Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 61 - 27. mars 2004 Nr. 61 - 27. mars 2004 11 Tað er alment kunnugt, at tey flestu ítróttar- feløgini hava størsta áhuga í, at útlendsku ítróttarfólkini fáa loyvi at verða í Føroyum undir verandi treytum. Eisini er tað av størsta áhuga fyri feløgini, at tað framvegis verður loyvt feløgunum at nýta útlendsk ítróttarfólk somuleiðis eftir somu treytum sum í dag. Sum øllum kunnugt hava flestøll ítróttar- feløg stóran tørv á framvegis at sleppa at nýta útlendsk ítróttarfólk. Hesi fólk eru yvirhøvur dugnalig og tey tilføra føroysku ítróttini nógv gott og tey eru við til at lyfta føroyska ítrótt upp á eitt hægri dygdarstøði. Tað er tí als eingin ivi um, at tørvurin á hesum útlendsku ítróttarfólkum er stað- festur. Hinvegin er eisini staðfest, at tað letur seg ikki gera, at nøkta henda tørv, uttan at útlendsku ítróttarfólkini sleppa at supplera teirra inntøkur frá feløgunum við at taka arbeiði á føroyskum fyritøkum. Einki bendir á, at ítróttarfeløgini hava fíggjarligan møguleika at átaka sær størri fíggjarligar byrðar við atliti at útlendsku ítróttarfólkunum. Tað er tí mikið spell, at landsstýrismaðurin við ábyrgd av útlendingamálum hevur tikið eina so harðrenda støðu í spurningum um útlendsku ítróttarfólkini. Hesin landsstýris- maður átti at dugað at sett seg inn í hendan sera umráðandi spurning. Hesin spurningur eigur ikki at metast sum bert ein spurningur um føroysk arbeiðspláss í eini tíð við mink- andi arbeiði, men hann eigur at síggjast við atliti at ítróttini. Hetta er eisini ein spurn- ingur, um føroysk ítrótt skal sleppa at mennast og koma longur fram á altjóða støði. Vit fara tí at mæla landsstýrismann- inum í útlendingamálum at endurskoða sína harðrendu støðu til spurninginum útlensk ítróttarfólk í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Útlendsku ítróttarfólkini VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jeffrei Henriksen Í útvarpssamrøðu herfyri nevndi ein miðnámsskúla- næmingur ein trupulleikan, tann at lærarin sigur "Hatta skuldu tit havt lært fyrr; hatta kann eg ikki læra tykkum nú." Hetta er tíverri ikki nøkur ókend framsøgn! Í flestum førum er tað mest sum ein vanlukka í undirvísingini at skifta lær- ara - annaðhvørt tað so er í sambandi við at skifta skúla ella bara at skifta til annan flokk, ella hvat so orsøkin er. Men tað er eingin mein- ing í at sleppa barnagørð- um, fólkaskúla og mið- námsskúlum undan síni málsligu ábyrgd og tveita alla ábyrgdina á lærara- skúlan, so sum onkur nú hevur nevnt. Eg havi so ofta tikið til eina dømisøgu, at eg illa tori at koma við henni aftur. Í stuttum er hon tann, at ein maður helt ikki akurin hjá sær vaksa nóg væl, fór tí at hjálpa honum á leið við at hála í hvørt einasta strá. - Morgunin eftir lá allur akurin følnaður. Tað er ein ráðandi áskoð- an, sum eg ikki fati, men hon er veruliga, at vit skulu læra mæmingar, til teir eru búnir at taka við lærdómin- um; men tá ið teir eru búnir at fata tað, ið undirvíst er í, skal undirvísingin halda uppat. - Skilji tað, hvør ið kann; eg skilji tað ikki. Vit eru hervilig at byrja undirvísing, áðrenn næm- ingarnir eru búnir til tað. Sum ein danskur profess- ari í sálarfrøði segði tað: Tú kanst byrja lesiundir- vísingina, tá ið børnini eru 6-ára gomul; tá tekur tað 4 ár at læra at lesa. Vit kunnu byrja, tá ið tey eru 7 ár; tá tekur tað 3 ár. At byrja við 8-ára gomlum tekur 2 ár. Hjá 9-ára gomlum tekur tað 1 ár. So segði hann. Men tað er sjálvandi munur á børnum. Sambært eini lesikanning í føroysk- um á Venjingarskúlanum 1969-70 hevði tíggjunda hvørt barn lært at lesa, áðrenn tað hevði fylt 9 (og tað høvdu hesi børnini iva- leyst gjørt, annaðhvørt tey so gingu í skúla ella ikki). Móti endanum á 3. flokki dugdu 17% av dreingjunum og 40% av gentunum at lesa raðið (90 orð um minuttin); og tá ið tey vóru liðug við 4. flokk, vóru framvegis meir enn ein fjórðingur, sum ikki var komin á lagið at lesa raðið. Tá høvdu tey í tvey ár eisini roynt at lesa (og skriva) eitt annað mál enn móðurmálið. Og tað noyð- ast føroysk skúlabørn fram- vegis sambært galdandi fólkaskúlalóg! Harmiligt, at landsstýris- maðurin í skúlamálum, ið tá var, móti allari rímiligari próvførslu og móti meiri- lutatilmæli frá síni egnu ráðleggingarnevnd skar ígjøgnum ikki at vilja flyta byrjanarundirvísingina í donskum upp í 4. flokk. Próvførsla hansara var ein illgiting um ætlanir at vilja troka danskt burtur í fólka- skúlanum og so tann for- tugda fólkatølingarorðingin "tað er ikki prógvað." Fjøldin av føroyskum skúlabørnum hevur fram- vegis trupulleikar av, at tey, áðrenn tey eru komin á lagið at lesa á móðurmál- inum, verða noydd at lesa á einum øðrum máli. - Ikki um at tala, at so mong teirra framvegis læra at stava føroyskt á donskum! Tað er óneyðugt at gera tað fløkt, sum kann vera einfalt. Eins og bókstavir- nir B, b, b, b, b allir uttan mun til snið og útsjónd verða nevndir og lisnir /be/, so eiga á føroyskum I, i, Y, y at verða lisnir og nevndir /i/. - Stav- setingina goyma vit til seinni, at summi orð verða skrivað við "stórum" og summi við "seinna." Sama lagið er við A, a, a, æ, æ. Teir eita allir /ea/ og einki annað, fyrr enn vit eru komin til skriving. Tá verður tilskilað, nær vit skulu nýta undantakið "seinna." Øll føroysk sjálvljóð hava eitt langt og eitt (annað) stutt ljóðvirði: maður mann nær næstan seta setti tora tordi o.s.fr. Og øll sjálvljóð verða nevnd eftir tí langa ljóð- virðinum - eisini á donsk- um (eftir tí danska ljóð- virðinum). Ber til at stava seg ígjøgnum orðið "næst," siga /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/ og lesa /nast/, so ber eisini til at stava "næstan" sum /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/ - /ea/- /en:/ og lesa /nastan/. Og tað er hópur av børnum, sum soleiðis hava lært at lesa - betur enn tey, ið vevja í bókstavaheitunum /ea/ (fyri bókstavin æ) og /a/ (fyri bókstavin a). Hugsa tær til, at vit gjørdu tað øvuta og stavaðu danskt á føroyskum: /hoa/ - /u/ - /en:/ - "hun," /be/ - /el:/ - /e/ - /ve/ - "blev," /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/- /e/ - /en:/ - "næsten," /es:/ - /i/ - /g/ - "syg," /ea/ - /ef:/ - "af," /de/ - /e/ - /te/ - "det". Høpisleyst! Men líka høpisleyst er tað, at stava føroyskt á donskum, bara tí at soleiðis hava vit altíð gjørt. Tað er als einki løgið í tí, at tað er lættari at stava seg ígjøg- num danskt á donskum, enn tað er at stava seg ígjøgnum føroyskt á donskum. Hvussu føroyska rætt- skrivingin verður við tílík- um donskum vavstri í før- oyskum, mátti ein og hvør dugað at hugsað sær. Men her gongur eisini sjón fyri søgn. íkast Støðan hjá føroyskum í føroyska útbúgvingarverkinum Høgni Hoydal Vegna Tjóðveldisflokkin Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum hevur í einum tíðindaskrivi roynt at leggja ábyrgdina fyri eitt vánaligt fíggjarlógaruppskot á und- anfarnu samgongu. Men fíggjarlógarupp- skotið hjá samgonguni prógvar bert egið dugna- loysi hjá nýggja landsstýr- inum. Landsstýrið hevur slept allari stýring og hevur ikki rygg til at fremja nakað av teimum tiltøkum, sum vórðu skotin upp á fíggjar- lógaruppskotinum, ið datt burtur. Tjóðveldisflokkurin varð koyrdur úr landsstýrinum í desember 2003. Úrslitið á roknskapinum fyri 2003 fer at vísa yvirskot á fíggjar- lógini. Síðani hevur ongin stýr- ing verið yvirhøvur á lands- kassanum, og við fíggjar- lógaruppskotinum hjá nýggja landsstýrinum verð- ur heldur ongin stýring. Nýggja landsstýrið hevur ikki framt eitt einasta tiltak til tess at fáa tamarhald á fíggjarstøðuni. Tjóðveldisflokkurin hev- ur lagt ítøkiligt uppskot fram um, hvussu vit fáa fíggjarlógina at hanga sam- an. Men landsstýrið hevur ikki dirvi at stýra. At landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, roynir at geva undanfarna landsstýri skyldina fyri sítt egna dugnaloysi, er tekin um sera óbúnan framferðarhátt. Tað undrar Tjóðveldis- flokkin stórliga, at lands- stýrismaðurin í almennum brævi frá Fíggjarmálaráð- num, ber fram rangar upp- lýsingar um fíggjartølini í landinum. Hann sigur seg í bæði skrivt og talu at hava arvað eitt hall uppá 400 mió. kr, sum hann nú sigur seg hava minkað til 277 mió. kr. Spurningarnir eru so: Hvar hevur landsstýris- maðurin spart munin uppá 123 mió. kr.? Hvat var hallið á lands- kassaroknskapinum 5. desember 2003, tá Tjóð- veldisflokkurin fór úr landsstýrinum? Og kann hann lands- stýrismaðurin ikki leggja prógv fram um fyri sínum uppáhaldum, so ber hann fram beinleiðis ósannindi. VIÐMERKINGAR Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum er prógv um egið dugnaloysi TÍÐINDASKRIV Í dag verður langur leyg- ardagur í miðbýnum í Havn, og í hesum høpi hevur TÚ møguleikan at fáa ein fantastiskan seinnapart niðri á Vagl- inum saman við ungu t ó n l e i k a b ó l k u n u m Speaker og 48 pages. Teir fara at selja køkur, kaffi o.a. fyri at gera tín túr í býnum so hugnalig- an sum gjørligt. Um- framt hetta fara bólkar- nir at framføra eitt sind- ur av sínum góða tón- leiki, um veðrið er til vildar. Tiltakið fer av bakkastokki um kl. 14.00. Sum kunnugt fara báðir nevndu bólk- arnir til Íslands í juli mánaði, og er hetta tiltakið ein liður í at fáa pening til vega til túrin. Afturat hesum kann nevnast at seinni leygar- kvøldið, kl.22.00 verða trý nýggj ljós trendrað í Margarinfabrikkini. Teir, ið hesuferð fram- føra, eru Side Effect, Lama Sea og The Story Ends. Øll eru vælkomin. TÍÐINDASKRIV Sunnudagin 28. mars kl. 16:00 hittast kór í Eysturoynni til eina sangløtu í Fuglafjarðar kirkju. Kórini eru: Kirkjukóri í Fríðriks- kirkjuni, kórleiðari Mikael J. Heinesen, Eystankórið við Símun Hammer sum kórleið- ara, Kór Glyvra kirkju har Meinhard Bjartalíð er kórleiðari, Kórið hjá Jóhan Mortensen, Fe- lagskórið Gøta-Leirvík, kórleiðari Martin Mou- ritsen og Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Løgini, ið kórini syngja, er merkt av várløgum, páskaløg- um og sálmaløgum. Onkuntíð fyrr hava kór- ini í Eysturoynni verið saman og sungið, og hevur hetta verið ein gleðilig faganaðarstund. Hugsast kundi, at gjørt hetta til siðvenju og kanska i framtíðini tikið lógvatak saman og sung- ið okkurt kórverk, sum hevði verið kórunum til mikla tign, miklan sóma og okkum øllum til stóra gleði. Eydnuríkir tónleika- bólkar vísa fram hugna- ligt tiltak á Vaglinum Kórmót Grønlendsk, Íslendsk og Føroysk mentanar- vika hevur verið í Litava. Ein av væl- eydnaðu løtunum var konsert við Kristian Blak Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Mentanarvikan var ein undirstrikan av íslendska formanskapinum í Norður- lendska Ráðharraráðnum. Vikan byrjaði 18. mars og hevði mong mentanar- tiltøk á skránni. Kristian Blak umboðaði Føroyar og leikti tá vikan byrjaði og ein framsýning lat upp, og hetta eydnaðist sera væl. Tann 19. mars leikti Kristian Blak saman við trimum litavum, Algirdas Klova (fl.), Vladislav Bor- koviski (b.) og Gediminas Laurinavicius (dr.). Hetta var á Vilnius Jazz Club. Hetta varð væl fagnað bæði tónleikaliga og eisini við- víkjandi samspæli - klang- urin av føroyskum, grøn- lendskum og samiskum tónum hevði við sær eitt heilt serstakt huglag, verð- ur sagt úr Litava. Konsertinar raktu seymin á høvdið í Litava, sum er kent fyri sínar jazzfjepp- arar. Íslendska útgávan av Se&Hør, Seð & Heyrt, hevur Eivør og hennara snið- givnu kjólar á síðstu forsíðuni og á tveimum síðum verður greitt frá Eivør, kjólunum og sniðgevanum Svan- hild SNIÐ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Yvirskriftin í Seð & Heyrt sigur: Eivør - síggið flottu kjólarnar! Blaðið er millum mest lisnu bløð Íslands og 23.000 eintøk fara um handilsdiskarnar um vikuna. Eini 30% av ís- lendska fólkinum lesa blaðið. Mest eru tað ung, ið teljast millum lesararnar. Tvær síður greiða frá um klæðini hjá Eivør og 7 myndir eru, ið vísa ymsu klæði hennara. Á einu myndini sæst eisini sniðgevin Svanhild, sum er 24 ár og býr í Keyp- mannahavn. Blaðfólkið á Seð & Heyrt hevur ymiskt at siga um klæð- ini við hvørja mynd. Svanhild brúkar nógv ull og eisini fiskaskræðu til pløggini. Eisini verður sagt frá Eivør í greinini, at hon heldur sera nógv av føroyska tjóðbúnanum. Tað, ið føroyskt er, verður tikið fyri góða vøru í Íslandi og nú tykist, sum tað hevur fyrimun at lýsa á føroyskum í Íslandi við føroyskum tónum afturvið LÝSINGAR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Føroyska bylgjan í Íslandi tykist ikki hava lagt seg enn. Tað, ið føroyskt er, er gott. Tað tykist verða niður- støðan. Pizzafyritøkan Domino hevur í Íslandi havt lýsing- arherferð, har lýst hevur verið á føroyskum máli. Hvønn dag hevur út- varpsstøðin Radio Reykja- vík lýsingar fyri sær sjálv- um, júst sum vit kenna tað her hjá okkum, her vit hoyra "Tú lurtar eftir Út- varpi Føroya" ella "Rá, Rá, Rás 2". Men Radio Reykjavík hevur sínar lýsingar á før- oyskum og tað er manning- in í rockbólkinum Týr, sum sigur, at her eru Týr og at lurtað verður eftir Radio Reykjavík. Aftanfyri hoyr- ist tónleikur og tað er bólk- urin Týr, ið leikar Ormin Langa. Tað vóru annars Týr, sum rættiliga byrjaðu føroysku bylgjuna við júst Orminum Langa, og síðani hava mangir einstaklingar og bólkar riðið á bylgjuni, sum sostatt hevur ilt við at leggja seg aftur. Kjólar hjá Eivør á breddan Føroyskt sum lýsingarmál í Íslandi Blak rakt seymin á høvdið TÍÐINDASKRIV Í sambandi við aðalfundin á Glyvrum hetta viku- skiftið, verða hesi tiltøk: Leygardagin 27. mars (í missiónshúsinum á Glyvr- um) kl. 11.00: Áhugatími v. Jóh. Andre. Næs. Evnið: Líta aftur um bak, nú Blái Krossur fyllir 100 ár. kl. 14.00: Aðalfundur (skrá samb. viðtøkurnar) kl. 16.00: Pallborð. Evnið: Rús- drekkamentanin um 20 ár? kl. 19.00: Veitsludøgurði á Runavíkar Sjómansheimi. Sunnudagin 28. mars kl. 11.00: Gudstænasta v/ altargongd í Glyvra kirkju v/ Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð. kl. 14.00: Familjumøti í Glyvra kirkju v/ luttøku av Annelisu Ras- mussen, Angelu og barna- kóri. Øll børn fáa føðing- ardagsgávu. kl. 18.00: Hugnalig samvera í missi- ónshúsinum á Glyvrum. Talari: Vagn Foldbo. Evn- ið: Guðs kærleiki til menn- iskju, okkar akærleiki til næstan. Kór úr Leirvík lut- tekur. Frágreiðing frá ar- beiðinum hjá Bláa Krossi. Sverri Steinhólm, lands- nevndarformaður endar. Innsavnan til arbeiðið. Blái Krossur Føroya 100 ár! C M Y K 11 10