Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Jóannes Eidesgaard Fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og løgmaður Nú tjúgu ár aftaná Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Black Tuesday Black Tuesday verður dagurin í oktobur 1929 nevndur, tá stóra krakkið var á Wall Street. Black Tuesday var byrjanin til størstu heims­umfatandi fíggjarkeppur nakrantíð. Ein fíggjarkeppa, sum førdi við sær stórt arbeiðsloysi og stóra depressión. Uttan at gera nakra samanbering, so vóru fyrst í hesum mánaðinum júst tjúgu ár liðin, síðan okkara egna bankakervi fór so syngjandi á heysin. Okkara bankakrakk var eisini í oktobur og løgið nokk eisini ein týsdag. Hetta var okkara ”svarti týsdagur.” Sjóvinnubankin fór fyrst, og seinni fór eisini Føroya Banki á heysin, og nýbyrjaði Fossbankin varð tik­ in við í fallinum. Skattgjaldarin mátti spenna seg fyri at spræna 2,7 mia. kr. í bankarnar fyri at bjarga fíggjar­kervinum. Avleiðingarnar vóru ikki fyri veikar sálir við einum arbeiðs­loysi, sum togaði seg upp á 25% og einari frá­flyting upp á eini 10%. Húsagangirnir vóru nógvir bæði hjá tí privata og í vinnuni. Virkir og skip fóru á heysin, og fyri van­liga føroyingin gjørdist ger­andis­dag­urin strævin. Nógv flýddu und­an krepp­uni og fóru frá húsi og heimi og í út­lond. Gamalt er, at har ein skriðan er lopin, er onn­ ur væntandi. Fiskiskapurin hesi kreppu­árini var søgu­liga vánaligur. Hetta var steinur oman á byrðu. Men treiskni og dugnaskapur hjá fólkinum vann á kreppuni, og so við og við kom gongd á aftur. Milli­ ardirnar til bankarnar vann land­ kassin innaftur í ríkiligan mát, og fiskur kom aftur á grunnarnar. Lærdu vit so nakað? Tíðindarásin í Keypmannahavn Ghetto Føroyar bað fyrst í mán­ að­inum tríggjar persónar um at koma og hugleiða um, um vit lærdu nakað av kreppuni í 90´un­um. Teir vóru Jørn Astrup, fyrrv. banka­ stjóri, Janus Petersen, banka­stjóri og Jóannes Jacobsen, búskapar­ frøðingur. Sosialurin endurgav part av hesum kjaki, og niðurstøðan, sum blaðið kom til, var, at vit lærdu alt ov lítið. Ivaleyst er svarið upp á henda spurning nógv litað av, hvønn ein spyr. Mín greiða fatan er, at vit lærdu nógv, hóast vit ivaleyst kundu lært meira. Tíverri mistu vit hugin til broytingar, so skjótt sum kreppan hæsaði av, og skjótt var alt við tað gamla. Kreppan gav motivasjón og virkisfýsni, meðan tær góðu tíð­ ir­nar fingu okkum at seta okkum uppafturá. Never let a crisis go to waste Kendi amerikanski politikarin og fyrrverandi ráðgevin í Hvítu Hús­ unum og núverandi borgarstjóri i Chicago Rahm Emanuel segði eina­ ferð, nú so kendu orðini: ”Never let a crisis go to waste.” Boðskapurin er tann sami sum í orðafellinum, at neyðin lærir nakna kvinnu at spinna. Tá vit eru komin nóg langt út á eggina, taka vit okkum saman. Boðini hjá Emanuel eru, at vit ikki mugu lata eina kreppu fara aftur við borðinum, men gera brúk av henni, so vit fáa framt neyðug tiltøk, sum annars ikki lata seg gera. Aftur til tíðindini í Sosialinum um 6. okt. 1992. Taki eg politiska partin, so hendi nógv. Politiska skipanin, sum í mong Harrans ár hevði gingið meira ella minni í tómgongd, hvat veruligum bygnaðarbroytingum við­víkti, vaknaði knappliga upp til gerðir og ikki orð. Nógvar av teim­ um bygnaðarbroytingum, sum ser­ frøðin hevði talað fyri, men tíverri fyri deyvum oyrum, tær vórðu nú settar á dagsskrá og gjøg­num­ førdar. Lat meg taka nakað burtur úr rúgv­ uni: • Hálv milliard í beinleiðis fiski­ vinnustuðli varð steðgað • Almennu grunnarnir vórðu flest­allir tiknir av • Eingi almenn veðhøld vórðu long­ur givin • Fíggjarlógin fór yvir nøkur fá ár úr 3,2 mia kr. niður í 2,3 mia. kr. Almennu útreiðslurnar vórðu skornar munandi við sera óhepnum avleiðingum fyri mong, men hallið varð burtur • Settu eina Als–skipan á stovn • Fingu Samhaldsfasta at virka • Fingu nýggja lóggávu um parta­ feløg, nýggja roknskapar­lóg og nýggja játtanarskipan • Løgdu lunnar undir eina trygga fíggjarstýringsskipan • Nýggj stýrisskipanarlóg við ábyrgd landsstýrismanna varð smíð­að og samtykt Sum sagt, so høvdu mong av hesum nevndu viðurskiftum verið frammi í almenna kjakinum í mong ár, men uttan at nakað spurdist burturúr. Men her var tað neyðin, sum fekk naknu kvinnuna at seta seg við rokkin og spinna. Knappliga sóu øll, at nú kundi ikki bíðast longur. Nú máttu tøkini takast. ”Du tronar på minnen fån fornstora dar,” vil kanska onkur siga. Tað er eisini partvíst rætt, at eg geri tað, men søguliga veruleikan kunnu vit ikki renna undan. Men lærdu so øll nakað? Tað er einki at ivast í, at fyri flestu føroyingar stendur kreppan í 90´unum frísk í minninum. Men hóast so, so vóru tað rættiliga mong, sum vórðu tikin av fótum enn eina­ ferð, tá íløguøðin herjaði nøkur ár seinni, og øll skuldu gerast rík av at keypa partabrøv. Tað er í dag syrgiligt at staðfesta, at so mong hava mist nógvan pening av hesum íløgum, men tað er uppaftur meira himmal­rópandi tragiskt, at alt hetta hendi við ráðgeving frá banka­ heiminum hjá okkum sjálvum. Og lærdi bankaheimurin nakað av kreppuni í 92? Henda spurning kundi panelið í Ghetto Føroyum við tveimum bankastjórum hóskandi svarað uppá, men sum so mangan, so feia vit sjáldan fyrst fyri egnum durum. Men so kann eg hóskandi svara vegna bankaleiðslurnar. Svarið er nei, so langt ífrá. Vit hava síðan 92 havt eitt bankakrakk við Kaupthing Føroyum, og góði gamli sparikassin, sum annars megnaði at klára seg gjøgnum kreppuna í 90´unum, hann fór eisini um koll. Eikin fall til jarðar, og við henni mistu nógvir føroyingar heilt fitt av pengum. Brúka vit so eisini fíggjakreppuna í dag til skilagóð frambrot Politiska landsliðið er nú sett av nýggj­um. Gomlu leikararnir eru skiftir út, og nýtt lið er sett. Tíbetur vil onkur siga, og tíverri onnur. Áhugavert er at eygleiða, at aftur gongur kjakið um bygn­aðar­broyt­ ingar. Nógv orð verða søgd um hesar vælsignaðu bygnaða­rbroytingar, men líkt er til, at tað verður við talaða orðið. Ikki minst serfrøðin tosar nógv um bygnaðarbroytingar í øllum geirum. Bygnaðarbroytingar innan kommunurnar, innan skúla­ verkið, innan heilsuverkið, innan almennu umsitingina, men serliga innan fiskivinnuna. Innast inni vita vit øll, at eitt nú okkara fiskivinna tørvar eina alvorliga bygnaðarbroyting. Hugsið bara um sjónleikin rundan um makrelfiskiskapin í ár umframt alt hitt óskilið. Men hvat gera vit - vit seta bara eina nevnd. Besta politiska ”time out” er at seta eina nevnd við so nógvum limum sum gjørligt, so semja ikki fæst um nakað sum helst, júst so sum landsstýrið hevur gjørt. Ella sum danir so skemtiliga siga, ”Dengang Fanden ønskede, at intet skulle ske, da satte han i verden den første kommité.” Gaman í, broytingar henda í dag, tað skal eg sanniliga lova fyri. Men hesar broytingarnar eru meira at rokna sum ideologiskir sigrar hjá høgraekstremistunum í sam­gonguni, meðan restin av sam­gonguni eru meira ella minni statistar. Ein støðug avmontering av tí, sum tók nógv ár at byggja upp, og sum ivaleyst partvíst verður bygt uppaftur, tá politiskt vaktar­skiftið verður. Veruligar varandi bygnaðarbroyt­ ingar krevja breiðar tvørgangandi semjur. Høgraatsóknirnar, vit upp­ liva í dag, kunnu lættliga fara at gerast samgonguni nakrir Pyrrhus- sigrar.