leygardagur 27. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 61 - 27. mars 2004
Nr. 61 - 27. mars 2004
9
Týsdagurin var ein
ávísur merkisdagur í
Runavíkar kommunu.
Í fyrsta lagi var sam-
koma í nýggja bygn-
inginum, sum komm-
unan hevur latið
byggja omanfyri grót-
brotið á Lambareiði.
Tá ið hendan løtan
var umliðin, varð far-
ið oman í gamla
bygdaskúlan í Lamba,
sum nú er umvældur
og útbygdur við ein-
um tilbygningi
MERKISDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er P/F Klement Peter-
sen í Saltangará, sum hevur
latið stívliga 700 fermetra
stóra bygningin til Runa-
víkar kommunu.
Hans Jacob Lamhauge,
formaður í teknisku nevnd
býráðsins, sigur, at bygn-
ingurin í fyrsta lagi fer at
hýsa
vegadeildini
hjá
kommununi, vatnmeistar-
anum, og sum frálíður er
ætlanin eisini, at ruskpláss-
ið, sum í dag liggur við
Fjøruvegin í Runavík, skal
flytast inn á Lambareið.
– Nú kommunan yvirtek-
ur bygningin frá Klementi
Petersen, er nakað eftir at
gera. Vit skulu hava skriv-
stovur til arbeiðsformann-
in, vatnmeistaran og leiðar-
an á ruskplássinum, sigur
Hans Jacob.
Arbeiðsformaður
hjá
kommununi
er
Bjarni
Kjeld, sum loysti Andrew
Hentze av á nýggjárinum.
Vatnmeistari er Hermann á
Líknagøtu, og leiðari á
ruskplássinum er Jóannes
Johannesen.
Góðar umstøður
Hans Jacob sigur, at nú
klárt er at flyta maskinur og
annað hjá kommununi inn í
nýggja bygningin á Lamb-
areiði, stendur bygningurin
í stívliga tveimum miljón-
um krónum.
Hann væntar, at umleið
ein miljón krónur skulu
nýtast aftrat, áðrenn skriv-
stovur, kaffistova og wc’ir
eru komin.
– Hetta verður so tað
næsta stigið hjá okkum,
sigur hann.
Formaðurin í teknisku
nevnd fegnast um bøttu
umstøðurnar,
sum
ikki
minst vegadeildin hevur
fingið, tí nú ber eisini til at
viðlíkahalda maskinurnar
undir taki og rúmligum
umstøðum.
– Her er høgt til loft og
vítt til veggja, og tað verður
ein stórur fyrimunur, nú
arbeiðsamboð og maskinur,
sum í flestu førum hava
staðið úti, verða savnaði
undir einum og sama taki.
Bygningurin fer at hýsa
øllum, sum hevur við
uttanduraarbeiði at gera,
sigur hann.
Bjarn Kjeld, arbeiðsfor-
maður, hevur fleiri mans í
arbeiði, og hesir hava hildið
til í sonevnda vektarhúsin-
um hjá Landsverkfrøðingin-
um á Lambareiði. Vatn-
meistarin hevur havt støð
við reinsiverkið í Saltang-
ará.
Sum undirleverandørar í
samband við byggingina á
Lambareiði,
hevur
P/F
Klement
Petersen
havt
Svenn Olsen, timburmeist-
ara og Matthias Davidsen,
el-innleggjara.
Autistar í Lamba
Úr nýggja bygninginum hjá
Runavíkar kommunu á
Lambareiði bar leiðin bein-
leiðis oman í gamla skúla í
Lamba, sum nú er útbygdur
og umvældur fyri stívliga
eina miljón krónur.
Tað er Finnur Simonsen,
ið bygdi nýggja barnagarð-
in úti á Mýrunum, sum
hevur staðið fyri arbeiðin-
um at útbyggja og umvæla
skúlan í Lamba, har eingin
skúlagongd hevur verið
síðan seinast í fimtiárun-
um.
Útgrevstrinum tók Tór-
fríður Magnussen sær av,
og Marni Olsen hevur gjørt
málaraarbeiðið.
Skúlin í Lamba er sum
nýggjur, nú hann er av-
hendaður. Har eru tvey stór
høli, sum gangandi er ímill-
um, køkur og wc’ir.
Skúlin hevur verið nýttur
til ymiskar aktivitetir í
Lamba, eitt nú sunnudags-
skúla og nakrar gudstæn-
astur um árið. Aftrat hesum
og øðrum tiltøkum, ið
hugsandi kundu verið í
skúlanum, verður hann nú
eisini í fyrsta lagi karmur
um trý børn við autismu.
Nú skúlin er útbygdur og
umvældur, er rúm fyri
mongum ymiskum tiltøkum
og aktivitetum, sum hugs-
andi kunnu haldast í nýggju
og snotuligu hølunum.
Merkisdagur í Runavíkar kommunu
Býráðslimir í Runavíkar
kommunu saman við um-
boði fyri Skála komunu, f.v.:
Regin Olsen, Sæunn Ó.
Hansen, Rodmundur Niel-
sen, Marja Lamhauge, Hans
T. Olsen, Hans J. Lamhauge,
Ragnar Olsen, Kári P. Høj-
gaard og Tummas Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Svenn Olsen, timburmeistari, Matthias Davidsen, el-innleggjari og Jackie Zachhau, montørur
hjá P/F Klement Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hans J. Lamhauge er formaður í teknisku nevnd, og Símun Mittún, P/F Klement Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Býráðslimirnir, Kári P.
Højgaard og Ragnar Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Marja Lamhauge, formaður í
sosialu nevnd hjá Runavíkar
býráði
Mynd: Vilmund Jacobsen
14 ára gamli drongur-
in, ið fyri 25 árum
síðan fór við línubáti
til Flemish Cap, lærdi
disciplin, lærdi at
taka ábyrgd og lærdi
gott samanhald. Egin-
leikar, ið hava verið
hansara barlast í
ítrótti, vinnulívi og
politikki. Hann hevur
selt bilar og fisk, men
nú er hann andlit
Sambandsfloksins, ið
skal selja boðskapin
FORMAÐUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið setti Kaj
Leo Johannesen seg í for-
mansstólin í flokkinum,
sum hóast størstur í at-
kvøðutali gjørdist stóri tap-
arin við seinasta val.
39 ára gamli havnarmað-
urin, við sterkum røtum til
Mykinesar, tók yvir dagin
eftir at floksfelagi hansara
legði eitt fíggjarlógarupp-
skot fyri tingið, ið vísir yvir
eina fjórðings milliard í
undirskoti. Og hann tekur
yvir í einum flokki, sum í
seinastuni hevur verið rakt-
ur av innanhýsis persóns-
stríði.
Hann skal leiða ein flokk
við ikki færri enn tveimum
fyrrverandi
formonnum
millum tinglimirnar, um-
framt ein sterkan næstfor-
mann, ið eitt stutt skifti eis-
ini hevur verið formaður.
Tí hevur Kaj Leo Jo-
hannesen frá fyrsta degi
gjørt greitt, at hansara upp-
gáva verður at fáa Sam-
bandsflokkin fram og per-
sónarnir í bakgrundina. Og
hann vil rætta eina hond út
til samarbeiði, bæði innan-
floks og við aðrar flokkar.
Vil síggja úrslit
Kaj Leo Johannesen um-
boðar eitt nýtt ættarlið í
Sambandsflokkinum. Með-
an flokkurin í eygunum á
mongum higartil hevur um-
boðað tað varliga, onkur
vildi kanska sagt afturhalds-
sinnaða, leggur nýggi for-
maðurin stóran dent á at út-
strála ein dynamikk og eina
orku, ið skal síggjast aftur í
einum offensivum politikki.
– Mín veika síða er
kanska, at eg eri bráur, havi
ringt tol. Eg vil síggja úrslit,
heldur í dag enn í morgin,
sigur Kaj Leo Johannesen
og sipar til royndirnar úr
vinnulívinum.
- Kanska serliga tjóðveld-
isfólk hava havt eina ímynd
av
Sambandsflokkinum
sum ein defensivan flokk.
Men hetta er ikki so. Báðir
partar ynskja tað besta fyri
Føroyar,
men
vit
eru
grundleggjadi ósamd um
mátan at gera tað uppá. Tó
hava vit nógvar felagsnevn-
arar, ið vit kunnu brúka í
politiska arbeiðinum.
Kaj
Leo
Johannesen
kemur inn á grundvirði
Sambandsfloksins, ið er ein
framhaldandi ríkisfelags-
skapur við Danmark.
– Men hvør hevði fyri 10
árum síðan trúð, at vit fóru
at koma við einum nýskip-
anaruppskoti, har Føroyar
verða roknaðar sum partur
av einum ríki, ið er saman-
sett av trimum javnbjóðis
pørtum. Vit eru í eini tíð
við broytingum, vísir Kaj
Leo Johannesen á.
7 ár er nóg mikið
Í 1979 fór tann tá 14 ára
gamli Kaj Leo Johannesen
úr skúlanum. Júst liðugur
við 7. flokk fór hann við
Váðasteini hjá Jóhan í
Hoyvík á Flemish Cap, og
har var hann í fýra ár.
– Tá metti eg, at sjey ár
vóru ivaleysa long tíð at
ganga í skúla.
Hóast lítlu skúlagongd-
ina metir hann seg hava
fingið eina barlast hesi fýra
árini, ið avgjørt er komin
honum til góðar seinni. Kaj
Leo Johannesen nevnir dis-
ciplin, ábyrgd og gott
samanhald sum førningin
frá hesum árum.
Seinni tók hann skips-
føraraútbúgvinig og sigldi
síðan úti í tvey ár, fyrst hjá
Maersk og seinni við farma-
skipinum Herborg hjá Hans
Paula Johannesen, áðrenn
hann legðist uppi á landi.
Skipsdekkið varð skift út
við
Toyotabilarnar
hjá
Reyni Service, ið hann
seldi eitt tíðarskeið, til hann
í 1989 fekk starv sum sølu-
maður hjá Fiskasøluni. Har
var hann til 1995, tá hann
fekk í boði at vera við til at
byggja eina søludeild upp á
Kósini í Klaksvík.
Í 1997 stovnaði Kaj Leo
Johannesen, saman við Róa
Egholm, sølufyritøkuna Far-
ex.
– Tað var ein dreymur, ið
eg hevði havt síðan tíðuna á
Fiskasøluni. At gerast mín
egni harri, greiðir Kaj Leo
Johannesen frá.
Hann starvast enn á Far-
ex, men tó eru tímarnir har
fækkaðir, samtíðis sum pol-
itiska uppgávan er vaksin.
Ja til Evropa
Politiska leiðin hjá Kaj Leo
Johannesen byrjaði í 1988.
At tað júst gjørdist Sam-
bandsflokkurin komst ikki
av støðu floksins til ríkis-
felagsskapin, men heldur
støðan til Evropa og ES.
– Tá føldi eg, at Sam-
bandsflokkurin var hin ein-
asti, ið segði ja til Evropa og
ES. Hin einasti, ið tordi at
tosa um globaliseringina, og
tað neyðuga at fáa okkara
vinnulív nærri restina av
heiminum. Og tað var hetta,
ið fekk meg at lima meg inn
í flokkin, sigur Kaj Leo
Johannesen og heldur fram:
– Í dag er støðan at kalla
hin sama, burtur sæð frá at
vit eru enn størri eftirbátur.
Vit lata alsamt størri part av
okkara rávøru óvirkaða til
ES, og tað er ein trupulleiki,
ið vit mugu gera nakað við.
Familjan
Kaj Leo Johannesen er gift-
ur við Jórun, og saman eiga
tey synirnar Heina, sum er
fýra, og Jákup, ið er tvey ár.
Men hvat sigur familjan
til hansara politisku ambiti-
ónir, ið nú hava leitt hann
upp á ovastu rók í Sam-
bandsflokkinum?
– Tað hevur havt stóran
týdning fyri meg, at familj-
an hevur bakkað meg upp,
eitt hundrað prosent.
Síðan Lisbeth L. Petersen
fór frá sum forkvinna í
flokkinum, hevur Kaj Leo
Johannesen vitað, at ein for-
manssessur kundi koma
uppá tal. Og konan hevur
vitað, hvat hann hevur vilj-
að.
Kaj
Leo
Johannesen
greiðir frá, at hann hoyrir til
tað nýggja ættarliðið, ið hó-
ast eitt krevjandi starv setir
prís uppá at vera saman við
familjuni,
– Í síðsta enda gevur tað
tær nakað við aftur til
arbeiðis.
Hann heldur tað vera av
alstórum týdningi at duga
at sleppa trupulleikunum,
eisini mentalt, áðrenn ein
fer til hús eftir loknan
arbeiðsdag. Hann trýr uppá,
at tað ber til, eisini sum ein
politiskur leiðari.
– Tað er ein spurningur
um at leggja til rættis, sigur
hann sannførandi.
Manglandi royndir
Kaj Leo Johannesen er ikki
seinur at viðganga, at hans-
ara politisku royndir eru av-
markaðar. Hann sat á tingi í
ein mánað í 1996 sum vara-
maður, men varð annars
fyrstu ferð valdur á løgting
í 2002. Harumframt sat
hann í býráðnum í Havn frá
1996 til 2000.
Men sum ein góður
sølumaður skal gera, so
vendir hann eisini hetta til
nakað positivt:
– Tað kann eisini vera ein
styrki. Tað ger, at eg kanska
hugsi ótraditionelt fyri at
finna loysnir.
Kaj Leo Johannesen vísir
á sínar royndir úr vinnu-
lívinum og eisini ítróttin-
um, har hann millum annað
spældi 300 dystir við 1.
deild hjá HB, umframt at
hann í fleiri ár var partur av
landsliðshópinum.
– Her havi eg fingið
nakrar eginleikar, ið hava
við menniskju at gera. Eina
vinnaramentan!
Men Kaj Leo Johannesen
ásannar samtíðis, at hann
hevur nógv at læra, og hann
ætlar sær eisini at lurta eftir
eldru og meira royndu
kreftunum í flokkinum.
– Eg komi nokk altíð at
gera feilir ella skeivar dis-
positiónir. Mín lívsáskoðan
er, at tú við hvørt mást tora
at taka kjansin, mást tora at
gera feilir. Tí tað er partur av
framdriftini. Men týdn-
ingarmiklast er tá, at tú torir
at viðganga tær skeivu dis-
positiónirnar, ið tú gert, og
vera til reiðar at rætta tær.
Kaj Leo Johannesen sig-
ur seg dáma væl at vera of-
fensivan, enntá "bombast-
iskan" viðhvørt, fyri at
selja boðskapin. Men sam-
tíðis er hann greiður yvir, at
nú hann gerst formaður,
fangar borðið í størri mun.
Støðufesti
Kaj Leo Johannesen leggur
stóran dent á at skapa eitt
støðufesti, ein stabilitet, í
Sambandsflokkinum. Og tí
er hann eisini til reiðar at
sita í formanssessinum í
eitt longri tíðarskeið, um
umstøðurnar eru til tess.
– Men tað er sjálvandi
treytað av, at eg klári at liva
upp til hesa ábyrgd. At eg
klári at lyfta flokkin. Klári
eg tað, so fái eg eisini
nøkur góð og lærurík ár,
sigur hann sannførandi.
Á brúnni
Politiska leiðin:
1988:
Limur í Sambandsflokkinum
1994:
Fyrstu ferð uppstillaður til løgtingið
1996:
Valdur í býráðið í Havn, stillaði eisini upp
til fólkatingsvalið
2001:
Nummar fimm á Sambandslistanum til
fólkatingsvalið
2002:
Valdur á løgting við 263 atkvøðum
2004:
Afturvaldur við 551 persónligum atkvøð-
um, formaður í Sambandsflokkinum
Fakta
C
M
Y
K
9
8