Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 61 - 27. mars 2004 Sum støðan í samráð- ingunum millum Maskinmeistarafelag- ið og Fíggjarmála- ráðið er vorðin, er vandi fyri, at nýggja Suðuroyarferjan hjá Strandfaraskipum Landsins ikki sleppur í sigling, tá hon kemur til landið. Semingsmenn hava kallað til fundar á middegi í dag, og vandin fyri verkfalli er til staðar TÍÐINDASKRIV frá Fíggjarmálastýrinum Hóast samráðingar hava verið millum Maskinmeist- arafelagið og Fíggjarmála- ráðið síðani 26. september 2003, hava at kalla eingi framstig verið at hóma, og í dag koma semingsmenninir uppí. Stóri trupulleikin í ting- ingunum er, at Maskin- meistarafelagið higartil hevur noktað at samráðast um nýggju Suðuroyarferj- una hjá Strandfaraskipum Landsins. Fíggjarmálaráðið kann als ikki góðtaka hesa støðuna hjá maskinmeistar- unum. Neyðugt er at hava sáttmálaviðurskiftini av- greidd í góðari tíð, soleiðis at nýggja skipið hjá suður- oyingum ikki verður lagt við bryggju at gnaga gummi, tá tað kemur til Føroya í heyst. Bæði í samráðingunum og í fjølmiðlunum í dag greiðir Maskinmeistara- felagið frá, at felagið vil ikki samráðast um sáttmála fyri nýggja Smyril. Grund- gevingin hjá felagnum er, at hetta ikki er eitt upp- runakrav frá Lønardeildini, sum samráðist vegna Fíggj- armálaráðið. Henda fatan er ikki í samsvari við veruleikan. Fyrsti samráðingarfund- urin millum Maskinmeist- arafelagið og Lønardeildina um økið hjá Strandfara- skipum Landsins var hin 10. november í fjør, og júst á hesum fyrsta fundinum varð kravið um nýggju Suðuroyarferjuna sett fram. Tí er talan um eitt upp- runakrav. Fíggjarmálaráðið sær onga sakliga grundgeving fyri, at nýggi Smyril ikki skal vera partur av teimum aktuellu samráðingunum. Tíðin, til nýggja ferjan kemur til landið, styttist í hvørjum, og tað hevði verið ómetaliga harmiligt, um suðuroyingar og ferjan skulu takast sum gíslar í einari sáttmálatelving hjá maskinmeistarunum í Før- oyum. Semingsmenninir, Alfred Petersen og Jógvan Amons- son, hava kallað sam- ráðingarpartarnar til fundar í dag klokkan 13.00. Sem- ingsmenninir hava útsett eitt møguligt verkfall til á midnátt í morgin, leygar- dagin 27. mars. Sáttmálin millum partarnar fór úr gildi 1. oktober 2003. Eitt fólks- ligt ynski at varð- veita miðbýin Hálvtfjórða tús- und mótmæltu ætlanini at byggja ein skrivstovu- bygning á Tinghúsvegnum TÍÐINDASKRIV - Undirskriftirnar vísa greitt, at borgararnir í Havn vilja varðveita miðbýin við Degns- húsi, og siga nei til at byggja ein skrivstovu- bygning í fimm hædd- um, sigur ein av stig- takarunum at savna saman undirskriftir, Ingi Mohr. Í vikuni lótu stigtak- ararnir inn tey seinastu bløðini við undirskrift- um til borgarstjóran, Jan Christiansen. Til- samans 3.569 fólk mótmæltu ætlanini at flyta Degnshús og byggja eini miðbýar- hús á sama grund- stykki ístaðin. - Hesar mongu und- irskriftirnar eiga at siga Tórshavnar býráð somikið, at byggiloyv- ið eigur ikki at verða givið til ætlaðu bygg- ingina, siga stigtakar- arnir, sum fegnast um tær mongu undir- skriftirnar. Umframt at mót- mæla, at Degnshús verða flutt, og at ein skrivstovubygningur verður reistur á Ting- húsvegnum, mæltu tey, sum skrivaðu undir, til at fríðka umhvørvið við Tinghúsvegin og Vaglið. - Tað er at vóna, at býráðið tekur hetta ynski til eftirtektar, siga stigtakararnir. Seinnapartin hósdagin fingu fimm handilsskúla- næmingar heiðurin sum ársins unga virki, í kapp- ingini hjá Føroya Handils- skúla. Vinnararnir eru: Guðrið B. Syderbø, Durita A. Joensen, Ingi Petersen, Kári Jacobsen og Rebekka á Fjallinum. Tey fimm høvdu fram- leitt eina lítla fløsku við snaruproppi, ið skal inni- halda AB mjólk. Ungt virki er eitt tilboð til næmingar á støðisárin- um á Føroya Handilsskúla. Næmingarnir skulu stovna virki, sum teir reka í skúla- árinum og síðani taka av, tá ið árið er úti. Endamálið er at vekja teirra áhuga at skapa nakað sjálvstøðugt. Ungt Virki í Føroyum er partur av Ung Virksomhed í Danmark, sum byrjaði í 1993. Føroysku vinnararnir fara í døgunum 25. og 26. apríl at taka lut í eini líkn- andi kapping í Keypmanna- havn. Ferðaútreiðslurnar rindar Føroya Handilsskúli, og harumframt fáa tey 5.000 krónur frá SMS. jbh Nýggi Smyril í vanda fyri at gnaga gummi SunDrink vann TÍÐINDASKRIV Hósdagin 25. mars 2004 var aðalfundur í Føroya Banka. Í samband við aðalfundin fóru Jákup Jaocbsen og Magnhild H. Andreasen (starvsfólkaumboð) úr nevnd bankans. Aðalfundurin valdi Jóhannus Egholm Hansen, advokat, Keypmannahavn, sum nýggjan lim í nevnd- ina, og Sigmar Jacobsen, fulltrúi, Argir, kom inn sum nýtt starvsfólkaumboð í nevndina. Nevnd bankans er eftir hetta mannað av Høgna Hansen, Jóhannus Egholm Hansen, Rúna M. Hansen, Jóhan Pálli Joensen, Jógv- ani Jespersen, Johan Elkjær Hansen og Sigmari Jacobsen. Nevndin hevur skipað seg við Jóhan Pálli Joensen sum formanni og Rúna M. Hansen sum næstformanni. Nýggj nevnd í Føroya Banka Vandi er fyri, at nýggi Smyril, sum varð flotaður herfyri, kemur at liggja og gnaga gummi, óttast Fíggjarmálaráðið Nr. 61 • leygardagur • 27. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Løgini eru børn okkara Samrøða við Lenu Anderssen Lesið síðu 2–3 TÓNLEIKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Guðrun Sólja Jacobsen fer at geva eina fløgu afturat út. Talan er um eina fløgu við sokallaðum "coverløgum", sum eftir ætlan skal koma út í heyst. Og so verða tríggir ella fýra sangir við eisini, sum Guðrun sjálv hevur gjørt. Guðrun sigur, at arbeiðið við at fyrireika fløguna so smátt er farið í gongd. Hon skal hitta ein framleiðara, har tey fara at tosa um, hvørji løg møguliga skulu við á fløguna. Av tí at hon ikki hevur tosað við framleiðaran enn, so dugir hon ikki at siga, hvat fyri løg talan fer at verða um. Men Guðrun gleðir seg til at sleppa í studio aftur. Hon hevur skift plátufelag nú og er sostatt ikki longur hjá Universal. Orsøk- ina til skiftið greiðir Guðrun soleiðis frá: – Sum eg havi skilt tað, so gongur ikki so væl hjá Universal fyri tíðina, og tískil vórðu fólk uppsøgd, og onnur søgdu upp av sínum eintingum. Ein av teimum, sum eg havi arbeitt nógv saman við, segði upp og gjørdi av at stovna sítt egna plátufelag, og so valdi eg at fylgja við honum. Hetta er eitt plátufelag, sum eitur My Way Music, og tað fer so at standa aftan fyri aðru útgávuna hjá Guðruni. Roynir sítt flog Guðrun sigur, at tað er ikki nøk- ur heilt serstøk orsøk til, at hon hevur valt at geva coverløg út. – Hin fløgan var jú næstan bara nýggj løg, og nú hevði eg so hug at royna meg við hesum, so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur hon og ásannar samstundis, at tað allarhelst fer at krevja munandi størri orku at fáa eyguni hjá fólki upp fyri hesari fløguni, tí hin kom í kjalarvørrinum av Stjørna í eitt kvøld. Guðrun hevur onki arbeiði til dagligt, so hon hevur góðar stundir at arbeiða við løgum og sanginum. Eisini fæst hon við eitt sindur av stuttleikamáling. Hon viðgongur tó, at sum nú er, ber illa til hjá henni at liva av tónleikinum, men tað er málið hjá henni. – Tað eru ikki so nógv boð eftir mær fyri tíðina, men móti sumri verður aftur meira, sigur hon. Men hon keðir seg kortini ongantíð. Og eitt tað fyrsta hon hevur ætlanir um nú er at taka sangundirvísing. Hon vil læra seg at nýta røddina betur og at passa betur upp á hana. So fyri tíðina leitar hon eftir einum lærara. Guðrun er eisini heima í Føroyum við jøvnum millum- bilum. – Eg stórtrívist her, men tað er altíð gott at fara heim at heilsa upp á familjuna. Og tey koma eisini niður at vitja meg skjótt, so tað gleði eg meg til, sigur Guðrun Sólja Jacobsen í tele- fonin úr Amager, har hon hevur eina íbúð. Guðrun við coverløgum Hóast Guðrun Sólja Jacobsen ikki hevur verið so øgiliga nógv frammi í seinastuni, so merkir tað ikki, at hon hevur ligið á latu síðuni í Danmark. Hon er júst farin undir fyrireikingararbeiðið til eina nýggja fløgu, sum væntandi kemur út í heyst Í heyst kemur Guðrun Sólja Jacobsen út við næstu fløguni hjá sær. Hetta verður ein fløga við coverløgum og einum trimum ella fýra løgum, sum hon sjálv hevur gjørt Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 21 20