fríggjadagur 19. oktober 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Erla Berghamar
nevndarlimur í Føroya Urtagarðsfelag
Góðu tit við ábyrgd av nýggju
rundkoyringini, kunnu tit
ikki gera annað hesaferð
enn at fylla hana við grasi og
kjarri?
Tíbetur hava vit eitt bý
ráð og eina fyrisiting í høv
uðsstaðnum, sum leggur í at
snøgga býin, og tað skulu tey
hava takk fyri. Nú eg sein
astu árini havi búð uttan
bíggja, havi eg at kalla hvørja
ferð, eg eri komin til Havnar,
frøtt meg um okkara vakra
høvuðsstað.
Nú skal aftur ein rund
koyring gerast í Havn. Kunn
gjørt varð seinasta mánað,
at tekniska nevnd hevur
samtykt at gera rundkoyring
har uppi, sum Sundsvegur,
Blómubrekka og Vegurin
Langi møtast.
Hetta er ein góð tíð at
kunngera slíkan bata í bý
num, nú kommunuval er
í eygsjón. Og helst er tað
eisini ein góð tíð at koma
við umbøn viðvíkjandi hesi
rundkoyringini - og kanska
hinum í býnum eisini.
Góðu tit, ið varða av. Tit
ið
leggja
rundkoyringina
til rættis, tekniska nevnd,
tit ið hugsa um umhvørvi
og trivnað. Kunnu tit ikki
hava í huga at gera hesa
rundkoyringina eitt sindur
vakra og prýðiliga? Tað er
ikki nóg mikið at gera hana
væl rundaða við snøggari
steinseting - og síðan at ripa
nakrar bøkkar í.
Ein slíkur rundingur er
upplagdur at gerast prýði
ligur. Ongantíð betri enn
at ein standmynd, kanska
gosbrunnur, kundi verið inni
í miðjuni. Men tað fari eg ikki
at biðja um hesaferð.
Gras og grønt er so nógv
astaðni. Havi ongantíð skilt,
hví rundingurin skal sáast
til við grasi. Fyri ikki at tosa
um kjarrvøksturin, ið er
beinleiðis pínligur at skoða.
Ella halda tit sjálv, sum hava
ábyrgd í býráðnum, at tað er
vakurt á at líta?
Hví ikki gera tað fagurt og
blómandi á hesum avmark
aðu rundingunum? Setið
várblómandi leykir niður
og tað nógvar. Nógv sløg av
leykblómum eru, sum trívast
væl í Føroyum og koma aftur
á hvørjum ári - summar
fjølgast enntá fyri hvørt ár.
Og síðan blómandi plantur
saman við veturgrønum. Ein
íløga, sum ikki fer at kosta so
øgiligt.
Vit eiga fleiri fólk, sum
duga væl at seta litir og
vøkstur saman, so tað kann
gerast ein frøi at koyra fram
við rundkoyringunum ella at
standa har og bíða.
Og tá henda rundkoyringin
er gjørd, kunnu hinar eiga
tørn.
Havi hug at vera eitt sind
ur óforskammað og biðja
tykkum ikki seta landslags
arkitektar
ella
landslags
gartnarar, ella hvat tey eita,
at gera hetta. Grót og laðing
er fínt og flott, men kanska
hava vit ovmikið av tí. Latið
fólk gera hetta, sum hava ans
fyri øðrum enn gróti, grasi og
tí grøna. Vit hava eisini brúk
fyri litum. Og at lítið fæst at
vaksa í Føroyum uttan gras
og trø, er stórliga misskilt!
Plagi at gleðast, hvørja
ferð eg komi fram við blómu
køssunum í býnum. Hatta
er vissuliga við til at skapa
trivnað fyri sál og sinni.
Hevði so ynskt, at tað kann
fáa frið at verða verandi vak
urt.
Gerið eina vakra rundkoyring hesaferð
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Í skjótt 40 ár havi eg virkað
í politikki, og eg helt meg
eisini hava upplivað alt. Men
lortabyttuna, sum Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
almannamálum, hvøldi yvir
meg og Tórshavnar komm
unu um støðuna í eldrarøkt-
ini, gjørdi meg tó púra paff.
Hetta minti mest um eina
valgrein til býráðsvalið og als
ikki nakað, eg hevði væntað
mær at sæð frá einum lands
stýrisfólki!
Í míni grein vísti eg á
køldu veruleikarnar í fíggjar
lógaruppskotinum hjá Ann-
iku Olsen, har hon eitt nú
ætlar at niðurleggja sambýli,
at røktarheimini skulu spara,
og at heimatænastan skal
spara. Alt samalt skjalfest í
fíggjarlógaruppskotinum.
Annika Olsen svarar mær
aftur við grovum og ógrund
aðum skuldsetingum um
at loypa ótta á eldri borg
arar, nú hesi kunnu roknað
við at verða flutt úr sam
býlunum. Nei, tað var ikki
tað, sum eg segði, Annika,
og ongastaðni segði eg, at øll
sambýlisplássini í Tórshavn
ar kommunu fóru at verða
niðurløgd!
Um nakar loypir ótta á
fólk, so er tað tú, Annika.
Eg vísti bert sakliga á spari
ætlanir tínar og tær avleið
ingar, hesar fara at fáa.
Tí tað er als eingin sam
anhangur í hjá tær, tá tú
niðurleggur búpláss, uttan
at skipa nakað líknandi
tilboð í staðin – nevniliga
røkt alt døgnið. Tørvurin
á búplássum er framvegis
ikki nøktaður, heldur ikki, tá
tey 64 búplássini á Boðanes
heiminum eru tøk.
Eingin uppraðfesting
Ræðandi veruleikin er, at
sambært
fíggjarlógarupp
skotinum hjá tær, Annika,
so verður einki slíkt alterna
tiv skipað. Eg vísti á, at eitt
dagtilhald nøktar ikki tørvin
á eitt nú náttarrøkt, og tí
mást tú uppraðfesta heima
røktina.
Tað er óreingiligt, at tú
ætlar talið av búplássum
fækkað næstu trý árini, men
tá tú samstundis ikki upp
raðfestir heimarøktina, so
verða tey mongu, ið krevja
røkt alt samdøgrið og sum
kundu búð á sambýli ella
røktarheimi, slept upp á fjall.
Og tey gerast sum kunnugt
alsamt fleiri í tali.
Jú, víst er hetta ræðandi
fyri okkara eldru borgarar,
Annika, men tað eri ikki eg,
sum eri orsøk til tað. Tað ert
tú!
Eg fegnist tó um, at tú
hóast
alt
garanterar,
at
eingin verður fluttur úr
heimum sínum. Fyrr var
illa, tó at hetta tykist verða
linjan, ið avvarðandi stovn
urin undir tær arbeiðir eftir.
Hví tú nevnir hetta, veit eg
tó ikki, tí tað er ikki borgar
stjórin í Havn, sum hevur
myndugleika at flyta fólk
úr búplássum sínum – tað
hevur bert tú, Annika!
Visjónir og handling
Góða Annika! Tú gevur eisini
ilt av tær, tí borgarstjórin í
Havn hvørki hevur politikk
á eldraøkinum ella ongar
visjónir, men bara kemur við
ússaligum grenji um spar
ingar hjá tær.
Álvaratos, Annika, tak
nú ábyrgd! Tað er ikki borg
arstjórin í Havn ella komm
unurnar, sum hava ábyrgdina
av eldrarøktini, tí hana hevur
tú, so leingi tú umsitur máls
økið í landsstýrinum!
Er tað nakar, sum her
á landi gongur undan á
eldrarøktarøkinum, so er
tað sanniliga Tórshavnar
kommuna – og tað enntá
sjálvboðið!
Eg skilji væl, Annika, at
tú ert sperd, nú tú hugsar
fleiri skilagóðar tankar um
fyribyrging, longst í egnum
heimi, demensætlanir við
meira, men onga játtan hev
ur fingið í tín part á fíggj
arlógini. Men kom ikki og
ákær meg ella Tórshavnar
kommunu
fyri
ongan
eldrapolitikk at hava, tí tú
veitst betur, sum jú sjálv
hevur sitið í býráðnum.
Kann taka úr rúgvuni
tvey dømi um eldrapolitisk
átøk, sum landið sanniliga
kundi speglað sær í. Tað fyrra
er
kommunali
stovnurin
í Tórshavn, Heilræði, sum
hevur regluligt samskifti við
allar borgarar eldri enn 75 ár.
Umframt at veita vegleiðing,
ráð og kropsvenjingar, fær
Heilræði og harvið komm
unan sera gott innlit í røktar
tørvin í kommununi. Hetta er
av ómetaligum týdningi, men
eg havi tíverri varhugan av, at
landið als einki innlit hevur í
veruliga røktartørvin.
Hitt dømi er eldraráðið,
sum er við til at tryggja, at
borgarar yvir 60 ár hava
ávirkan á øll býráðsmál, sum
viðvíkja teimum. Harum
framt
hevur
kommunan
eisini fleiri aðrar ítøkiligar og
sera visjónerar ætlanir, sum tó
fyribils er steðgaðar – av tær,
Annika, landsstýriskvinnu á
almannamálum!
Tú vilt ikki!
Boðanesheimið verður sum
kunnugt liðugt fyrsta dagin.
Har ætlaðu vit eitt stórt
dagtilhald til 60-70 fólk, og
sum skuldi vera við til at
stuðla undir fyribyrgjandi
arbeiðið, ið eisini tú metir so
týdningarmikið. Men Annika,
boðini frá Almannaverkinum
eru, at fígging er ikki til
hetta!
Eisini ætlaðu vit eitt ser
stakt tilboð til ein bólk av
dementum, sum einki fakligt
røktartilboð hava í landinum.
Men heldur ikki tað vilt tú
fíggja.
Og sum eitt triðja tiltak
ætlaðu vit eitt skipa eina eind
við samdøgursrehabilitering
á Boðanesheiminum. Ein
orsøk til hesa serstøku rað
festing var, at tú, Annika,
á ráðstevnu herfyri tosaði
so heitt fyri hesum. Men
sparingar tínar á røktar
heimsøkinum eru so ógvus
ligar, at hetta neyvan verður
til nakað.
Sum tú sært, Annika, so er
Tórshavnar kommuna ikki
bert visjóner á eldraøkinum,
tí kommunan handlar so
sanniliga
eisini.
Higartil
hevur tað mest verið tos
frá tínari síðu, men lítil og
eingin handling. Tí vilja vit
fegin hjálpa tær við, men so
krevst eisini, at tú kemur við
tí fígging, ið krevst.
Alt annað er gykl, so leingi
sum tú eigur og ræður á
eldraøkinum við húð og hár,
Annika Olsen!
Ræðandi veruleikin, Annika!