fríggjadagur 19. oktober 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
6
VIKUSKIFTI
spurdu meg eisini, hví eg vildi fara so
langt fyri Danmark, men tað er als ikki
tað, sum tað snýr seg um, sigur Heini.
Í hansara hugaheimi hevur støðan
hjá fólkinum í Afghanistan, hjá danska
fólkinum ella hjá herinum ikki stóra
ávirkan á menn, sum velja at fara í
kríggj. Teir fara, tí tað snýr seg um
kammeratskap og at vera trúgvur móti
sínum kammeratum.
– Eg hevði ikki funnið uppá at svikið
mínar kammeratar, tá ið vit umsíður
vóru bidnir um at fara í kríggj. Tað ger
mann bara ikki, sigur Heini.
Sprongdir í luftina
Í august 2009 var tíðin hjá Heina á
tryggu leguni í Bornholm liðug. Teir
fóru í býin í Bornholm eitt seinasta
kvøld, og so kom hernaðarflogfarið og
fleyg teir til Kabul. Herfrá gekk leiðin
til høvuðsleguna Kamp Bastion, sum
er ein sera stór hernaðarlega, sum hev
ur pláss fyri 28.000 fólkum. Hon liggur
mitt í oyðimørkini í Afghanistan í tí
sunnara partinum av Helmand lands
partinum. Tí eru hermenn úr fleiri
londum savnaðir her.
Nú gjørdist veruleikin brádliga
álvarsamur, og teir funnu seg sjálvar
hinumegin fíggindans mark.
– Eg hugsaði ikki um, at eg kundi
doyggja ella koyra á eina minu og missa
armar og bein. Ikki tá – men eg gjørdist
klókari seinni, greiðir Heini frá.
Eftir 11 døgum í Kamp Bastion
skuldu Heini og hansara kammeratar út
á eina legu, sum eitur Barakzai. Hendan
legan er munandi minni og meira opin
enn Kamp Bastion, og hon er tættari
við fíggindan og gevur hermonnunum
møguleikan at hava eftirlit við, hvat
fyrigongur í Taliban hernaðarliðnum.
Samstundis er hendan legan ótryggari,
tí fíggindin er tætt við, og ein veit
ongantíð, hvat kann henda har.
Men bert fáar metrar frá leguni
hendir nakað púra óvæntað. Heini
hevði tikið sínar oyraproppar úr, tí
hann sá sínar vinmenn longri frammi
og hugsaði, at nú var trygt. Men so var
ikki – teir høvdu koyrt á eina minu.
– Eg minnist bara eitt øgiligt buldur,
og at vit vóru sendir fleiri metrar upp
í luftina. Sandur var allastaðni, og eg
hoyrdi einki. Tá ið eg raknaði við, nam
eg við míni bein fyri at tryggja mær,
at tey vóru har enn. Síðani rópti eg á
teir báðar, sum sótu aftanfyri meg, fyri
at vita, um alt var í lagið. Men tá eg
so hugdi at Kris, sum koyrdi, sá eg, at
hansara høgra lærbein stakk út, og at
beinið var dottið av, og at vinstra bein
hekk í einum tunnum tráð frá knænum
og niður, greiður Heini frá.
Heini gav vinmanninum morfin og
sendi boð eftir hjálp. Og tá ið tyrlan
kom fram, og greitt var, at eingin onnur
mina var rundan um teir, tóku teir vin
mannin úr bilinum.
– Tá ið Kris varð tikin úr bilinum
róptu teir á meg um at finna hansara
bein. Tað lá eftir í sprongda bilinum,
sigur Heini.
Ein Black Hawk tyrla var komin eftir
teimum, og stóra tyrlan fekk sandin
at flúgva runt um oyruni á Heina.
Men í øllum ruðuleikanum fann hann
beinið hjá vinmanninum og skundaði
sær aftur til tyrluna. Illgruni var um,
at okkurt var hent við rygginum hjá
Heina, so hann varð lagdur á eina børu
og borin umborð á tyrluna, har hann
svímaði.
Tá ið hann raknaði við aftur, vóru teir
heima á høvuðsleguni í Kamp Bastion –
í tryggum hondum. Vinmaðurin Kris lá
á sjúkradeildini á leguni, og hann hevði
mist bæði beinini.
– Eg setti meg undir liðina á Kris
á sjúkrahúsinum, og eg helt í hansara
hond í fleiri tímar. Eg havi ongantíð
grátið so nógv sum tann dagin og ta
náttina, greiður Heini frá.
Tað ringasta hendan dagin var tó, at
Heini hugsaði um sína familju heima
í Vági, og hvussu tey mundu hava tað.
Hetta hendi umleið klokkan 05.30 før
oyska tíð, og tí fekk mamma Heina eina
uppringing frá herinum um náttina, har
greitt varð frá, at Heini hevði verið í
einari vanlukku.
– Eg slapp ikki ígjøgnum til mammu
sjálvur. Eg hugsaði bara, hvussu hon
mátti hava tað, og eg vildi so fegin siga
henni, at eg hevði tað gott.
Tá ið Heini umsíður fekk fatur á
mammu síni, var hon skelkað.
– Eg segði umaftur og umaftur við
hana, at eg hevði tað gott, men hon var
framvegis púra skakað, sigur hann.
Vildi aftur í hernað
Heini fekk lítlan skaða í ryggin hendan
lagnudagin, tá ið ein mina brast undir
teimum. Tað førdi við sær, at ein fysio
terapeutur valdi at halda Heina í Kamp
Bastion í nakrar dagar, meðan hinir
vinmenninir fóru út aftur til Barakzai.
Tað var ræðuligt at vera einsamallur
á leguni.
– Eg sendi boð til kapteinin hjá mær
og spurdi, um hann kundi syrgja fyri,
at eg slapp út aftur til hinar. Tað var
ógjørligt at koma víðari frá hendingini
einsamallur, og tí hevði eg tørv á at
síggja mínar kammeratar og fáa stuðul
frá teimum, greiður Heini frá.
Hetta varð játtað honum, og bert
fáar dagar eftir ólukkuna fór hann aftur
til Barakzai.
Hóast hendan hendingin var sera
skelkandi fyri Heina, so var hon ikki
nóg skelkandi til at fáa hann at venda
sínum kammeratum bakið.
Ein onnur hending fekk tó Heina til
at broyta hugsan.
– Tá ið ein av mínum besti vin
monnum, Mark, gekk á eina minu beint
uttanfyri leguna og misti bæði beinini,
fekk tað meg at hugsa, at um tað kann
henda fyri hann, sum heilt avgjørt var
okkara besti maður, so kann tað henda
fyri øll, sigur hann.
Heini hitti sínar vinmenn, Mark
og Kris, tá ið hann kom heim aftur
úr Afghanistan. Tá varnaðist hann,
at hóast hann kom aftur í sama líki,
so hevði tíðin í Afghanistan oyðilagt
teir framtíðardreymar, sum hansara
kammeratar høvdu.
Minnini, sum ongantíð fána
Tá ið tað gerst kvirt í íbúðini á Vest
amager, og Heini gerst einsamallur við
sínum tonkum, tá leitar hann altíð aftur
til tíðina í Afghanistan. Tankarnir um
heimagjørdu minuna, sum kundi tikið
lívið av teimum øllum, rennur honum
ofta í huga. Og sálarsjúkan, sum vit so
mangan hoyra um, post traumatiskt
strongd, er eisini ein veruleiki, sum
Heini má liva við. Tá ið hann kom aftur
til síni vinfólk í Vági, longdist hann
aftur til Bornholm. Har, sum øll skiltu
hansara hugsanir.
– Fyrstu tíðina megnaði eg als ikki at
fara í dans. Har vóru so nógv fólk, og eg
kendi meg ótryggan. Samstundis dugdi
eg ikki longur at tosa við fólk um teir
føroysku trupulleikarnir, sum brádliga
tóktist mær púra uttan týdning, greiðir
Heini frá.
Onkuntíð, tá ið Heini vaknar um
náttina, veit hann ikki, hvar hann er.
Hann kann gerast bangin og halda seg
vera afturi í krígsherjaða Afghanistan,
har sum fíggindin ongantíð er langt
burturi.
– Eg trúgvi ikki, at nakar persónur,
sum fer í kríggj, kemur aftur óbroyttur.
Vit halda sjálvandi, at tá ið onkur
skjýtur eftir mær, so fari eg at vera
raskur og púra klárur í høvdinum, men
veruleikin er, at ein ongantíð er á einum
lægri støði, enn tá ið onkur roynir at
drepa teg. Tú ert ikki sum hetjurnar í
filmunum. Tú klárar illa nokk at hugsa
teg um, greiður Heini frá.
Tá ið Taliban skutu eftir Heina og
hansara kammeratum, so skutu teir
aftur. Men um hann tók lívið av onkr
um, veit hann ikki.
– Eg eri glaður fyri, at vit altíð bard
ust við ein fígginda, sum var nógvar
metrar burturi. Eg trúgvi ikki, eg
nakrantíð hevði gloymt tað, um eg sá,
at ein patrón hjá mær fór ígjøgnum
høvdið á einum øðrum persóni. Fíggindi
ella ikki, sigur Heini.
Tá ið Heini tekur samanum tíðina í
Afghanistan, sigur hann, at tað var sera
hart. Fimm vinmenn hansara doyðu,
meðan fleiri vóru særdir.
Ongar hetjur í herinum
5. september er flaggdagurin hjá danska
herinum. Tá vera allir hermenn heiðr
aðir sum hetjur. Men hvør er hetjan,
spyr Heini.
– Eg kenni ongan, sum fer til
Afghanistan fyri at blíva ein hetja. Vit
fara fyri at verja okkara kammeratar
og fyri at vísa okkara æru, sigur Heini,
sum als ikki kennir seg sum eina hetju
eftir sína krígstíð.
Heini hyggur ikki longur eftir krígs
filmum. Hann hevur funnið útav, at
eingin er so harður, sum teir í film
unum. Og nú hevur hann sagt farvæl
við herin. Hann hevur framvegis ein
sáttmála við danska herin, men um
stutta tíð byrjar hann á løgregluskúla,
tí hansara dreymur er nú at fara heim
aftur til Vágs, sum løgreglumaður. Men
óansæð hvussu nógv ár Heini leggur
millum seg og tíðina í Afghanistan, so
er hann vísur í, at minnini um minuna,
um vinmenninir Kris og Mark, og um
teir deyðu kammeratarnir í Afghanistan
ongantíð fara at fána.
mynd: Ólavur J. Hansen
myndir: privatar