Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Amerikanski gittarspælarin Steve Lukather, sum millum annað er kendur frá bólkinum Toto, verður sunnudagin 55 ár. Skjótt gongur tíðin, og longu nú er eitt ár gingið, síðani tú so brádliga andaðist. Eg náddi tíverri ikki at siga tær eitt seinasta farvæl, tí eg var staddur uttanlands, men øll tíni nærmastu, systk­ in við familju og omma vóru rundan um teg til tað síðsta. Tað vart tú glað um. Fyri tína nærmastu fa­ milju vart tú snúningsásin, og tí er saknurin stórur hjá Hanna, Erling og Páll við familju. Og ikki minni hjá ommu. Tit vóru ikki bara møðgur, men eisini vinkonur og gjørdu so nógv saman. Júst hvør meiningin er við, at nøkur fólk skulu doyggja so tíðliga og brádliga, havi eg mangan verið ivandi um. Og kanska er eingin ávís meining, tí deyðin tykist ikki spyrja nær, hvar og hvussu. Ein læra av tí er helst, at vit eru her á fold upp á lænta tíð og mugu royna at liva, meðan vit eru her. Tú vart mín elsta gumma – Jøya gumma ­– og eg haldi meg kunna siga, at vit høvdu eitt gott samband, eftirsum eg var fyrsta systkinabarn á Tinghúsvegnum, trý ár und­an Erling. Tú og Suf­fía vóru gummur, og eg kann ikki kæra meg um at hava verið yvirsæddur á Ting­hús­ vegnum. Herí átti tú tín stóra lut. Á Tinghúsvegnum vuksu tit øll fimm systkini upp saman við ommu og abba. Tú var fødd í 1946, Jógvan pápi í 1947, Ólavur í 1949, Suffía í 1951 og Magni í 1959. Abbi legði alla sína orku í út­ varpið, meðan omma tók sær av heiminum og eisini sjálv forvann til húsarhaldið sum skrivstivukvinna. Okkum báðum dámdi væl at arga hvønn annan - upp á okkara serliga máta – men við virðing fyri hvør øðrum. Tað haldi eg meg kunna tala upp á teg. Og møtti man tær til dømis uppi í svimji­hyl­ inum, har ið tú var so javnan, heilsaði tú altíð so væl og við­komandi. Tú mintist eisini til allar føðingardagarnar í familjuni, hjá stórum sum smáum. Síðstu árini umsat tú tey føroysku klæðini í familjuni, serliga tey í barnastødd. Til hvørja Ólavsøku skuldi man so í audiens hjá tær fyri at finna klæðir fram. Tað var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá tykkum, og til ta seinastu Ólavsøkuna hjá tær stuttleikaðu vit okk­ um við, at nú mátti eg eisini sjálvur finna onkur hyggju­ ráð fyri at fáa klæðini at passa mær so nøkurlunda. Tíni fittu ommubørn vóru øll sera góð við teg, og tú við tey. Tað neit ikki sørt, tá ið presturin fortaldi um tykkara ætlanir um, at nøkur teirra skuldu vitja teg um somu tíð, sum tú fór til kanningar og ikki kom heim aftur. Ymisk og mong vóru tíni áhugamál. Tú seymaði og broderaði, tú var limur í gongufelag, gekst til bók­bind­ ing, ættargransking og før­ oyskan dans, og tú og omma vóru fleiri ferðir uttan­lands saman við pensjonistum. Tú hevði lætt til lát­urs, og tínar meiningar vóru markantar. Tú vart nógv av­ hildin á Landssjúkrahús­in­ um, har ið tú starvaðist alt títt arbeiðslív sum lækna- skriv­ari. Tá ið tú varð innløgd, og álvarsliga støðan kom fyri dagin, høvdu fleiri av tín­ um starvsfeløgum ilt við at trúgva, at tað var ‘teirra Jórun’, sum nú var so illa fyri og lá til tað síðsta á sama sjúkrahúsi, ið var títt ar­beiðs­ pláss alt lívið. Góða Jórun, nú ert tú farin um sýn, og vit, sum eftir eru, liva víðari. Dagligdagurin livir sítt egna lív, og vit fáa ikki steðga tíðini. Hóast lívsins háttalag ikki altíð er lætt at skilja og enn minni at góðtaka - ikki minst í tínum føri - hava vit altíð minnini um teg. Hvíl í friði. Niels Juel Til minnis um Jórun Arge (1946-2011) Í hesum døgum eru hjúnini Tressa og Peter Hansen úr New Zealandi á vitjan í Før­ oy­um. Abbi Petur var Peter Jacob Hansen, f. 1891, sonur tann sokallaða Glyvrasnikkaran við sama navni. Hann bygdi Heinesens hús við Ting­hús­ vegin. Yngri Peter Jacob fór av land­inum sum ungur maður og endaði í New Zealandi, har hann giftist. Hann doyði í 1966. Men í 1995 varð urnan við øsku hansara jarðað í gamla kirkjugarði í Havn undir liðini á fastur síni. Greitt er frá hansara søgu í røðini Hendur ið Sleptu tann 5. november 2010. Tað er abbasonur Peter Jacob, sum nú er komin til Føroya at vitja sína ætt. Hann eigur ein hóp av fer­ menn­ingum, sum hava tikið væl ímóti teimum báðum. Høvið varð sjálvandi nýtt at vitja grøvina hjá abbanum og øðrum í ættini. Úr New Zealandi at vitja grøvina hjá abbanum Á grøvini hjá Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum.V.f. Tressa Hansen, Johan Simonsen, Bjarni Djurholm, Símun Mittún, frammanfyri Bjarna, Peter Hansen og Hálvan Simonsen. Sunnudagin fyllir enski fótbóltsspælarin Paul Ince 45 ár. Hann spældi 53 landsdystir fyri Ongland.