Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-19, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 19. oktober 2012 14 VIKUSKIFTI Tann størsti Dagurin oktober19. Kanska standa Ali og Tyson hægri í hugaheiminum hjá teimum flestu. Men mált eftir úrslitum livir Evander Holyfield upp til eyknevni sítt. Hann er veruliga The Real Deal av øllum Luther verður doktari 19. oktober 1512 – fyri júst 500 árum síðani – verður Martin Luther doktari í gudfrøði. Luther hevur havt stóra ávirkan á dagsins trúðarsamfelag. Hann umsetti bíbliuna úr latíni, soleiðis at læran á hendan hátt kundi koma nærri fólkinum, og hóast beinleiðis forboð frá Leo tíggjunda, páva, helt hann áfram við arbeiði sínum. John le Carré 19. oktober 1931 varð David John Moore Cornweel borin í heim. Cornwell var í starvi hjá bretsku fregnartænastuni, og eitt av ítrivum hansara var at skriva spenningsbøkur. Triða skaldsøga hansara, The Spy Who Came in from the Cold, gjørdist ein altjóða metseljari, og eftr hetta segði hann upp á fregnartænastuni. Hann hevur gjøgnum árini fingið hópin av virðislønum fyri skaldskap sín, og eitt nú setti the Times navn hansara sum nummar 22 á listanum yvir mest týðandi bretsku høvundarnar nakrantíð. Nevaleikur Jákup Mørk post@sosialurin.fo Spyrt tú meiniga mannin – ella kvinn­ una – um navnið á einum av stóru tung­vekt­arunum í ferhyrnta ringinum, so er svarið helst Tyson ella Ali. Tey fæstu munnu svara Evander Holyfield, tó at júst dystirnir móti Tyson vóru við til at skapa legenduna um Holyfield. Hann hevur kansa heldur ikki sama mussa­skøði, sum Ali hevði, og neyvan hevur hann somu og ráu útstrálingina, sum Tyson hevði, tá hann var upp á sítt besta. Flestu serfrøðingar siga helst eisini, at Tyson bert kann takka sær sjálv­um fyri, at hann ikki sló øll met á yrkis­leið síni, men tað kann Holyfield nú heldur ikki lastast fyri. Hinvegin hevur Holyfield, síðani hann fyri 28 árum síðani boksaði sín fyrsta dyst, støðugt markerað seg sum ein framúr góðan boksara. Ein stríðs­ maður, sum altíð fyrireikar seg væl, og sum teknsikt og fysiskt hevur evnini at vinna á teimum bestu. Boksing hevur altíð rúgvað nógv í lív­inum hjá Holyfild. Yngstur av níggju systkjum er hann helst vanur við at stríðast fyri sínum, og sum 12 ára gamal byrjaði hann at venja í Atlanta, har hann og familjan vóru flutt. Longu árið eftir vann hann fyrstu kappingina, og sum 15 ára gamal var hann økismeistari í land­nyrðings­part­ inum av USA. Í 1984 var hann ein lýs­ andi stjørna innan nevaleik í USA, og tá hann varð úttikin til amerikanska OL-liðið, vísti dystarlistin 160 sigrar í 174 dystum. Ikki færri enn 76 av dyst­unum vann hann við knock-out, og tað er merkis­vert, tí dystirnir bert eru trý um­før, tá talan ikki er um pro- boksarar. Beint móti toppinum Talan gjørdist ikki um ætlaða gullið á leik­unum í LA. Mikið kjak stóðst um av­gerðina at kolldøma Holyfield í hálv­finaluni, men hóast bronsan var eitt vónbrot, so steðgaði hetta honum ikki, tá hann nú skifti status til yrkis- neva­leikara. Fyrstu fýra dystirnir var hann í lætt- tungvekt, men longu í 1985 flutti hann upp í cruiserweight, ið er vekt­bólk­ urin beint undir tungvekt. Kósin var snórabein móti tindunum, og tá hann á sumri 1986 basti Dwight Muhammes Qawi, hevði hann upp á bara 12 dystir vunnið sær heitið sum WBA-heims­ meistari. Trý ár seinni hevði Holyfield væl og virðiliga staðfest støðuna sum heimsins besti cruiservektarin í heiminum. Við WBA, IBF og WBC-beltinum (tey trý stóru boksisambondini) sum ogn, gjørdi Holyfield av at fara upp móti teimum heilt stóru dreingjunum. Og heldur ikki her gekk long tíð, áðrenn hann stóð á tindunum. Longu í 1990 fekk hann heldur óvænt­að møguleikan at taka øll trý HM-beltini. Buster Douglas hevði púr­ asta óvæntað vunnið á Tyson. Holyfield hevði longu beltið hjá WBC, og við at banka Douglas í gólvið í triðja um­ fari vann Holyfield eisini hini bæði beltini. Tað eydnaðsit at verja heitini móti gomlum kempum sum George Foreman og Larry Holmes, men móti krút­sterka Riddick »Big Daddy« Bowe gekk ikki longur. Dysturin gekk øll 12 um­førini, men Bowe vann upp á stig. Fyrsti ósigurin var nú veruleiki, men Holyfield er ikki maðurin, sum gevur upp. Bite night Annað eyknevni hansara er »The Warrior«, og stríðshuginum bilti einki. Tað eydnaðist at vinna beltini aftur frá Bowe, men í næsat dystinum mátti hann lúta fyri Michael Moorer. Hann tapti aftur móti Bowe í 1995, men størsti dysturin av øllum bíðaði enn fyri framman. Tað varð rópt fyri aldarinnar dystur, tá Holyfield og Tyson skuldu dystast um WBA-heitið, sum Tyson nú hevði. Talan gjørdist eisini um eitt brak av einum dysti, og í the Ring Magazine varð hesin kosin sum besti dystur á árinum í 1996. Tyson var stórfavorittur, men Holyfield megnaði at halda seg frá krútsterka mótstøðumanninum. Tyson hevði ikki orkuna til 12 harðar um­ gangir, og tí 11. av slagnum var liðugt. Tyston reistist ikki aftur. Á sumri í 1997 helt heimurin aftur ondini. Men heldur enn framúr nevaleik varð úrslitið hesaferð ein dystur, sum varð kendur fyri alt annað. Tyso nhevði gramt seg um, hvussu nógv Holyfield stútaði í fyrra dystinum teirra millum. Og sjálvur helt hann fast um, at hetta var orsøkin til hendingina, sum eftir dystin fekk alla umrøðuna. Flestu eygleiðarar vóru tó á einum máli um, at Tyson hesa ferð varð fullkomuliga útboksaður, og at tað tí var í berari frustratión, at hann beit eitt petti av oyranum hjá Holyfield. Dómarin kolldømdi Tyson, Holyfield var framvegis meistari, og hugtakið »Bite Night« var veruleiki. Tann størsti – men slitin Hóast árini vóru farin at merkjast, so gavst Holyfield ikki. Dystirnir móti Lennox Lewis vóru gølukendir, tá øll uttan dómararnir hildu Lewis hava vunn­ið fyrra dystin, sum varð dømdur javnur. Lewis basti tó Holyfiels seinni í ’99, men aftur reistist stríðsmaðurin. Mohammed Ali hevði leingi støðuna sum tann einasti, ið hevði vunnið heimsmeistaraheitið tríggjar ferð­ir, men tá Holyfield í 2010 – 47 ára gamal – steðgaði Francois Botha, hevði hann fýra ferðir verið heimsmeistari í tung­ vekt. Eingin yvir, og eingin við síður­ nar av. Seinnu árini hava dystirnir kanska ikki verið heilt so spektakulerir. Hálva øldin, sum júst í dag er veruleiki, nærk­aðist við fullari ferð. Tey kritisku tvíhildu um, at vána fíggjarstøðan hjá Holyfield var einasta orsøkin til fram­ haldandi dystir, meðan boksarin sjálvur segði, at hann bara vildi prógva, at hann framvegis var tann besti. Higar til seinasti dysturin varð boksaður í kon­sert­húsinum í Ørestad, og tað var kanska freak-factor heldur enn nakað annað, sum fylti salin, tá Holyfield og Brian Nielsen vóru 10 umfør í ringinum. Holyfield vann dystin,men hóast Nielsn hevði verið burtur frá ítróttini í fleiri ár undan dystinum, so gekk hann øll 10 umførini. Og tað tænti ikki Holyfield til stórvegis heiður.