leygardagur 27. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 61 - 27. mars 2004
Nr. 61 - 27. mars 2004
7
– Í almenna kjakinum
um fíggjarlógina er
fokus alt ov nógv á
endaliga úrslitinum –
í hesum føri hallið á
277 milliónir – í
staðin fyri at hugt
verður at, um vit fáa
ein betri almennan
sektor við hægri
tænastustøði, sigur
Herman Oskarsson,
búskaparfrøðingur.
Hann leggur dent á,
at hall og avlop á
fíggjarlógum í størri
mun skulu hanga
saman yvir longri
tíðarskeið enn í
hvørjum einstøkum
ári
FÍGGJARLÓGIN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Herman Oskarsson er als
ikki nøgdur við generella
kjakið um fíggjarlógir sum
heild. Hann metir, at bæði
fjølmiðlar og politikarar
stara seg blindar eftir enda-
ligum úrslitum í staðin fyri
at kanna, hvat peningurin í
veruleikanum verður nýttur
til.
– Tað er til stóran skaða
fyri orðaskiftið, at alt snýr
seg um endaligt hall ella
avlop. Alt ov lítið verður
gjørt at kanna, hvørjar tæn-
astur verða betri, hvørjar
fáa
minni
pening,
og
hvussu raðfestingin annars
er á fíggjarlógini, sigur
Herman Oskarsson.
Frískur
Tjóðveldisflokkur
Tá høvuðsendamálið bert
tykist vera endaliga úrslit-
ið, uttan at stóri spurning-
urin verður settur, hvat pen-
ingurin verður nýttur til,
líkist hetta sambært bú-
skaparfrøðinginum hugs-
unarháttinum í eini fyri-
tøku.
– Einasta orsøkin til, at
ein fyritøka hyggur at enda-
úrslitinum, er, tí hon helst
skal vinna pening. Men so-
leiðis er ikki hjá tí almenna,
sum hóast undirskot eigur
at fokusera á tænastustøðið,
eins og fyritøkan fyrst og
fremst hugsar um endaliga
úrslitið,
sigur
Herman
Oskarsson. Hann leggur
dent á, at um tað almenna
so koyrir við undirskoti eitt
avmarkað tíðarskeið, er tað
nakað, vit mugu tillaga
okkum eftir og loyva, og
hetta skuldi eyðkent orða-
skiftið um fíggjarlógina í
størri mun, heldur búskap-
arfrøðingurin
Herman
Oskarsson.
– Tað almenna fer prinsipi-
elt ikki á heysin, og t.d.
hava íslendingar gjørt
verkætlanir, sum hava koyrt
við undirskoti í mong ár,
men sum knappliga kasta
nógv av sær og geva úrslit,
sigur Herman Oskarsson.
Búskaparfrøðingurin hel-
dur tað annars vera sunt og
gott fyri orðaskiftið, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt sítt fíggjarlógarupp-
skot, hóast flokkurin situr í
andstøðu.
– Júst slík initiativ frá
andstøðuni hava vantað á í
Føroyum, og er tað frálíkt,
at fleiri koma við sínum
ískoyti, tí av hesum stendst
eitt breiðari kjak , heldur
Herman Oskarsson.
Fullveldi onga ávirkan
Herman Oskarsson hevur
ikki havt stundir at seta seg
inn í smálutir í fíggjarlógini
2004, sum Bárður Nielsen
legði fram á tíðindafundi
hósdagin seinnapart, men
við framskrivingum, sum
áður eru gjørdar, hevur
hallið leingi verið í væntu.
– Men ógvuliga stutt er
ligið út á árinum, og tískil
eru allar súður ikki syftar
enn. Úrslitið kann broytast
sera nógv báðar vegir, sum
árið líður, sigur Herman
Oskarsson. Fíggjarmála-
ráðharrin Bárður Nielsen
hevur meiri enn einaferð
víst á, at stóra hallið er úr-
slit og arvur eftir fullveldis-
samgonguni, sum nú skal
gjaldast,
men
Herman
Oskarsson er ikki samdur
við hesum.
– Føroyski búskapurin er
sára einfaldur. Fara fiska-
prísirnir upp, gongur væl,
og fara teir niður, eru vit
prísgivin.
Saman
við
kreppuni í alivinnuni er
hetta einfalda orsøkin til
hallið, slær búskaparfrøð-
ingurin fast.
Hann vísir á, at einasta
ítøkiliga avleiðingin av
fullveldissamgonguni
er
niðurskurðurin á blokkin-
um, og tað er og vil altíð
vera ein politiskur og hug-
sjónarligur spurningur, um
hann skuldi verið skerdur
ella ikki.
– Annars er núverandi
hall eftir mínum tykki ikki
eitt úrslit av einum fullveld-
isarbeiði, men heldur av
eini gongd í føroysku vinn-
uni, sum gongur nógv ár
aftur í tíðina, heldur Her-
man Oskarsson.
Neyðugur
útreiðsluvøkstur
Høvuðseyðkennið í undan-
farnu samgongu er sam-
bært búskaparfrøðinginum
ikki, at teir arbeiddu fyri
fullveldi, men heldur, at teir
øktu almennu útreiðslurnar
við umleið einari milliard.
– Tað var neyðugt við
bygnaðarbroytingum í al-
mennu fyrisitingini, og
tænastustøðið
er
eisini
hækkað. Hetta hevur verið
høvuðseyðkenni hjá undan-
farnu samgongu framum
fullveldisarbeiðið, heldur
Herman Oskarsson.
Herman vísir á, at meðan
politiska høvuðsendamálið
hjá undanfarnu samgongu
var fullveldi, er høvuðs-
arbeiði teirra øktu almennu
útreiðslurnar,
sum
eru
vaksnar við einari milliard.
– Uppskotið um útbygg-
ing í almannaverkinum,
sum varð samtykt í tingin-
um eftir kreppuna við
Norman Christensen og
Edmundi Joensen á odda,
er ikki framt fyrrenn í
undanfarnu samgongu, og
tískil hava almennu út-
reiðslurnar verið fyri slík-
um vøkstri júst nú, greiðir
Herman frá. Hann leggur
dent á, at hesar broytingar í
almannaverkinum
vóru
neyðugar og hava lyft tæn-
astustøðið í føroyska sam-
felagnum.
– Hetta er orsøkin til
stóra útreiðsluvøksturin, og
tískil meti eg ikki, at talan
er um ein ótálmaðan og
óneyðugan vøkstur, hóast
okkurt
sjálvsagt
kundi
verðið spart onkustaðni,
sigur Herman Oskarsson.
Hann vísir víðari á, at fólk
ikki fara at minnast undan-
farnu samgongu sum full-
veldissamgonguna,
men
heldur sum tað samgong-
una, ið framdi samtyktu
broytingarnar í almennu
fyrisitingini og økti út-
reiðslurnar við einari milli-
ard.
Samanumtikið
undir-
strikar Herman Oskarsson,
at hóast stóra undirskotið í
2004 eigur fokus at vera á,
um vit fáa ein betri al-
mennan sektor við hægri
tænastustøði, og at hall og
avlop í størri mun skulu
síggjast yvir longri tíðar-
skeið enn bert eitt ár í senn.
Hallið er í ordan
- Núverandi hallið á fíggjarlógini er ikki eitt úrslit av einum fullveldisarbeiði, men heldur av eini gongd í føroysku vinnuni, sum
gongur nógv ár aftur í tíðina, heldur Herman Oskarsson, búskaparfrøðingur
C
M
Y
K
7
6