmar og
samstarv ímillum leiðslu, umsiting, lærarar og
næmingar.
Starvs- og ábyrgdarøkir:
•
Bókhald og fíggjarstýring.
•
Skráseting og journalisering
•
Viðlíkahald av teldukervi. Administrator.
•
Umframt vanligt skrivstovarbeiði
Førleikakrøv:
•
Skrivstovuútbúgving
við
hóskandi
eftirútbúgvingum.
•
Hægri Handilsskúla ella líknandi og/ella hollar
starvsroyndir.
•
Teld á høgum førleikastigi. Kunnleika til dátu-
básubygnað.
•
Kunna vera netfyrisitari.
•
Hava góðar samstarvseginleikar.
Setanarviðurskifti:
•
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir skulu sendast til
Føroya Sjómansskúla,
Nóatún 2,
Postboks 104,
FO-110 Tórshavn,
í seinasta lagi mikudagin 14. apríl 2004.
team85 • 358000
FØROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn
tel 318813, Fax 313374,
info@skeidsdepilin.fo, www.skeidsdepilin.fo
SKEIÐ
í at leggja natúr- og betongsteinar
Skeiðið er ætlað fólki, ið arbeiða við álegging
av natúr- og betongsteini. Á skeiðnum læra
luttakararnir meginreglurnar fyri álegging, og
hvussu arbeiðið kann gerast.
· Undirlagið
· Teknikkir og mynstur
· Normar og krøv
· Verkligt arbeiði við betong- og
chaussésteini
Mikukvøldið 5. mai kl. 19.00-22.00
Hóskvøldið 6. mai kl. 19.00-22.00
Leygardagin 8. mai kl. 09.00-16.00
Tekniski Skúli,Timburdeildin,
Smiðjugerði
Michael K. Jacobæus
3.100, 00 kr. íroknað frálæru, tilfar
og mat
Innihald:
Tíð:
Stað:
Skeiðl.:
Kostn.:
Tilm.:
Áðrenn 21. apríl 2004
Nýtt telefon-
nummar
Økisdeildin í Suðuroy hevur fingið nýtt telefon-
og faxnummar
Telefon 353560
Fax
353561
Almannastovan
Hagafundur
Hagafundur fyri Innasta haga í Skálavík verður á
Keldu leygarkvøldið 3. apríl kl. 19.00.
Skrá: Útbygging av rættini.
Hagastýrið
Heimarøktin í Norðoyggjum
Summarfrítíðar-
avloysarar
Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktarfrøð-
ingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar frá 15. juni
til 31. august 2004. Søkt verður eftir fólki sum vilja
arbeiða í skiftandi vaktum.
Heimarøktin fevnir um alla heimahjálp og heima-
sjúkrarøkt í Norðoyggjum, umframt 2 Eldrasambýl-
ir. Arbeitt verður frá kl. 8.00 til 23.00 úti og alt
døgnið í Sambýlunum.
Vegna burðarfarloyvi hjá sjúkrarøktarfrøðingi verð-
ur møguleiki fyri setan til januar 2005.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn saman við aritið av prógvum, autorisation
og upplýsingum um arbeiðsroyndir verður at
senda til økisleiðaran í Heimarøktini í Norðoyggj-
um, Bøgøta 34, 700 Klaksvík, tlf. 457243.
Umsóknarfreistin er 14. apríl.
Toll og Skatt frítíðarløn
pdf
Leiðari til
Sjúklingahotellið Tórshavn
Av tí at leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn, hotellinum fyri føroyskar
sjúklingar og avvarðandi í Keypmannahavn, hevur valt at taka av nýggjum
avbjóðingum,verður við hesum starvið sum leiðari lýst leyst til setan frá 1.juni
2004 ella eftir nærri avtalu.
Ábyrgdarøki:
•
Leiðsla, planlegging, rakstur og menning av sjúklingahotellinum
•
Leiðsla av sjúklingavegleiðarafunktiónini.
•
Samstarv við føroyska heilsuverkið og Almanna- og heilsumálaráðið
Vit ynskja okkum at tú hevur:
•
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, breiðar sjúkrarøktarfakligar royndir.
•
Fíggjarligar, fyrisitingarligar og/ella leiðsluligar royndir/útbúgving
•
Góð samstarvsevni
•
Og at tú ert virkisfús og opin fyri broytingum.
Av tí at allir íbúgvar á hotellinum eru føroyingar og nógv av samstarvinum er
við føroyskar myndugleikar og sjúkrahús, er tað ein fyrimunur at umsøkjarar
tosa og skriva føroyskt.
Løn - og setanartreytir:
Starvið er flokkað við grundløn í lønklassa 45, samb. sáttmála millum DSR og
Københavns Kommune, harumframt eru møguleikar fyri funktións- og
førleikaløn eftir nærri avtalu ímillum Dansk Sygeplejeraad og Almanna - og
heilsumálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Inu Frisdahl, leiðara á
Sjúklingahotellinum, tlf. 0045 21677290, e-mail if@shfo.dk ella til Mariu á Dul,
starvsfólkastjóra í Almanna- og heilsumálaráðnum, tlf. 304050, e-mail
mad@hmr.fo, har starvslýsing eisini kann umbiðjast.
Umsókn við avritið av prógvum v.m. skulu sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Att. Maria á Dul
Eirargarður 2
FO -100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 19. apríl 2004 kl. 12.00
Almanna- og heilsumálaráðið
C
M
Y
K
33
32
Frítíðarløn 2. mai 2004
Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2004.
Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan.
Hevur tú flutt bústað, síðani tú seinast boðaði fólkayvirlitinum frá, fer
fráboðanin retur til Frítíðargrunnin.
Fyri at sleppa undan hesum heitir Frítíðargrunnurin vinarliga á tey, sum eru
búsitandi í Føroyum um at fráboða fólkayvirlitinum nýggja bústaðin.
Frítíðarlønin fyri 2004 fer inn á somu kontu sum í fjør. Um tú ynskir hetta
kontunummar broytt, verður tú biðin um at fráboða okkum nýggja
kontunummarið.
Tú kanst upplýsa okkum um broytta kontunummarið við at útfylla
fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana áðrenn 14. apríl 2004.
Eisini ber til at fara inn á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo og útfylla
oyðublaðið um frítíðarløn.
Spurningar kunnu svarast á telefon 37 10 51.
Telefonin svarar mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00
P-tal:
Navn:
Bústaður:
Postnr. og bygd/býur:
Peningastovnur:
(bert føroyskur)
Kontunummar:
_____________ ,
/
2004
______________________
Undirskrift
Fráboðanin skal sendast til:
Toll- og Skattstovu Føroya
Suðuroyar Øki
Postsmoga 69
FO-800 Tvøroyri