Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 61 - 27. mars 2004 Nr. 61 - 27. mars 2004 5 Nú byrjar at líkjast uppi í Borðoyarvík, har dúgliga hevur verið arbeitt við inn- takinum til norðoya- tunnilin. Síðsta skotið er latið av, og fyrsta skotið til sjálvan tunnilin verður latið av um hálvan apríl NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Hósdagin var liðugt at spreingja fyri inn- takinum til norðoyatunn- ilin, og nú verður arbeitt við at gera arbeiðsøkið hjá Føroya Konsortium við bátahylin liðugt. Tað fer komandi vika at ganga við. Síðani kann sjálvt tunn- ilsarbeiðið byrja. Júst nær tað fyrsta skotið verður latið av, er ikki endaliga dagfest, men Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum sigur, at tað verður um hálvan apríl. Júst tá Sosialurin kemur framvið Borðoyarvík, er klárt at lata tað seinasta skotið av. Ein av arbeiðs- monnunum har, greiðir frá, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast tað varð nakað tarnað av kava og vátveðri í byrjanini. Men síðani tað viðraði betur, hevur gingið skjótt. Tað var eitt øgiligt ar- beiði at fáa alla moldina vekk, og um man tekur hana við, so er talan um eini 20.000 rúmmetrar, sum eru sprongdir og grivnir burtur á økinum. – Nú fara vit skjótt í holt við tunnilin sjálvan, so nú byrjar at líkjast, siga teir á økinum. Hinumegin verður arbeitt við fullari megi. Teir eru komnir einar 460 metrar, og alt gongur væl. Dávur Reinert Hansen sigur, at teir lata væl at tilfarinum, sum teir arbeiða við. – Við inntakinum og fyrsta skotinum til sjálvan tunnilin byrjar hetta sjálv- andi at gerast meiri ítøkiligt fyri norðoyingar, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Pf Norðoyatunlinum. Ferðslan órógvar At norðoyingar eru spentir upp á tunnilin, er ongin ivi um. Nógvir bilar koyra framvið, og fólk fregnast at vita, hvussu gongur. Hetta bilar vanliga ikki nógv, men tað órógvar sera nógv, tá teir spreingja. – Vit mugu hyggja øll hugsandi støð at vita, um fólk stendur nakrastaðni, tá vit sprongja, og ferðslan kann eisini órógva nakað tá, men sum heild er bara heilt í lagi, sigur ein av NCC monnunum á økinum. Hann fer og stillar sín bil tvørtur um vegin, so at ferðsla ikki kann sleppa framvið. Tað er vanliga ikki vandi á ferð, tá sprongt verður, men teir taka ikki nakrar kjansir, og tí verða fólk biðin um at halda seg vekk, tá sprongt verður. Men hóast tað koma nakrir bilar heilt nær. Tann eini bilførarin spyr, um hann ikki kann sleppa framvið. Hann hevur ørindi við bátahylin. Hann sleppur so, tann næsti vendir og koyrir burtur frá økinum, meðan tann triði fer aftaná tí fyrsta uttan at steðga. – Hvar fer hasin, spyr NCC maðurin og sigur suffandi, at hetta er strævið, meðan hann fer rennandi aftaná bilinum fyri at steðga honum. Síðsta skot fyri inn- takinum Nú er liðugt at spreingja fyri inntakinum, og um tríggjar vikur ella so verður fyrsta skotið til sjálvan norðoyatunnilin latið av Sambandsfók vænta nógv fólk á lands- fundin, sum verður í Læraraskúlahøllini um vikuskiftið. Lagt er upp til lívligt orða- skifti, sigur fráfarandi formaðurin POLITIKKUR Edvard Joensen Lagt er upp til lívligt orða- skifti á landsfundi Sam- bandsfloksins, sum verður um vikuskiftið. Politisku hendingarnar síðan valið fara uttan iva at seta sín dám á landsfundin, væntar fráfarandi formaðurin. Alfred Olsen fráfarandi formaður í Sambands- flokkinum, væntar, at nógv fólk kemur á landsfund hjá flokkinum um vikuskiftið. Fundurin byrjar fríggja- kvøldið klokkan 19.00. Tá verður tann meira umsit- ingarligi parturin av fund- inum avgreiddur. So sum val av formanni, næstfor- manni og grannskoðara, eins og onnur slík mál, sum hava beinleiðis við aðal- fund at gera, verða løgd fram og avgreidd. Tað er greitt, at einki beinleiðis formansval verð- ur á hesum fundinum, tí bara eitt valevni er. Tíðar- freistin fyri uppstilling er farin, og bara Kaj Leo Jo- hannesen er uppstillaður. Sostatt verður hann valdur við lógvabrestum, sigr Al- fred Olsen, sum ikki vænt- ar, at nakar fer at verða beinleiðis í móti valinum av nýggja formanninum Leygardagin verður landsfundurin tikin upp aftur klokkan 10.00 fyrra- partin. Tá fer formaðurin - tað er nývaldi formaðurin - at koma við frágreiðing síni til landsfundin. Eisini fara landsstýrismenn Sam- bandsfloksins, Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, at siga fundinum frá teirra virkisøki. Seinnapartin verður al- menna orðaskifti, og Alfred Olsen væntar, at politiska støðan, sum verið hevur síðan løgtingsvalið, og ikki minst i samband við skiftið av landsstýrismanni við fiskivinnumálum, fer at seta sín dám á orðaskiftið á fundinum. Tað er alment kent, at fleiri sambands- fólk, kanska serliga sunn- aneftir, eru ikki heilt nøgd við gongdina, sum var, tá landsstýrismaðurin varð skiftur út. Landsfundurin endar við, at næstformaðurin í danska Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, fer at halda røðu fyri sambands- fólki á landsfundi í Lær- araskúlahøllini í Havn. Sambandsfólk vænta lívligan landsfund Fíggjarmálaráðharrin: - Øll sparitiltøk eru framd Kaj Leo Johannesen er ein- asta valevni til formanssessin í Sambandsflokkinum. Hann verður væntandi valdur við lógvabrestum á landsfund- inum um vikuskiftið Fíggjarmálaráðharrin Bárður Nielsen sigur, at sparitiltøk eru framd á fíggjarlógin 2004 á hvørjari konto hjá hvørjum lands- stýrismanni, og frá á einum halli á í fyrstu syftu 400 milliónir megnaðu teir at koma niður á 277 milliónir FÍGGJARLÓGIN 2004 Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Seinnapartin hósdagin varð fíggjarlógin 2004 løgd fram í Fíggjarmálaráðnum, og sum kunnugt er talan um eitt hall á 277 milliónir krónur, sum als ikki er ein vanlig støða í føroyska búskapinum. Bárður Nielsen hevur bæði í bløðunum og loft- miðlunum gjørt vart við, at orsøkin til hallið er ein skeiv búskaparstýring frá undanfarnu fullveldissam- gongu, har almennu út- reiðslurnar eru hækkaðar við einari milliard, meðan inntøkurnar orsakað av fall- andi fiskaprísum og kreppu í alivinnuni er lækkaðar. Allround sparingar Meðan Herman Oskarsson aðrastaðni í blaðnum vísir á, at útreiðsluvøksturin er náttúrliga avleiðingin av løgtingssamtyktum tíðliga í 90´unum, og Høgni Hoydal vísir á vantandi vilja til sparingar, sigur Bárður Nielsen, at øll tiltøk eru sett í verk. – Uttan at taka nakað ítøkiligt øki framum annað hevur talan verið um all- round sparingar á øllum kontum hjá øllum landsstý- rismonnum, sigur fíggjar- málaráðharrin. Spurdur, hví tiltøk ikki eru sett í verk at breiðka um inntøkugrundarlagið, er Bárður Nielsen avgjørdur. – Tað er ímóti okkara hugsjón og politikki at áleggja meiri skatt á borg- aran, sum Tjóðveldið skjýt- ur upp við avgjøldum á vørur, sigur Bárður Niel- sen. Hinvegin tvíheldur samgongan um skattalætt- an, sum sambært Bárði Nielsen er ein týdningar- mikil liður at venda bú- skapargongdini. - Hóast landskassin nú ikki fær somu inntøkur gjøgnum skatt, setir skatta- lættin ferð á búskapin, og tað er m.a. vegurin fram, sigur nýklakti fíggjarmála- ráðharrin úr Sambands- flokkinum. Framtíðarætlanir Á tíðindafundinum vísti Bárður Nielsen eisini á, at vinnupolitisk tiltøk skulu setast í verk at venda gongdini, t.d. á gransk- ingar- og útbúgvingarøkin- um. Skattalættar skulu fremjast, útreiðslur lands- kassans skulu stýrast strangari, bygnaðarbroyt- ingar verða í almennu fyri- sitingini, og stovnar verða álagdir at kortleggja sínar mannagongdir, um fíggjar- ligu karmarnir ikki verða hildnir. - Hóast landskassin nú ikki fær somu inntøkur gjøgnum skatt, setir skattalættin ferð á búskap- in, og tað er m.a. vegurin fram, segði nýklakti fíggjarmálaráðharrin m.a. á tíðindafundi í Fíggj- armálaráðnum hósdagin Mynd: Álvur Haraldsen Íløguloftið hjá kommununum má takast av, so vit tann vegin fáa gongd á búskapin aftur, sigur fráfarandi formaður Sambandfloksins í viðmerkingum til fíggjarlógaruppskot- ið, sum lagt er fram FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Búskapurin má fáa eitt skump fyri at knógva rætta vegin aftur. Tað kann millum annað gerast við at taka burtur íløgu- loftið hjá kommununum, sigur hann. Verður íløguloftið av- tikið, so kommunurnar fáa møguleika fyri at seta størri arbeiði í gongd, fer tað at hjálpa upp á bú- skapin og fáa hann at kvinka rætta vegin aftur, sigur Alfred Olsen. Hann er tó greiður yvir, at ikki allar kommunurnar eru so væl fyri, at tær kunnu gera nakað stórveg- is beinanveg. Men nógvar kommunur hava tann møguleikan, vísir hann á. Hann fýlist annars á, at hallið á fíggjarlógini er ov stórt, men ber í sama andadrátti í bøtuflaka fyri partamannin, sum legði hana fram. – Har var eingin tíð at geva av fyri at fáa rætta meira upp á hasi tølini, sigur Alfred Olsen. Men næstu ferð verður betri, væntar hann. Nú verður farið undir at gera nýggja fíggjarlóg fyri næsta ár, og tá skal hallið burtur. Inntøkurnar skulu hækka, sigur Alfred Ol- sen, og útreiðslurnar skulu haldast niðri. Hann ásannar, at neyð- ugt er við ávísum út- reiðslum, sum ikki slepst undan. Men haldast má aftur onkunstaðni kortini. Og inntøkurnar ætlar hann ikki at fáa frá øktum skattum og avgjøldum. – Nei, vit skulu fram- leiða okkum størri inntøk- ur, sigur hann. Bæði við at seta fleiri arbeiði í gongd og við at menna okkara útflutning meira. Stutt og greitt at fáa meira fyri fiskin, vit útflyta, sig- ur hann. Tað kann gerast við at arbeiða meira her heima, áðrenn útflutt verður, sigur hann. Vit eiga at finna nichur og selja feskt. Tí at kappast við frystum fiski klára vit neyvan, heldur Alfred Olsen. Kommunala íløguloftið eigur at verða tikið av, so kommun- urnar sleppa at seta fleiri nýggj arbeiði í gongd fyri á tann hátt at geva búskapinum eitt skump rætta vegin, sigur Alfred Olsen Kommunala íløguloftið má takast av C M Y K 5 4