Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var henda dag fyri 25 árum síðani, at kallað varð inn til fundar við tí endamáli at stovna eitt bjargingarfelag, og eini 40 fólk møttu. Á fundinum varð umrøtt reglur og lógir fyri felagið, og síðani var ein nevnd vald við sjey limum. Tey vóru Kristin Holm, Róin Joensen, Hans Martin Hansen, Julian Sonne Hansen, Ivan Holm, Malan Hansen og Elin Hansen. Gjøgnum árini hevur fel­ agið útvega sær eftir­hond­ini umfatandi útgerð, sum bæði telur bjargingarbil, brand­ pumpur, bjargingarbát, um­framt alla persónliga trygdar­útgerð. Hartil er eitt sløkkilið í oynni, sum í stóran mun telur limir í bjargingar­ felagnum. Bilarnir eru komnir til bygd­ina við vælvild frá øðr­ um bjargingarfeløgum og Tórs­havnar Sløkkiliði, og ann­ars virkar felagið undir teirri játtan, sum løg­tingið á hvørjum ári veitir Lands­ bjargingar­felagnum, sum síðani býtir út til lokalu bjarg­ingar­feløgini. Tað vóru ymsar keðiligar hendingar um hetta mundi, sum festi neistan at stovna Nólsoyar Bjargingarfelag, og sjálvt um felagið hevur verið við í onkrum LOB virksemi, hevur eingin álvarslig skaða­ hending verið, síðani felagið varð stovnað. Nógv tiltøk Nólsoyar Bjargingarfelag fer at hátíðarhalda 25 ára dagin leygardagin við stórum upp­ livingardegi úti í Nólsoy. Byrjað verður klokkan 9 á morgni við morgunmati, og síð­ani verður skipað fyri ymsum tiltøkum fyrra­ partin. Á miðdegi bjóðar bjarging­ arfelagið til ein heitan rætt, ið eins og morgunmaturin er ókeypis, og um kvøldið verð­ ur so skipað fyri veitslu fyri innbodnum og øðrum. Av tiltøkum kann nevn­ ast rapelling/klintran, bát­ ur­in Rescue Lív verður sýndur fram og ætlandi eis­ ini bjargingarbáturin av Eiði, Vón, og høvi verður hjá fólki at sleppa ein túr við bát­unum. Arbeitt verður við einari bjarg­ingar framsýning við tyrl­uni, og so sleppa børnini at koyra runt í bygdini við bjargingarbilinum hjá felag­ num. Øll hini bjargingarfeløgini í landinum eru boðin við til hátíðarhaldi, og flestu teirra hava boðað frá at tey koma. Eisini er Lands­bjargingar­ felagið boðið við eins og MRCC og løgreglan eisini verða umboðað. Tað er soleiðis, at virkandi stjórin á MRCC, Edvard Bjarnason, er nólsoyingur, og kemur sjálvur at umboða stovnin. Eftir trírættaða døgurðan um kvøldið, verður dansur, har »nólsoyingarnir«, Anfinn & Co fara at spæla. Nevndin í dag hjá NBF sær soleiðis út: Jan Hansen, formaður Hans Martin Hansen, næstformaður Malan Hansen, kassameistari Evy Toftegaard Nielsen, skrivari Torfríð Johannesen Hátíðarhalda 25 ára stovningardag Hátíðarhald Í gjár, 18. oktober, fyllti Nólsoyar Bjargingarfelag 25 ár, og dagurin verður hátíðarhildin í morgin við fleiri tiltøkum Leo Poulsen Úr Suðuroynni frættist, at tað er sera misjavnt. Í leitis­ haga er seyðurin so vána­ ligur sum neyvan áður, men í Hovi frættist frá so góðum ári, sum sjáldan. Í Hvalba siga menn, at í størru høgunum er ógvuliga misjavnt, alt eftir hvar í haganum seyðurin gekk. – So tað má hava nakað at gera við, hvussu ábært hagar­nir liggja fyri í mun til høg­ættina, sum hevur verið ógvuliga dominerandi, verður sagt úr Suðri. Í hinum endanum av land­inum verður sagt, at árið hevur roynst rættiliga gott, og í summum høgum hev­ur vektin verið avbera góð. Tað er liðugt at ganga heystfjøllini á Viðareiði, og veðr­arnir eru fingnir úr skorðum og urðum, og vekt­ in hevur verið rímiliga góð. – Tað verður latið væl at flestu staðni, og í summum hagapørtum hevur vektin verið avbera góð, frætta vit av Viðareiði. Eisini mitt í landinum verður latið væl at. Í Nólsoy kom okkurt veðurlambið upp í 50 pund, og tað má sig­ ast at vera stak gott. Fyrr var vanligt, at heyst­fjøllini vórðu gingin, tá komið var inn og ofta væl inn í oktober, men fleiri hagar hava seinastu ár­ini gingið heystfjøllini fyrr. Onkunstaðni gera teir seg lidnar áðrenn oktober mán­ aði byrjar, tí grøðin í hag­ anum bara minkar, longri út á heystið tað líður. Men sum frættist má árið roknast sum eitt av teimum heilt frægu til vekt. Vektin á veðrunum í eitt nú Nólsoy hevur veirð óvan­ liga góð. Hesin hjá Torlakki Hansen vigaði 98 pund, ein hjá Ingolf Jacobsen vigaði heili 100 pund, meðan ein hjá Tórolvi Poulsen kom upp á 96 pund leo@sosialurin.fo Flestu lata væl at Slakt Men tað er ógvuliga misjavnt, og hongur helst saman við, hvussu hagarnir ligga fyri í mun til kørgu høgættina Bjargingarbilurin framman fyri snøggu hølunum, sum Nólsoyar Bjargingarfelag fyrr í ár fekk tøk frá kommununi Mynd: Amanda Hansen