fríggjadagur 19. oktober 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 19. oktober 2012
15
VIKUSKIFTI
Seinnu árini hevur Evander Holyfield
verið offur fyri ákærum um, at hann
hevur nýtt ólóglig stimbrandi evni.
Felagið, Applied Pharmacy Services,
sum heldur til í Alabama, er í dag á
ákærubeinkinum fyri at hava hjálpt
fleiri ítróttarstjørnum við at fáa fatur á
ólógligum stimbrandi evnum – eitt nú
vakstrarhormonum. Og ein ónavngivin
kelda setti í 2007 Holyfield í samband
við fyritøkuna.
Navnið á Holyfield var ikki at finna
í skjalagoymslunum hjá fyritøkuni.
Men í yvirlitinum yvir viðskiftafólk var
ein Evans Fields. Hesin hevði sama
føðingardag sum Evander Holyfield,
og bústaðurin var nærum tann
sami. Og tað var eingin annar enn
Holyfield sjálvur, ið tók telefonina, tá
kanningarliðið ringdi nummarið, ið var
listað undir navninum hjá Fields.
Sjálvur tvíheldur Holyfield um, at
hann er ósekur í ákærunum. Hann
sigur, at hann nú fer at seta sítt egna
kanningarlið, soleiðis at hann kann
prógva, at hann er ósekur.
Doping-
illgruni
Svartur mánadagur
Partabrævamarknaðurin fer í svart hendan dagin í 1987. Vísitalið, Dow Jones, fellur ikki
minni enn 22%, og kring allan heimin eru íleggjarar skelkaðir. Serfrøðingar vístu eftir
hetta á, at ein av stóru orsøkunum var spekulatiónshandil, ið fyri tað nógva var grundað
á skjótar útrokningar, sum nýggja tøknin kundi hjálpa við. Hetta førdi til stóra øking
í talinum av handlum, og ein avleiðing var ein hækkandi partabrævakursur, sum ikki
endurspeglaði tað, sum fyritøkurnar á marknaðinum veruliga vóru verdar.
Hussein í rættin
Tann 19. oktober 2005 byrjaði rættarmálið móti fyrrverandi irakska einaræðisharranum,
Saddam Hussein. Hussein var forseti í Irak frá 1979 til 2003. Longu í 1972 var hann ein av
oddafiskunum, tá Russland og Irak gjørdu samstarvsavtalu um gransking í evnafrøðiligum
vápnum, og øll árinin undir einaveldi hansara var illgruni um nýtslu av slíkum vápnum. Eftir
fleiri ára trýst varð ein innrás gjørd í Irak í 2003, og at enda varð Hussein sjálvur funnin og
handtikin, so hann kundi til svars fyri krígsbrotsverk síni og brot á altjóða mannarættindi.
Evander holyfield er einasti
nevaleikari, ið fýra ferðir
hevur verið heimsmeistari
í tungvekt. Eingin yvir, og
eingin við síðurnar av