Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Gundadalur – ein sorgarsøga “Mangt skulu oyruni tola”, datt mær í hug, nú eg í áðni hoyrdi Poul Michelsen breiða seg í útvarpinum um, hvussu frálíkt hansara bragd var, tá hann fekk syndrað ætlanina um eitt veruligt stadion uppi í Gundadali. Sum Magnus Hansen nevndi, so tók okkara fyrsta bý­ráð við M.A.Winther sum formanni í 1908 ta fram­ skygdu avgerð at friða allan Gundadal millum Varðagøtu og Hoydalsveg til frítíðar- og ítróttaendamál. Skráin millum Varðagøtu og núverandi Gundadalsveg lá tá sum ódyrkað og óbygt øki, og menn komu til býráðið við umbøn um leigutraðir har, so tey kundu hava kúgv og fáa mjólk til børnini. Tann skipanin komin væl í lag, so nú kemur maður, sum fegin vil ogna sær trøð burt­ur av hesum almenna øki. Hugflogið hevur tá ikki ver­ið tað sama í býráðnum sum undir mentamanninum Mads A. Winther, og við ein brest varð allur hesin skrái, har ætlanin var at leingja við­ar­lundina norðureftir, lat­in privatum. Hugskot hava verið frammi um eitt komandi stad­ion í Gundadali, m.a. hevði – sum Magnus Hansen nevndi í morgun – Palli Gre­ gorius­sen, arkitektur sett upp eina ætlan í 60-árunum, men mið­skeiðis í 80-árunum tóktist verulig gongd at koma í, tá arki­tekta­stovurnar Albert Isfeld & Gudmund Han­sen, Árni Winther og Suni Dalsgaard, í samráð við Gunnar Hoydal og Heðin Mor­tensen umboðandi bý­ ráð­ið, í felag gjørdu eina stadion­ætlan, sum fekk navn­ið Tórsvøllur, og sum við stórum áhuga frá fólki varð sýnd alment fram. Men eitt var at hava stad­ ion á pappíri, annað at seta ætlanina í verk. Óheppið var tað tá, at dynamiskur harri sum Poul Michelsen fekk gjørt Tórsvøll til sína søk. Hann og vinmaðurin Jógvan Páll Lassen, báðir eldhugaðir HB-arar, hava tá eyðsýniliga lagt upp ráð saman, at á Tórs­ vølli skuldi ikki vera ann­ að enn fótbóltur. Teir fingu vind í seglini frá fót­bólt­s­ entusiastum – teirra millum eisini býráðslimum -, tá før­ oyska fótbóltslandsliðið vann søguliga dystin í Lands­krona móti Eysturríki. Men helst mundu vit vera enn fleiri, sum harm­aðust um, at Tórs­ vallar-ætlanin skuldi tódna til bara at hýsa fótbólti. Fingu vit tá í lag ein fund um málið, har allir, sum tóku orðið, staði­liga mæltu til ikki at byrgja fyri fyri­liggjandi heildar­ætlan. Áheitan varð eisini latin bý­ ráð­num frá øllum skúlum í Havn um ikki at beina fyri teimum ríku møguleikum hjá skúlaungdómi og al­menn­ inginum, sum lógu í prýðiligu arktektaætlanin um eitt veru­ligt stadion í býnum. Eisini savnaðust at kalla øll ítrótta­feløg í býnum um eina áheitan á býráðið um at vísa skyn­semi. Men so væl stútaði Poul Michelsen fyri sær, at Menta­málanevndin, við nú­ ver­andi løgmanni Kaj Leo Johannesen sum innskiftum for­manni, samtykti, at Tórs­ vøll­ur – navnið tikið frá arki­ tektunum – bara skuldi hýsa fótbólti. At Poul í sínari tileggjan fór óreiðiliga fram, tá hann al­ment vissaði um, at tey geni­alu undirsløg undir ákoð­ ararampan, sum hann hevði funnið í útlondum, og sum ikki kundu bera ynskiligt skýli, lættliga kundu takast niður eftir royndartíð, skal eg ikki lata vera við at nevna. Tað snúi seg ikki bara um suður­síðuna, sum Poul um­ talaði í morgun. Frumítróttin hevur nú fing­ið sítt við stásisligu Tórs­breyt. Men hópin bílig­ ari hevði hon verið, og nógv betur hevði hon ligið á Tórs­ vølli, har tað altíð er lívd, enn “Uppi á Stormi”, sum økið hinumegin ber navn av. Dugi illa at hugsa mær, at hesin vøllur verður góðkendur til altjóða kappingar, har serliga renning og kast ikki verða viðurkend, um nakað lot er við ella ímóti. Vónandi fer ikki at royn­ ast so. Ólavur Hátún Uppstilling til kommunuval Nú í nakrar mánaðir hava uppstillingarfundir verið úti um landið í sambandi við komandi kommunuval. Í høv­uðs­heitum hava vit bert hoyrt frá politiskum fe­løg­um, sum skipað fyri upp­stilling, men, har eingin polit­isk uppstilling er, hevur verið meira kvirt. Tað er kortini óført, at onk­ur fær upp í lag at skipa fyri uppstillingarfundi. Takk skulu tit hava fyri tað. Men er tað ikki í seinastu løtu? List­arnir skulu jú verða inni longu í komandi viku. Har­ aftrat er heystfrítíð, og nógv fólk eru tí ikki tøk hesar dag­ arnar. Er endamálið bert at tveita nøkur fólk á listan, og so farvæl: vit síggjast aftur um fýra ár? Hugsi ikki at hetta er ætlanin, men soleiðis sær tað út. Hetta er eftir mínum tykki ein trupulleiki, ein demo­krat­ iskur trupulleiki, sum eigur at fáa umrøðu. Haldi ikki, at hesin upptillingarháttur hevur so nógv við fólkaræði at gera, men heldur ein frá­ boðan um, hvussu ósoli­dar­ iskt vit handfara rættin hjá fólki at velja. Vit eiga onkursvegna at rætta uppá hesar skeivleik­ar. Upp undir endan vakna fólk upp úr djúpum dvala, og ásanna, at eingin uppstilling hevur verið í teirra øki. Eitt dømi um hetta er uppstilling til kommunuvali í Runavíkar Kommunu, triðju størstu kommunu í landinum. Lasse Klein lasse@olivant.fo Ríkisfelags­ skap­urin: Broytir oljan nú alt? Ov stuttskygt! Í greinarøð í Dimmalætting seinastu tíðina hava nógv fólk, einahelst politik­ar­ar og tá serstakliga loys­inga­ politikarar, úttalað seg um Ríkisfelagsskapin. Tað er mangan skelkandi at lesa, hvussu lítið loysinga­ politikarar virða henda fe­ lagsskap, sum á mangan hátt eigur æruna fyri, at vit hava kunnað ment før­ oyska samfelagið til eitt væl­ferðarsamfelag og eisini fyri, at flestu politikarar við akademiskari útbúgving hava fingið sína útbúgving. Vandamikil støða Nú um dagarnar hevur so Heini Gaard, blaðmaðuir á Dimmalætting, grein hann kallar ”Oljan kann broyta alt”, har hann viðgerð, hvat kann henda, um vit finna olju í rakstrarverdum nøgd­ um. Og helst hevur hann rætt. Tað er júst eini slíkari støðu, løgmaður ávarðar ímóti, sum kann øsa ein slík­an stemning upp, at vit­ leysar avgerðir verða tiknar til óbøtiligan skaða fyri før­ oyska samfelagið. Hvussu longi varir eitt oljuævintýr? Men oljan varðir ikki allar ævir. Ikki 600 ár, sum ríkis­ felagsskapurin higartil hev­ur vart. Heldur ikki 150 ár, sum grundlógin hevur vart. Heldur ikki 60 ár, sum heima­stýrislógin hevur vart. Helst ikki meiri enn eini 30 ár. Og hvat so? Hvat gera vit, tá ið eitt møguligt oljuævintýr er av? Haldi, at vit, áðrenn vit fara at ímynda okkum, hvat vit skulu gera, um vit møgu­liga finna olju, eiga at viðgera, hvat vit gera, tá ið eitt oljuævintýr er av. Tá ið samfelagið er avskeplað av eini møguligari oljuvinnu, sum uttan iva kemur at forkoma flestu vinnum, vit í dag, saman við ágóðum í Ríkisfelagskapinum, liva av. Eisini eitt gott samfelag hjá okkara eftirkomarum Samfelagið skal eisini verða eitt gott samfelag hjá okkara eftirkomarum at liva í. Um vit vilja teimum væl, eiga vit at hugsa meiri langtsiktað. Tað er vert at viðgera í samband við greina­røðina um Ríkis­ felags­skapin. Í grein í Dimmalætting verður ført fram, at finna vit olju, kann hon broyta alt í viðurskiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Men hetta er ov stuttskygt, tí oljan verður bert løtuvinningur – um enn hann helst varir nøkur tíggju- ár – meðan Ríkisfelagsskapurin hevur 600 ár á baki Johan Petersen