fríggjadagur 19. oktober 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
8
VIKUSKIFTI
Bakgrund
Janus á Ryggi
post@sosialurin
Í hesum døgum kemur bók út, sum
hevur vakt stóran ans kring allan heim.
Rithøvundurin er amerikumaðurin
Eben Alexander, ið hevur starvast sum
heilakirurgur og granskari á Harvard
Medical School í USA. Tað serstaka
við Eben Alexander er ein uppliving,
ið hevur kollvelt hansara fatan sum
heilagranskari – av heila, tilvitsku
og sál. Í 2008 fekk hann staðfest eitt
sjáldsamt slag av meningitis, ið legði
stóran part av heila hansara lamnan,
við tí úrsliti at hann skjótt fall í óvit.
Læknarnir bóru ótta fyri, at gongdin
bert gekk ein veg, men eftir sjey dagar
raknaði Eben Alexander við úr koma,
við eini søgu greiða frá.
Ein sonvend nærdeyða uppliving
hevði verið honum fyri. Og sambært
honum kundi hendan ikki greinast við
vanligari heilavísind, tí tann parturin
av heila hansara, ið var raktur, vanliga
ikki hevur møguleika at minnast eftir
eitt slíkt koma. Sjálvur hevur Eben
Alexander ført fram, at hann kom í
samband við eina guddómliga dimen
sión. Hansara søga minnir nógv um
søgurnar hjá øðrum, ið hava fingið
nógva rúmd í fjølmiðlunum seinnu
árini. Søgurnar snúgva seg ofta um
eina ferð úr likaminum, guddómligt
ljós og samrøður við avvarandi, ið eru
deyð frammanundan.
Vísindaliga umhvørvið hevur
annars vanliga tvíhildið um, at nær
deyðaupplivingar bert kunnu roknast
sum ein illusión, sum heilin spinnur,
tá endin nærkast. Men sambært Eben
Alexander eru siðbundar material
istikar frágreiðingar ikki nøktandi til
at greina tað, sum honum var fyri. Tí
sambært honum ber ikki til at hava
skarpar og livandi upplivingar í tí
støðu, hann var í, uttan so at heili og
sinni kunnu atskiljast. At vit so ella
so hava eina sál, ið kann liva óheft
av støðuni hjá heilanum. Og tað
hevur elvt til nógv kjak, tí talan er
um útsagnir frá einum virdum heila
lækna.
Nógvir skeptikarar
Tað skortar ikki við skeptikarum.
Nógv eftirspurdi bretski skeptikarin
og sálarfrøðingurin Susan Blackmore
hevur ført fram, at hugmyndin um
eitt »eg« innaní er ein illusión, ein
málslig konstruktión, tí veruleikin
er, at vit eru ein bunki av neorunum
uttan nakað kjarnupunkt – heilin
sjálvur gevur okkum ta fatan, at
talan er um eitt »eg«, men hetta er
ikki veruleikin, førir hon fram. Og
heilakemi er, sambært henni, væl
egnað at greina hesar annars at síggja
til andaligu upplivingar.
Eitt nú ber til, sambært henni, at
greina fyribrigdi við ferðini ígjøgnum
ein tunnil við einum ljósi í endanum,
sum nógv greiða frá, við manglandi
súrevni. Manglandi súrevni elvir til,
at sjónskyknurnar, sum í mestan mun
eru miðsavnaðar, geva tær eina fatan
av, at tú gongur ímóti einum ljósi, tí
uttaru sjónkyknurnar ikki longur
eru eins aktivar. Og sterkar kenslur
av onkrum góðum og guddómligum
kunnu sambært Susan Blackmore
greiðast frá við, at heilin útloysir eina
rúgvu av endorfinum, sonevndum
vælveruhormonum, tá heilin sansar, at
endin nærkast og manglar oxygen.
Sostatt greiða skeptikarar frá hes
um upplivingum við at vísa á, at
heilin ger eitt seinasta sprell, tá hann
brádliga gerst tilvitaður um, at endin
er nær. Upplivingarnar verða hildn
ar at fyrikoma annaðhvørt í teirri
løtu, heilin er við at missa tilvitan,
ella heilin er við at nærkast tilvitan
aftur, tá ein sjúklingur er um at
rakna viðaftur. Ein sonevnd border
line støða millum lív og deyða. Men
nakrir granskarar lata seg ikki nerva
av hesum atfinningum, og teir halda
seg hava góðar ábendingar um, at
upplivingarnar staðfesta, at vit hava
eina sál, ið kann liva óheft av heil
anum. Hesir tulka upplivingina hjá
Ebert Alexander og øðrum sum ver
andi veruligar.
Lív handan deyðan?
Bruce Grayson, sálarlækni á
University of Virginia í USA, er ein
teirra, ið hevur granskað mest í nær
deyðaupplivingum. Og sambært
honum er talan um eitt fyribrigdi, ið
gongur tvørtur um mentanir, og sum
er at finna langt aftur í tíðini. Sjálvur
hevur hann gjørt samrøður við eina
Sálin er ein illusión, einki meir enn úrslitið av einum bunka av
heilaneuronum, ið gongur til grundar, tá heilavirksemið steðgar, siga
skeptikarar. Men seinnu árini hevur ein lítil, men sannførdur, bólkur av
vísindafólkum sett spurnartekin við hetta uppáhald. Og eins og flestu
átrúnaðir eru hesi opin fyri, at tilvitskan heldur áfram eftir deyðan
Er lív eftir
deyðan?
veruleikin er, at vit eru ein bunki av neorunum
uttan nakað kjarnupunkt – heilin sjálvur
gevur okkum ta fatan, at talan er um eitt
»eg«, men hetta er ikki veruleikin