Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 19. oktober 2012 10 VIKUSKIFTI Søga Árni Joensen arni@sosialurin.fo Søgan sigur, at Julius Cæsar bleiv álopin og myrdur tann 15. mars í árinum 44 fyri Kristi føðing. Hendingin hevur fingið nógva umrøðu í søguni og í klass­iskum frásagnum, men granskarar hava saknað eitt fornfrøðiligt prógv, sum kundi vísa, hvar hendingin fór fram. Nú er ein nýggj sponsk frágreiðing kom­in, og sambært henni hava forn­ frøð­ingar funnið tey fyrstu ítøkiligu prógv­ini fyri morðinum. Í frágreiðingini stendur, at forn­frøð­ ingar hava grivið ein tríggjar metrar langan og 1,7 metur breiðan ferhyrning leysan, og at teir eru rættiliga sannførdir um, at tann næsti keisarin, Augustus, setti kassan har sum eina fráboðan um, at hann fordømdi drápið á undanmann sín. Hava saknað prógv Ferhyrningurin stendur í Curia, ið eisini er kent undir heitinum The Theater of Pompey, og sambært teimum klassisku høvundunum bleiv Cæsar myrdur har. – Vit hava altíð vitað, at Cæsar varð myrdur í Curia tann 15. mars í 44 fyri Kristi frøðing. Tað síggja vit í teim­um klassisku frásagnunum, men higar­til hava vit ikki havt nakað ítøk­ iligt prógv fyri, at hetta var so, sigur spanski spanski granskarin Antonio Monterroso við Fornfrøðingarnir kanna eisini aðrar minnisvarðar har um vegir. Eitt nú kanna teir Hecatostylon ella Portico of the Hundred Columns fyri at vita, um nakað samband er at síggja millum tað, sum fornfrøðin er komin til, og hvussu listin hevur lýst hendingina. Morðið Eftir at hava tosað um tað leingi samdust nakrir fíggindar hjá Julius Cæsari við Cassius og Junius Brutus á odda at beina fyri Cæsari tann 15. mars. Tann dagin skuldi Senatið halda fund, og av tí at hetta var seinasti fundur, áðrenn Cæsar skuldi á eina langa herferð ímóti persum, mátti drápsætlanin fullførast tann dagin. Tá fundurin skuldi byrja, fór Cæsar inn í salin og setti seg í tann gylta stólin. Fíggindarnir, sum fjaldu sínar knívar innan fyri klæðini, savnaðust rund­an um hann. Ein teirra gjørdi tekin, og sum tann fyrsti rendi Casca sín knív í ryggin á Cæsari. So lupu allir hinir á og stungu hann. Tá Cæsar fekk eyg­að á Junius Brutus, sum hann kendi væl, segði hann tey kendu orðini »Et tu, Brute!« (Eisini tú, Brutus mín). Hetta vóru hansara seinastu orð. Tá høvdu teir stungið hann 23 ferðir. Fornfrøðingar halda seg nú hava funnið tey fyrstu ítøkiligu prógvini, sum vísa, hvar rómverski einaræðisharrin Gajus Julius Cæsar doyði Her bleiv Julius Cæsar myrdur Her í Torre Argentina í Rom varð Julius Cæsar myrdur fyri 2056 árum síðani Standmynd av Julius Cæsar Soleiðis lýsti listamálarin Vincenzo Comuccini hendingina, tá Cæsar beliv myrdur