fríggjadagur 19. oktober 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
11
VIKUSKIFTI
Hví átók tú tær
at verða leiðari
fyri Reyða Kross
handlinum?
Fekk starvið í boðið,
júst tá eg fór frá
sum skúlaleiðari,
og eg helt tað
ljóða spennandi
og avbjóðandi.
Hvørjar eru tínar uppgávur í tí sambandi?
Uppgávurnar eru mest organisatoriskar – gera
arbeiðsætlanir, ársætlanir, søluátøk og annars
hava ábyrgdina av, at fólk er til handilin.
Vitja nógv fólk handilin?
Eitt sindur ójavnt, alt eftir árstíðíðunum, eitt
nú er nógv vitjan um summarið, tá ferðafólk
vitjar landið – og so serliga til jóla – men alt í
alt kemur nógv fólk á dyr – í øllum aldri.
Tú undirvísir framvegis hóast
tú ert farin frá – Hví?
Tí mær dámar so væl at undirvísa!
Hvussu heldur tú teg í form?
Lat meg heldur siga, at eg havi altíð
eina ætlan at koma í betri form.
Hvat ger tú í frítíðini?
Rokist altíð við okkurt! Mær dámar sera væl
at gera mat, eg máli eitt sindur, lesi eina
rúgvu og havi barnasjónleikarskúla.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ov lítið.
Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól
á strondini ella til aktiva feriu?
Aktiva feriu –helst í Norðurlondum – havi
ongantí verið sólferiu sunnanfyri.
Hvat er tín lívrættur?
Hatta er ein ringur spurningur, mær dámar
alt – men gott langtíðarstokt lambskjøt og
heimagjørdur ísur omaná, tað er ikki so galið.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Føroyskum sendingum, tíðindum og krimi.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Tað kemur ann
uppá lagið, annars
dámar mær sera
væl fólkatónleik og
lættan jazztónleik.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Beint nú liggja tvær. Eag V. Hansen - Læsetrappen,
ein bók um at læra børn at lesa, og Helene
Tursten – Det lunefulde net, ein krimi.
Nei, eg sigi sum er. Eg fati heldur
ikki, hví føroyingar í øðrum
londum ikki koma heim aftur,
ella flyta til Føroya.
Tað er og verður óskiljandi.
Ein gáta uttan nakað líkinda svar,
hóast væl er leitað eftir svarinum.
Tí her er so nógv at koma til.
So nógv gott.
Vit hava eitt nú 60 kirkjur í
Føroyum og fimm ferðir so nógv
samkomuhús og bønhús, men
bara trý almenn pisshús.
Vit hava ein biograf, sum vísir
allar knallperlurnar úr Holly
wood sama dag, sum tær verða
vístar í Danmark. Hvat bagir?
Komið aftur.
Vit hava eitt Forboðsráð, sum
forðar okkum í at oyðileggja
heilsuna og lívið sum heild við
gleði, brennivíni og tubbakki,
men ikki við feitti og sukri.
Turt tvøst og lakasaltað spik
drepur teg. Men ikki donsk pylsa
og tveir litrar av kola afturvið.
Gott, at vit hava COtvey
mannin og Forboðsráðið.
Hví rýma fólk úr einum landi,
har sum ringasta sálarsjúkan er
religión?
Onga staðni eru so nógv, sum
vilja lofta tíni glataðu sál við
einum góðum tilboði um einvegis
ferðaseðil til Himmals í staðin
fyri til Danmarkar. Ókeypis
ferðaseðil uttan avgjøld.
Fólkaræði er í Føroyum. Eitt
so væl útbygt fólkaræði, at stórur
minniluti, 6,2 prosent, ræður við
hvørt, so aðrir minnilutar ikki fáa
rættindi, sum onnur hava.
Oyrasundsskarvur er flyti
fulgur og gorrar illa.
Føroyskur fiskur fer óvirkaður
av landinum.
Føroyingar fara virkaðir av
landinum.
Fólk rýma. Fosturtøka er
nakað heavy shit. Hvar er For
boðsráðið? Børnini vilja sjálvi
sleppa at avgera, nær tey rýma
úr móðurlívi, og tá skal tað vera
á lívi. Og minnist til at spyra
jarðarmóðurina um barnaváttan.
Almannaváðaverkið hevur
einans hurð, sum øll skulu venda
sær til. Men hon er ofta stongd.
Tí skulu tey neyðstøddu gjøgnum
hesa einum hurðina. Men tá
er ov seint kortini, tí bara fólk,
sum ganga aftur, duga at ganga
gjøgnum heilt fyri at søkja um
eyka jarðarferðarhjálp.
Einasti skúli uttan blámusopp
er lívsins skúli. Men í honum er
so nógvur annar lortur, sum fer
illa við heilsuni, bæði teirri hjá
sálini og teirri hjá likaminum.
Hví mælir Forboðsráðið ikki
til forboð móti at ganga í skúla.
Fullveldið skuldi koma í ár,
2012, og allar hinar visjónirnar
í 2015. Men Nyrup segði bø fyri
tíggju árum síðani, og Javnaðar
flokkurin hvarv.
Frælsisbardagin er settur á
standby. Og ríkisfelagsskapurin
gjørdist ævigur á bygd í Grøn
landi. Hvussu kann annars eittans
ríki vera ein felagsskapur?
Fýra lond skuldu vera í ríkja
felagsskapinum hjá Kaj Ova:
Føroyar, Danmark, Grønland og
Baklandið.
Ein makrelur er ikki ein
torva. Um nøkur ár verður bara
tann eini eftir at klandrast um.
Føroyingar fara at krevja høvdið,
15 prosent.
Føroyar, tit hava so nógv. Ein
útjaðara í menning, sum heldur
vil missa streymin í eina viku enn
at lata eitt ferðafólkaskip fara til
Havnar. Hvussu kundu tey vita,
at skipið hevði sett jólatræið upp
longu fyrst í september?
Vit hava fingið eitt stórt flog
far, so hálvthundrað prosent fleiri
kunnu rýma í senn. Ella koma
aftur í senn, í einum høggi.
Gamaní er heilsustøðan í
Føroyum líka ring sum í øðrum
menningarlondum. Men vit hava
Pál havi lov eitt Forboðsráð, sum
beinir okkum uttan um deild átta
og grøvina í nøkur ár.
Nógvir føroyingar rýma til
onnur menningarlond, trúboð
arar.
Sum hasin prentarin í Rituvík
segði: Jaligheit kann Satan
skoyna sær við.
Latið ei søguna doyggja.
Fortel eina góða.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Gunnvør Joensen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg rokist altíð
við okkurt
Tað sigur Gunnvør Joensen, ið ikki meira enn hevði
lagt frá sær sum fyrstilærari, áðrenn hon átók
sær leiðsluna av Reyða Kross handlinum. Hon heldur
eisini fram við at undirvísa, tí henni dámar tað, og so
hevur hon altíð eina ætlan um at koma í betri form
Her er gott at dansa
mynd: álvur haraldsen