fríggjadagur 19. oktober 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
7
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Umleið 15.000 fólk leitaðu sær seinasta vikuskiftið til
barnamessuna Underbarabarn í Stockholm. Har verður
tað seinasta innan klæði, røkt og innrætting til børn
víst fram. Her er eitt sindur av tí, sum vit sóu á messuni
Pottarnir síggja ikki út, sum
teir áður gjørdu. Hendan
dunnan er frá Fischer Price.
Merkið Stokke er mest kent fyri sín stólar, men nú geva tey BabyBjørn
eina avbjóðing og hava gjørt ein berisela, ið kann nýtast á tríggjar
ymiskar háttir, líka til barnið er trý ára gamalt. www.stokke.dk
Nógv fittlig barnarúm vóru víst.
Hesi eru gjørd av bofinken.com
Heklaðu puntarnir vóru nógv at síggja.
Tað nýggjasta
til tey minstu
Ger tína egnu lampu. Vel eitt mynstur ella egna
mynd og sniðgev eina lampu, sum bara tú eigur.
Er at fáa í ymiskum støddum. www.designalamp.se
Flott babytaska frá
merkinum Littlelephant.
Visualight eru litríkar led-lampur, ið eru
lættar at festa á barnavognin, súkkluna ella
ryggsekkin, so at barnið sæst betri í ferðsluni.
Tey dugnaligu, sum sjálvi gera mat til tey yngstu,
kunnu nú frysta matin í hesum formunum.
Teir eru gjørdir úr silikon og passa í tey vanligu
matgløsini. www.barnmatsburken.se