fríggjadagur 19. oktober 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 19. oktober 2012 · Nr. 222
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Ein barnavinarlig kommuna
“Hvat manglar í Tórshavnar
kommunu?“,
var
ein
av
spurningum, eg fekk, tá eg
boðaði frá, at eg hevði valt at
bjóða meg fram sum valevni
á lista E til býráðsvalið. Og ja,
hvat manglar, tí eg eri samd
í at Tórshavnar kommuna er
ein góð kommuna at búgva
í. Men vit kunnu altíð gera
tingini betri og øðrvísi!
Tórshavnar
kommuna fyri øll:
Tórshavnar Kommuna skal
vera ein kommuna, har tað
er pláss fyri øllum sløgum av
fólkum og familjum, einligum,
eldri, ríkum og fátækum. Í
dag er bústaðarkostnaðurin
ein forðing fyri at øll kunnu
seta
búgv
í
Tórshavnar
kommunu. Hugsa vit um
fólkavøkstur í kommununi,
mugu
aðrir
alternativir
bústaðarmøguleikar fáast til
vega. Tað skal vera møguligt
hjá lágløntum at seta føtur
undir egið borð í Tórshavnar
Kommunu.
Børnini – framtíð
okkara:
Hugsanin um dagstovnaøkið
skal flytast frá hugsanini,
at dagstovnaøkið er eitt
barnaanisngartilboð til for
eldrini, til hugsanina, at
dagstovnaøkið er eitt dygd
argott
og
innihaldsríkt
menningartilboð til børnini.
Tá fer raðfestingin á økinum
eisini at broytast! Børnini eru
okkara framtíðar borgarar,
og vit vilja geva teimum
eitt trygt og avbjóðandi
umhvørvi, har tey kunnu
mennast í at gerast tann
besta útgávan av sær sjálv
um.
Eitt livandi og
skapandi umhvørvi:
Framtíðin krevur av okkum
- um vit skulu verða verandi
á hesum oyggjum - at vit
menna okkara nýhugsni og
kreativitiet, soleiðis, at vit
hava møguleikar at skapa
okkum nýggjar vinnur, eftir
sum umstøður og samfelag
broytast. Hetta krevur, at
vit hava borgarar, sum hava
ment síni kreativu evnir.
Uppgávan liggur í at skapa
eitt umhvørvi, har tónleikur,
list og aðrir úttryksformar
koma til sín rætt og fái loyvi
at mennast.
Eg vil fegin vera ein bý
ráðslimur, sum virkar fyri, at
Tórshavnar kommuna verður
ein kommuna, har menning,
vælferð og trivnaðurin hjá
øllum borgarum er í mið
deplinum.
Vís mær álit við at seta x
við Elin N. W. Tausen á lista
E tann 13. november.
Fyri tíð síðani varð eg
biðin um at stilla upp
til komandi býráðsval
á
Tjóðveldislistanum.
Hetta kom eitt sindur
óvart á meg, tí eg havi
ongantíð verið í nøkrum
politiskum arbeiði áður.
Eg ráðførdi meg tí við
familjuna, og gjørdist
skjótt greið yvir, at hetta
var eitt gylt høvi hjá mær
til betur at tæna teimum
hjartamálum, sum eg
havi, bæði í mínum dag
liga arbeiði og sum eg
eisini arbeiði fyri sum
privatpersónur.
Hesi hjartamál eru
serliga
tey
sokallaðu
bleytu virðini, og vil
eg virka fyri menning
innan tað sosiala økið.
Tað verið seg til dømis
innan barnaøkið, tey
ungu og eldraøkið.
Átrokandi er eisini
at bøta um støðuna hjá
teimum, sum detta úr
ALS-skipanini og hjá
teimum, sum fáa al
mannaveiting, nú løg
tingið hevur samtykt, at
frá 1. januar 2013 verða
forsorgarveitingar ikki
longur roknaðar eftir
tørvi hjá tí einstaka,
men verða fastar brutto
veitingar.
Eitt annað hjartamál
hjá mær er mentanin
og listin. Eg meti hesi
hava alstóran týdning í
nútímans samfelagnum,
og tí kundi eg eisini
hugsa mær at verið við
til at bøtt um korini hjá
tónleikinum, málninga
listini og ikki minst hjá
sjónleikinum í komm
ununi.
Svarið til Tjóðveldi
upp á fyrispurningin
um at stilla upp til
býráðsvalið var tí eitt
greitt ja, og tí fari eg
fram til valið at hava
nakrar smærri greinar
um nøkur av hesum
hjartamálum, sum eg
kundi hugsað mær at
arbeitt fyri.
Men hví so hasa yvir
skriftina?
Jú.
Tá
eg
hevði
ráðført meg við mína
familju, høvdu synirnir,
tvíburarnir Høgni og
Bogi nevnt fyri teirra
vinfólkum, at eg ætlaði
at stilla upp. Beinan
vegin var tað ein teirra,
sum var so hittinorðaður,
at hann kom við hesum
á Facebook. Takk fyri tað
Bjarni Kárason Peter
sen.
Hesi orð skulu vera
míni
slagorð
til
bý
ráðsvalið í Tórshavnar
Kommunu 2012.
Ta røttu at ráða? -
vel mammu Høgna og
Boga.
Ta røttu at
ráða? – vel
mammu
Høgna og
Boga
Elin N. W. Tausen
www.elin-nwt.tk
Hallbjørg Lamhauge
Setið í takksemi Tjóðveldi
á býarbussarnar alt árið!
Johan Mortensen
Valevni
Tað er paradoxalt at síggja
øll fólkafloksvalevnini prýða
okkara býarbussar í hesum
døgum. Fólkaflokkurin var
sum kunnugt sera lunkaður,
tá Tjóðveldi á sinni fór at
tosa um ókeypis busskoyring
í Havn.
At vit hava ókeypis buss
koyring hevur sera stóran
týdning fyri okkum øll í
Havnini og ikki minst hjá
barnafamiliunum.
Eisini
hevur henda tænasta vakt
ans uttanlands, har allir
býarplanleggjarar
nevna
stóra týdningin av kollektiv
ari ferðslu sum vegurin fram
ímóti einum grønum sam
ferðsluneti, har eisni nýtslan
av el-bussum skal mennast.
So havnarfólk, tað er
Tjóðveldinum tit skulu takka
fyri ókeypis bussarnar og
Tjóðveldisflokkurin fer eisini
frameftir at tryggja ókeypis
bussar. Fólkafloks cost bene
fit analysur sleppa ikki at
slakta hesa skipan !
Ein atkvøða fyri Tjóð
veldinum er TÍN atkvøða og
TRYGD fyri ókeypis bussar
næsta valskeið !
Tað er paradoxalt at síggja øll fólkafloksvalevnini prýða okkara býarbussar í hesum døgum