Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Eg havi játtað at vera still­ ari hjá Kvinnulistanum á Tvør­oyri, tí eg haldi tað vera skila­gott við ópolitiskari upp­stilling til kommunuval. Tað sigur Jaspur Vang, sum situr í býráðnum á Tvør­oyri fyri felagslistan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóð­ veldi. – Í kommunupolitikki hev­ur tað størstan týdning at finna semju um tað sum er best fyri kommununa. Spurn­ ingurin um yvirskipaðu ideo­ logiirnar hava minni týdning í hesum høpi, heldur Jaspur Vang. Hann heldur eisini, at flokspolitikkur eisini er so nógv broyttur seinnu árini, tí mørkini millum flokkarnar kámast so nógv. Men hann leggur tó dent á, at hann ger hett fyrst og fremst tí, at hann heldur, at kvinnur og ung fólk eiga at fáa størri ávirkan á komm­ unal­politikk. Hann vísir eisini á, at tað er sera trupult at fáa fólk at stilla upp til komm­unuval. – Fólk ynskja ikki altíð at geva sín politiska flokslit til kennar, og tí vilja tey ikki stilla upp á partapolitiskum list­um. Við at gera óheftar listar, so er lættari at fáa fólk á listan, heldur Jaspur Vang. Hann heldur eisini, at tað er ein rættur hjá fólki at skulu kunna gera seg galdandi í kommunalpolitikki uttan at tvingast til at geva til kennar sín flokspolitiska lit. eirikur@sosialurin.fo Móttøka Í sambandi við stjóraskifti bjóða vit til móttøku hósdagin 25. oktober kl. 15-17. Saman við samstarvsfeløgum og viðskiftafólki vilja vit fegin heilsa nýggja stjóranum Odd Eliasen vælkomnum og takka fráfarandi stjóranum Bergi Poulsen. Móttøkan verður hildin á Fóðurgoymsluni hjá Havsbrún í Fuglafirði. øll eru vælkomin. sansir.fo Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 13 aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Jaspur stuðlar kvinnunum KOMMUNUVAL Jaspur Vang, sum sum umboðar Sambandsflokkin á felags­listanum á Tvøroyri stillar ikki uppaftur, men stuðlar kvinnulistanum Jaspur Vang Sjálvstýrisflokkurin í Norð­oyggjum er nú klár­ ur til valið og hevur fyri­ reik­að seg við valskrá. Flokk­urin kom væl fyri í sam­gongu við Fólka­ flokk­in –  har flokk­urin hev­ur eitt um­boð, meðan Fólka­flokk­urin hevur hini fimm, sum umboða meiri­ lutan. Henda støða hevur givið Sjálv­stýris­flokk­inum vara­borgar­stjóran, sum er Jógvan Skorheim, sum eis­ ini fekk sæti á tingi, tá Kári P. Højgaard í november tók við sum landsstýrismaður. Tað er tí við góðum áræði, at flokkurin fer til val í Klaks­vík, har tey fara at leggja dent á fólkavøkstur í komm­ununi. –  Serliga fer flokkurin at arbeiða fyri fleiri og fjøl­broyttari íbúðar­møgu­ leikum, betri umstøðum til vinnu­lívið og øktum mentanar­virksemi í komm­ ununi, segði flokkurin tí tíðinda­skrivi fyrr í vikuni. Valevnini hjá Sjálv­stýris­ flokkinum í Klaksvík eru: Sven Dahl, orkutøkningur Beinta Klakstein, leiðari Rúna Sivertsen, leiðari Jógvan Skorheim, býráðs- og løgtingslimur Kristian Eli Zachariasen, KT serfrøðingur Í tíðindaskrivinum sig­ ur Sjálvstýrisflokkurin, at hann var einasti flokkur, sum seinast fór til val uppá at skapa fólkavøkstur í komm­ununi. – Hetta eydnaðist, og er Klaksvíkar kommuna ein av fáu kommunum í land­ inum, har fólkatalið er økt, sigur flokkurin í tíðinda­ skrivinum. eirikur@sosialurin.fo Listin hjá Norðoyar Javn­ aðar­felag til býráðsvalið í Klaksvík er nú liðugur. Seks fólk eru á listanum, fýra menn og tvær kvinn­ ur. Tey, sum stilla upp eru: Petur Martin Hansen Henry Johannesen Signhild V. Johannesen Tummas J. Lervig Jákup F. N. Mikkelsen Hans Nybo Tvey av valevnunum eru býráðslimir, Jákup F. N. Mikkelsen og Signhild V. Johannesen, sum kom í bý­ráðið, tá ið Eyðgunn Samuelsen fór í farloyvi eirikur@sosialurin.fo Seks fólk á javnaðarlista í Klaksvík Fimm stilla upp fyri Sjálvstýri í Klaksvík Jógvan Skorheim