fríggjadagur 19. oktober 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik stuðlar sendingini
Eg minnist, tá ið Anfinn
Kallsberg var løgmaður í Før
oyum. Eg var nokkso ung tá,
men minnist tó, at hann var
ein, sum man hevði virðing
fyri. Hann var eisini ein mað
ur, sum ikki lat seg kúga av
nøkrum.
Í tíðini frá 1998 til 2002
vóru tað seks ymiskir lands
stýrismenn í mentamálum.
Ymiskar orsøkir vóru til, at
hesir
landstýrismenn
og
kvinnur fóru frá. Men tá til
dømis Annlis Bjarkhamar varð
søgd úr starvi sum landsstýris
kvinna, so var tað tí, at Anfinn
Kallsberg ikki kundi taka
undir við hennara avgerðum.
Púra óvæntað og uttan sam
tykt frá formanninum í Tjóð
veldisflokkinum segði Anfinn
Kallsberg Annlis úr starvið.
Og so var tað klassikarin í
miðlaheiminum í Føroyum. Tá
ið Torbjørn Jacobsen fór út í
miðlarnar og segði, at Anfinn
Kallsberg var ein danskur
leigusveinur. Tá kravdi løg
maður eina treytaleysa um
bergin
frá
tingmanninum
– annars hevði hann blakað
Tjóðveldisflokkin – sum tað
æt tá – úr samgonguni.
Eg minnist, at eg hugsaði –
so ung sum eg var – at tað var
rættiliga kul at vera løgmaður,
tí hann bestemmar, hvat øll
hini skulu gera. Og hann finn
ur seg ikki í nøkrum.
Men í dag er tað ikki so kul
at vera løgmaður. Í dag sleppa
fólk at siga akkurát tað, sum
teimum lystir um løgmann.
Uttan, at tað fær avleiðingar.
Jákup
Mikkelsen,
sum
hóast alt er formaður á tingið
hjá
Fólkaflokkinum,
segði
við útvarpið í farnu viku, at:
»løgmaður sigur so nógv«. Og
løgmaður hevur einki svarað
aftur til hesi orðini, sum eru
ógvuliga niðrandi og leggja
upp til, at løgmaður ikki altíð
veit, hvat hann sigur.
Og tá ið løgmaður boðaði
frá, at hann hevði ein dreym
um
tríggjar
sjálvstøðugar
eindir í einum ríkjafelagskapi,
ja, so fór flokkur hansara út og
segði: »at tað var ikki ordiliga
tað, sum løgmaður meinti.
Hann meinti bara við, at vit
mugu dagføra ríkisfelagsskap
in, sum løgmaður forrestin vil
vera í í allar ævir«.
Og aftur her sigur løg
maður einki.
Gud viti, um Anfinn Kalls
berg hevði funnið seg í slíkari
viðferð. Eg veit í øllum førum
tað, at eg leingist aftur til
teir dagar, tá ið ting fingu av
leiðingar. Tá ið man visti, at
um flokkar ikki virdu hvønn
annan og hildu avtalur, ja, so
fekk tað avleiðingar. Onkuntíð
størri avleiðingar enn aðrar
tíðir, men í hvussu so er
ONKRA avleiðing.
Í dag tykist tað sum um, at
okkara løgmaður er ov upp
tikin við at halda fast í vald
inum. So upptikin, at hann
gloymir at traðka í karakter.
Hann skal hava vald: kosta,
hvat tað kosta vil.
Kanska tað fær avleiðingar
fyri hann einaferð í fram
tíðini.
Hví fær einki
avleiðingar
longur?
Ghetto klumman
Jólanissurnar hava gloymt børn
ini í Rumenia. Tað førdi nøkur
børn fram, tá ið Ghetto Før
oyar journalisturin Lív Højsted
Horsdal vitjaði á Oyrasunds
næmingaheiminum
sunnu
dagin.
Hendan dagin var Operation
Christmas Child á skránni, og 172
vakrar skógvaeskjur vóru savn
aðar saman, og vera nú senda til
tey børnini í Rumenia, sum ikki
áður hava fingið ein jólapakka.
Fyri mong er hetta blivin ein
árlig traditión. Tað, at savna sam
an gávur til børn millum 0 og 15
ár. Operation Christmas Child
er eitt tiltak, sum seinastu árini
hevur glett neyðstødd børn við
at geva teimum eina skógvaeskju
við gávum. Ein skógvaeskja
broytir ikki heimin, men hetta
hevur havt alstóran týdning fyri
tey mongu børnini, ið hava fingið
eina skógvaeskju við gávum, síð
ani átakið byrjaði í 1993.
Skógvaeskjurnar
innihalda
tannbustir, tannkrem, sápur og
líknandi. Harumframt verður
heitt á fólk um at leggja leikur
í eskjuna, vøttur og húgvur og
okkurt góðgæti.
Á Facebook skriva fyrireikarar,
at tey vilja deila jólagleðina við
børn, sum ikki hava líka nógv
sum vit. Tað er sera einfalt og
ómakaleyst.
Tað
einasta,
ið
krevst, er at finna framm eina
tóma skógvaeskju, og síðan seta
hugflogið í gongd.
172 skógvaeskjur
til Rumenia
Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn
hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio.
Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og
Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna
Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum
sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma«
Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra
kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum
eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.