Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 19. oktober 2012 9 VIKUSKIFTI ørgrynnu av fólkum, ið halda uppá, at slíkar upplivingar hava verið teimum fyri. Hann hevur víst á, at nøkur felags­ eyðkenni kunnu staðfestast í flestu upplivingunum. Eitt nú upplivingin av at fara úr likaminum og síggja seg sjálvan, at hitta avvarðandi sum eru deyð, at síggja guddómligar verur av ymsum slag og ein kensla av friði og kærleika. Sambært Bruce Grayson eiga vit at taka upplivingarnar í álvara, tí tær hava so stór felagseyðkenni tvørt­ur um mentanarmunir. Spyrjast kann til dømis, hví heilin júst skuldi valt avvarðandi, sum eru deyð og ikki onnur, um talan bert var um illu­ siónir. Aðrir granskarar arbeiða við at staðfesta, júst nær hesar upplivingar fara fram, tí um tær fara fram, tá sjúk­ lingar eru kliniskt deyðir, og heilin er hildin uppat at virka á nøkrum stigi, sum vísindin kennir til, gevur hetta ábendingar um, at tilvitanin kann halda áfram tá heilin er óvirkin. Tveir slíkir granskarar eru Sam Parnia, bretskur hjartalækni, og Peter Fennick, neurosálarfrøðingur á Kings College í London. Teir hava miðsavnað seg um dømir, har sjúk­ ling­ar kunnu staðfestast kliniskt deyðir – uttan heilavirksemið - men har tað síðani hevur eydnast læknum at fáa lív í teir aftur í evstu løtu. Teirra gransking staðfestir, at nógvir av hes­ um sjúklingum eisini kunnu greiða frá løgnum upplivingum. Teir spyrja tí: hvussu kann heilin hava upplivingar, tá einki virksemið kann staðfestast? Um hetta er veru­ ligt, gevur tað ábendingar um, at heilin kanska ikki skal skiljast sum framleiðari av okkara tilvitan, men kanska heldur sum móttakari av til­ vitsku – sum kann halda áfram uttan­ fyri heilan, føra Sam Parnia og Peter Fennick fram. Kvantifysikk og aldargamlir spurningar Men hvat er sálin ella tilvitanin? Og hvar er sálin? Eitt heldur óvæntað boð kemur frá Stuart Hameroff, gransk­ ara í tilvitan á University of Arizona í USA. Hann hevur vent sær til kvanti­ fysikkina í eini roynd at finna eitt svar. Sambært honum eru evarska smáir strukturar at finna innast í okk­ara heilakyknum, ið kunnu greiða frá, hvussu okkara heili djúpast sæð megnar at flyta informatión millum heila­kyknir – neuronir. Hesir struk­ turar virka á kvantifysiskum grundar­ lagi, er hansara boð. Fyri okkum deyðiligu er kvanti­ fysikk torført at skilja, men talan er um eina løgna verð, ið framvegis er alisfrøðingum ógvuliga gátufør. Eitt nú vísa alisfrøðingar á, at á mole­ kylerum stigi kann ein eind vera á tveimum støðum samstundis. Og at øll atomir í alheiminum so ella so hanga saman. Boðið hjá Stuart Hameroff er tí, at um okkara tilvitan er til á hesum grundleggjandi stigi, so kann tilvitanin halda áfram saman­ hangandi onkra aðrastaðni í alheim­ inum – aftaná at heilin er hildin uppat at virka. Við hesum vil Stuart Hameroff vísa á, at sinni ikki neyðturviliga er tengt at okkara deyðiligu heilum. Og sambært honum er hetta besta frá­ greið­ingin uppá, at fyri mong eru nærdeyðaupplivingar ein kensla av at fara úr likaminum. Frágreiðingin hjá honum er sjálvandi bert ein ástøði mill­um nógv ástøðir, ið royna at greina gátuna um okkara tilvitan. Men kjakið um nærdeyða­upp­liv­ ingar nemir við nakrar av teimum mest grundleggjandi spurninginum menniskju seta: Hvørji eru vit og hvat ger okkum til tað vit eru? Er okk­ara persónsmenska, tá saman­um­ kemur, bert eitt úrslit av materiell­um heilavirksemið ella ber til at argu­ mentera fyri, at okkara sinni kann halda áfram aftaná at heilin heldur uppat rigga? Og hvussu kann ein materiellur heili, ið er samansettur av nærum óendaligum heilakyknum, skapa eina samanhangandi tilvitan, ið setir spurningar um tilveruna og sín egna eksistens? Hetta eru alt gátur, ið hava plágað heimsspekingar ígjøgn­ um nógvar øldir – og sum framvegis halda summar granskarar vaknar um næturnar. Sambært Eben Alexander, heilalækna, eru siðbundar materialistikar frágreiðingar ikki nøktandi til at greina tað, sum honum var fyri. Tí sambært honum ber ikki til at hava skarpar og livandi upplivingar í tí støðu, hann var í, uttan so at heili og sinni kunnu skiljast at