Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ungdómurin í Kollafirði er, eftir mínari meting, fyri vanbýtið í mun til annan ungdóm í Tórs­h­ avnar Kommunu. Ung­ dómurin skal jú trívast og hava møguleika fyri at menna seg í nærum­ hvørvinum saman við øðrum javnaldrum. Í spurna­kanning, sum Tórs­havnar Býráð hev­ ur staðið fyri, svarar ung­dómur, hvat hann ynsk­ir sær allarmest í komm­ununi. Greiði vinn­arin er eitt stað, har ung kunnu vera saman um ymiskt. Tað verið seg tón­leikur, sjónleikur, venja og framføra tón­ leik, teld­ur, dansur, prát, spøl, hugni o.m.a Hetta hevur Tórs­ havnar Kommuna gjørt nakað við aðrastaðnis í kommununi. Nevnast kann Margarinfabrikkin í miðbýnum, Klub 188 í Ho­y­vík og ungdóms­ca­ fein á Norðasta Horni. Í Kollafirði er einki stað, ið er ætlað ung­ dómi. Kollafjørður er so­mikið avsíðis í mun til rest­ina av kommununi og ung­dómurin hevur tí ongan møgu­leika at troyta teir møgu­leik­ar, ið liggja í Havn. Hóast for­ eldur og ung í Kolla­firði hava gjørt kommununa varuga við trupulleikan, so sær út til at vera sera trup­ult at finna eina loysn. Tórshavnar Komm­ una setti í 2010 pening av til at inrætta part av loftinum í ítróttarhøllini í Kollafirði til endamálið. Síðani er einki ítøkiligt gjørt við at fyrireika ung­dómsstað. Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Býráð verður nú mælt til at játta 1 mió. kr. til rakstur av fleiri ungdómstilboðum á Argjum, Velbastað, Kirkjubø, Kollafirði og í Kaldbak. Í mínum høvdi er 1 mio. ov lítið til at menna tilboð á fimm ym­iskum støðum. Tað fer stutt sagt ikki at røkka. Niðurstøða Kollafjørður er somikið avsíðis í mun til restina av kommununi. Tí skal ungdómurin hava góðar og rúmligar karmar, so­ leiðis at tey hava somu møguleikar sum ung­ dómur aðrastaðni í kommununi. Játtanin til ungdómstilboð í ú­t­ jaðaranum skal vera mun­andi hægri. Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Kollafjørð á bredd­ an. Ung í Kolla­ firði skulu hava nógv fleiri møgu­ leikar í nær­ um­hvørvinum kommunuval 2012 Ólavur Olsen valevni á lista F til býráðið í Tórshavnar Kommunu Seyðalundir, ORKA, stjørnu­ troyggjur, glas­fuglar, nummar­ plátu­taskur, Veiðavind, grotto­konsertir ... Hvat hava hesi til felags? Bjørg Dam Valevni Javnaðar­flok­sins í Tórshavnar komm­unu Hetta eru føroyskar vørur, sum eru tilvirkaðar av bónd­ um, tónleikarum, snið­gevum, rithøvundum, listar­fólk­um, handverkarum, skip­arum, kokkum og øðrum før­oy­ ingum við hugflogi, dirvi og áræði. Tá vit hoyra um tilfeingi, so er tað aloftast fiskur ið um­ræður. Hvussu er við øll­um hinum tilfeinginum vit eiga - seyður, handverk, listarfólk, tónleikur, mál, avgrøði, neyt, osf. Hvør talar fyri og verjir tey í politiska rúminum? Tórshavnar kommuna eigur serliga nógv kreativ og virkisfús fólk, og tey skula vit fjálga um, ráðgeva og menna. Við einari støðugt vaksandi ferðavinnu, veks­ ur marknaðurin fyri før­ oyskum vørum eisini. Tí eigur kommunan at fáa vinnudeildina upp at koyra beinanvegin, og fara ígongd við ein menningarætlan fyri ferðavinnu og føroyskt til­ feingi, rávøru og íverksetan. Sum eg havi skrivað áður í greinini " Teknisk forð­ ing ímóti føroyskari mat- mentan, burtur nú!" so er tað átrokandi, at lógarverkið innan matvøruframleiðslu verður tilpassað føroyskum viður­skiftum, so vit fáa gagnnýtt og selt kjøt og úrdráttir. Les hesa og fleiri greinar á http://bjorgdam. blogspot.com Eg vil fegin í býráðið at verja, menna og umboða føroyskt tilfeingið. Rúm fyri nýggjum Tjóðarpalli Levi Mørk formaður í byggi og býarskiparnarnevndin Góðar umstøður fyri fjøl­ broyttum virksemi innan ym­iskar vinnur, vísind og list, sum hevur allan heim­ in sum marknað, er júst tað, sum ger býir úti í heimi til orkumiðdeplar av krea­ tiviteti, innovatión og fram­ leiðsluhuga, sum draga fleiri fólk, vitan og pengar til sín. Tí skal rúm gerast fyri slíkum virksemi í Havn. Á Skálatrøð skal gerast rúm fyri einum nýggjum Tjóð­ar­palli, sum føroyingar kunnu vera ernir av, meðan eldri bygningar í enn størri mun kunnu brúkast t.d. til ‘granskarapark’, ráð­stevnu­ høli, konserthøli, dansi­støð, gallaríir, caféir og krea­tivir verkstaðir, har íverk­setarar, vinnulívsfólk, vís­inda­fólk, listafólk, designarar, lýs­ing­ar­ fólk og onnur kunnu ar­beiða, so Havnin gerst ak­tivur partur av nýggja al­tjóða­ gjørda vitan­ar­sam­felagnum, ið dregur føroyskar útisetar, granskarar, lesandi, fakfólk og vitj­andi annars til landi. Tað er júst slíkt fjølbroytt virksemi, sum kann gera bý okkara spenn­andi. Umstøður mugu skap­ast, sum fáa ung fólk, barna­ familjur og kreativ, sjón­leik­ arar, uppfinnsom fólk til at ynskja at búgva og ar­beiða í Havn. Hugna­lig mið­býar­ kend, bústaðarum­hvørvi, sum liggja tætt at spenn­ andi arbeiðsplássum, kundu drigið virðisskapandi fólk til landið, og fingið tey, sum eru her, til at støðast og ikki rýma úr Føroyum. Økt virksemi hevði eisini drigið fleiri vitjandi uttanífrá, sum keypa í handlunum og brúka tænasturnar í býnum og harvið leggja pengar eftir seg. Núverandi umstøður og fíggjarkor hjá sjónleikarum í Føroyum eru sera ótíðar­ hósk­andi og ringar. Býráði hevur kunngjørt, at tað vil lata Tjóðpallinum eitt grund­ øki at byggja nýggjan Tjóð­ pall niðri á Skálatrøð. Vit mugu sum høvðus­ staðar kommuna leggja trýst á landsis mynduleikar, fyri at gongd kemur á málið aftur, við at byggja ein nýggjan Tjóðarpall niðri á Skálatrøð. Nú má okkurt henda á hesum øki í Havn. Býráðið má taka seg um reiggj og vísa, hvussu væl tað dugir at fáa hesi atlit til at ganga upp í eina hægri eind, so alt stuðlar uppundir hvørt annað. Hetta fari eg at arbeiða fyri, verið eg valdur eitt býráðsskeið aftrat. Gjald fyri valgreinar Vit taka gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.