Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Óvist er, um nakar felags listi verður til kommunuvalið á Tvøroyri hesaferð. Freistin at stilla upp er úti týsdagin, og enn er bara listin hjá Javn­ aðar­flokkinum kunn­gjørdur. Tó hevur hevur ein kvinnu­ listi boðað frá uppstilling. Tað er Marjun Olsen úr Sambandsflokkinum, sum seinasta skeiðið hevur um­ boðað felagslistan á Tvør­ oyri, sum hevur tikið stig til kvinnulistan, og seks kvinnur eru til dystin fús. – Vit hava góðar vónur um, at tað fer at eydnast at fáa umboð í býráðið, segði Marjun Olsen við Portalin í gjár. Til seinasta býráðsval vóru bara tveir listar á Tvør­oyri. Javnaðarlistin og felags­listin millum Fólka­ flokkin, Sambands­flokkin og Tjóðveldi. Javnaðar­flokk­urin hevur einsa­mallur meiri­ luta við 54,7 pro­sent­um, 603 atkvøðum og fýra býráðs­ limum. Felags­listin fekk 45,2 prosent, 499 at­kvøður og tríggjar býráðs­limir. Hesaferð verða so fleiri lista at velja í, tí um eingin felags­listi verður, so hevur í øllum førum Fólkaflokkurin ein lista kláran. – Vit hava ikki fingið nøkur formlig boð enn, men sum vit skilja støðuna, so stillar Sam­bandsflokkurin ongan lista upp, men stuðlar kvinnu­listan, sigur Bergur Bærendsen úr Fólka­flokk­ inum, sum seinastu 16 árini hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri. Hann verður kortini ikki á listanum hesaferð, tí hann hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hann vil kortini ikki siga, hvørji nøvn eru á listanum, men Hallur í Heiðunum, sum var valdur á felagslistanum seinast, verð­ ur eitt av nøvnunum. – Sum sagt, so er listin ikki klárur, og vit vita heldur ikki enn, um tað verður ein felags listi. Men verður tað ikki til nakað, so stillar Fólka­flokkurin á Tvøroyri upp ein lista, sigur Bergur Bærendsen. Tey, sum vórðu vald í býráðið á Tvøroyri seinast vóru: Javnaðarflokkurin: Kristin Michelsen 298 atkv. Malla Dam 93 atkv. Pauli Einarsson 50 atkv. Jens Johannesen 31 atkv. Felagslistin: Bergur Bærendsen 89 atkv. Jaspur Vang 84 atkv. Hallur í Heiðunum 74 atkv. Felagslisti í leysum lofti KOMMUNUVAL Meðan Javnaðarlistin á Tvøroyri er klárur, so er ógreitt við Felagslistanum. Fólka­flokkurin er klárur við sínum lista, og Sambandsflokkurin stillar ikki upp, men stuðlar Kvinnulistanum Marjun Olsen Kristin Michelsen – Eg havi valt at fokusera øðrvísi, og eftir at hava sit­ið í býráðnum í 16 ár, so er tíð uppá at lata onnur sleppa framat. Tað sigur Bergur Bærendsen á Tvøroyri, sum hev­ur umboðað Felags­listan í Tvøroyra býráð sein­astu ár­ini. Tað er felags listin hjá Fólka­flokkinum, Sam­bands­ flokk­inum og Tjóð­veld­inum. Bergur Bærendsen um­boðar Fólka­flokkin á felags­list­ anum. Bergur Bærendsen let­ur væl at arbeiðinum í bý­ráð­ num hesi árini. Vit hava havt eitt gott samstarv tvørtur um sam­ gongu og andstøðu, og vit hava staðið saman um aðal­ málið seinastu árini, at fáa skuldina niður, sigur hann. Bergur Bærendsen sigur, at tá hann kom í býráðið fyri 16 árum síðani var skuld­in um 170 milliónir krón­ur. Hetta svaraði til 6,5 álíkningar. – Nú er skuldin komin niður á umleið ein álíkning, og kommunan er væl fyri, sigur hann. Skuldin er umleið 70 milliónir krónur, meðan álíkn­ingin liggur um 52 milliónir krónur. Men við gjald­førinum hjá komm­un­ uni, sum er sera gott, kem­ ur skuldin niður á um­leið eina álíkning, og tað fegn­ast Bergur Bærendsen um. Nógv virksemi er í komm­ ununi í løtuni, og nýggja upp­ sjóvarvirkið hev­ur sjálvandi gjørt sítt til at tað eisini fløðir í kommunu­kassan. Bergur Bærendsen er eis­ ini vinnulívsmaður. Hann er stjóri hjá Bærendsen Tekn­ ing, sum hev­ur maskin­verk­ stað, smiðju, el-innleggj­ ara­virksim og el-handil. Og hann letur væl at – tí har merkja tey eisini fram­gongd eftir økta virksemið í komm­ ununi. eirikur@sosialurin.fo Alt bendir á, at eingin felags listi verður til komm­unu­valið á Tvøroyri. Sam­bands­flokk­urin verð­ ur í øllum førum ikki við. – Ongar samráðingar hava verið millum Fólka­ flokkin, Sambandsflokkin og Tjóð­veldi um felags lista til komm­unu­valið á Tvøroyri. Tað sigur Marjun Olsen, sum varðar av sambands­ listanum á Tvøroyri, og sum fyrr hevur umboðað Sam­bands­flokkin í Tvøroyrar býráð. Hon sigur eins og Jaspur Vang, at tað er sera trupult at fáa fólk at stilla upp. – Eg havi so mangan hótt við at gera okkurt annað fyri at fáa fólk at stilla upp, enn at stilla upp á ein um partapolitiskum lista. Nú havi eg so tikið stig til hendan kvinnu­ listan, har vit seks kvinnur stilla upp, sigur Marjun Olsen. Hon sigur, at tey als ikki hava tosað saman um felags listan, og at Sam­ bandsflokkurin í øllum førum ikki verður við. – Tað merkir kort­ini ikki, at eg svíki Sam­bands­ flokkin, sum eg sjálvandi stuðli til løgtingsval. Men kommunupolitikkur eig­ ur ikki at verða floks­ politiskur, leggur Marjun Olsen dent á. eirikur@sosialurin.fo Bergur Bærendsen gevst í býráðanum KOMMUNUVAL Eftir at hava sitið í býráðnum á Tvøroyri í 16 ár gevst Bergur Bærendsen nú í kommunupolitikki. Hann stillar ikki uppaftur á valinum 13. november Bergur Bærendsen Sambands­ flokkurin stillar ikki upp Enn er bert tann eini listin liðugur til býráðsvalið á Tvøroyri, Javnaðarlistin. Níggju fólk bjóða seg fram á listanum, teirra millum eisini tey fýra, sum umboða meirilutan í Tvøroyarar býráð. Listin sær soleiðis út: Kristin Michelsen, borgarstjóri Jens Johannesen, býráðslimur Malla Dam, býráðslimur Pauli Einarsson, býráðslimur Trygvi D. Strøm Bjarni Hammer Marit Poulsdóttir Bjørg Rasmussen Miriam Solmunde eirikur@sosialurin.fo Níggju bjóða seg fram á Javnaðar­ listanum