Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Hjá monnum verður fyrsti dyst­ urin longu fríggjakvøldi, tá Team Klaksvík tekur ímóti Kyndli. Leygardagin er hondbóltur á skránni í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti StÍF. Bæði liðini vunnu sínar dystir farna vikuskiftið. Sunnu­dagin kemur VÍF á vitjan á Høllin í Hálsi, har Neisitin tek­ ur ímóti. Eisini hjá kvinnum eru tríggir dystir á skránni. Leygardagin tekur Kyndil móti Stjørnuni, meðan tveir dystir verða sunnu­ dagin. Suðri í Vági spæla VB og StÍF, meðan Neistin fær vitjan av samanlagda liðnum VÍF/ Tjaldur. Dystirnir um vikuskiftið: Fríggjadagin 19. oktobur Atlantic Airways Kappingin Kl: 20.00 Team Klaksvík – Kyndil Leygardagin 20. oktobur Fremsta deild kvinnur Kl: 14.30 Kyndil – Stjørnan Atlantic Airways Kappingin Kl: 16.00 KÍF – StÍF Sunnudagin 21. oktober Fremsta deild kvinnur Kl: 14.30 Neistin – VÍF/Tjaldur Kl: 15.00 VB – StÍF Atlantic Airways Kappingin Kl: 16.00 Neistin – VÍF trondur@sosialurin.fo Hondbóltur á skránni um vikuskiftið Hondbóltur Bæði hjá monnum og kvinnum eru spennandi hondbólts­ dystir á skránni um vikuskiftið Vit hava valt eina HB loysn Fótbóltur Tað sigur formaðurin í Havnar Bóltfelagi, Finnbogi Arge um valið av Oddbjørn Joensen sum venjara hjá HB Tróndur Arge Tað verður ikki Sigfríður Clementsen, sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá HB komandi kapp­ingar­ár. Hóast Sigfríður saman við hjálparvenjaranum, Inga Rasmussen, náddi málsetninginum um eitt Europa League pláss í ár, so er tað ikki nokk til at fáa ein nýggjan sáttmála við HB. Fleiri hava verið upp á tal og tað ljóðar, at nøvn sum Krzysztof Popczynski, Bill M. Jacobsen og Flemming Christensen eru millum teirra. Eisini váttaðu bæði Finnbogi Arge og Sigfríður Clementsen, at partarnir tosaðu um at leingja starvið. Finnbogi Arge vísti í samrøðu við Rás2 á, at tað eisini er ein spurn­ ingur um at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Helst hevur hetta viðvirka til, at onkur av fyrrnevndu venjarunum ongantíð veruliga kom upp á tal. Tað endaði við, at leiðslan í HB valdi at hyggja innangarðs og finna ein HB loysn. Valið fall á Oddbjørn Joensen, sum hevur verið í venjara­ toyminum hjá HB fyrr. Hann hevur í ár verið ungdómsvenjari hjá HB. – Fíggjarliga støðan í felagnum ger, at vit ikki hava so stórar møgu­ leikar. Tí valdi vit at hyggja innan í felagnum fyri at finna ein venjara. Tað vóru fleiri um boðið, tí vit hava fleiri venjarar við A-licens, greiður Finnbogi Arge frá og heldur fram. – Oddbjørn hevur spælt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB og hev­ur eisini verið hjálparvenjari, tá felagið er blivið FM vinnari. So tað er ein maður við royndum, sum vit hava sett, sigur formaðurin um nýggja venjaran. Miðvallari, liðskipari og hjálparvenjari At hjálpa honum hevur HB hevur eisini funnið eina loysn innan úr felagnum. Talan er um 34 ára gamla Fróða Benjaminsen. Miðvallarin og liðskiparin á liðnum fær sostatt ein nýggjan leiklut komandi kapp­ ingarár. – Tá vit hoyrdu, at Fróði hevði tankar um at gerast venjari, so valdu vit at bjóða honum møguleikan at gerast leikandi hjálparvenjari á lið­ num, sigur Finnbogi Arge. Fróði Benjaminsen er royndasti leikari á HB liðnum og hevur eisini spælt nógvar landsdystir, har hann eisini er liðskipari. Miðvallarin sigur, at hann á ongan hátt æltar at trappa niður sum fótbóltsspælari, hóast nýggja leik­lutin og aldurin. Hann ætlar sostatt, at spæla fyri bæði HB og landsliðið komandi kappingarár. Tað ljóðaði annars, at Fróði Benjaminsen var á veg til Argir og tað er ikki einki um prátið. – Søgurnar koma sjálvandi tí eg og Sámal Erik Hentze(Venjari hjá AB, blaðm) arbeiða saman. Vit práta sjálvandi um fótbólt, og so er ikki torført at leggja tvey og tvey saman. Men eg skal ikki avsanna, at einki hevur verið í tí, sigur nýggi hjálparvenjarin, sum er spentur upp á nýggju uppgávuna. – Eg hevði ikki tikið av hesi av­ bjóðingini, um eg ikki var spentur upp á hana. Eg kundi hugsa mær at roynt meg sum venjara og hetta er fyrsta stigið á leiðini, sigur Fróði Benjaminsen. Tá dystur er, so verður Fróði fyrst og fremst leikari og ætlanin er, at at ein triði persónur skal sita á bonk­inum og hjálpa venjaranum. Bæði sáttmálin hjá Oddbirni Joensen og Fróða Benjaminsen eru gald­andi fyri komandi kapp­ingar­ ár. Tróndur Arge Tølini siga, at ongin HB venjari hevur sitið longri enn hálvtannað ár út í eitt síðani Ion Geolgau, sum var venjari frá 1998 til 2002. Hetta er ein ræðani statistikkur, men Oddbjørn er kláur til avbjóðingina og veit hvørji krøv fylgja við. – Eg ræðist ikki uppgávuna. Eg havi verið í fótbólti í nógv harrans ár, so eg veit hvørji krøvini eru, sigur ein avgjørdur Oddbjørn Joensen á tíðindafundinum í gjár. Tað gekk skjótt, frá tí Oddbjørn fekk bjóðað starvið til fyrrverandi leikarin, hjálparvenjarin ung­dóms­ venjarin í felagnum valdi at taka av. – Hetta kom eitt sindur óvart og brádliga á, men eg havi hugsað meg um í eitt døgn og kom fram til, at hesin møguleikin er ov stórur til ikki at taka av, sigur nýggi HB venjarin. – Eg havi verið venjari í nógv ár og havi eisini spælt nógv sjálvur, og havi verið nógv í og rundan um HB, so tað møguleikin kom mátti eg taka av, sigur Oddbjørn Joensen víðari. Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur at málið komandi ár verður at koma longur upp á stigatalvuna enn í ár. Kravið til Oddbjørn Joensen er sostatt eitt silvur ella gull­heiðurs­ merki, men nýggi HB venjarin er fult greiður yvir treytirnar, sum fylgja við starvinum. Tað er næstan óneyðugt at seta sær mál tá tú ert venjari hjá HB, tí tað er altíð at vinna so nógv sum tú kann. Tú skal helst vinna tær kapp­ ingarnar tú luttekur í. Vit hava ikki beinleiðis tosað um eitt mál, men eg visiti áðrenn eg tók av, hvat starv­ ið inniber, og tað er at vinna so nógv sum gjørligt, sigur Oddbjørn Joensen. Tú ert í yrkinum fyri at fáa tær størstu avbjóðingarnar. Tá tú so fær møguleikan, so mást tú taka av. Eg eri fult greiður yvir, at tað kann ganga báðar vegir í fótbólti, men tað er ein kjansur tú mást taka. Serliga tá tað er ein møguleiki fyri at venja størsta felagið í landinum, leggur Oddbjørn aftrat at enda. trondur@sosialurin.fo Venjarar hjá HB síðani 2002: 2002: Ion Geolgau (koyrdur) 2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen 2003: Frank Skytte 2004 - 05: Heine Fernandez (Koyrdur) 2005: Julian Hansen 2006 - 07: Krzysztof Popczynski (Koyrdur) 2007: Heðin Askham (1 dyst) 2007: Albert Ellefsen 2008: Rúni Nolsøe 2008 - 09: Sámal Erik Hentze 2010: Kristjan Guðmundsson (Koyrdur) 2010 - 11: Julian Hansen (Koyrdur) 2011 - 12: Sigfríður Clementsen 2013: Oddbjørn Joensen Oddbjørn ræðist ikki heita sessin Fótbóltur Havnar Bóltfelag smæðist ikki við at skifta venjara og Oddbjørn Joensen er 13. venjarasetanin hjá felagnum síðani 2002 – men Oddbjørn Joensen ræði ikki heita sessin á HB bonkinum Mynd: Álvur Haraldsen