fríggjadagur 19. oktober 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrr í vikuni gav bólkurin Fróði
and The Pink Slips út eitt nýtt
videolag til lagið »Diamonds in
the rough«.
Lagið er at finna á nýggju
fløguni The Mouse, sum hevur
fingið góð ummæli í donskum
miðlum.
Oddamaðurin
í
bólkinum,
Fróði Hansen, vitjaði í Ghetto
Føroyar í gjár, og har greiddi
hann frá, at hann hitti ein films
framleiðara, sum dámdi sera væl
teirra tónleik, og valdi sær eitt lag
á fløguni at gera eitt videolag til.
Videolagið er upptikið í einum
niðurløgdum sjúkrahúsið, og her
royndu menninir í bólkinum seg
eisini sum sjónleikarar, tá ið teir
skuldu upptaka videolagið.
Fróði og hinir í bólkinum eru
sera væl nøgdir við tey ummæli,
sum teir hava fingið í donskum
miðlum. Teir spæla javnan í
Keypmannahavn, og her eru tað
bæði føroyingar og danir, sum
vitja teirra konsertir.
Videolagið kann
síggjast á YouTube
Fer ein fótbóltsspælari av land
inum at venja í eina viku, so
røkkur ein søga sum henda út
til allar landsins fjølmiðlar. Fær
Eivør ella Teitur góð ummæli
í útlendskum fjølmiðlum, so
sleppa vit sanniliga eisini at
hoyra um tað í teimum føroysku
miðlunum.
Men nakað, sum ikki fær heilt
so stóra rúmd, eru føroyskar bók
mentir. Tískil valdi tey í Ghetto
Føroyum at varpa ljós á evnið, tá
tey í gjár høvdu bjóðað trimum
fólkum við servitan innanfyri
økið til orðaskifti.
Sissal Kampmann, sum er út
búgvin cand.mag og vann herfyri
debutantprís Klaus Rifbjergs fyri
yrkingasavnið »Ravnar á ljóð
leysum flogi – Yrkingar úr upp
gongdini«. Jenny Johannesen
er útbúgvin cand.mag og bók
mentaligur samskipari hjá FarLit,
sum ein stytting fyri Faroese
Litterature, og sum skal varpa
ljós á og selja føroyskar bók
mentir uttanfyri Føroyar.
Og Kim Simonsen hevur júst
skrivað phd um tjóðskap, men er
eisini rithøvundur, ummælari og
útgevari við forlagnum Eksil.
Hesi skiftu orð í næstan ein
hálvan tíma, og kann tað hoyrast
á Facebook-síðuni hjá Ghetto
Føroyum. Men ein av niður
støðunum var, at tað vanta ungir
føroyskir rithøvundar.
– Tað er ikki sunt, at eingin
ung fólk umboða Føroyar á
bókamessum uttanlands. Men
tað kemst av, at tað er sum heild
trupult at fáa eyga á ungar rit
høvundar í Føroyum. Vit hava
ov mikið av ungum tónleikarum,
men rithøvundarnir eru flestir
omanfyri 60, førdi Kim Simonsen
millum annað fram.
– Tey ungu koma bara fram
í Vencil og á sosialu miðlunum.
Men tað er ein trupulleiki, tá
unga ættarliðið ikki er sjónligt.
Hvør annar enn tey kann greiða
frá, hvussu samfelagið sær út við
teirra eygum, og – ikki minst –
hvat er ynskiligt at broyta. Listin
eigur at vera ein ávísing um tey
viðurskifti, sum røra seg í einum
samfelagið og sum politikararnir
ikki hava atgongd til, tí teir
flyta seg á einum øðrum plani,
enn tey ungu gera, vísti Sissal
Kampmann á.
Vanta ungar rithøvundar
BÓKMENTIR Okkum vantar ungar føroyskar rithøvundar, og status á føroyska
bókmentapallinum kundi verið betri. Tað eru Kim Simonsen, Sissal Kampmann og Jenny
Johannesen samd um, sum vóru komin í Ghetto Føroyar at skifta um føroyskar bókmentir
Nýtt videolag skal marknaðarføra Fróði and The Pink Slips