Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gloymið Vesturskúlan og endurbyggi Komm­ unuskúlan. Tað er best fyri skúlan – og best fyri býin. Nógv hevur verið kjakast um, hvat Tórshavnar Kommunuskúli skal brúk­ast til framyvir. Uppskotini hava verið nógv og ymisk, líka frá ungdómsíbúðum til parkeringshús. Tíbetur hava eisini fleiri ynskt, at skúlin skal varðveitast har hann er. Eg eri eisini sannførd um, at skúli skal verða júst á sama stað. Nú eru fleiri nýgg­ir skúlar bygdir í út­jað­ aranum í Havnini. Tann nýggi skúlin á Argja­ hamri er í tí óhepni støðu, at 4. hvør stólur er tóm­ ur. Tí er tað eftir mínum tykki, púra ørt at byggja nýggjan Vesturskúla, so tætt uppat skúlanum á Argjahamri. Eisini skal havast í huga, at tá brúgvin um Sandá gerst veruleiki, verður tað bert eitt hanagleiv út á Argir. Uppskotið um at gera ungdómsíbúðir í Komm­ unuskúlanum er ikki skila­gott. Nógv betur er, at byggja hesar har Vesturskúlin ætlandi skal byggjast, tætt við miðnámsskúlan við Marknagil. Tað fer at skapa eitt spennandi og mennandi, ungt umhvørvi, til stóra gleði fyri ungdómin. Summi siga, at tað verður trupult at um­ byggja/byggja nýgg­jan skúla í miðbýnum. Eg síggi tað sum eina ovur­ stóra og sera spennandi avbjóðing. Eg ímyndi mær, ein stóran nýmótans 3 streingj­aðan skúla við øllum hentleikum sum skullu verða á einum nú­tímans skúla – mitt í býnum! Tað hevði skapt lív mitt í Havnini. Og tað hevði ikki bara skapt lív um dag­ in. Ein slíkur skúli, kann eisini nýtast til al­ skyns frítíðarvirksemi, kvøldskúla, mentan, list og annað, bert hugflogið setur mørk. Tá nýggja býráðið tekur við, er umráðandi, at tey sum skjótast taka endaliga støðu til, framtíðina hjá Tórhavnar Kommunuskúla. Tí tann óvissan sum nú vald­ar, er drepandi og demo­ tiverandi. Tað sum eyð­ kenn­ir starvs­fólkini í Tórshavnar Kommunu­ skúla í dag er, at lærarir trívast sera væl, eru positivir og dáma væl nýggjar avbjóðingar. – Alt nakað, sum kemur næminginum til gagns. Eg loyvi mær at siga, at fleiri foreldur ynskja verandi skúla. Hetta gevur stóra næm­ ingatalið í 1. flokki eina greiða ábending um. Hesi foreldur hava valt Tórhavnar Komm­ unuskúla, hóast tey ikki eru vitandi um, hvar børnini koma at ganga í skúla eftir 4. flokk. Verði eg vald, skal ongin ivi vera í, at eg fari at stríðast fyri, at í framtíðini fara børn eisini at ganga í skúla í Tórshavnar Kommunu­ skúla. Mitt í býnum! Tórshavnar Kommunu­ skúli skal verða verandi skúli kommunuval 2012 Bjørghild Djurhuus Vilja vit hava hundar í Havnini ? Brandur í Dali valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn Sjálvsagt vilja vit tað ! Ella er tað nú so sjálvsagt tá alt kemur til alt ? Tað er nógv vatn runnið í ánni, frá tí at undirritaði sum smádrongur spældi á trøðni hjá Júst, Yviri við Strond, har Boðanesheimið júst í hesum døgum er um at vera liðugt. Tá runnu hundar leysir, tað vóru mestsum bara seyða­hundar og nakrir bland­ ingshundar av ókendum slagi. Vit børn ræddist ikki hundar á sama hátt sum nógv gera nú, men ein visti tó at onkrum hundi skuldi ein ikki nærkast, tí hesin var kanska ikki so blíður sum aðrir. Hendan tíðin hevði sína sjarmu, men tíðirnar broyt­ast. Í 2012 er hetta ikki gjør­ligt innan lógarinnar karm, og er hetta helst eisini í lagi ! Hundar nú á døgum eru ofta rasuhundar. Heilt frá evarsku lítlum hundum sum passa í eina hondtasku, til risa­stórar hundar sum nóg illa passa inn í vanligan persón­bil. Saman við teimum gomlu hundasløgunum eru hesir hundar við til at mynda og ríka dagligdagin hjá nógv­ um borgarum í høvuðs­stað­ num. Men er tað rúmd fyri hund­um í býnum nú á døg­ um ? Hundar skulu nú vera í bandi, kunna ikki ganga leysir, skula vera tryggjaðir o.s.v... Hetta er eisini í fínasta lagið, tað skal ikki vera soleiðis at fólk sum ræðast hund ikki skula kunna fara út um dyrnar, tí at har møguliga stendur eitt harkalið av leysum hundum í túninum. Trupuleikin við leysum hundum er eisini nakað sum vit skula taka í størri álvara. Tíðirnar eru broyttar, frá tá eg var smádrongur, reglar eru um hetta og tær skulu sjálvsagt virðast. Men vit hava bara gjørt reglar fyri hvat tú ikki má við hundum ! Vit hava gloymt at vit muga seta okkurt ístaðin. Vit mangla at geva hundum tann møguleika teir høvdu fyrr, at kunna renna leysir og at sosialisera við aðrar hundar. Hundur er eitt sera sosialt djór og hesin tørvur og tørvurin at røra seg má nøktast um ein hundur skal trívast. Hetta kann gerast heilt einfalt við at býráðið ger hundaøkir, har hundaeigarar kunnu loyva hundum sínum leysar undir skipaðum um­ støðum. Tað er helst ikki so trupult at seta eitt stik upp á hóskandi økið og finna nøkur ruskíløt so fólk kunna taka uppaftur eftir hundunum. Um vit so eisini setti nakrar benkir upp til fólk, kundi hesi hundaøkir skapt ein sera stóran trivnað millum tey sum hava hund og vilja hundi sínum væl. Tað hevði heilt vist eisini givið okkum nakrar sunnari og glaðari hundar og ikki at gloyma hundaeigarar. Eg haldi at vit í Tórshavnar kommunu anno 2012, skulu byrjað at hugsa um at ikki bara seta hundaeigarum treyt­ir, men eisini at geva teim­um møguleikar. Fyrsta stigið kundi verið hesi hunda­økir, har fólk kunnu loyva hundum sínum, at vera hundar uppá sín egna máta uttan at eigarin nýtist at kenna seg sum brotsfólk. Mær vitandi er tað eingin sitandi býráðslimur, hvørki í andstøðu ella samgongu sum hevur nevnt hundaøkir seinstu fýra árini. So um okkurt nýtt skal henda er helst neyðugt við nýggjum kustum á vaglinum. Hugsa um tað 13 novembur um tú eisini hugsar um annað enn asfalt og rundkoyringar ! Hvussu fáa vit lív áftur í miðbýin? Hensia Einarsson, valevni á lista E Ja, eg veit væl, at flestøll sum hava stillað upp til komm­ unuvalið, hava eitt boð uppá hetta. Eg veit eisini væl, at fleiri ætlanir eru gjørdar, sum hava loysnir uppá tað sama. Tað er hugaligt at síggja, at so nógv hava so stóran áhuga at fáa lív aftur í miðbýin. Eisini tey, sum hava sitið í býráðnum í nógv Harrans ár siga tað sama. So nú kunnu vit rokna við, at okkurt meira fer at henda við miðbýnum komandi bý­ ráðssetu. Fleiri hava víst á, at ov nógv­ar skrivstovur eru í mið­ býnum og tað haldi eg eisini. Tað er “lukket og slukket” aftaná arbeiðstíð og tað er lítið hugaligt at ganga ein túr vanlig kvøld, tað minnir um ein spøkilsisbý. Eitt fjølbroytt handils- og cafélív skal sjálv­ andi vera har í teimum nið­ astu hæddunum, men allar hasar skrivstovurnar eru óneyðugar í miðbýnum. Eg haldi, at skrivstovurnar kunnu í flestu førum flyt­ ast út um miðbýin, har tað harumframt eru betri møgu­leikar fyri parkering hjá viðskiftafólkunum og starvs­fólkunum. Fyri fleiri árum síðani gav tað meining at hava skrivstovur, har tað var lætt atkomuligt, men tøkniliga menningin hevur broytt hesa mannagongd, so tað gevur líkasum onga meining longur. Býráðsarbeiði snýr seg í stóran mun um at taka av­ gerðir. Avgerðir, sum verða tiknar, skulu vera væl lýstar juridiskt og menniskjaligt. Tað eru vælútbúgvin starvs­ fólk í umsitingini, sum taka sær av tí síðuni og tey fólka­ valdu skulu so taka avgerðir. Tað er heilt vist ikki altíð lætt at gera øllum til vild­ar og lítið er at ivast í, at summar avgerðir kunnu vera ópopu­ lerar og tá krevur tað rygg at standa við avgerðirnar. Ein avgerð kundi veri, at tað er kravd bústaðarskylda í gomlu býar­pørtunum í Havn, so tey gomlu húsini ikki vera seld til makrelbarónar og aðrar barónar, sum ætla at hava tey sum summarhús . Fyri at koma aftur til lív í miðbýin, eiga vit at tora at taka avgerðir um virksemi í miðbýnum, har tað verður pláss fyri fólki at búgva og tá fólk flyta aftur í miðbýin at búgva, kemur lív aftur har, eisini aftaná arbeiðstíð . Tað ætli eg mær at arbeiða fyri um eg veri vald í býráði.