Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Landsbankin, ómissandi ella....? – Áhaldandi politiska kam­ me­rátari'ið hjá "neu­tralu" viðmerkjarunum til øll handa mál kann eingin seri­ øs­ur politikari taka støðu út frá. Hvassar ákoyringar hava verið frá andstøðuni, leik­um og lærdum og eisini so­kall­ aðum neutralum við­merkj­ arum, nú uppskot er um at umskipa virksemi Lands­ bankans. Sjálvsagt eru ymsar mein­ingar um týdningin av Landsbankanum. Kort­ini má ásannast, at Lands­bank­ in í mesta lagi er partur av signalpolitikki, sum Løg­ tingið í síni tíð samtykti skuldi vera partur av polit­ iska samleikanum. Tí er mangt av tí, sum hev­ur verið frammi um av­ tøk­una av Landsbank­anum, ikki kjølfest í sakligari argu­ mentatión, men má metast at vera úrslit av eini skipaðari partapolitiskari herferð móti landsstýrinum. Og tað er spell, serliga fyri Landsbankan, ið á fleiri økjum ger haldgott arbeiði. Men orðaskiftið er púrasta farið av lagi. Produseraðir pástandir eru slopnir at hanga í leysum lofti, uttan at miðlarnir hava megnað ella viljað gjørt eina sakliga lýsing av teimum. Stutt sagt, uppskotið um avtøku av Landsbankanum hevur ikki fingið ta lýsing, sum metast má sjálvsøgd. Verjan móti oligarki? Ístaðin er Landsbankin gjørd­ur garantur móti øllum bú­skaparligum hóttafallum, skjøldurin hjá borgarunum móti dugnaleysum politik­ arum, verjan móti oli­garki, bulverkið móti stór­kapi­tal­ ist­isk­um ser­áhuga­málum, trygdin fyri fíggjarligum støðufesti og so ikki minst - eftirlitið av pen­inga­stovn­ un­um í Føroyum. Allir hesir pástandir er tiknir úr leysum lofti og eru partapolitiskt bluff, • tí Landsbankin er ikki er nak­ar tjóðbanki, hevur ong­ar heimildir sum tjóð­ banki og er ikki nakar banki yvirhøvur • Landsbankin hevur einki eftirlit við pen­inga­stovn­ un­um og hevur sostatt einki við fíggjarliga støðu- festið í Føroyum at gera • Landsbankin regulerar heldur ikki gjaldførið í Føroyum • Landsbankin hvørki set­ ur ella kann ávirka rentu- støðið í Føroyum • Landsbankin hevur onga pengapolitiska ávirkan fyri okkum yvirhøvur o.s.fr. Uppgávan av týdningi hjá Landsbankanum er at um­ sita gjaldføri og skuld hjá lands­kassanum, men hesa upp­gávu røkir Landsbankin ikki til fulnar. Hetta verður í dag gjørt av Nordea Bank fyri Land­sbankan. Harumframt umsitur Landsbankin Sam­ halds­fasta og ger ann­ars hag­talsgreiningar og met­ ing­ar av búskapar­gongdini - sama sum Hagstovan og Bú­skaparráðið eisini gera. Bankakreppurnar Fyri at geva Landsbankanum ein serligan týdning fyri polit­isku skipanina og sam­ felagið, hevur dúgliga verið víst til leiklutin hjá bank­ anum í sambandi við banka­ kreppurnar. Hetta er eisini tikið úr leysum lofti og er parta­ polit­iskt biðiskinn at fjala yvir innihaldið í bankanum. At undirstrika leiklutin hjá Landsbankanum í sambandi við bankakreppurnar er eisini at prýða hann við lænt­um fjaðrum, bæði viðv. banka­ kreppuni fyri 20 árum síðani (sí Grønborg-frágreiðingina) og eisini í sambandi við Eik- kreppuna herfyri. Eik, húsagangurin og Landsbankin Tað var leiðslan fyri Eik Banka sum í september 2010 royndi at sannføra lands­ stýrið at medvirka til eina re­konstruktión av føroyska partinum av Eik Banka. Tann parturin av bank- anum kundi bjargast. Fíggjar­ eftirlitið hevði nevniliga ikki serligar viðmerkingar til tær avsetingar, sum gjørdar vóru í Føroyum. Megintrupulleikin við Eik var danski bankin, sum hevði staðfest ovurhonds stór tap. Váðin var eisini, at før­ oyski bankin hefti fyri danska bankan, sum var í ein­um sjálvstøðugum dóttur­ fe­lag. Metingin var annars, at um partapeningurin bleiv niðurskrivaður til 0 og nýggj­ ur teknaður uppá 1 mia kr. so kundi føroyski parturin bjargast. Leiðslan fyri bank- an hevði fingið tilsøgn frá TF Holding um nýggjan kapital, men tó ikki nóg mikið. Mong óttaðust eisini fyri hvat fór at henda, um Eik Banki end­aði í Finansiel Stabilitet. Avleiðingin var sjálvsøgd - bank­in skuldi gerast upp, av­viklast. Bjargingarátakið bleiv tó ikki veruleiki, tí longu áðrenn freistin var farin mikukvøldið 29. september 2010 gjørdist greitt, at ikki bar til at slíta føroyska bankan frá danska dótturfelagnum. Danskir myndugleikar noktaðu rætt og slætt fyri, at bankarnir blivu skildir sundur. Átakið varð sostatt steðgað tí danskir myndugleikar ikki vildu medvirka. Sostatt var tað ikki Lands­ bankanum fyri at takka, at landsstýrið ikki viðvirkaði í eini keypstilgongd, sum and­støða og "neutralu" við- merkjararnir siga, men bert tí, at danskir myndugleikar ikki vildu skilja bankarnar sundur. Høvdið í sandin Annars hevði leisturin við keypi av føroyska Eik allar­ helst verið skilagóður. Men í staðin fyri at troyta allar møguleikar stungu øll (eisini politiska skipanin) høvdið í sandin, og lótu aft­ur danir ordna okkara trupul­ leikar. Vert er annars at nevna, at Eik Bankin allur sum hann var, bleiv loftaður av donsku skattgjaldarunum, sum mistu einar 2500 mio kr uppá bjargingina. Hetta tykist at passa summum sum fótur í hosu, nú hesi somu sóla sær í eini polit­iskari betrivitan og ikki blúgvast við at mana fram enn eina nýggja mytu um konspiratiónir og um sam­ anrenning millum føroyskt eftitlæti og danskt falslæti. Soleiðis verður alt vent á høvdið í einum parta­polit­ iskum glantrileiki, har tjóð­ skaparligt gluggapynt og bringupríði verður pussað til almenningin at skoða. Útsølan Endin var so, at TF Holding keypti 70% av Eik fyri 450 mio kr, og kundi landsstýrið ella Fíggingargrunnurin keypt restina til sama kurs. Hetta hevði merkt, at lands­stýrið kundi keypt egin­ pening svarandi til kr 400 mio. fyri uml. 190 mio kr. Semja er alment um, at keypið hjá TF Holding var eitt framúr keyp, og hevði tað sjálvsagt verið eins gott fyri Føroya Landsstýri at keypt restina fyri so greidligan undirprís. Rætti spurningurin er tí, hvar var Landsbankin, tá hesin møguleiki var á skránni, ella ávaraði Landsbankin móti hesum útsølukeypi, har skattgjaldarin kundi gjørt kvetti? Ómissandi Landsbanki? Nú fíggjarnevndin viðgerð upp­skotið um avtøkuna av Landsbankanum skal nevndin tí sjálvsagt gera neyv­ar greiningar av øll­um fyri­varnunum, sum eru í mál­inum. Veru­ligi týdn­ing­ urin av Lands­bank­anum fyri føroyska búskapin skal lýs­ast. Herundir hvønn týdn­ ing bankin hevur fyri okk­ara kredittvirði, fyri Sam­halds­ fasta og ikki minst lýsa uppá­ haldini um, at Lands­bank­in hevur ein ómissandi leik­lut fyri fíggjarliga stabili­tetin. Eisini skal avdúkast um Landsbankin er einasti, sum kann tryggja, at sveiggini í búskapinum verða avmarkað, umframt at stovnurin kann fremja gjøgnumskygni í al­ menna peningarenslinum uttanfyri fíggjarlógina. Hesi avgjørdu uppáhald eigur Landsbankin sjálvur. Verður hetta lýst til fulnar, hevur Løgtingið haldgott grundarlag fyri endaligu støðutakanini. Áhaldandi politiska kamme­rátari'ið hjá summum (neutralum) viðmerkjarunum og tíðindaberum til øll handa mál, og nú eisini viðvíkjandi Landsbankanum, kann eing­ in seriøsur politikari taka støðu út frá. So einfalt er tað. Tí liggur ábyrgdin á fíggja­ rnevndini at skilja millum rangt og rætt í hesum máli. "Danskarar eru óluksáliga gírigir". "Danskarar tosa bara um hvat alt kostar". Hetta eru vendingar, sum vit føroyingar vanliga nýta, tá vit tosa um okkara norðurlendsku grannar fyri sunnan. Ofta verða hesar vendingar nýttar av órøttum, men sjálvandi eisini av røttum, tí fleiri hava royndir av hesum. Tó eru føroyingar, á fleiri økjum, háttaðir soleiðis, at nógv, fyri ikki at siga alt, sum er danskt, verður ókritiskt tikið til Føroyar eftir smærri tillagingum. Bara lúsin útlendsk er... Eitt dømi um at føroyingar hava tikið skipan úr Dan­mark og smoykt hana yvir høvdið á okkum her heima, eru realkredittlánini. Tað er eyðsæð, at ein føroyskur realkredittmarknaður als ikki hevði verið kappingarførur og at nógvir trupuleikar høvdu staðið av, at hava ein slíkan, ið bert hevði verið ein evarka lítil píningur, sammett við danska real­kreditt­ marknaðin. So far so good... Tá realkredittlánini komu til Føroyar, fyri góð­ um 6 árum síðani, var árligi kostnaðurin ella bidragssatsurin umleið 1,3% árliga. Í einum lopi var sokallaða bidragið herfyri hækkað í 1,9%, uttan at nakar fekk vart seg fyri tí. Sigi bara, stakkals tey, ið hava eina sethúsaskuld í milliónflokkinum. Nakrar fáar røddir gjørdu vart við hetta, men føroyingum líkt, so hendi einki meira. Tað skuldi eita seg, at hækk­ ingin lutvíst skuldi dekka økta ráðgeving, men hvøja ráðgeving kunnu tey flestu, sum í dag hava real­ kredittlán, óivað spyrja. Legg til merkis, at tá árligi kostnaðurin lá um hesi 1,3%-ini í Føroyum, var sami kostnaður í Danmark um 0,5%. Men hví hendan stóran mun? Jú jú, sum ført er fram átaka peningastovnarnir í Føroyum á seg váðan, og partur av teimum 1,3%-unum, ið nú bráddliga eru hækkaði til 1,9%, verða send til Dan­markar. Her er vert at leggja til merkis, at danski stovnurin at kalla ongan váða átekur sær. Fáa donsku stovnarnir so ikki alt ov nógv fyri at veita hesi lán til okkum her heima? Líkt er til, at annar av pørtunum í øllum førum hevur eina væl betur avtalu enn hin parturin, men stóri taparin er føroyski húsaeigarin. Nú ein dagin var sera áhugaverd grein í donsk­ um dagblaði. Greinin kallaðist "Bidragssatser er en pengemaskine". Greinin vísir á, at real­kreditt­ stovnarnir í Danmark hava hækkað hesar sokallaðu bidragssatsir nógv meira enn neyðugt og so nógv, at øktar útreiðslur frá nýggjum kapitalkrøvum o.ø. als ikki er frágreiðingin fyri øktu bidrøgini. Í Danmark verður realkreditt lán eisini veitt vinn­ uni. Tí sigur millum Dansk Erhverv, ið er arbeiðs­ gevarafelag og ráðgevi fyri dansk vinnulív, at tey óttast, at bidragssatsarnir, verða øktir alt ov nógv. Nú vita tey flestu, at lán til privat ikki er tað sama, sum lán til vinnulív, men tað er eisini vælkent, at trygdin aftanfyri privatlánið mangan er betur. Tað sum vit eisini vita er, at føroyingar rinda væl meira fyri teirra realkredittlán enn danir. Tí kundi mann ofta ynskt, at føroyingar vóru meira sum danir - verið meira gírigir og kanska tosað meira um, hvat alt kostar. Sjálvdan verður tó lurtað eftir meiniga føroyinginum, tó er tað av týdningi hesin stóri trupuleikin verður loystur. Tí hetta er ein sera stórur trupuleiki, sum hópin av ungum barnafamiljum, ið hava sett føtur undur egið borð berjast við hvønn dag. Og tað er ikki nøktandi. Onkur má vakna og taka hesa uppgávu á seg. Fólkatalið fer ikki at økjast í Føroyum fyrr enn vit gerast meira kappingarfør, eisini á hesum økinum. Jan Otto S. Holm Óheftur fíggjarráðgevi EYGA MÁLIÐ Frágreiðingin vantar Bjarni Djurholm Løgtingsmaður