fríggjadagur 19. oktober 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Landsbanki Føroya
Við løgtingslóg nr. 57 frá 2.
oktober 1978 varð Lands
banki Føroya settur á stovn.
Leiðslan í bankanum skal
vera: eitt umboðsráð við 11
limum, 5 valdir av Føroya
Landsstýri og 6 av vinnu
feløgum. Umboðsráðið velur
eina nevnd við 5 limum.
Landsstýrið skal seta stjóran
eftir tilráðing. Landsstýrið
ger viðtøkur til bankan.
Umboðsráðið varð valt
og fór til verka - kanska
eina mest við nógvum fund
um. Rúm tíð gekk, fleiri ár,
áðrenn landsbankin veru
liga fór at virka. Bankin, ið
tá helt til Yviri við Strond
í einum húsum hjá Menn
ingargrunninum, hevur skift
bústað nakrar ferðir; sam
bært telefonbókini er hann
nú í einum øðrum húsi Yviri
við Strond.
Við heimastýrislógini í
1948 broyttist nógv í Føroy
um. Eitt nú fingu vit ein
landskassa
við
nýggjum
og stórum heimildum á tí
fíggjarliga økinum, sum varð
umsitið av Føroya Gjaldstovu
við beinleiðis referencu (til
vísing) til løgmann. Allur
almennur peningur og øll
almenn innlán og útlán í
og úr landskassanum og
úr stórum tali av grunnum
vórðu væl og virðiliga um
sitin av gjaldstovuni.
Gjaldstovan gav løgmanni
regluliga skrivlig boð um
landskassans gjaldføri eina
ferð um vikuna (ella var tað
kanska eina ferð um mán
aðin?) Sjálvur vitjaði løg
maður javnan á gjaldstov
uni.
Samstundis við heima
stýrislógini viðtók løgtingið
lóg um Føroya Gjaldstovu í
mars mánaði 1949. Við tilráð
ing frá landsstýrisliminum
við
fíggjarmálum
avtók
løgtingið lógina um Føroya
Gjald-stovu í 1987, uttan at
stjórin á gjaldstovuni varð
spurdur til ráðs.
Yvirhøvur má sigast, at Í
80-unum hómaðist ein hóttan
– eins og demoklessvørðið á
hestahárinum – móti lands
kassanum og alla sømiliga
tilveru í Føroyum. Av tí at
talan var um eina líðandi,
men áhaldandi, tilgerðartíð,
vóru tað bert fá, ið dugdu ella
vildu síggja tað ómetaliga
lágtrýstið, sum seyg seg um
okkara oyggjar.
Í 1992 slitnaði so hesta
hárið, og svørðið fór lúkst í
mønina.
Á síðu 127-153 í mínari
bók ”Endurminningar” royni
eg at greiða frá ”Inferno og
ruðuleiki í almennari fyri
siting í Tinganesi. Lands-
kassin verður privatiseraður
og koppar.”
Føroya Gjaldstova umsat
allan almennan pening – øll
inngjøld og øll útgjøld – og
allar landskassans peninga
ognir, herundir allar teir
mongu (uml.80) grunnarnar
og teirra útlán. Afturat hes
um umsat gjaldstovan alla
innkrevjing av skatti, tolli,
barnapeningi (alimentatión),
lánum til lesandi og nógv
annað.
Í smædni sagt: alt hetta
varð umsitið professionelt
við framkomnum amboðum
og dagført eftir politiskum
og tíðarinnar krøvum. Øll
neyðug kartotek vórðu so við
og við gjørd alt eftir tørvi og
dagførd dag um dag – eisini
í tíðini áðrenn edv á hesum
økjum gjørdi vart við seg á
gjaldstovuni, t.v.s. umleið
1980.
Hóast løgtingið viðtók lóg
ina um at stovna ein lands
banka í 1978, er landsbankin
ikki at finna í landskassans
ársroknskapum fyrr enn í
1994.
Við árslok 1993 átti lands
kassin 815 milliónir inni
standandi í føroyskum pen
ingastovnum. Av hesari
innistøðu vóru 653 milliónir
bundnar, pantsettar. Hetta
kravdu bankarnir – Føroya
Banki og Sjóvinnubankin –
fyri at fíggja landskassans
effektivu
veðhaldsskyldur
og upphøgging av skipum.
Umframt hesar pantsetingar
settu bankarnir onnur krøv
mótvegis
landsstýrinum,
sum soleiðis kom undir ad
ministratión
av
nevndu
bankum.
Løgtingið gav valla loyvi
til eina slíka pantseting
og ómynduggerð av lands
stýrinum mótvegis tveimum
bankum?
Bankarnir
fóru
sum
kunnugt á heysin saman við
landskassanum.
Tað var um hetta mundið,
at statskassin bjargaði ein
um
niðurundirkomnum,
pantsettum landskassa og
øllum peningakervinum í
Føroyum.
Við heimild í løgtingslógini
um Landsbanka Føroya hevur
landsstýrið ”pantsett” skatta
borgaranna pening soleiðis,
at ein upphædd svarandi til
15 % av bruttotjóðarúrtøkuni
í undanfarna ári er bundin í
landsbankanum. Tað snýr
seg um milliardaupphædd.
Eina slíka niðurbinding av
landskassans gjaldføri tolir
okkara
vælferðarsamfelag
als ikki. Sjón gongur fyri
søgn.
Landsstýrið ætlar nú við
løgtingsins loyvi at niður
leggja Føroya Landsbanka
og at flyta alt økið aftur til
Føroya Gjaldstova, har tað
var í 45 ár. Tann dugnaligi
bankamaðurin Jørn Astrup
Hansen er ikki í iva: Lands
bankin er í roynd og veru ein
glantrileikur.
Ein
hittinorðaður,
ið
hevði lisið greinina hjá Jørn
Astrup Hansen, helt, at hann
átti at enda greinina, sum
øll ævintýr enda: Snip snap
snude, så er historien ude.
Hetta hevur annars kost
að skattaborgaranum dýrt.
Men tann veruliga orsøkin
til, at landskassin í fleiri
ár hevur havt áhaldandi
rakstrarhall, uppstóð við tí
famøsa niðurskurðinum av
ríkiskassablokkinum 1. januar
2002. Eitt gamalt hittinorð
ljóðar nakað soleiðis: ”Tað er
eins lætt at lumpa seg sjálvan
uttan at merkja tað, sum tað
er trupult at lumpa onnur,
uttan at tey merkja tað.”
Heri
Mohr
Her stendur hann. Her mangan Victor stóð.
Við andans svørði og við andans merki
hann stríddist móti yvirvøld og klerki
alt fyri hann, sum úthelti sítt blóð
á krossins træ. Her gav hann honum ljóð:
við leikmans ídni royndist hann hin sterki
og kannaði teim smæstu størsta verkið,
sum nakar hevur ognað síni tjóð.
Hans sál var glottin, sum í sorta skein,
hans rødd hon átti havsins sterka lag
og himins veldi. Tignarligur trein
hann fram, og fúsur gekk hann bygd úr bygd
í áliti á Guð. Til síðsta dag
var eyðmýktin hans allarstørsta dygd.
Alexandur Kristiansen
Við eina standmynd
Tá ein milliard
skuldi tømast úr
Landsbankanum
Landsbankin skal umskip
ast, og hetta hevur elvt til
eitt rættiliga hvast orða
skifti.
Nógv
sjónarmið
verða førd fram – bæði fyri
og ímóti.
Eitt av sjónarmiðunum,
sum hevur verið brúkt ímóti
umleggingini er, at vandi
er fyri, at politikarar fara
at fáa fatur á pengunum í
Landsbankanum og brúka
teir til at fíggja almenna
raksturin við.
Sjálvandi má ein um
legging ikki hava ta av
leiðing, at ”kassin opnar”, og
tí mugu greiðar reglur vera
fyri tí. Eisini mugu greiðar
reglur vera fyri umsitingini
av Samhaldsfasta og øllum
øðrum
virksemi,
sum
Landsbankin hevur í dag.
Alt má vera gjørt eftir bók
ini. Spurningurin er so,
hvussu hetta virkar í ver
andi skipan? Er Landsbank
in ein lukkaður kassi?
Skiftisskipan
við pengum úr
Landsbankanum
Vit skulu bara ellivu ár
aftur í tíðina, fyri at finna
dømi um eitt landsstýri,
sum
arbeiddi
við
eini
ætlan, sum skuldi geva
politikarunum eina heila
milliard úr Landsbankanum
at brúka. Og tey sum gingu
á odda fyri tí ætlanini vóru
í nógvum førum tey somu,
sum nú ávara ímóti, at júst
tað sama skal henda.
Tey arbeiddu tá við eini
ætlan, um at skipa Føroyar
sum fullveldi. Til tað høvdu
tey
brúk
fyri
nógvum
pengum, sum skuldu í
landskassan ístaðin fyri
ríkisveitingina, sum tey
vildu hava burtur. Og hvar
var tá lættast at fara eftir
pengum? Jú í Landsbankan,
sjálvandi.
Eitt uppskot bleiv lagt
fyri tingið, sum skuldi geva
landsstýrinum heimild at
stovnseta ein búskapar
grunn. Hesin skuldi hava
eina heila milliard í stovns-
fæi, og tað skuldi takast úr
Landsbankanum. So skuldi
tann
minkandi
heildar
veitingin eisini leggjast í
grunnin, men landsstýrið
skuldi sleppa at brúka
nógv meira úr grunninum,
enn tað sum kom inn. Í
2016 skuldi einki vera eftir.
Tá skuldi øll milliardin
úr Landsbankanum vera
brúkt, og tá skuldi heildar
veitingin úr Danmark eisini
vera komin niður á null.
Roknistykki manglaði
eina útreiðslusíðu
Tað
vóru
embætisfólk
í
Landsbankanum
sum
gjørdu
hetta
uppskotið
fyri landsstýrið. Og tað
var so hegnisliga gjørt, at
roknistykkið sum uttan
landsnevndin
fekk
frá
Landsbankanum hevði eina
kolonnu sum vísti, hvussu
nógvir pengar komu úr
Búskapargrunninum
í
landskassan, men har var
eingin kolonna sum vísti, at
ein heil milliard bleiv tikin
úr Landsbankanum.
Hokus – pokus – fili
okus! Soleiðis kann eitt
roknistykki fáast at hanga
saman.
Má ikki henda aftur
Eg taki undir við teimum
sum siga, at kassin hjá
Landsbankanum má ikki
opna, soleiðis at politikarar
uttan
forðingar
kunnu
samtykkja at brúka pengar
til ørvitisætlanir. Heldur
ikki Landsbankin sjálvur
eigur aftur at fáa loyvi at
luttaka í slíkum ætlanum.
Vit hava longu sæð eina
roynd av hesum slagnum,
sum tíbetur ikki vann á
mál. Men tað var ógvuliga
nær við at ein heil milliard
bleiv tveitt burtur, og tað
eigur ikki at sleppa at
henda aftur. Tí má hetta
havast í huga, tá ætlaða
umleggingin verður framd.
Helgi
abrahamsen
løgtingsmaður