leygardagur 27. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Christian
er nú
avbjóð-
arin
Hóskvøldið varð
bræv latið FSF-
skrivstovuni, har
fimm feløg skjóta
Christian Andrea-
sen upp sum for-
mansevni hjá FSF
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
So tykist endaliga greitt,
at føroysku fótbóltsfel-
øgini fáa tað, sum tey
vilja hava.
Til komandi aðalfund-
in, sum framvegis er
framhald av uppruna-
liga fundinum, eru nú
tvey valevni at velja
ímillum, tá krossurin
skal setast fyri, hvør
skal vera oddamaðurin
fyri føroyskum fótbólti
tey bæði næstu árini.
Í blaðnum fyrradagin
skrivaðu vit, at tað var
upp á tal, at Christian
Andreasen varð settur í
uppskot, og mikukvøld-
ið kom so bræv frá
fimm feløgum, har sagt
verður, at tey hava skot-
ið sakføraran upp til for-
mansvalið.
Tey fimm feløgini eru
B71, B36, NSÍ, SÍ og
KÍ, og við einum somik-
ið breiðum baklandi er
lítið at ivast í, at vónir-
nar um at fáa formannin
hjá hesum feløgum so
avgjørt er til staðar.
Umframt hesi tykist
lítil ivi vera um, at í
fleiri onnur standa til
reiðar at taka undir við
Christiani Andreasen,
og so er spurningurin,
hvørt hesi eru nóg mikið
til at koma upp um 11,
sum gevur meirilutan,
ella um mótvalevnið,
Óli Holm, hevur somik-
ið dyggan stuðul, at
hann kortini kann halda
meirilutanum.
Tann spurningurin
verður so ikki svaraður
fyrr enn um eina viku,
tá aðalfundurin stendur
á skránni, og sum støð-
an er í løtuni, so fáa fel-
øgini júst tað, sum tey
vilja hava. Eitt val mill-
um tveir kandidatar.
Nr. 61 • fríggjadagur • 27. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Gyltar klaksvíkskvinnur
Leygardagin hevur
Bára Skaale Klakstein
saman við Unu Olsen
møguleika at vinna
sítt fimta gullmerki
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagurin er eingin
vanligur føroyskur hond-
bóltsdagur. Hetta er nevn-
liga dagurin, tá tað eftir sól-
armerkjum at døma verður
gjørt av, hvørt tað verða VB
ella Stjørnan, sum komandi
árið kunnu breggja sær av
vera
føroyameistarar
í
kvinnuhondbólti.
Og hjá tveimum av leik-
arunum hjá Stjørnuni er
hetta so eisini dagurin, har
tær kunnu ogna sær sítt
fimta gullmerki á árinum.
Gull, gull og meira
gull
Bára S. Klakstein og Una
Olsen hava nevnliga báðar
tvær longu verið partur av
fýra gullheiðursmerkjum í
ár. Í fótbóltinum hava tær
saman við KÍ vunnið tað,
sum er vert at vinna, og á
Oyggjaleikunum seinasta
summar gjørdist tað til gull
við kvinnulandsliðnum.
Harumframt hava tær
sum kunnugt eisini fingið
eitt gullmerki í hondbólts-
kappingini higartil, og so er
spurningurin, hvørt gyltað
ársskeiðið eisini kann enda
við einum gulli, ella um tær
hesaferð mugu lata sær
lynda
við
silvurmerkj-
unum.
Og tá vit hóskvøldið hittu
Báru á orði, duldi hon ikki
fyri, at tað var við stórum
spenningi,
at
hon
og
liðfelagarnir nú fyrireika
seg til at fara til Vágs.
– Sjálvandi eru vit spent-
ar. Øgiliga spentar. Fólk her
í býnum hava eisini tosað
um dystin alla vikuna. Ung
sum gomul tykjast øll
hugsa um hondbóltin, og so
sanniliga eisini fólk, sum
eg ikki hevði ánilsi av
høvdu áhuga fyri hond-
bólti. Tú merkir veruliga, at
hetta er nakað heilt stórt, og
at KÍ so samstundis er í
ferð við at gerast 100 ár, og
at hetta soleiðis kundi verið
eitt gott startskot, ger sjálv-
andi ikki spenningin minni,
sigur hon.
Hugsa frameftir
Størsti parturin av hópinum
hjá Stjørnuni fer til Vágs
fríggjakvøldið, men hóast
tíðin fram til dystin so skal
nýtast til fyrireiking, so
dugir Bára ikki so væl at
siga nakað ítøkiligt um, júst
hvørjar fyrireikingar verða
nýttar til hendan dystin.
– Fyrst og fremst, so
royna vit at hugsa um okk-
ara spæl. Sjálvandi er venj-
ingin fram til dystin eitt
sindur merkt av, at tað er
VB, sum nú er mótstøðulið-
ið, men fokus hjá okkum
má alla tíðina vera á okkum
sjálvar.
Men tit hava jú spælt
nakrar dystir móti VB í ár.
Síðani jól hava tit tapt greitt
í landskappingini og síðani
vunnið í steypakappingini.
Er ikki nakað úr teimum
dystunum, sum tit kunnu
nýta?
– Eg veit ikki rættiliga,
hvussu nógva orku vit vilja
brúka til hasar dystirnar.
Teir eru farnir, og hjá okk-
um ræður um at líta fram-
eftir. Dysturin, sum telur, er
tann leygardagin, og tað
fyrihalda vit okkum til, er
hon skjót at svara.
– Men hinvegin eru sjálv-
andi ávísir lutir, sum vit
kunnu nýta úr teimum
dystunum. Fyrst og fremst,
so ræður um at fáa verjuna
at rigga. Gera vit tað, so fáa
vit eisini gongd á kontra-
spælið, og so hava vit
góðan møguleika at vinna
dystin, sigur Bára.
Nervar skulu til
Og aftur móti endanum av
samrøðuni nevnir Bára
spenningin, sum er til dyst-
in. Ein spenningur, sum
kanska er eyka stórur hjá
henni í mun til fleiri aðrar á
liðnum, tí hon var ikki
partur av gull-liðnum frá
2000. Hetta tí hon tá nam
sær útbúgving.
– Í nógvar mátar er tað
sami spenningur, sum hjá
einum teenagara. Tá eg
hugsi um dystin, so eru
summarfuglar í búkinum,
og eg ivist ikki í, at karmar-
nir til ein veruligan stórdyst
vera optimalir.
– Í Vági er í øllum førum
altíð fult av fólki, og sum
eg havi skilt tað, so tosa
fleiri í Klaksvík eisini um
at fara suður, og tað gevur
so bara enn fleiri fólk í
høllini.
– Hjá okkum ræður so
bara um at tveita nervarnar
burtur. Sjálvandi skalt tú
vera spent, men ikki nógv.
Megna vit tað, so ivist eg
ikki í, at tað verður ein
fínur dystur, og hann verð-
ur enn betri, um vit so
eisini vinna, sigur Bára S.
Klakstein at enda.
Bára S. Klakstein og Una Olsen hava báðar longu vunnið fýra gullheiðursmerkir hetta seinasta árið. Leygardagin hava tær
møguleika at ogna sær fimta gullið til savnið
17
16
Nr. 61 - 27. mars 2004
Meiri eftirlit í Evropa
Ætlanin at stovna eitt
evropeiskt CIA
verður ikki sett í
verk, men myndug-
leikarnir fara at
savna fleiri upplýs-
ingar um borgarar-
nar í Evropa
EVROPA OG
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sum lið í bardaganum
ímóti yvirgangi hava leið-
ararnir í ES samtykt at
savna fleiri upplýsingar um
borgararnar. Eitt nú skulu
myndugleikarnir hava fleiri
upplýsingar um passið hjá
tí einstaka, flogferðir, tele-
fonsamrøður, hvussu fólk
nýta alnótina, og hvat tey
nýta hana til.
Evropa verður eitt eftir-
litssamfelag, siga tey, sum
halda tiltøkini vera ov víð-
gongd, men leiðararnir í
ES-londunum siga tey vera
neyðug
í
bardaganum
ímóti yvirgangi. Og til-
tøkini verða fleiri.
Umframt eftirlitið við tí
einstaka borgaranum skulu
myndugleikarnir savna og
samskipa allar upplýsingar
um yvirgangsmenn og yv-
irgangsatsóknir í Evropa.
Teir skulu eisini samskipa
upplýsingar um ymisk
spreingievni og manna-
gongdina hjá yvirgangs-
monnum. Alt skal savnast
á einum staði.
Passini, sum í dag verða
nýtt í Evropa, skulu skift-
ast út. Í seinasta lagi í juni
næsta ár kemur eitt nýtt
pass. Tað skal hava tær
vanligu upplýsingarnar um
eigaran, men harafturat
skal fingramerkið hjá eig-
aranum setast í passið.
Samstundis er avgjørt, at
í framtíðini skulu flogfel-
øgini goyma upplýsingar
um, hvør hevur ferðast við
flogførunum, og tað sama
verður galdandi fyri tele-
fonfeløg og alnótaútbjóð-
arar. Í Danmark hevur
stjórnin longu skotið upp,
at allur teldupostur skal
goymast minst tríggjar
mánaðir.
Yvirgangsovasti
Á toppfundinum í Brux-
elles fyrradagin samdust
leiðararnir um at gera
álvara av tosinum um at
samskipa tann evropeiska
bardagan ímóti yvirgangi.
Upprunaliga varð ein slík
ætlan samtykt í september
í fjør, men atsóknin í Mad-
rid tann 11. mars hevur
skumpað undir londini.
Samstundis hevur ES
fingið ein yvirgangsovasta.
Tað er niðurlendingurin
Gijs de Vries. Hann skal
samskipa bardagan ímóti
yvirgangi og tryggja, at tey
einstøku londini halda tær
nýggju eftirlitsreglurnar.
Hann skal eisini hava tað
regluliga samskiftið við
amerikonsku myndugleik-
arnar um yvirgang.
UTTAN ÚR HEIMI
Hoyringin í amerik-
anska Senatinum um
tað, sum hendi fyri
tann 11. september í
2001, hevur avdúkað,
at bæði Clinton-
stjórnin og Bush-
stjórnin høvdu fleiri
møguleikar at taka
Osama bin Laden
HOYRING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hesa vikuna hevur ein ser-
lig nevnd hjá amerikanska
Senatinum avhoyrt fleiri
leiðandi stjórnarlimir og
embætismenn
hjá
Bill
Clinton og George W. Bush
fyri at fáa staðfest, hvat
myndugleikarnir vistu und-
an atsóknini tann 11. sep-
tember í 2001, og hvat
kundi verið gjørt fyri at
forða atsóknini.
Hoyringin avdúkaði, at
samskiftið í stjórnarumsit-
ingunum var vánaligt, og at
politikararnir mistóku seg,
meðan Osama bin Laden
og hansara menn fyrireik-
aðu seg. Fyrrverandi yvir-
gangsráðgevin hjá Clinton
og
Bush,
Richard
A.
Clarke, segði undir hoyr-
ingini, at tað var trupult at
fáa teir ovastu leiðararnar í
Bush-umsitingini at góð-
taka álvaran í hóttanunum
frá al-Qaeda.
Niðurstøðan aftan á hoyr-
ingina er millum annað:
* Undir Bill Clinton helt
CIA seg ikki hava heimild
til at beina fyri bin Laden,
uttan so at hann doyði í
einari roynd hjá CIA at taka
hann. Men fregnartænastan
spurdi seg ongantíð fyri hjá
politikarunum um heim-
ildina. Politikararnir visti
ikki betur, enn at Clinton
hevði givið CIA ta neyðugu
heimildina.
* Í tíðarskeiðinum ímill-
um atsóknirnar at amerik-
onsku sendistovunum í
Kenya og Tanzania í 1998
og atsóknina 11. september
í 2001 boðaðu afghanskir
agentar seks ferðir CIA frá,
hvar bin Laden var staddur,
men eingin roynd varð
gjørd at beina fyri honum.
* Bæði í stjórnini hjá
Clinton og stjórnini hjá
Bush vóru menn samdir
um, at fregnartænastuupp-
lýsingarnar um, hvar bin
Laden var staddur, vóru
ikki nóg neyvar, til at tað
var ráðiligt at geva boð um
eitt rakettálop á hann. Í
trimum
førum
ætlaði
Clinton-stjórnin at leypa á,
men gjørdi tað ikki, tí menn
bóru ótta fyri, at álopið fór
at krevja ov mong ósek
mannalív.
* Í báðum stjórnunum
var semja um, at tað var
ikki politiskt ráðiligt at
leypa á Afghanistan, tí
hvørki Kongressin ella tað
amerikanska fólkið hevði
tikið undir við tí.
* Tá Bush-stjórnin tók
við, høvdu menn lítlan hug
at halda somu kós, sum
Clinton-stjórnin hevði nýtt.
Ístaðin fyri at arbeiða víðari
við
ætlanunum
hjá
undanfarnu stjórnini valdi
Bush-stjórnin at leggja sín-
ar egnu ætlanir, hvørs
endamál var at beina fyri
bin Laden og felagsskapin-
um al-Qaeda. Hesar ætlan-
irnar, sum skuldu fremjast
eftir trimum árum, lógu
klárar tann 10. september í
2001, dagin fyri atsóknina.
* Í 2001 vistu nakrir per-
sónar í samveldisløgregluni
FBI, at tveir limir í al-
Qaeda gingu á einum flog-
skúla í USA. Upplýsingar-
nar vórðu sendar leiðsluni í
CIA. Tann 11. september í
2001 vóru teir báðir flog-
næmingarnir við í at-
sóknini.
* Í juni og juli í 2001
boðaðu fregnartænasturnar
frá fleiri upplýsingum um
ætlað álop á amerikonsk
mál. Hildið varð, at menn
fóru at søkja at amerik-
onskum málum uttanlands,
og á meiri enn 30 støðum
vórðu verjutiltøk sett í verk.
Samanumtikið vóru teir
avhoyrdu politikararnbir og
embætismenninir á einum
máli um, at hvørki stjórnin
hjá
Bill
Clinton
ella
stjórnin hjá George W.
Bush kundu havt forða at-
sóknini at World Trade
Center og Pentagon, sjálvt
um tað skuldi havt eydnast
at beina fyri Osama bin
Laden.
USA hevði fleiri møguleikar
at beina fyri bin Laden
Bæði stjórnin hjá Bill Clinton og stjórnin hjá George W. Bush høvdu upplýsingar um, hvar Osama bin Laden var staddur og kundu havt beint fyri honum. Tað er
kortini ivasamt, um tað hevði forðað atsóknini at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001
C
M
Y
K
16