leygardagur 27. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
3
2
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
TÓNLEIKUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
- Fyrst og fremst er hetta bara
ein fløga, ið okkum dámar, og
sum onnur vónandi eisini fara at
dáma.
Lena Andersen leggur mikro-
fonina eina løtu hetta týskvøld,
fýra dagar undan fløguútgávuni.
Hon smílist, bjóðar kaffi og er
annars so natúrliga til reiðar at
práta um sítt hjartabarn, tón-
leikin.
Leygarkvøldið verður pallurin
fluttur úr venjingarhølinum í
einum av virkisbygningunum í
Havnadali til konsertsalin í
Norðurlandahúsinum, frumskóg-
urin av leidningum verður
trimmaður til stóra pallin, og
siðstu akkordir samanspældar.
Við tveimum konsertum, í
Norðurlandahúsinum leygar-
kvøldið og í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði sunnukvøldið, verður
nýggja fløgan við 29 ára gomlu
Lenu Anderssen, "Can’t Erase
It", send á marknaðin.
Hevur lært
Fyri skjótt seks árum síðan gav
Lena Anderssen út fløguna
"Long Distance." Samanborið
við ta útgávuna er nýggja fløgan
meira hugsunarsom, meira
kensluborin og meira persónlig.
Eisini er hon betur gjøgnum-
arbeidd, metir songkvinnan.
- Eg havi lært nógv síðan tá.
Og henda fløga ber kanska brá
av, at eg hyggi aftur á, hvat er
hent, og geri mær nakrar tankar
um tað, sigur Lena og skoytir
uppí, at fyrra fløgan í størri mun
útstrálaði eina vreiði.
Men tað er ikki bara sjálv
fløgan, ið er øðrvísi hesaferð.
Eisini prosessin er heilt ein
onnur. Meðan fyrra fløgan bygdi
á løg, sum Lena og Niclas høvdu
gjørt saman, og síðan innspælt,
so hevur hetta verið ein longri
proces.
- Óli Poulsen hevur verið við,
at kalla síðan løgini vóru "fødd",
og saman við honum hava vit ar-
beitt nógv við teimum í upptøku-
hølinum. Vit diskuteraðu nógv.
Lena fer at flenna. Diskussi-
ónirnar kundu vera langar.
- Óli var sera krevjandi. Eg
helt kanska, at nakað var gott, og
so segði hann, at tað var als ikki
gott. Og tá eg helt, at nú hevði
eg vundið tvøvuna so nógv sum
tilbar, so vildi hann hava enn
meira.
- Vit kundu skjótt blíva ósamd.
Kanska er tað tí at vit eru fødd í
sama stjørnutekni. Men vit blivu
so altíð samd aftur.
Lena leggur smílandi afturat,
at Niclas var eitt slag av einum
millummanni, tá diskussiónirnar
gingu heitast.
Sangkvinnan hevur nú verið
eina løtu burtur frá mikrofonini,
og tað byrjar at kitla í fingrunum
á tónleikarunum. Onkur trívur í
ein gamlan Abba-slagara, áðrenn
James Olsen fer yvir í ein
jazz’utan blues’ara. Onnur ganga
aftur og fram millum leidningar-
nar á gólvinum, ið kundu gjørt
einum fløkjustampi so dyggiliga
til skommar. Ikki færri enn
tíggju tónleikarar vera við á kon-
sertunum um vikuskifti, og
burtursæð frá tveimum eru tey
øll savnað í venjingarhølinum í
kvøld.
Lena kemur aftur inn á
diskussiónirnar við Óla:
- Tú hevur eina visión við tí, ið
tú ætlar at gera. Men hin parturin
hevur kanska eina øðrvísi visión.
Og tí er uppgávan at møtast á
hálvari leið, uttan at úrslitið gerst
hálvt.
Men samtíðis sum dagarnir í
upptøkuhølunum vóru krevjandi,
ikki minst við einum produsara,
ið setur høg krøv, so vóru teir
læruríkir.
- Eg haldi at Óli trúði meira
uppá meg, enn eg gjørdi sjálv.
Hann fekk meg til at sláa meg
leysa og geva meg fult út til
tónleikin.
Endurfødd
Tað sæst tíðuliga á Lenu, at hon
hoyrir heima mitt í tónleikinum.
At hon livir fyri tónleikin, ið hon
hevur valt sum sína yrkisleið
burturav.
Tey tólv løgini, ið nú eru at
finna á "Can’t Erase It" eru vald
burtur rúgvuni av løgum, ið hon
og maðurin Niclas hava skrivað
síðstu tvey árini. Nú er arbeiðið
- Er ein vilji, er ein
vegur. Men vegurin
hevur sín kostnað,
sigur Lena
Anderssen, ið leggur
alla orku í tónleikin.
Í dag gevur hon út
fløgu, við hjálp frá
manninum Niclas
Johannesen og
produsaranum Óla
Poulsen, og síðan
gongur leiðin til
Vancouver, Kanada
Løgini eru børn okkara
lidugt, og fløgan komin á gøtuna.
- Tað hevur verið ein lang pro-
ces, og tí er ringt hjá mær at fyri-
halda meg til fløguna beinan-
vegin.
Lena steðgar á eitt bil.
- Løgini hava verið so leingi
hjá okkum, og vit hava arbeitt so
nógv við teimum, at tey eru at
kalla endurfødd.
- Men um eina tíð, so verði eg
glað fyri fløguna, leggur hon
afturat.
Tónleikurin er alt
Hóast viljin og dreymarnir eru til
tónleikin, og Lenu dámar tað, ið
hon ger, so vísir hon samtíðis á,
at tað hevur sín prís.
- Til dømis hava vit eingi hús
og ongan bil, men búgva til leigu
í eini kjallaraíbúð. Men vit hava
ein góðan gerandisdag. Og so
má ein bara arbeiða hart og
vóna, at tað einaferð fer at bera
ávøkstur.
Nógv tíð fer til at skriva løg,
og tá farið var undir hesa fløguna
høvdu tey eini fjøruti at velja
ímillum. Seytjan løg komu við í
upptøkuhølið, og tey vóru síðan
barberað niður til tólv. Tí er
avgjørt nakað at arbeiða víðari
við, eftir at henda fløgan er farin
av bakkastokki.
Somuleiðis vera summi av
løgunum, ið pláss ikki var til á
fløguni, at hoyra á útgávukon-
sertunum, lovar Lena.
Og fyri tí at tey ikki komu við
á fløguna, so verða tey ikki
gloymd kortini. Tí, sum hon
tekur til, so eru øll løgini teirra
"darlings".
- Eg og Niclas hava eingi børn,
so tú kanst siga, at løgini eru
okkara børn, leggur hon afturat.
Vancouver kallar
Um mánaðarskiftið apríl maj
fara Lena og Niclas til Van-
couver, ið liggur við kanadisku
vesturstrondina. Drúgva arbeiðið
við fløguni hava tey við sær og
ætla at byggja víðari á.
- Vit ætla okkum at spæla
nógv live, og annars royna at
finna okkum til rættis har yviri,
greiðir Lena frá.
Sjálv hevur Lena kanadiskar
røtur, og hjúnini hava áður verið
har yviri við sínum tónleiki. Nú
verður uppgávan at finna kon-
taktpersónarnar aftur, og annars
finna stemningin í býnum.
- Men vísir tað seg, at Van-
couver ikki er tað rætta, so fara
vit víðari til ein annan bý.
- Vit ætla okkum so at arbeiða
málrættað, og so mugu vit
síggja, hvat úrslitið verður.
Fyribils hava vit sett tvey ár av -
men annars má tað taka ta tíð,
tað tekur, leggur hon afturat.
Lena fer inn aftur í venjingar-
hølið, og tónleikararnir gera seg
til reiðar. Kensluborið, stillisliga
og rámandi byrjar hon:
- Seasons will change, nothing
will change, the way I feel for
you...
Can’t Erase It
Lena Anderssen og Niclas
Johannesen hava skrivað tey
tólv løgini á fløguni, nøkur
saman við Óla Poulsen.
Upptøkurnar eru gjørdar í
Lundgaard Studio og síðan
hevur verið arbeitt víðari við
teimum í Mix’n’Fix studio
hjá Óla Poulsen í Lyngby.
Útgávukonsertir verða
leygarkvøldið 27. og sunnu-
kvøldið 28. marts, ávíkavist í
Norðurlandahúsinum og
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði. Við á konsertini verða
Lena Anderssen, Niclas
Johannesen, Óli Poulsen,
Hans Poulsen, James Olsen,
Ólavur Øster, Finnur
Hansen, Kim Hansen, Laila
Carlsen og Jákup Zacharias-
sen.
C
M
Y
K
23
22