fríggjadagur 19. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit hoyra fer eftir fer um teir
høgu húsaprísirnir í Tórs
havnar Kommunu. Barna
familjur, stakir uppihaldarar
og eldri, ið frammanundan
eru
strongd
fíggjarliga,
hava sera ilt við at ogna sær
bústað í kommununi. Fylgj
an av hesum er, at hesin
bólkur
hyggur
uttanfyri
kommununa eftir bústaðar
møguleikum. Somuleiðis eru
tað fleiri ið taka av møgu
leikanum, at flyta uttan
lands.
Eg vil arbeiða fyri alterna-
tivum bústaðar møguleikum
í kommununi. Bygging av
lutaíbúðum og leiguíbúðum
skal raðfestast høgt! Hugsi
ofta um eldri fólki ið sita við
einum stórum sethúsum,
ungu mammuna ið býr i ein
ari kjallaraíbúð við stórum
leigukostnaðin og útisetan ið
hevur hug til, at flyta heim
aftur.
Kommunan
skal
lata
grundstykki til eigarafelagið,
hetta til minst møguligan
kostnað. Hetta virkar somu
leiðis sum eitt innskot av
eginpeningi
til
eigarafe
lagi, soleiðis kann íbúðar
kostnaðurin haldast niðri.
Økini eru longu løgd av til
hetta endamál, lati okkum
koma ígongd nú!
Við hesum kunnu vit
bjóða barnafamiljum, støk
um uppihaldarum, eldri og
fólki við serligum tørvi ein
alternativan bústaðarmøgu
leika. Ein møguleika tey eisini
kunnu rúma fíggjarliga. Við
hesum blívur tað somuleiðis
meira áhugavert hjá okkara
útisetum, at flyta heim aftur
til Føroyar. Tað er tørvur á
annarleiðis bústaðarmøgu
leikum, enn dýrar kjallara
íbúðir og kostnaðarmikil
sethús.
Tórshavn, ein framsøkin
høvuðsstaður.
Stutt og greið hjartamál.
kommunuval 2012
Varpa ljós á ”rossagøtunar”
Brandur í Dali
valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
Gøtur millum bygda vóru í
gomlum døgum høvuðsvegir
í tátíðar samfelagið.
Ross vóru tá ofta brúkt
til at ferðast millum bygdir,.
Tíðirnar broyttist tó og týdn
ingurin av hesum gøtum og
rossum í tí samanhangi misti
sín týdning.
Ross fóru frá at vera eitt
amboð, til at vera eitt ítrív,
og gøtunar vóru framvegis
brúktar av rossafólki og øðr
um sum leitaði sær ein túr í
hagan.
Síðani eru ríðifeløg sett á
stovn og ríðibreytir og hallir
eru nú tøk hjá reiðfólki.
Men nú sum tá, eru haga
gøturnar álitið, bæði hjá reið
og gongufólki.
Eg vil við hesum, í dupult
um týdningi varpa ljós á
rossagøtunar.
Nógvar gøtur treingja
til ábøtur, um tær skula
vera fult nýtiligar. Gøtan
millum Sandá og Kirkjubø,
sum verður nógv brúkt, er
í ringum standi og tørvar
henni ábøtur. Ikki tí, í hædd
ina er gøtan fín. Men bæði
á Snið har gøtan kemur
oman í Kirkjubø, og kanska
serliga frá Kletti har gøtan
kemur oman móti Sandá er
tørvur á ábøtum. Hendan
gøtan verður nógv brúkt av
útlendskum ferðafólki, okk
ara egna gongufólki, umframt
av rossafólki. Tað hevði eisini
verið eitt frálíkt hugskot at
sett ljós upp á hesa gøtu, ikki
uppi í hæddini, men niðan á,
báðu megin við. Tað saman
við hampaðum gøtum, hevði
givið fólki møguleika at
spáka sær niðan í hæddina
um kvøldarnar, og nýtt út
sýnið oman.
Upplagdur møguleiki vildi
verið, at eisini nýtt hugskotið
við ljósið á tí sokallaðu rossa
gøtuni.
Hon
gongur
frá
ríðibreytini í Marknagili, út
á økið hjá ríðifeløgunum úti
í Havnardali. Hendan gøtan
verður sera nógv nýtt av
gongufólki og av reiðfólki.
Um vita seta ljós upp eftir
hesu gøtu, og møguliga á alla
gøtuna runt um Vesturvarða,
ber til hjá fólki at nýta hesa
gøtuna,
eisini
aftana
at
skýmingin
annars
hevur
vunnið sær valdið.
Hetta eru nøkur tiltøk
sum fyri lítlar pengar, kundi
bøtt nógv um trivnaðin hjá
fólki, sum dáma væl at leita
sær ein túr niðan í hagan.
Aftur hesuferð havi eg
játtað at lata meg upp
stilla fyri Sambands
flokkin til Tórshavnar
Býráð. Tað fall mær
sera lætt at játtað at
lata meg stilla upp, tí
mítt
hjarta
brennur
veruliga fyri Tórshavn
og borgarunum, ið her
búgva. Eg meti meg hava
nakað at bjóða, og vil við
skrivum fram til valið
lýsa mínar ætlanir fyri
Tórshavnar Kommunu.
Til hetta valið fari eg
at fokusera serliga á trý
hjartamál:
Bátahavn í Álakeri
Eg havi altíð arbeitt hart
fyri viðurskiftunum hjá
bátaeigarum í Tórshavn.
Eg havi fylgt málinum,
um
at
byggja
báta
havn í Álakeri gjølla,
og setti málið á skrá í
Havnarnevndini, so um
støður vóru til at gera
bátahavnina. Men tíverri
rakk eg ikki inn í Býráðið
til seinasta val, og vit
síggja, at málið ikki er
komið nakran veg. Mítt
fyrsta hjartamál er, at
vit fáa loyst bíðilistan
eftir
bátaplássum
í
Havn. Tískil er neyðugt,
at ein rødd tosar hesa
søk í býráðnum, og tað
vil eg gera.
Kommunu
búskapurin
Tað, at vit í Tórshavn
hava livað yvir evni sein
astu árini hevur ført við
sær, at kommunan hev
ur fingið eina skuld.
Einki bendir á, at hend
an gongdin undir sitandi
meiriluta steðgar. Í dag
rinda
Havnaborgarar
pening í rentum ið held
ur skuldi verið nýttur til
menning av kommununi,
og nú er tørvur á fólki við
visiónum og loysnum at
steðga gongdini, so okk
ara hart tjentu skatta
krónur kunnu nýtast til
menning av kommununi
og ikki til rentur. Tískil
er annað hjartamál mítt
at steðga skeivu bú
skaparligu gongdini, ið
sitandi meiriluti hevur
ført.
Raðfesting
av íløgum
Eg havi fylgt raðfest
ingunum av íløgum hjá
Tórshavnar Kommunu,
og eg haldi, at soleiðis,
sum búskapurin í landin
um sær út, so er neyðugt,
at býráðið hyggur eftir
sínum íløguætlanum og
raðfestir tær íløgurnar,
ið eru átrokandi og
fremur hesar. Tískil er
mítt ráð, at vit útseta
Vesturskúlan, og nýta
tey hølir, ið kommunan
hevur í staðin, so bý
ráðið kann nýta tær
hart tiltrongdu íløgu
krónurnar til økir, ið
eru meira átrokandi.
Talan er ikki um, at
strika Vesturskúlan, tí
hugskotið er neyðugt,
men nú, verri útlit eru
til framtíðina, eiga vit at
hugsa um hvat tørvurin
verður
í
framtíðini,
og hvat vit hava mest
átrokandi brúk fyri.
Umframt omanfyri
nevndu hjartamál vil eg
í skrivum fram til valið
lýsa onnur týdningar
mikil mál, ið eg meti
skulu til fyri at menna
Tórshavn, sum bý.
Eg vil við hesum
skrivi heita á teg um
at vísa mær álit til bý
ráðsvalið, ið verður 13.
november 2012.
Høgni Mikkel
sen ætlar sær
aftur í býráðið
Høgni Mikkelsen
Valevni Sambands
floksins til
Tórshavnar Býráð
Jákup Dam
Eitt tað fyrsta, ið eg fari at
arbeiða við, um eg verði
valdur í býráðið í Tórshavn,
er at fáa til vega grundstykkir
í Kollafirði, soleiðis at møgu
leiki aftur verður hjá fólki at
búseta seg í bygdini. Hetta
meti eg vera eina heilt grund
leggjandi treyt fyri øllum
framburði.
Trupulleikin við vantandi
grundstykkjum er ikki nýggj
ur í Kollafirði, tí fakta er, at
ongar útstykkingar hava verið
gjørdar í mong ár. Hetta hevur
havt sera keðiligar fylgjur
við sær, tí at nógvar ungar
familjur í Kollafirði hava verið
noyddar at sett búgv í øðrum
bygdum. Summi hava enntá
valt at flyta av landinum.
Tá sjálvt kollfirðingar ikki
hava havt møguleika fyri at
seta búgv í egnari bygd, so
hevur sjálvandi heldur ikki
verið nøkur tilgongd av fólki
aðrastaðni frá - spell, tí Kolla
fjørður skuldi verið ein perla
at búð í, tá hugsað verður um,
hvussu væl bygdin liggur fyri
á føroyakortinum. Og eg ivist
ikki í, at bygdin kundi verið
vaksin nærum tað dupulta,
um
grundstykkir/byggiøki
alla tíðina høvdu verið til
taks.
At fólk í langa tíð ikki
hava havt møguleika fyri at
seta búgv hevur avgjørt havt
eina negativa avleiðing. Vit
síggja í dag eina stóra mink
ing í barnatalinum, tí barna
familjurnar eru fækkaðar í
tali. Hetta má og skal vend
ast, tí uttan børn og barna
familjur er eingin framtíð.
Tað er tí ein skylda hjá fólka
valdu
politikkarunum
at
skipa so fyri, at fólk hava
møguleika fyri at seta búgv.
Eitt av mínum hjarta
málum er at fáa vent hesi
gongdini og so skjótt sum
gjørligt at fara í gongd við at
útstykkja.
Um tit kollfirðingar vilja
hava eina sterka rødd, sum
veruliga umboðar bygdina, í
býráðið, so vel Jákup Dam á
lista E.
Grundstykkir í Kollafirði
Bíligar íbúðir í Tórshavn
Rúni Sundberg Patursson
valevni á listanum hjá Framsókn2