fríggjadagur 19. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Tann deiliga Havn, og fólkið
Jú, Havnin er deilig, men ikki
altíð líka livilig hjá barna
familium, einligum mamm
um, stakum forsyrgjarum og
vanliga
lønmóttakaranum
yvirhøvur. Stríðið fyri at faa
mánaðarlønina at røkka til,
alt ov dýr barnagarðspláss
og alt ov dýr frítðarítriv hjá
børnum eru alt stórir stress
faktorar í heimunum. Eg
sat fyri Tjóðveldi nøkur ár
í Leigunevndini. Har fekk
innlit eg í baksíðuni av okkara
deiligu Havn. Umframt hópin
av vánaligum íbúðum so
hava vit eisini leigukasernur
har spekulantar gera sær
dælt av støðuni hjá fólki,
nógv tangerar slumm.
Eg havi sympati og virð
ing fyri øllum teimum fólk
um sum halda okkara dei
ligu Havn koyrandi, alt sum
vit taka sum eina sjálvfylgju
frá undirbetaltum sjúkra
røktarfrøðingum,
heima
hjálparum og pedagogum.
Eg øtist um viðferðina sum
Býráðið gav okkara peda
gogum tá tey bóðu um betri
sømdir, so tey kundu verða
enn betur fyri at taka sær
av okkara børnum og abba
børnum. Sama Býráð, sum
hevur ráð at lata 44 fólk fara
til Noregs á eini fyri Havnini
totalt líkagyldigari oljumessu
og undirbera hálva Stavanger
í ókeypis mati og øli, og ikki
kundi ganga pedagogunum á
møti við teirra litla ynski um
ábøtur, tað er ov boðið.
Eg gangi inn fyri einum
stórum kontantum barna
kekki
ella
størri
barna
frádrátt. Hava vit ráð til
slíkt? Vit hava ráð til alt ann
að sum nu at lata 35 mio til
Tórshvøll !. Latum okkum
taka tørv barnafamiliurnar
fram um og síðani taka vit
ítróttina.
Tað fara stórar demo
grafiskar broyingar fram i
løtuni. Tað eitt sera stórt tal
av okkara handverkarum
og sjofolki sum leita sær
væl betalt arbeiði i olju
Noreg, talan er um einar
500 handverkarar og kanska
smáar
1000
fiskimenn
!
Hetta er brain drain sum
fer at siggjast aftur í okk
ara samfelag. Tað er ein
sannroynd, at vit idag so at
siga hava onga framleiðslu
eftir í Havn. Fiskaarbeiðið
á Bacalao og skipasmíð eru
tíanverri eitt farið kapi
tul. Nólsoyarfjørður stend
ur fullur av makreli og vit
gera onki við hetta tilfangi,
spell, men vónandi fer aft
ur at bragda, vit mugu faa
framleiðsluvirkir í gongd
aftur. Inntøkurnar hja Tórs
havnar Kommunu idag eru
umleið 60 % frá almennum
lønum !
Minir forfedrar ur Lor
vík vóru bátasmiðir. Lang
abbi mín á Tvøroyri var bed
ingsmeistari og abbi i Havn
var bakari hjá Frants Restorff
í 50 ár. Sjálvur hoyri eg til tað
ættarliðið sum litið og onki
onki dugir til hendurnar.
Við ongari útflutnings-
vinnu og fyri yvirhøvur at
yvirliva má Havnin leggja
doyðin á at menna tann
kreativa klassan, vit mugu
menna
ferðamannavinnu,
gastronomi, sjónleik, gransk
ing, tónleik, film, IT tøkni
og styrkja okkara Fróð
skaparsetur.
Mjørkadalur
skal ikki verða eitt fongsul
men ein mentanarháborg
sum letur upp fyri øllum tí
vakra í listini. Tjóðleikhus
skal fáa fyrsta prioriotet og
forfjónaða Býarsavnið fáast
fram aftur og Sjósavnið skal
mennast. Okkara listarfólk
skulu fáa munandi betur
karmar at virka undir.
Vit mugu verða sjálvbjarg
in við eplum og grønmeti og
øllum skal standa í boði at fáa
eina trøð ella traðarstykki
uttan at standa fleiri ár á
bíðilista og skjótari skal
verða at fáa eitt bátapláss.Vit
mugu optimera allar service
vinnur og ikki skulu fleiri
skúlar og stovnar takast úr
Havnini út á bygd.
Fjarhiti skal verða alla
staðni i Havn. Øll tann stóra
bilparkin hjá kommununi má
so líðandi fara yvir til el bilar.
Havnin skal verða grøn.
Vit hava eitt risatilfeingi í
okkara tonleikagávaða ung
dómi. Eg havi fyri Tjóðveldi
sitið i 4 ár i nevndini i Tórs
havnar Musikkskula. Hetta
hevur verið sera frustrerandi
nevndararbeiði. Fráfarandi
Býráð hevur gjørt alt ov litið
fyri at prioritera Musikskulan
og hevur hetta gingið nogv ut
yvir motivering læraranna.
Vit i forfjónaðu nevndini
hava ikki so frægt sum fingið
eitt umboð i bygginevndina
sum
fyriskipar
nyggjan
musikskúla.
Men fyri at hava góðar
sosialar karmar krevst eitt
virkið vinnuliv. Eitt vælvirk
andi vinnuliv er fortreyðin
fyri framburði og hava vit
tørv á einum kommunalum
Vinnumálaráði sum bert ar
beiðir fyri vinnuna í okkara
kommunu. Okkara matstovur
blóma gastronomiskt men
við okkara kostnaðarstøði
hava tær tað ikki gott figgjar
liga, ein bata var lægri mvg
sum td i Reykavik og so má
ein kokka og tænaraskúli
setast á stovn. Tað starvast
umleið 600 fólk í hesari vinn
uni í Havn idag.
Allar størri avgerðir hjá
Býráðnum, sum td., nú Tórs
vøllur, eiga at fara til fólka
atkvøðu og bert byggifeløg
sum hava bústað í Havn
skulu fáa kommunal arbeiðir
og so eiga vit sjálvandi at fara
undir at fyrireika flogvøll á
Glyvursnesi.
Har sum tað er vakurt
er tað eisini liviligt. Nógv
nýggj bygging og økir i Havn
idag eru ókristiliga ljót og
lítið mennandi. Setið eitt
listarfólk til býararkitekt
so aftur vakur arkitekturur
kann gleða sál og sinni.
Havnin er góð, eg vil gera
mitt til at hon eisini verður
livilig, hjá okkum øllum.
Eg eri glaður fyri, at
eg seinastu fýra árini
í fleiri tíðarskeið, havi
verið partur av einum
býráði,
sumveruliga
arbeiðir fyri at loysa
bústaðartrupulleikarnar
í Tórshavnar kommunu.
Okkurt er gjørt og nógv
annað er ígongd, og
komandi valskeið ætli
eg at fáa bíðilistan eftir
bústaðum niður.
Eg ætli at arbeiða
uppaftur harðari fyri
at gera tað lættari hjá
ungum, barnafamiljum
og einligum mammum
at fáa sær ein bíligan
bústað. At geva fólki
atgongd til bústaðir er
ikki ein útreiðsla, men
ein íløga í framtíðina.
Fólkafráflytingin er
størsta hóttanin móti
vælferðini í Føroyum, og
skal gongdin vendast, má
hon vendast í Tórshavn.
Havnin kappast ikki við
restina av Føroyum um
borgarar
vit
kappast
við umheimin. Býráðið
skal tryggja, at tey, sum
vilja búgva í okkara
kommunu, hava møgu
leika at keypa ella leiga
ein bústað her.
Sitandi
býráðssam
gonga
hevur
bjóðað
út
grundstykkir
við
Mylnutjørn og í Hoyvíks
haganunum. Nú fara vit
ígongd við at útstykkja
millum Gilja. Bíðilistin
er enn langur, og eg ætli
at raðfesta at fáa hann
burt.
Vit hava selt grund
stykki til privatar veit
arar, ið hava gjørt øðr
vísi
bústaðareindir
undir Kongavarða og við
Heimasta Horn. Sovorð
nar verkætlanir skulu
sjálvandi sleppa at halda
fram, og kommunan eig
ur at gera sítt til, at verk
ætlanin undir Kongvarða
verður tikin uppaftur.
Saman við Húsaláns
grunninum eru vit í
gongd við verkætlanir,
sum eru fyri tey við
serligum tørvi, eitt nú
veik, einligar mammur
og eldri fólk. Royndir úr
Danmark við líknandi
verkætlanum eru góðar,
og nú royna vit tað á
Boðanesi, á Berjabrekku
og í Mattalág.
Men vit mugu eisini
tryggja okkum, at tey, ið
ynskja at hava egið hús,
fáa ein møguleika, tí vil
eg arbeiða fyri, at vit
aftur gera grundstykki
á 400 m2.
Í Javnaðarflokkinum
hava vit longu víst, at
vit fremja úrslit í Tórs
havnar kommunu, vel
meg á býráðsvalinum,
so eg kann fremja mínar
ætlanir við at fáa bíði
listan niður.
Eg vil fáa
bíðilistan
til bústaðir
niður
Johan Mortensen
Valevni hja Tjóðveldinum
Rúni Djurhuus
eykalimur hjá Javnaðar
flokkinum í Tórshavnar býráð