leygardagur 27. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2004
19
18
Nr. 61 - 27. mars 2004
Drukna í sam-
anberingini
Neistin-Kyndil hjá
kvinnum og KÍF-
H71 hjá monnum
tykjast fullkomuliga
týdningarleysir, sam-
mett við tey bæði
brakini, sum verða á
skránni leygar- og
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, hvørjir
stórdystirnir í hondbólts-
kappingini
eru
hetta
vikuskiftið.
Sum tað ivaleyst eisini
framgongur her á síð-
unum, so er tað í Vági
leygardagin og í Havn
sunnudagin, at stóru dyst-
irnir eru á skránni, men
tað eru so eisini tveir aðrir
dystir, sum skulu leikast.
Kvinnuliðini hjá Neist-
anum og Kyndli hava ær-
una av at hita upp til
mansdystin, men tað er tó
langt ífrá, at hesin dyst-
urin hevur sama týdning á
stigatalvuni, sum tann hjá
monnunum.
Hvussu víkir og vendir,
so verður tað helst so, at
Neistin endar á fjórða- og
Kyndil á niðasta plássin-
um í kvinnudeildini, og tí
tykist eingin ivi vera um,
hvat av liðunum fer við
stigunum hesaferð. Kynd-
il hevur tó argað Neistan
onkra aðratíð, og so er
spurningurin, hvørt tær
eisini megna tað hesaferð.
Hjá monnunum verður
dystur í Hoyvík kl. 16.00,
tá flestu eygu annars
munnu vera vend móti
høllini á Hálsi. KÍF og
H71 hava alt kappingar-
árið stríðst um at sleppa
undan botnsessinum, og
við sigri á StÍF slapp H71
sær fyri eina løtu av
hesum.
Og líka mikið, hvussu
víkir og vendir, so eru
hoyvíkingar kanska eisini
meira motiveraðir enn
kollfirðingarnir í løtuni.
Higartil hevur tað hjá
H71 mest verið so, at teir
hava
spilt
spæli
hjá
Kyndli, men í seinasta
umfarinum
kann
væl
vera, at tað verður H71,
sum skal hava ein fingur
við í spælinum, tá Neistin
vitjar í Hoyvík.
Undan hesum er tað tó
KÍF, sum vitjar, og skulu
hoyvíkingarnir
tryggja
sær, at teir ikki verða nið-
astir, so skal hesin dystur-
in kasta tvey stig av sær.
Tað sama er tó galdandi
fyri kollfirðingarnar, so
æran stendur í øllum før-
um upp á spæl hjá báðum
pørtum.
Hondbólturin hevur
fylt nógv hesar sein-
astu dagarnar. Tað
viðgongur Hans Áki
Dal Christiansen, sum
við spenningi sær
fram til sunnudagin,
tá Kyndil skal takast
við grannarnar úr
Neistanum í størsta
dystinum higartil í ár
ODDABRAK
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá vit trína inn í handilin
við Smyrilsvegin, tykist
einki soleiðis óvanligt vera
áfatt. Nøkur andlit heilsa,
meðan onnur bara fara
framvið, og sum so tykist
hetta
lítið
hava
eina
upptaksgrein her í blaðnum
at gera.
Men inni á verkstaðnum
er tó ein, sum hevur nakað
við hondbólt at gera. Tað er
nevnliga her, at liðskiparin
hjá Kyndli, Hans Áki Dal
Christiansen heldur til, og
hann er skjótur at viðganga,
at tað hevur verið nógv
hondbóltstos á skránni hesa
seinastu vikuna.
– Tað hevur kanska verið í
meira lagi, um eg kann siga
tað so. Fleiri eru her, sum
halda við Kyndli, men stjór-
in og onkrir afturat eru tó
neistamenn, og hesar sein-
astu vikurnar er man farin at
hoyra alt meira til teir, sigur
hann við einum smíli.
Hava nortið botnin
Og at hesir eru vorðnir
meira ljódligir, hongur
helst eisini saman við vána
gongdini, sum Kyndil hev-
ur havt seinastu tíðina. Ein
gongd, sum í øllum førum
hevur gjørt kappingina um
meistaraheitið
óvanliga
spennandi, tí uttan niður-
túrin, sum Kyndil hevur
haft, so var gullið helst
langt síðani avgjørt, og sum
so tykist Hans Áki eisini at
harmast eitt sindur um
hetta.
– Øll lið hava sínar upp-
og niðurtúrar, men tað er
eingin loyna, at hjá okkum
kom niðurtúrurin júst tá, ið
hann ikki skuldi koma. Tað
hevur sett eitt stórt trýst á,
men hinvegin haldi eg
sjálvur, at vit hava verið
heilt niðri á botni og vent,
og nú eru vit so á rættari
kós, sigur hann avgjørdur.
Spurdur, júst hvat tað var,
ið gekk galið hjá Kyndli,
sigur hann, at tað er trupult
at peika á nakra einstaka
orsøk.
– Tað eru helst fleiri
orsøkir. Eg skal so avgjørt
ikki tosa ringt um Jan, men
hesa seinastu tíðina hava
vit fingið økt intensitetin í
venjingunum. Tað er jú
gjarna soleiðis, at innsats-
urin undir venjing sæst aft-
ur í dystunum, og í so máta
hava hesar seinastu vikur-
nar givið góð tekin.
Skulu á toppin
Og hóast lítla niðurtúrin, so
er tað jú framvegis soleiðis,
at teir í Kyndli framvegis
kunnu avgera alt sjálvir.
Tað »einasta«, sum krevst,
eru fýra stig í teimum
báðum seinastu dystunum,
og Hans Áki dylir ikki fyri,
at leikararnir síggja fram til
hetta. Ella rættari - til
dystin sunnudagin.
– Hetta er kanska størsti
dysturin á árinum, so
vónandi megna vit eisini at
veksa við uppgávuni. Og
vit hava so sanniliga nakað
at hevna eftir umgangin,
sum Neistin gav okkum í
fyrra dystinum í enda-
spælinum.
Og eru tað so nøkur
serlig ting, sum tit leggja
dentin á hesaferð?
– Tað er tað sjálvandi.
Fyrst og fremst, so hevur
Neistin nakrar stórar skjútt-
ar, sum vit mugu fáa fatur
á. Gera vit ikki tað, so
verður tað ógvuliga trupult.
– Men yvirhøvur, so hava
teir eitt gott lið, og vit
mugu sjálvir vera á topp-
inum, um vit skulu vinna
dystin. Verjan skal rigga til
fulnar, og álopsspælið skal
so sjálvandi eisini koyra.
Gongur alt upp í eina hægri
eind, so ivist eg ikki í, at vit
kunnu taka teir, staðfestir
hann.
Og gera tit tað, so er klárt
til finaludyst móti VÍF?
– So langt eru vit als ikki
komnir. Dysturin móti VÍF
er ikki fyrr enn í næstu
viku, so hann hugsa vit ikki
um enn, sigur avgjørdur
leikari.
Onkur ivamál
Hjá Kyndli eru onkur
ivamál til dystin. Hans Arni
Thomsen, sum veruliga
hevur trokað seg framat
besta liðnum, hevur skaða í
einum fingri, og Finnur
Hansson stríðist framvegis
við skaðan í økslini, sum
hevur darvað stóran part av
grundspælinum.
Aðrir leikarar dragast
eisini við smærri snuddir,
men sum Hans Áki sigur,
so eru hesir neyvan av
slíkum slag, at teir halda
monnunum frá dystinum
nú sunnudagin.
Og skuldi tað borið so-
leiðis á, so eru somu menn
helst eisini til reiðar til eitt
seinsta brak um eina viku.
Men fyrst og fremst, so
snýr tað seg um Neistan.
Tann dysturin er ein, sum
skal vinnast, skal Kyndil
gera sær nakrar vónir
yvirhøvur um at gerast
føroyameistarar.
Skulu aftur á aldukambin
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
27.03
15.00
VB-Stjørnan
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
28.03
14.30
Neistin-Kyndil
Karsten Joensen &
Kristian Joensen
1. deild menn
28.03
16.00
Neistin-Kyndil
Karsten Joensen &
Kristian Joensen
28.03
16.00
KÍF-H71
Geir Wardum &
Gunnar Gregoriussen
Fótbóltur
Kappingin um løgmanssteypið
Bólkur 1
Dagf.
Dystur
Dómari
27.03
KÍ-NSÍ
Suni Johansen
27.03
B36-FSV
Petur Skarðenni
Bólkur 2
27.03
TB-B68
Dagfinn Olsen
27.03
ÍF-GÍ
Birgir Sondum
Bólkur 3
27.03
Skála-HB
Páll Augustinussen
27.03 EB/S-B
Eiler Rasmussen
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál munur stig
1 Stjørnan
10
9 -
0 -
1
604
434
170
29
2 VB
10
10 -
0 -
0
632
457
175
28
3 VÍF
10
6 -
0 -
4
576
477
99
21
4 Neistin
10
5 -
0 -
5
553
522
31
18
5 StÍF
11
2 -
0 -
9
524
642
-118
9
6 Søljan
11
3 -
0 -
8
437
563
-126
8
7 Kyndil
10
1 -
0 -
9
359
590
-231
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál munur stig
1 Neistin
8
6 -
0 -
2
516
477
39
18
2 Kyndil
8
4 -
1 -
3
538
503
35
18
3 VÍF
8
5 -
0 -
3
511
461
50
16
4 StÍF
8
3 -
0 -
5
470
452
18
13
5 H71
8
3 -
1 -
4
453
515
-62
9
6 KÍF
8
2 -
0 -
6
489
569
-80
7
Bólkaspælið í kappingini um
løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 KÍ
1
1 -
0 -
0
3
1
2
3
2 B36
1
1 -
0 -
0
2
1
1
3
3 NSÍ
1
0 -
0 -
1
1
2
-1
0
4 FSV
1
0 -
0 -
1
1
3
-2
0
Bólkur 2
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 ÍF
1
1 -
0 -
0
5
2
3
3
2 GÍ
1
1 -
0 -
0
3
1
2
3
3 TB
1
0 -
0 -
1
1
3
-2
0
4 B68
1
0 -
0 -
1
2
5
-3
0
Bólkur 3
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 VB
1
1 -
0 -
0
3
0
3
3
2 HB
1
1 -
0 -
0
3
2
1
3
3 EB/S
1
0 -
0 -
1
2
3
-1
0
4 Skála
1
0 -
0 -
1
0
3
-3
0
Stjórin og onkur afturat eru
neistamenn og hesar seinastu
vikurnar er man farin at
hoyra alt meira til teir, sigur
Hans Áki Dal Christiansen,
sum tó ikki tykist hava
nakrar trupulleikar av hesum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eyðbritt Krosslá hev-
ur nokk roynt tað,
sum er vert at royna í
føroyskum kvinnu-
hondbólti. Hetta tyk-
ist tó ikki merkja
hana tað minsta
pettið, nú VB riggar
til gullbrakið leygar-
dagin. Spenningurin
til hetta er í øllum
førum enn tann sami
GULLDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í Vági er spenningurin sum
vera man ovurstórur, nú
gullbrakið í FM-stríðnum
stendur fyri framman.
Roknað verður við, at
fullsett høll fer at hyggja at,
tá dómarararnir blása dyst-
in ígongd, og tað er einki at
ivast í, at talan verður um
ein heitan dyst. Fáa staðni í
landinum munnu lið kenna
seg á útivølli á sama hátt,
sum tey gera tað í Vági, og
tað er heldur einki at ivast í,
at leikararnir leggja stóran
dent á tann stuðulin, sum
tær við hesum fáa.
Ein av teimum, sum
framvegis er partur av
liðnum hjá VB, er Eyðbritt
Krosslá. Eitt sindur óviljað,
kundi kanska verið skoytt
afturat,
tí
upprunaliga
hevði hon als ikki ætlað sær
at spælt á besta liðnum í ár.
Eitt nú segði hon eftir
steypafinaluna í fjør, at um
hon nú eisini gjørdist før-
oyameistari, so fór hon at
gevast, men kortini valdi
hon so at taka eina hond
við, tá mest stóð á hjá VB.
– Tað var nokk fyrst og
fremst
útlendingamálið.
Tað hevði við sær, at vit
einki fólk høvdu eina løtu,
og so noyddist eg at taka
eina hond við.
– At tað so hevur gingist
somikið væl hjá liðnum,
ger tað sjálvandi bara enn
stuttligari. Eitt er at blíva
føroyameistarar,
men
høvdu vit klárað at endur-
vunnið gullið, so vildi tað í
mínum hugaheimi verið
enn størri.
Sami spenningur
Og hóast hon í øllum førum
er tann leikarin hjá VB,
sum hevur nógv tær flestu
royndirnar, so heldur hon
ikki, at spenningurin broyt-
ist nakað fyri tað.
– Tann parturin broytist
ikki, og sum so fær hann
kanska heldur ikki loyvi til
tað. Líka mikið hvar man
vendir sær, so tosa fólk í
bygdini um dystin leygar-
dagin. Seinastu dagarnar
hevur mest sum ikki verið
prátað um annað, so tað
sigur seg sjálvt, at tú eisini
sjálv verður gripin av hes-
um, heldur hon.
Soleiðis er líkt til, at talan
verður væl og virðiliga um
fult hús, og skal metast eftir
undanfarnu dystunum, so
hava áskoðararnir eisini ein
góðan og spennandi dyst í
væntu.
Í grundspælinum vann
Stjørnan báðar dystirnar
móti VB, tó at tað í Vági
stóð sera nógv á. Fyrra
dystin
í
endaspælinum
vann VB tó trygt í Klaks-
vík, men bara vikuna eftir
tók Stjørnan ein tepran eitt-
máls sigur í steypfinaluni,
so tað tykist á pappírinum,
sum um alt er púrasta opið.
Tað heldur Eyðbritt eisini
sjálv, at tað er, men hon
leggur tó dent á, at tær
sjálvar eiga avgerðina.
– Teir báðar dystirnar í
vár haldi eg greitt hava
sýnt, at vit kunnu vinna
dystin. Í Klaksvík vunnu
vit jú við sjey málum, og
fyrstu løtuna av steypafin-
aluni bendi alt á tað sama.
– Akkurát hvat hendi tá,
skalt tú ikki spyrja meg um,
men vit fóru í hvussu er
niður við høvdinum. Sam-
stundis hildu vit uppat við at
spæla sum eitt lið, og tað var
kanska størsta forðingin.
Dystin í Klaksvík megnaðu
allar á liðnum at taka
ábyrgd, og bæði í álopi og
verju megnaðu vit at standa
saman. Tað eru fyrst og
fremst hesir eginleikarnir,
sum vit nú skulu finna fram,
og gera vit tað, so eri eg ikki
í iva um, at vit vinna dystin.
Eisinin hóast eg havi stóra
virðing fyri Stjørnuni.
Og at enda sníkir seg so
spurningurin, sum mátti
koma. Verður leygardagur-
in næst-seinastu ferð, at vit
fara at síggja Eyðbritt á
vølli í bestu kvinnudeildini,
ella verður hon kanska aft-
ur lokkað til enn eitt tørn
næsta ár?
– Nú haldi eg, at tað er
liðugt. Tað má tað for ólukk-
an vera, sigur hon flennandi,
áðrenn hon aftur fer at taka
sær av børnunum, sum alla
samrøðuna hava verið at
hoyrt í bakgrundini.
Spenningurin
er tann sami
Hóast hon ætlaði at gevast eftir dupulta gullið í fjør, so hevur
Eyðbritt játtað at taka enn eitt tørn hjá VB, og nú er so
møguleikin fyri, at eisini hetta kann kasta gull av sær
Karl Oddmar Ras-
mussen er ein av
royndastu leikar-
unum á Neistaliðn-
um, sum sunnudagin
skal leika ein ógvu-
liga týðandi dyst
móti grannunum úr
Kyndil
ODDABRAK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Spenningurin er stórur í
Havn undan hondbólts-
dystinum millum bestu
mansliðini hjá havnarfel-
øgunum báðum, Neistan-
um og Kyndil, ið verður í
høllini á Hálsi sunnudagin.
At fólk eru spent til dystin,
er eisini nakað, ið leik-
ararnir merkja til dagligt.
Alt liggur í okkara
hondum
Kyndil og Neistin liggja
jøvn í stigum á ovastu rók
í føroysku hondbóltskapp-
ingini, og nú farið verður
undir næstseinasta umfar,
er spenningurin sjálvsagt
øgiliga stórur. Karl Oddm-
ar Rasmussen sigur, at
hann merkir væl, hvussu
spent fólk eru, bæði úti í
býnum, men eisini á ar-
beiðsplássinum,
politi-
støðini í Havn.
Karl Oddmar sigur, at
teir í Neistanum í løtuni
bara hugsa um tann kom-
andi dystin, og ikki um
FM-heitið, sum verður
endaliga avgjørt næsta
vikuskifti. Alt liggur í
okkara hondum, sigur Karl
Oddmar Rasmussen, tí um
vit
vinna
báðar
teir
seinastu dystirnar hjá okk-
um, eru vit føroyameistar-
ar, so einkult er tað, sigur
hann. At hondbóltskapp-
ingin er óvanliga spenn-
andi í ár, er neyvan nakað
dulsmál, og Karl Oddmar
Rasmussen heldur, at tað
má verða sera gott og und-
irhaldandi fyri áskoðar-
arnar, at tað er so stórur
spenningur í kappingini.
Fyrireika seg sum
vanligt
Í Neistanum hava teir ikki
nakrar ætlanir um at gera
nakað eyka burtur úr
fyrireikingunum til dystin
sunnudagin. Karl Oddmar
sigur, at teir hava púra van-
ligar venjingar upp undir
dystin, og til síðstu venj-
ingina undan dystinum
brúka teir ein tíma upp á
serligar verju- og álops-
støður, ið skulu nýtast
undir komandi dystinum.
Tá ið talan er um rættu-
liga avgerðandi dystir,
plaga teir á besta mans-
liðnum hjá Neistanum
eisini at hittast dagin fyri
dystin, har teir í felag
hyggja at einum sjónbandi
av seinasta dystinum móti
mótstøðuliðnum, og so-
leiðis verður tað allarhelst
eisini hesaferð, sigur Karl
Oddmar. Á sjálvum leik-
degnum hevur liðið taktik-
fund, men annars er tað
upp til hvønn einstakan
leikara á sín egna hátt at
seta seg upp til dystin, ið
liggur fyri framman, sigur
Karl Oddmar Rasmussen.
Bróta rútmuna hjá
Kyndil
Skal Neistin basa Kyndil
sunnudagin, er tað neyðugt
hjá teimum at bróta rútm-
una hjá teimum grønu,
sigur Karl Oddmar Ras-
mussen. Hann heldur tað
verða sera umráðandi, at
Kyndil ikki fær loyvi til at
spæla sítt kvika spæl, tí so
eru teir sera vandamiklir,
sigur hann. Karl Oddmar
sigur eisini, at tað er púra
vist, at Kyndilsmenn noyð-
ast at berjast fyri hvørjum
einasta máli, ið teir fáa í
dystinum, tí teir fór einki í
gávu frá Neistanum. Hin-
vegin heldur Karl Oddmar
ikki, at oddsini eru góð hjá
Neistanum, tí eftir hansara
tykki hevur Neistin ikki
spælt tveir góðar dystir á
ráð alt kappingarárið, og
seinasta vikuskifti spældi
Neistin væl móti vestmenn-
ingum, og tí verður spenn-
andi at síggja, um teir
megna at spæla enn ein
góðan dyst sunnudagin.
Karl Oddmar Rasmussen
sigur eisini, at dagsformur-
in kemur at hava sera stór-
an týdning, men vit eru
kanska omaná sálarliga, av
tí at vit seinast vunnu á
teimum við tíggju málum.
Karl Oddmar Rasmus-
sen, ið væntar fulla høll
sunnudagin, sigur eisini, at
óansæð hvør vinnur sunnu-
dagin, so er einki avgjørt
undan seinasta leikumfari.
Vinnur Neistin, skulu teir
eisini basa hoyvíkingum
fyri at vinna FM, meðan
vinnur Kyndil, skulu teir
basa vestmenningum, sum
tá eisini kunnu gerast før-
oyameistarar við at vinna á
Kyndil, um teir altso hava
bast strandingum framman-
undan. Karmarnir verða
óivað í topp, sigur Karl
Oddmar, sum vónar, at
áskoðararnir hjá Neistanum
fara at verða eins góðir
sunnudagin, sum teir vóru í
Vestmanna seinasta viku-
skifti.
Vit skulu avgerða tað sjálvir
Millum týdningarmestu uppgávurnar hjá Karl Oddmari
verður helst at ansa eftir, at Kyndils-álopini ikki koyra ov
skjótt
mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18