Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Viðmerkingar frá KSF til løgtings fíggjarlógina 2013. Gunvá við Keldu Forkvinna Kommunusamskipan Føroya Brúkaragjøld fyri sam­døg­ urs­s­tovnar á barna­vernd­ arøkinum Sambært fíggjarlógarupp­ skotinum verða gjøldini, sum kommunurnar gjalda, tá ið børn verða innskrivað á samdøgursstovnar hjá landinum uttan nakra sakliga grundgeving tvífaldað. Hetta er greitt brot á ta avtalu, sum varð gjørd mill­ um land og kommunur í no­vember 2005 í samband við, at kommunurnar yvir­ tóku stóran part av barna­ verndarøkinum. Somuleiðis er hetta greitt brot á megin­ regluna um, at tann, ið valdar á einum øki, eisini heldur út­ reiðslurnar. Tá ið uppgávu og ábyrgd­ arbýtið millum land og komm­unur á barna­verndar­ økinum varð broytt í 2006, vóru frammanundan drúgvar samráðingar millum land og kommunur um, hvussu fíggj­arliga uppgávubýtið skuldi verða. Semja var um, at kommunurnar yvirtóku alt barnaverndarøkið uttan samdøgursstovnar og út­ reiðsl­urnar í sambandi við høvuðs­barna­verndina. Grund­að á hetta varð semja gjørd millum Fíggjar­mála­ ráðið og kommunu­fe­løg­ini. Avtalan, ið var undir­skrivað av táverandi fíggjar­mála­ ráð­harra Bárði Nielsen, for­ manninum í KSF, Rodmundi Nielsen, og forkvinnuni í FKF, Rósu Samuelsen, stað­festi, at kostnaðurin av út­leggingini svaraði til 1,1 % í skatti ella 56 mió. kr. Somu­leiðis varð staðfest, at lands­skatturin skuldi lækka við 1,1%, sam­ stundis sum komm­unurnar kundu hækka kommunu­ skattin samsvarandi, uttan at einstaki skattaborgarin merkti nakað til broytingina. Í hesum sambandi var eisini avtalað, at kommunurnar skuldu gjalda eina minni sym­bolska upphædd, tá ið børn vórðu innskrivað á sam­ døgursstovnar hjá land­inum. Hetta var mill­um ann­að gjørt fyri, at komm­unurnar ikki skuldu halda seg aftur við at nýta stovnstilboðini, men fremst av øllum var hetta gjørt fyri at halda seg til meginregluna um, at tann, ið valdar á einum øki, eisini heldur útreiðslurnar, sum standast av økinum. Við fyriliggjandi upp­ skoti um broyting í brúkara­ gjøldum nærum tvífaldast gjøldini hjá kommununum, og kommunurnar halda nú ein stóran part av út­reiðsl­ un­um á einum øki, sum tær hvørki hava inni­halds­ligu ella fíggjarligu ábyrgd­ina av. Hinvegin kann Al­manna­ málaráðið økja út­reiðsl­urnar á hesum økið ótálm­að, uttan at játtanar­myndug­leikin, løg­ tingið, gev­ur hesum gætur, tí sum verða man eru tað komm­un­urnar, sum standa eftir við rokningini, ímeðan netto­útreiðslan hjá landinum stendur í stað. Kommunusamskipan Før­ oya metir, at Almanna­mála­ ráðið við hesum greitt ger seg inn á ta avtalu, sum var gjørd millum land og kommunur, tá ið barnaverndarøkið var lagt kommununum, umframt at hetta er grundleggjandi brot á meginregluna um, at vald og gjald skal fylgjast. Kommunusamskipan Før­ oya stúrir samstundis fyri, at hetta avtalubrot kann hava við sær negativar avleiðingar fyri tað samstarv, sum er millum land og kommunur um at leggja eldraøkið út 1. januar 2014. Í ringasta føri kann hetta vera við til at steðga tí annars positivu til­gongdini, sum hevur eyð­ merkt arbeiðið. Harumframt er komm­ un­urnar framhaldandi ikki kunnaðar um, hvussu lands­ stýrið ætlar at kompensera fyri tær inntøkur, sum komm­ unurnar framyvir koma at missa orsaka av tí broyting, sum fór fram í samband við skattingina av pensjónum. Hendan kassahugsanin er eisini við til at forfjóna fíggjarliga ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Útreiðslurnar hjá landsins stovnum fáa loyvi til at vaksa ótálmað, uttan at játt­ anar­myndugleikin gevur sær far um hetta. Útreiðslu­ vøksturin verður fjaldur við at senda øðrum myndug­ leikum, í hesum førinum kommununum, rokningina. Kommunusamskipan Føroya vónar, at løgtingsins fíggjarnevnd kennir ábyrgd í hesum máli og krevur, at Almannamálaráðið ger neyð­ ugu broytingarnar, soleiðis at brúkaragjøldini ikki vaksa komandi ár. Kommunusamskipan Før­oya hevur annars í brævi til landsstýriskvinnuna í al­mannamálum dagfest 8. oktober 2012, boðið seg til at fara í samráðingar við Almannamálaráðið, við tí fyri eyga at yvirtaka sam­døgurs­ stovnarnar frá landinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geiran. Millum verða brúkaragjøldini hjá kommununum á barnaverndarøkinum meira enn tvífaldað. Seinni partur Í sambandi við eitt ára stovn­ingardagin hjá Er­ bylgjufelagnum, vilja vit gjarna varpa ljós á virksemi felagsins, sum er at kunna um vandan av erbylgjum [erbylgja kv1 føroyskt orð fyri mikro­ bylgja] Síðan Erbylgjufelagið bleiv stovnað fyri einum árið síðan, vita vit, at fleiri hava skift frá Wi- Fi (tráðleyst internet) yvir til fastnet internet, antin til vanligan leidn­ing, ella við at senda inter­net­ signalið frá routar­anum inn í elkervið í húsinum og harfrá inn í telduna (rópt dLAN). Wi-Fi slept Tað, at WiFi verður slept til frama fyri fastnet- internet, ið ikki sendir út skaðiligu erbylgjurnar, er eisini í tráð við tað, sum Europa-Ráðið mælir sínum 47 limalondum til. Samstundis er fast­ net-internet bæði orku­ sparandi og upp til 30% skjótari enn Wi-Fi. Fleiri her heima hava eisini slept sær av við tráð­leysu heima­telefon­ irnar og tey hava við hes­um bøtt munandi um um­hvørvið heima við hús og á arbeiðsplássinum, við tað, at áhaldandi er­ bylgju­geislingin er burt­ ur. Umframt at tú kanst vera limur í Erbylgju­fe­ lagnum, kanst tú eisini vera við í FaceBook bólki okkara, har vit leggja nýggjastu granskingina á økinum út. Lærarafelag ímóti Wi-Fi Eisini fylgja vit við í tí, sum hendir úti í heimi, har fólk, bólk­ar og vís­ indafólk ar­beiða fyri ein­ um varn­ari politikki viðv. erbylgju­bylgju­geisl­ing av heimsins íbúgvum. Her kunnu vit nevna eitt stórt lærara­fe­lag við 40.000 limum í Kanada, OECTA, sum í ár (2012) hevur tikið greiða støðu ímóti at Wi- Fi verður brúkt í skúla­ stovum, vegna heilsu­ vandan. Ein kanadisk kanning varð eisini prentað í Ameri­can Society for Re­prod­uctive Medicine í 2011, ið vísti, at sáð­ rørsl­an (mobilitetur) hjá monnum versnaði mun­ andi eftir bara 4 tím­um í rúmi við Wi-Fi. Eisini elvdi geislingin til at sáð­ kyknu-DNA varð pettað sundur (frag­men­terað). Alt hetta hendi undir loyvdu hámarks­virðum í Kanada fyri er­bylgju­ geisl­ing. Fartelefonmastrar elva til álvarsligar heilsuskaðar Vit fegnast eisini um, at Tórshavnar Kommuna efti­rlýsir einum er­bylgju­ hámarki fyri Før­oy­ar, áðrenn loyvið verður givið til nýggjar far­tele­ fon­mastrar í komm­un­ uni. Hetta er ein skila­góð avgerð. Her eigur sjálv­ andi at havast í huga, at 80% av epi­demologisku kann­ing­unum í WHO dátu­grunninum, vísa álvars­lig heilsuárin hjá fólki, sum búgva tætt við eina fartelefonmastur. Kann­ingarnar eru úr Ísra­ el, Egyptalandi, Franka­ ríki, Spania, Sveits, Pól­ landi og Týsklandi. India setti í ár loyvda hámarksvirði fyri er­ bylgju­geisling frá fartele­ fon­mastrum niður við 90 prosentum, vegna heilsu­ vandan. Hetta er nógv lægri enn tað, sum t.d. Dan­mark loyvir. Við hesum ynskja vit at heilsan hjá føroyingum altíð verður tikin framum tráðleysa tøkni. Erbylgju­ felag­ið fyllir eitt ár Janus D. Guttesen (form.) Vegna Erbylgjufelagið Til limirnar í Tórshavnar Býráð: Deyðsfellan á Velbastað Torkil Ingvardsson Skilji ikki at tit tora at sita við ábyrgdini av hestavogna vegastrekkinum frá skúl­an­ um í Velbastað og fram við Heilbrygdinum, Sólarmagn og suður í landsvegin, Nú veturin nærkast, er ikki tespuligt at hugsa um, at koyrast skal við bussi við skúlabørnum og øðrum ferandi á hesari farleið, Veg­ urin er sera smalur við ongari verju og lendi niðanfyri er sum bjargalendi, Skuldi ein gliði í hálkuni kann man bert ímynda sær hvat avleiðingin verður, Hvat við at koyrt verður eftir vegnum í erva, hetta er ein góður og tryggur vegur. Tað tekur bert 2 til 3 minuttir hjá børnunum, at ganga frá skúlanum og niðan Mín áheitan til Tórs­havn­ ar Býráð, allir sum ein., sam­ an við ráðnum fyri ferðslu­ trygd, at komi ein busstúr til Velbastað, og sæð við egnum eygum, hvussu álvarsligt hetta málið er. kjak