leygardagur 27. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 61 - 27. mars 2004
Nr. 61 - 27. mars 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tað er merkiligt at koma til Sand-
víkar og síggja at tað er myrkt í
Kviltini, tað plagdi tað sjálvdan at
vera og so at koma inn til okkum og
sita og bíða at hurðin skal ganga og
at hoyra tey vælkendu ljóðleysu
fetini. Men hurðin gongur ikki,
ongin kemur inn at siga góða nátt
sunnukvøld meira. Nú er alt hetta
horvið.
Tú hevur altíð verið ein partur av
mínum lívi, og nú er hesin parturin
vekk, tað er bert eitt stórt tómrúm
eftir, eitt rúm sum ongin kann fylla
aftur.
Kongaríkið í Bábilon, liggur so
langt frá Fjallafonn. Siglir tú longi
og stýrir væl, hetta ríkið tú finna
skal. Hesin sangurin og nógvar
aðrar hevur tú lært meg.
Tá eg var lítil nanaði tú mær og
sang fyri mær hvørt kvøld, tá ið tú
var her, tað gjørdi ikki mun hvussu
nógvum bamsum og dukkum eg
kom við, tær skuldu eisini nanast.
Tá tú arbeiddi í Havn bíðaði eg
spent hvørt fríggjakvøld, tí eg visti
at so fekk eg okkurt, sum oftast var
tað ein bók. Tú plagdi at lána bøkur
til mín av Býarbókasavninum og so
tókst tú tær norður aftur við, tá ið
ein mánaði var farin. Einaferð
hevði tú gloymt at taka bókina
norður aftur við, og so fekst tú bót,
tað bleiv eg ofta arga við, at tú
mátti betala seks krónur í bót fyri
eina bók, sum tú hevði lánt til mín.
Tað var líkamikið hvat eg bað teg
gera fyri meg, so gjørdi tú tað.
Einaferð bað eg teg gera mær eina
látipípu, líka sum hana hjá »Lítla-
beiggja« men vit fingu hana ikki at
láta, men tú fann uppá ráð, Verning
dugdi, so tú bað hann gera mær
eina, og tá vildi hon láta.
Tað var eisini gott at koma inn til
tín og fáa franskbeyð og mjólk, tað
var bara tú, sum dugdi at gera tað
til mín, tí fransbreyðið, sum abba-
didd smurdi tað smakkaði ikki væl.
Eg kundi blivið við at fortalt um
alt, sum vit upplivdu saman, men
tað tekur alt ov langa tíð, men eitt
er sikkurt, og tað er at minnini havi
eg goymt í hjartanum og har fa ra
tey altíð at vera.
Eg vildi bara ynskt at tú upplivdi
at eg fekk eina dóttur, og at hon
eisini kundi uppliva at havt ein
barndóm saman við tær, líka sum
eg hevði tað, men soleiðis skuldi
iki vera.
Vit ráða ikki yvir tíðini her á fold,
og nú var tín tíð at enda komin,
men tað er bara so óftauligt at tú
ikki er her hjá okkum meira.
Mánadagin hevur tú føðingardag,
tú hevði blivið 70 ár, hetta var ein
dagur, sum tú sá fram til men tað
untist tær heldur ikki at uppliva.
Vit eru mong, sum sita eftir við
stórari sorg og saknurin er ófatuliga
stórur.
At enda vil eg takka tær fyri alt,
sum vit høvdu saman.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið
yvir minninum um abbabeiggjan.
Kristbjørg
Minningarorð um abbabeiggjan
Herjálv Schrøter Thomsen
úr Sandvík
29.03.1934 – 10.11.2003
Dagurin
27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri
annars ókend halgimenni, sum itu Kastor og vórðu
tikin av døgum 27. og 28.mars.
28. mars. Eustachius, deyður umleið ár 625. Abbati
í kleystrinum Luxeuil í Fraklandi.
Victor Danielsen varð føddur hendan dagin í 1894
29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av
døgum í Persiu.
Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur
formur av Jóannes.
Leygardagin 14. februar
var árligi aðalfundurin hjá
Meginfelag Føroyska Stu-
denta hildin í Århus.
Ráðið skipaði seg soleið-
is eftir aðalfundin: Formað-
ur er Katrin D. Apol, stud.
mag. í Medievidenskab,
næstformaður er Helena D.
Højgaard, stud. mag í
Thai/Sydøstasienstudier,
skrivari er Nina Alberg
Arge, stud. ark., og kassa-
meistari er Dann Jacobsen,
stud. merc. AEF.
Hinir
nevndarlimirnir
eru: Absalon Eysturoy,
stud. med., Anna Rein,
stud. jur., Annika Helga-
dóttir Joensen, stud. psyk.,
Jákup Sverri Kass, stud.
ling. merc., Johan Pauli
Helgason,
stud.
polit,
Margretha Petersen, stud.
jur., Petur Martin Hansen,
stud. polit., og Rúnar Reist-
rup, stud. mag í Informa-
tionsvidenskab.
Úr ráðnum fóru Jón Hen-
riksen og Bjørg Dam, tey
tóku ikki við afturvali.
Nýggj í ráðnum eru: Dann
Jacobsen,
Nina Alberg
Hansen
og
Margretha
Petersen.
Meginfelag Føroyska Studenta:
MFS havt ársaðalfund í Århus
Føðingar
15. februar fingu Rebecca og Theresa eina lítla systir,
sum eitur Sissal. Foreldrini eru Sølvi og Eyð og tey
búgva í Frederikshavn.
15. mars fingu Gunnvá Dragaberg og Jóan Petur
Højsted, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3500 gr.
16. mars fingu Beinta Hansen og Thomas Joensen,
Kollafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3650 gr.
16. mars fingu Unn Paturson og Rógvi á Rógvi,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3770 gr.
17. mars fingu Angelina F. og Ólavur Sivertsen,
Hvannasundi, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3500 gr.
18. mars fingu Maria og Kjartan Hansen, Klaksvík,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4000 gr.
19. mars fingu Kristbjørg og Petur Sigurð Petersen,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3650 gr.
19. mars fingu Ann Hjelm og Kári Christiansen,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3125 gr.
21. mars fingu Helen og Jógvan Olsen, Toftum, ein
son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3975 gr.
22. mars fingu Feng Dai og Sigurd Jørgensen,
Sørvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3950 gr.
23. mars fingu Kirstin og Oystein Ellingsgaard,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
3500 gr.
23. mars fingu Ambjørg Tórbjarnardóttir og Pauli
Justinussen, Skála, eina dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 3500 gr.
24. mars fingu Birna Mikkelsen og Hans Silvan
Johannesen, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 4400 gr.
Nýggja MFS-ráðið. Aftara rað: f.v. Rúnar Reistrup, Helena D.Højgaard, Anna Rein, Annika H. Joensen, Nina Alberg Arge og
Absalon Eysturoy.
Fremra rað: f.v. Jákup Sverri Kass, Jóhan Pauli Helgason, Petur Martin Hansen, Katrin D. Apol og Dann Jacobsen
Kelda: Fjølnir nr. 1, mars 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum sýndu samkenslu
og hjálptu, tá góði maður mín, pápi, verpápi, abbi,
sonur og beiggi okkara
Árni Nielsen
Tórshavn
so brádliga andaðist.
Tøkk øll somul fyri umsorgan og alla góða hjálp
í sambandi við jarðarferðina.
Ongin nevndur – ongin gloymdur
Tøkk øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Tórgerð
Helgi, Bogi og Terji
Tøkk
Okkara inniliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá kæra kona, mamma og vermamma okkara
Bergtóra Eidesgaard
vanliga nevnd Begga, úr Vági
andaðist og varð jarðað.
Ein stór tøkk til tykkum á sjúklingahotellinum
Torshavn.
Somuleiðis ein serstøk tøkk til starvsfólkið
á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
og Meinigheitshúsinum í Vági fyri megnar hjálp
til jarðarferðina.
Takk tit øll, sum hjálptu til annars.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Eisini ein tøkk til prestin Jónsvein Bech og
kirkjutænarar, sangarar og til tykkum øll, sum fylgdu
Beggu til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Magni
Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi
og beiggi okkara
Páll Sverri Patursson
bóndi, Kirkjubø
andaðist í heiminum tann 25. mars 2004,
60 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju
mánadagin tann 29. mars 2004 kl. 14.00.
Sølvá
Jóannes, Pól og Sigert við familjum
Karin Kjølbro
60 ár
Í dag, leygardagin 27.
mars, fyllir Karin Kjølbro,
sosialráðgevari, á Argjum
60 ár.
Karin er ættað úr Klaks-
vík. Hon tók studentsprógv
í 1963 og bleiv útbúgvin
sosialráðgevari í 1968 og
alkoholráðgevari í 1994.
Hon sat á løgtingi um-
boðandi Tjóðveldisflokkin
í Suðurstreymoy í nógv ár,
fyrst sum varalimur frá
1970-74 og síðan sum vald-
ur løgtingslimur frá 1978
til 1990, tá hon ikki stillaði
upp aftur.
Hon var leiðari av And-
veikraverndini frá 1969-71
og byrjaði heimflytingina
av føroyingunum á Rødby-
gård til Føroya. Eisini var
hon stigtakari til felagið
Javna í 1971.
Frá 1972-76 arbeiddi hon
á
amtssjúkrahúsinum
í
Glostrup.
Síðan 1976 hevur hon
verið leiðari á Kriminalfor-
sorgini í Føroyum, og hon
stovnaði felagið Barnabata
í 1980.
Karin var stigtakari til
Kvinnutingið, ið var frá
1979-83, og hon gjørdi
fyrsta uppskotið um eina
javnstøðunevnd, ið var lagt
fyri tingið í 1979 av Ingrid
Sondum.
Síðan 1996 hevur hon
verið formaður í stýrinum
fyri ALS og limur í stýrin-
um fyri Norðurlandahúsið í
Føroyum.
Hon var blaðstjóri á 14.
September frá 1983-84 og
forkvinna fyri Kvinnufe-
lagssamskipan Føroya frá
1990-93.
Hon
hevur
undirvíst
nógv á skeiðum í kvinnu-
politiskum høpi og verið
stigtakari til at undirvísa í
Alkoholpolitikki á arbeiðs-
plássum í Føroyum. Hetta
var á Føroya Handilsskúla
og nevndist: Starvsfelagin,
vit tosa um men ikki við..
Síðani 2001 hevur hon
verið limur í Kærunevndini
í Almannamálum. Eisini er
hon í herðaklappanevndini
hjá Leikpalli Føroya.
Karin er dóttir Turid f.
Thomsen, úr Skúvoy, og
Poul Nolsøe Kjølbro, úr
Klaksvík. Hon er gift við
Ørvi Thomassen, sum eis-
ini er ættaður úr Klaksvík
Karin eigur trý børn:
Brynhild, sum býr á Velba-
stað og Bergtóru og Hanus,
sum búgva í Keypmanna-
havn. Hon eigur eisini fýra
ommubørn: tvíburarnar
Karin og Beintu í Keyp-
mannahavn og Niklas og
Høgna á Velbastað
John í Skemmuni
50 ár
Mánadagin 29. mars verður
John í Skemmuni í Porkeri
fimmti ár.
John er føddur og upp-
vaksin í Skemmuni í Por-
keri. Hann er sonur Sigrid
og Dánjal Poulsen, og er
hann næstelstur av 4 systkj-
um.
John tók prógv á Føroya
Læraraskúla í 1977, og var
á bíbliuskúla í Onglandi frá
1977 - 1979.
Frá 1979 til 1987 ar-
beiddi hann sum lærari við
Vágs skúla.
Síðan 1988 hevur hann
arbeitt sum trúboðari í Før-
oyum. Hann hevur hesi
árini verið við í leiðsluni
fyri
summarlegunum
í
Zarepta í Vatnsoyrum.
John er eisini virkin sum
kórleiðari í felagskóri hjá
brøðrasamkomunum
í
Suðuroynni,
sum
bleiv
stovnað fyri tveimum árum
síðan.
John er giftur við Rutt,
dóttur Ásu og Róald Norð-
berg úr Vági, og eiga tey 4
børn: Sigrid, Pætur, Ásu og
Evu.
Dagurin verður hildin
heima frá kl. 16.00.
Gullbrúdleyp
Í dag, 27. mars, hava Hanna og Eiler Thomsen, Vági,
gullbrúdleyp.
Tey, ið ynskja at heilsa upp á gullbrúðarparið, eru
vælkomin inn á gólvið hjá dóttrini Solgerd millum kl.
10–14.00.
Í dag, 27. mars, hava hjúnini Thordis og Karl Johan
Hansen, Tórshavn, verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Brúdleyp
Í dag, 27. mars, kl. 17.00 giftast í Vestmanna kirkju
Jóhanna Fonsdal og Pauli Zachariasen, bæði úr Vest-
manna.
Í dag, 27. mars, kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Anja
Johannesen og Egil á Bø.
Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í
Hósvík kl. 19.00.
Sunnudagin 28. mars kl. 8.00 giftast í Vesturkirkjuni
Jóhanna O. M. Kristiansen í Havn og Kári á Rógvi á
Argjum.
75 ár
Mánadagin 29. mars verður Malla Magnussen í Havn
75 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Konfirmatión
Sunnudagin 28. mars verður Ásfinnur Sigvardsen,
búsitandi í Hvidovre, fermdur í Vesturkirkjuni, Tórs-
havn.
Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum.
Prógv
Jóannes Erhardt Næs Petersen hevur tann 10. februar á
Keypmannahavnar Universiteti lokið prógv sum
cand.mag. í enskum og samfelagsfrøði.
C
M
Y
K
13
12