Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 30. september fingu Ása Dánjalsdóttir & Charles J. Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3110 gr. Føðingar 18 september fingu Vivi Myllhamar og Neil Joensen ein beiggja. Hann var føddur á Ríkissjúkrahúsinum. Hann vigaði 3600g og var 52 cm langur. 1. oktober fingu Birna Hejnesen og Sølvi Vatnhamar, Hor­ sens, ein son. Hann vigaði 4352 gr og var 55 cm langur. 12. oktober bleiv dóttir Mary og Kára Petersen á Sandi fødd. Hon er 51 cm long og vigaði 3090 gr. 13. oktober fingu Theresa Jákupsdóttir og Mohamed Thabet, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr. 16. oktober fingu Fríðgerð og Árni Rasmussen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4260 gr. nøvn Leygardagin eru 10 ár liðin, síðani Københavns Metro læt upp Leygardagin eru liðin 30 ár, síðani 66 fólk vóru kroyst til deyðis undir UEFA Cup fótbóltsdysti millum Spartak Moskva og HFC Haarlem á leikvøllinum, sum nú hevur navnið Luzhniki Stadium. Minningarorð um Rasmus Rasmussen Tórshavn Føddur t. 14.7.1980 og deyður t. 10.10.2012 Ein føroyingur í Føroyum er farin Hósdagin t. 10. 10. 12 tók Ras­ mus lívið av sær í Plantasjuni í Havn, í niðara dunnuhyli. Til tíðir kann tað vera ein lætti, at deyðin kemur, men soleiðis er ikki hesa ferð - sum so mangan. Rasmus var alt ov ungur at fara. Vit møttust fyrstuferð í sam­bandi við eina veitslu í Keypmannahavn í 1999, har vit vóru 19 føroysk samkynd, sum hildu eina góða veitslu. Rasmus, tá 19 ár, hevði hoyrt um veitsluna og tók sær frí frá skúlanum fyri at vera við, men fyri ein okkara er veitslan at enda komin. Seinri hittust vit nakrar ferðir í Keypmannahavn sam­an við nøkrum føroysk­ um sam­kyndum, og hevur hann eisini meylað til mín av og á. Seinri kom hann til Dan­ markar fyri at royna at finna sær arbeiði og at koma burt­ ur frá Føroyum fyri at sleppa at liva eitt vanligt og gott lív. Hóast hann tóktist hava tað gott, longdist honum heim til Føroya, og hann leit­ aði sær heimaftur. Hann var heldur lítlillátin, men var kortini árvakin, tí eyguni og andlitið glógvaðu sum sólin, tí hann visti, hvat hann vildi. Í Føroyum var í byrjanini av 2000 talinum og fram til 2006 , men eisini nógv ár frammanundan, nógv kjak um rættindi hjá minnilutum og serstakliga samkyndum í sambandi við kjakið um lóg um mismun og happan av minnilutabólkum. Her verður serliga hugsað um lógina 266b, har nógv harðrend orð frá løgtings limum, prestum, trú­boðarum og øðrum frá ymsum sektum vórðu løgd fram alment og eisini frá Løg­ tingsins røðarapalli, í kirkj­ um og sektum. Áðrenn lógin varð góðtikin í 2006, bar ikki til at saksøkja fyri hetta. Orð hava makt, og tað vita tey flestu eisini fólk í Lands­ stýrinum, løgtinginum, í kirkj­um og sektum. Í 2006 var Rasmus fyri tí tilburði at verða álopin og illa sligin í býarlívinum í Havn av ungum monnum, sum ikki dámdu samkynd og tí heldur ikki Rasmus. Síðan henda tilburð hevur Rasmus verið sálarliga illa fyri, og hann kom ongantíð heilt fyri seg aftur. At hann var veikur áðr­ enn, hevur ikki gjørt lív hans­ara lættari. Hví løgdu teir ungu menn­ inir eftir Rasmussi í 2006? Var tað tí, at teir vóru fødd­ir til at gera øðrum ónáð­ir? Vóru teir stimbraðir heim­ anífrá, í skúlunum ella frá umhvørvinum til at fremja hesa gerð? Gjørdu teir tað, tí orð, tala og skriving hjá løg­tings­ limum, prestum, trú­boð­ ar­um og øðrum ”sálar­hirð­ um”stuðlaðu teimum til at út­inna hetta avrik? Avrikaðu teir tað, tí tað al­ment heima í Føroyum er góðtikið at happa minnilutar og fólk, sum ikki klára seg so væl í Føroyum - eins og aðra­ staðni? Ella var tað bara av til­ vild? Í einum felagsmeyli til familju og vínfólk skrivaði tú, Rasmus, í 2006 millum annað: Góðu tit øll. ”Eg eri sum tit nokk vita enn á Deild 2. Her er gott at vera. Sjálvt um eg havi ver­ ið her í fýra vikur nú, so eri eg ikki vorðin troyttur av at vera her sum so. Eg kenni meg tryggan her, og her er so deiliga friðarligt og rúm­ ligt….” ”Men eg hugsi sjálvandi um, at tað er rotið, at eg ikki kenni meg tryggan við at fara út í mín gerandisdag aftur. Eg sakni at fara í ball saman við vininum og at fara á bar í býnum at hitta kenningar….” ”Somuleiðis sakni eg, at ganga runt í Havnini í mínum vanligu ørindum og njóta ta frísku luftina, og allan tann vakurleikan, sum er at síggja allastaðni, bara man gevur honum ans….” ”Høvdu hesi fórdómsfullu og freku fólkini bara ikki verið í Havn, men í Lítlu Dím­ um ella onkra aðrastaðni. So hevði eg nokk gingið míni van­ligu ørindir nú, ístaðin fyri at sita her og skriva um tey.” Álopið á Rasmus fekk Løg­ tingið at rakna við, soleiðis at stríðið hjá løgtingsmanninum og vinmanninum, Finni Helms­dal sála, og øðrum løg­ tingslimum vann frama við at fáa lógina 266b móti mismuni og happan av minnilutum samtykta, og sum elvdi til, at hon var viðtikin. Hóast foreldrini, Mortan og Kirstin, heima og alment, systkin, familja, vinfólk og onnur og eisini arbeiðsfólk á sálardeildini hjálptu tær, so eydnaðist tær ikki at fóta tær aftur. Vit eru fleiri samkynd og hinskynd, tíni foreldur, 4 systkin, familja heima og í Danmark, sum í sorgini minnast teg við gleði, og vón­ andi fara tey góðu minnini at geva troyst og stuðul í fram­ tíðini. Tøkk fyri tað, tú hevur gjørt fyri okkum og eisini fyri tín tónleik, og fyri at tað untist okkum at møta tær. Vónandi fara vit sam­ kyndu at fáa full samfelags rættindi í Føroyum skjótt, tí skyldurnar hava vit eins og onnur. Eitt gott land er eitt land, har bæði sterk og veik kunna liva í friði, fáa hjálp eftir tørvi og eisini kenna seg væl. Orð hava vald! Í Bíbliuni hava vit lært, at kærleikin er størstur og ikki hatur og ei heldur líkasæla. Ærað veri títt minni og samkenslu sýna vit tínum foreldrum, tínari familju og vinfólki tínum. Bogi Dánialson Davidsen, samkyndur føroyingur í Danmark, føddur sum tú í Havn 4. oktober fingu Karis við Brúgv og Heini Østerø, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4350 gr.