Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2004 15 – Vandin fyri, at alingin í Føroyum fer heilt fyri bakka, er avgjørt til staðar, sigur Føroya Banki KREPPAN Í ALIVINNUNI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ov seint at tryggja húsini ímóti eldi, tá ið tey standa í ljósum loga. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka kann vera nokk so hittinorðaður. Og at tað er ov seint at tryggja húsini, tá ið tey standa í ljósum loga, er sjálvsagt. Men tað, sum stjórin í Føroya Banka sipar til, er tann hugburður, sum lands- stýrið hevur ímóti okkara alivinnu. Í ársfrágreðingini fekk støðan í alivinnuni heilt fitt av umrøðu. Og Bankin ásannar, at føroyska alivinnan er í svárari kreppu. – Serliga alivinnan hevði tað ringt í fjør. Og tá ið vinnan hostar, njósir Før- oya Banki, sigur stjórin á sínum sermerkta mynda- máli. – Síðani á sumri 2001, hevur marknaðarprísurin verið so lágur, at hann hev- ur verið undir framleiðslu- kostnaðinum. – Serliga tá ið avleiðing- arnar av ILA skulu takast við í roknistykkinum, er marknaðarprísirnir alt ov lágir. Bankin sigur, at sjálvsagt er tað ójavnt, hvussu tey ymsu alibrúkini eru fyri. – Men sum heild egin- peningurin, og meiri enn tað, í alivivinnuni brúktur og vandin er heilt avgjørt til staðar fyri, at alivinnan, sum hevur staðið fyri ein- um fjórðingi av útflutning- inum, fer heilt fyri bakka. Tað er ikki fyrrenn nú, at landsstýrið hevur sagt, at tað er sinnað at lata útlend- ingar rúmari ræsur at gera íløgur í føroyska alivinnu. Og tað er heildur ikki, fyrr- enn nú, at landsstýrið hevur gloppað dyrnar fyri at pen- ingastovnarnir kunnu taka pant í einum aliloyvi. – Tað er átaluvert, at tað skuldi taka so langa tíð, áðrenn loyvi fekst til at seta aliloyvini í pant og tað er nívandi, at tað harafturat skuldi fáa politiska mót- støðu, sigur Føroya Banki. – Men nú er vinnan at kalla farin fyri bakka og nú var tað nakað seint, at landsstýrið kom uppá aðrar tankar, sigur Føroya Banki í ársfrágreiðing síni á aðal- fundinum í Bankanum hós- dagin. – Tað er eisini langt síð- ani nú, at Eystari Lands- rættur hevur staðfest, at tað er loyvt at seta sjálv ali- loyvini í pant. – Hetta er eitt mál, sum Bankin hevur ført fram í fleiri ár nú, men fyri deyvum oyrum. – Í dag duga øll at síggja, hvussu neyðugt tað er, at peningastovnarnir kundu tikið pant í aliloyvunum. Hann sigur, at nú er ali- vinnan at kalla steðgað og nú eru ongir útlendingar, sum hava áhuga fyri at gera íløgur í alivinnuna. – Høvdu útlendingar kunna sett meiri íløgur í alivinnuna fyri tveimum árum síðani, kundu teir hildu vinnuni ígongd, men nú er peningurin uppi. Jørn Astrup Hansen sig- ur, at skal alivinnan bjarg- ast, er tað ein avgjørd for- treyt, at vit fáa treytaleysa bilbukt við ILA. Stjórin í Føroya Banka ásannar, at vit hava verið alt ov leingi um at taka ILA í álvara – ILA drepur ikki bara laksin. ILA drepur alla vinnuna, sigur stjórin. Hann sigur, at sjálvsagt er tað eisini ein fortreyt, at marknaðarprísirnir hækka. Men tað stýrir hann ikki so illa fyri. – Tað skal nokk koma, tí aling er ein vinna, har prísirnir sveiggja rættiliga nógv, sigur hann. Tó leggur Jørn Astrup Hansen afturat, at sum støðan hevur tikið seg upp, serliga við ILA og markn- aðarprísinum, veit hann ikki, hvussu stóran mun, tað hevði gjørt, um útlend- ingar høvdu kunnað gjørt størri íløgur í alivinnuna. Men tað er ikki fyri at bera í bøtuflaka fyri lands- stýrið, at hann sigur tað, tí hann heldur framvegis ikki, at tað kann forsvarast, at landsstýrið súltaði málið so leingi. Tí við at gera tað, fekk alivinnan í hvussu so er ongan møguleika. – Tað vita vit ikki. Men tað einasta, vit nú kunnu vóna, er, at alingin yvirlivur sum vinna. – Men, sum støðan er, eru alibrúkini farin á heys- in, ella fara tey á heysin heilt skjótt. – So hóast alivinnan sum heild kemur fyri seg aftur, er tað ivingarsamt, hvussu tað verður í Føroyum, tí tá eru helst allir alarar farnir á heysin. – Í Føroyum er peninga- grundarlagið veikt og skal nakar møguleiki verða aftur í framtíðini, verður brúk fyri útlenskum kapitali. – Men tað, sum er tað mest neyðuga av øllum, er at fáa endaliga bilbukt við ILA, endur tekur Jørn Astrup Hansen. Av teimum átta ting- limunum hjá tjóð- veldisflokkinum, hevur bara Hergeir Nielsen, roynt at sitið í andstøðu áður og á flokstingi hetta viku- skiftið fer formaðurin at greiða frá, hvussu flokkurin ætlar sær at arbeiða í andstøðu FLOKSTING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit stúra ikki fyri okkara nýggja leikluti í politikki. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins er til reiðar at átaka sær nýggju avbjóðingina sum ting- maður í andstøðu. Hetta vikuskiftið hevur tjóðveldisflokkurin floks- ting í Klaksvík og har fer ein fittur partur av tíðini at greiða frá, hvussu flokkurin skal skipa seg í andstøðu. Av teimum átta tinglim- unum hjá tjóðveldisflokk- inum, er tað bara Hergeir Nielsen, sum hevur roynt at sitið í andstøðu áður. Annars er øll tingmann- ingin frá 1998, ella yngri og alla hesa tíðina hevur flokkurin verið í sam- gongu. Men Høgni Hoydal vísur á, at av teimum átta ting- fólkunum, eru tað heili fimm, sum hava sitið í landsstýrið og tí hava tey kortini góðar royndir við lógarsmíði og politiskum arbeiði. Á flokstinginum fer ein stórur partur av frágreið- ingini hjá Høgna Hoydal, at vera um, hvussu flokkurin skal skipa seg í hesum nýggja leiklutinum, og um, hvussu flokkurin kann føra ein framrættaðan andstøðu- politikk. Og ikki minst fer hann at nógv tosa um, hvussu flokkurin skal bera seg at við at føra fullveldis- politikk í andstøðu. Høgni Hoydal ásannar, at tað verður trupult ímóti eini so stórari samgongu, sum hesari. Men at tjóðveldisflokk- urin ikki ætlar sær at sita hendur í favn í andstøðu, hava vit longu fingið sjón fyri søgn um. Nýggja Løgtingið er ikki meiri enn komið í eyga, men kortini hevur tjóðveld- isflokkurin longu lagt 16 uppskot fyri tingið, um- framt at flokkurin hevur gjørt uppskot til eina fíggj- arlóg fyri í ár, sum eitt mót- uppskot til landsstýrið. Men tað verður eisini nógv at tríva í hjá flokkin- um, tí Høgni Hoydal sigur, at tað liggja stórmál framman stavn, sum fara at fáa avgerandi týdning fyri framtíð Føroya. Høgni Hoydal hugsar eitt nú um ætlanina at gera eina nýggja yvirtøkulóg og um NATO-málið. – Í hesum báðum málun- um er landsstýrið í ferð við at avreiða okkara sjálvsav- gerðarrætt og at leggja allar heimildir upp í hendurnar á dønum. Yvirtøkulógin, sum nú er uppá tal, er sama loysn, sum Poul Nyrup bjóðaði okkum, men sum vit ikki skoyttu um og tí er hon eitt stórt afturstig fyri føroyskan sjálvstýrispolit- ikk. Sama er við NATO málinum, har allur mynd- ugleiki skal latast yvir til danir, men at vit afturfyri skulu sleppa at sita til borðs saman við teimum og billa okkum inn, at vit hava eitt orð at skula hava sagt, sigur Høgni Hoydal. Nýtt fólk í nevnd Flokstingið er á tekniska skúla í Klaksvík og har skulu í hvussu so er tvey nýggj fólk veljast í starvs- nevndina. Heini O.Heinesen var politiskur næstformaður í flokkinum, men hann er ikki virkin politikari long- ur. Hinvegin var Heidi Petersen forkvinna í aðal- stjórnini og skipanarligur næstformaður, men nú er hon virkin politikari. So- statt skulu teir báðir sess- irnir skulu veljast av nýggj- um. Høvuðsevnið á floksting- inum, sum er alment, er virðisøking – virðisøking í vinnuni, virðisøking ímill- um menniskju og virðis- øking ímillum tjóðir. Í tí sambandi verða áhugaverdir fyrilestrar á skránni. Í morgun klokkan 9.30, fer íslendski politik- arin. Steingrímur J. Vigfús- son, at tosa um virðisøking ímillum tjóðir. Eftir døgverða, klokkan 14.00, fer Egil Olsen, fiskivinnu- frøðingur at halda fyrilestur um vinnuliga menning og klokkan 15.30, fer Malena Arnoldsdóttir, forkvinna í Javna, at røða um virðis- øking ímillum menniskju og. Kanska skal eisini ein grønlendskur politikari halda røðu. Eydnast tað honum at koma, fer hann á pallin í morgun, beint eftir íslendingin. Annars var skráin fyri flokstinginum í Sosialinum hósdagin. Johan Páll heldur fram Á aðalfundi í Føroya Banka hósdagin, fekk bankin ein nýggjan nevndarlim. Jákup Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini í fimm ár, fór úr nevndini og í hansara stað var Johannus Egholm Hansen, løgfrøðingur í Keypmannahavn, valdur. Starvsfólkaumboðið í nevndini, Magnhild H. Andreasen, fór eisini úr nevndini og í hennara stað var Sigmar Jacobsen, valdur. Annars hevur nevndin skipað seg soleiðis, at Johan Páll Joensen heldur fram sum formaður og næstfor- maður er Rúni Hansen. Hinir tríggir nevndarlimirnir eru Høgni Hansen, Jógvan Jespersen og Johan E. Hansen. – Áki – Skulu venja seg við ein nýggjan leiklut Tingfólkini hjá tjóðveldisflokkinum eru komin í ein óvanligan leiklut og á flokstingi í Klaksvík í dag, fer Høgni Hoydal, floksformaður, at brúka nógva tíð uppá at greiða frá, hvussu tjóðveldisflokkurin ætlar at fóta sær Ov seint at tryggja húsini tá ið tey standa í ljósum loga – Tá ið vinnan hostar, njósir Føroya Banki, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann átalar landsstýrið fyri at hava ligið sjóvarfallið av sær í sambandi við alivinnuna 15 14 Nr. 61 - 27. mars 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tann 1. apríl 2004 tekur Niclas Heri Jákupsson í Klaksvík við sum dagligur leiðari hjá Føroya Shell í Norðoyggjum. Niclas Heri er 35 ára gamal og klaksvíkingur. Hann er útbúgvin skriv- stovumaður. Hann arbeiddi sum søluleiðari hjá Kjølbro Heilsølu í sjey ár, til hann í fjør fór at arbeiða hjá felag- num IRIS. Føroya Shell í Norð- oyggjum umfatar t.d. gass- olju til hús, skip og bátar, smyrjiolju, hitatænastu og Shellstøðina við Stanga- vegin. Niclas Heri er spentur upp á hesa spennandi og avbjóðandi uppgávuna. Millum børn er Niclas Heri kanska best kendur sum Trølla Pætur. Niclas Heri Jákupsson: Nýggjur leiðari hjá Føroya Shell í Norðoyggjum Frá 1. apríl 2004 er Niclas Heri Jákupsson settur sum dagligur leiðari hjá Føroya Shell í Norðoyggjum Mynd: Solby A. Eliasen Andlát 13. mars Jonna Jeppesen, búsitandi í Keypnannahavn, fødd Eidesgaard á Tvøroyri, 76 ár. 19. mars Hanna Skaale, Tórshavn, 87 ár. Soffía Hansen, Sandavágur, ættað úr Fuglafirði, 94 ár. 20. mars Óli Olsen, Leirvík, 82 ár. 21. mars Tordis Nielsen, fødd Mohr búsitandi í Hals, 70 ár. Paula Simonsen, Sørvágur, 59 ár. 22. mars Leon Gunnar Johannesen, Tvøroyri, sonur Teddy og Irdi, 15 ár. 23. mars Elna Eidesgaard, Eiði, 92 ár. Nanny Jakobsen, úr Fuglafirði, 87 ár. 25. mars Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, 60 ár. Klokkan flytast fram Sunnunáttina sleppa vit at sova ein tíma styttri, tí kl. 2 skal klokkan flytast til kl. 3. Tað eru ikki øll, sum hava so lætt við at minnast hvønn veg klokkan skal flytast, men í morgun- sendingini hjá Útvarpinum fríggjamorgunin komu teir við einum góðum ráðum: Um várið tekur tú havastólarnar fram og um heystið tekur tú teir inn aftur. TÍÐINDASKRIV Livandi tónleikur Aftur nú leygarkvøldið 27- 3.kl 22,verður livandi tón- leikur aftur at hoyra í Margarinfabrikkini. Margarinfabrikkin er kanska einasta veruliga al- ternativið á føroyska rokk- pallinum.Ein sera virkin pallur, har nýggja ættarlið- ið av tónlistafólkum, ein- staklingar eins og bólkar traðka teirra fyrstu stev. Av nøvnum gjøgnum tíðina sum hava staðið á pallinum kunnu nevnast bólkar sum Happy ?, Makrel Mold, Jóhan í Kollafirði, Jákup Eli, HTV, Lítla Rúm.Headache Blues Treo,Paradox og Toxic.Krit .Sic.Høgni Lisberg band Speaker 48 Pages, onkikanndiskuterast.altkann, Zink.osv osv. Hildnar verða einar 10- 15 kosertir um árið har bólkarnir spæla teirra egna tónleik. Á konsertini leygar- kvøldið spæla tríggir bólk- ar teir eru: The Story Ends spæla tað teir nevna alternativan punkrokk:Hetta er teirra fyrsta konsert í Havn,teir hava hava spælt í Eyðnuni saman við Makrel. Side Effect spælir rá- dyrkaðan tekcno,fyri fyrstu ferð í langa tíð aftur á palli, við nýggjum sera spenn- andi tilfari. Lama Sea spæla sera spennandi alternativan uptown rokk. Tríggir bólkar á Margarinfabrikkini: Lama Sea, Side Effect og The Story Ends C M Y K 14