leygardagur 27. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 61 - 27. mars 2004
Nr. 61 - 27. mars 2004
3
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, fekk miku-
dagin handaða
gullnál Ítrótta-
sambands Føroya
ÍTRÓTTUR
Tíðindaskriv
Tað er siðvenja, at løgmað-
ur er verji hjá ítróttini.
Ítróttasamband
Føroya
heitti herfyri á Jóannes
Eidesgaard, løgmann, um
at gerast verji hjá ítróttini.
Á lítlari samkomu í
Tinganesi mikudagin takk-
aði Heðin Mortensen vegna
Ítróttasamband Føroya løg-
manni fyri, at hann vildi
ganga umbønini á møti.
Tað hevur stóran týdning
fyri føroyska ítrótt her
heima og í altjóða høpi, at
Føroya Løgmaður er verji.
Ítróttasamband Føroya
fegnast um, at Løgmaður
vildi ganga umbønini á
møti. Eingin ivi er í, at løg-
maður við sínum royndum
sum íðkandi m.a. úr Tvør-
oyrar
Bóltfelag,
skilir
viðurskiftini hjá ítróttini og
vil virka henni at frama.
Løgmaður verji hjá ítróttini
Teitur var næstan ikki
til at kenna aftur, tá
hann mikukvøldið í
mestsum nýggjum
hami við nógv størri
orku og sjálvsáliti fór
á pallin frammanfyri
300 áhoyrarum
KONSERT
Rúnar Reistrup, Århus
"Taitur i Voxhall den 24."
Hendan setning, við al-
ternativa stavingarháttin-
um, sá eg herfyri av tilvild-
arligum ávum krutlaðan í
kalendaran hjá einari ung-
ari kvinnu í einum undir-
vísingarhøli á Universi-
tetinum í Århus.
Kendi hana ikki, men
spurdi kortini, um hon
ætlaði sær á konsert.
Ja, tað ætlaði hon sær.
Hon hevði ongantíð hoyrt
tónleikin og visti millum
null og einki um Teit. Men
hon hevði hoyrt, at hann var
skidego'.
Soleiðis endaði fonetiskt
stavaða navnið hjá Teiti í
kalendaranum
hjá
hesi
kvinnuni, eins og tað man
vera endað í mongum øðr-
um kalendara úr Europa til
Amerika.
Frumskógartrummur
Søgan er eitt lítið, men
ógvuliga, konkret dømi um,
hvussu Teitur í seinnu árini
seint, men støðugt, hevur
bygt sær eitt navn upp í
Danmark og aðrastaðni í
heiminum.
Ikki
við
reklamukampanjum, ikki
við at skrædla sín tónleik
niður í MTV-format, men
við at lata framførslurnar
tala, og frásagnirnar um
góðu framførslurnar ferðast
av munni til munn.
Soleiðis ber tað til, at
Teitur, sum seinast hann var
í Århus spældi á lítlu
alternativu Musikcafeini,
hesaferð spældi fyri eini
300 fólkum á Voxhall, har
kend nøvn eru gerandis-
kostur.
Longsul eftir
el-guitara
Tá Teitur seinast var á kon-
sertferð í Danmark, síðst í
november mánaði, tyktist
hann eitt sindur slitin og
troyttur av at hava spælt
hálvtannaðhundrað
kon-
sertin innanfyri fáar mán-
aðir.
Mikukvøldið var tað ein
Teitur fullur av orku og
sjálvsáliti, sum trein fram á
pallin, eftir at danski bólk-
urin Hush hevði hitað hon-
um áhoyrarafjøldina upp.
Fyrstu trý løgini fram-
førdi Teitur einsamallur við
kassaguitaranum. Hareftir
komu ein trummusláari og
føroyski bassisturin Mikael
Blak á pallin, og góvu
ljóðmyndini eitt skap, sum
passar Teiti minst líka væl
sum lítlu intimkonsertirnar
við kertuljósum á pallinum.
Og Teitur tyktist eisini at
vera glaður fyri at hava ein
bólk við sær. "Nu kan jeg
endelig få lov til at spille el-
guitar igen", segði føroyski
altjóða sangarin og legði
kassaguitaran
frá
sær.
Næstu løtuna líktist hann
meira tí lívliga frontfigur-
inum í Mark No Limits enn
friðarliga troubadurinum.
El-guitarin mátti skjótt siga
farvæl við ein strong, með-
an Teitur bar áhoyrararnar
ígjøgnum ein stóran part av
løgunum á fløguni og eisini
sang fleiri av hansara
nýggju løgum, ið ljóðaðu
sera trúgv mótvegis undan-
farnu fløgu, og sum uttan
iva vera at hoyra á næstu
fløguni.
Longu nú er eitt av løg-
unum útgivið. lagið nevnist
"Dreaming in Two Hour
Drives" og kann keypast
fyri ein dollara á heima-
síðuni www.itunes.com
Fulla skrá
Konsertin á Voxhall var
liður í einari konsertrøð í
Europa, sum Teitur fór und-
ir fyrr í mánaðinum. Í
kvøld, leygarkvøld, spælir
Teitur í Malmö, og mána-
kvøldið spælir hann í Vega í
Keypmannahavn.
Síðan
gongur leiðin aftur til Svø-
ríki, Noreg og til Holland,
áðrenn Teitur vendir aftur
til
"heimamarknaðin"
Norðuramerika. Í tíðar-
skeiðinum 16. til 24. apríl
skal Teitur hita upp fyri
Rufus Wainwright á yms-
um spælistøðum í Kanada.
Hareftir fer hann víðari við
síni egnu konsertferð í
USA allan mai mánað.
Næstu ferð Teitur vendir
aftur til Danmarkar verður í
summar, tá hann er partur
av
skránni
á
ársins
Roskilde Festivali.
Teitur treivst væl
saman við lítla bólki
sínum, sum umframt
Mikael Blak, ið
hómast á myndini,
taldi ein trummu-
sláara. Bólkurin var í
Føroyum og vandi
undan konsertrøðini í
Skandinavia og
Hollandi, ið heldur
fram næstu tær
vikurnar.
Mynd: Martin Dam
Kristensen
Teitur við
nýggjum
bólki og
nýggjari orku
C
M
Y
K
3
2
MENNINGARLEIÐARI VIÐ VISJÓNUM
Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at
vera brúkaravinaligasti peninga-
stovnur í Føroyum. Í Sparikassanum
starvast 172 fólk á 16 deildum kring
um í landinum. Á deildunum veita vit
ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur,
har aðalvirðini eru tryggleiki og
brúkaravinsemi. Á menningardeildini,
Yviri við Strond 2, starvast 8 fólk.
Reproz
Vit sóknast eftir leiðara til nýggju menn-
ingardeild okkara.
Menningarleiðarin gerst partur av einari
fyritøku við hugsjónum og málum innan
prosess- og produktmenning.
Fyritøkan skal støðugt mennast, so
Sparikassin eisini í framtíðini megnar at
veita kundunum framúr góða fakliga og
persónliga ráðgeving.
Fyri at røkka hesum málum krevst ein
góður og sjálvstøðugur menningarleiðari
við hóskandi útbúgving og royndum á KT-
og fyrisitingarøkinum. Ynskiligt er at um-
søkjarar hava royndir frá peningastovni,
projekt- og leiðsluroyndir.
Uppgávurnar hjá menningarleiðaranum
verða at hava dagligu leiðsluna og at skipa
arbeiðið á KT- og fyrisitingarøkinum.
Menningardeildin mennir og røkir tøkni-
liga samskiftið, virkisgongdir og tænastur
í tøttum samstarvi við stáps- og rakstrar-
deildir Sparikassans.
Menningarleiðarin hevur, við tilvísing til
stjórnina, ábyrgdina av KT- og fyrisitingar-
politikki Sparikassans – herundir strategi,
bygnaði, virkisgongdum og trygd innan
økið.
Trivnaðurin og arbeiðsgleðin millum
starvsfólkini hevur avgerandi týdning fyri
Sparikassan, og á hesum økjum skal
menningarleiðarin vera virkin.
Evnini at samstarva, samskifta og virka í
einum umhvørvi, sum støðugt broytist,
mugu vera góð. Vit ynskja okkum eina
eldsál, ið eggjar øðrum til og torir at ganga
á odda.
Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna
seg bæði fakliga og persónliga.
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til
Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðara,
tel 348510
marjun.eystberg@sparikassin.fo
ella til Marner Jacobsen, forstjóra,
tel 348571.
Umsóknir skulu verða Sparikassanum í
hendi í seinasta lagi mikudagin tann
7. apríl 2004. Tær skulu stílast til:
FØROYA SPARIKASSI
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Meiaríið
júst nú!!!
UMMÆLARARNIR:
“Snúðið, írskt
og myrkliga dragandi”
- Carl Johan Jensen, Fregnir
“Ein komedia við
biti og broddi”
- Høgni Djurhuus, Útvarp Føroya
“Dramatikkur á
høgum støði”
- Beate L. Samuelsen, Dimmalætting
“Far tær ein túr
oman á Meiaríið”
- Hans Kárason Mikkelsen, Sosialurin