leygardagur 27. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK APRÍL 2004
TILTØK APRÍL 2004
· Listaframsýning við grafiskari list hjá Ase Bømler (FO)
er í húsinum til 18. apríl
• Listaframsýning hjá listamanninum Lennart Iverus
(SE) er í húsinum til 18. apríl
• Framsýningin »Veiðimentan« er á Etnografisk Museum
í Stockholm
HÓSDAGUR 1. APRÍL
Kl. 19.30
Orfeuskonsert (FO).
Monika Stauss Joensen (FO) violin og Ólavur Jakobsen
(FO) guitar. Spæld verða eldri og yngri klassisk verk.
Nærri um skránna á www.nlh.fo.
LEYGARDAGUR 3. APRÍL
Kl. 17.00
Sjónleikurin „Kaktusblóman“
Klaksvíkar Sjónleikarafelag (FO)
Atgongumerki kr. 125.- verða seld í Kunningarstovuni í
Havn og Norðurlandahúsinum.
MIKUDAGUR 7. APRÍL
Kl. 19.00
Suzuki næmingakonsert (FO).
Fyriskipari er Suzukifelagið í Føroyum. Ókeypis atgongd.
HÓSDAGUR 8. APRÍL
STONGT Skírisdagur
FRÍGGJADAGUR 9. APRÍL
STONGT Langi fríggjadagur
LEYGARDAGUR 10. APRÍL
STONGT Páskaaftan
SUNNUDAGUR 11. APRÍL
STONGT 1. Páskadagur
MÁNADAGUR 12. APRÍL
STONGT 2. Páskadagur
MIKUDAGUR 14. APRÍL
Kl. 20.00
KLIPP
Filmsfelag Norðurlandahúsins (FO) vísir finska filmin
„Sibelius“. Leikstjóri er Timo Koivusalo. Filmurin er frá
2003 (120min). Atgongumerki á 60.- kr. eru at fáa í
húsinum
HÓSDAGUR 22. APRÍL
Kl. 09.00
KT-messa.
Fyriskipari er Virkisráðgeving.
FRÍGGJADAGUR 23. APRÍL
Kl. 09.00
KT-messa.
SUNNUDAGUR 25. APRÍL
Flaggdagur. Opið sum sunnudag kl. 14.00-18.00
Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
FILMAR, FRUMSÝNDIR Í APRÍL:
KLIPP SÝNIR SIBELIUS
Klipp: Sjeyndi og seinasti filmurin á skránni hjá Klippi,
Filmsfelagi Norðurlandahúsins, er Sibelius.
Filmurin, sum er spildurnýggjur, lýsir lívið, kærleikan og
tónleikin, hjá kendasta tónaskaldi finnlendinga, Jean
Sibelius. Karmurin um søguna er hin gamli Sibelius,
sum í húsunum „Ainola“ minnist aftur á barnaárini, tá
hann sum tvey ára gamal gerst faðirloysingur. Vit fylgja
tónaskaldinum lestrarárini í Helsingfors, Berlin og Wien
og fáa innlit í stríðið hjá hinum aldrandi Sibeliusi, tá
hann berjist við áttindu symfoniina, sum allur heimurin
bíðar eftir. Han avbyrgir seg frá verðini og blakar lidnu
symfoniina á bálið. Men alla tíðina hevur hann Aino við
liðina. Timo Koivusalo er leikstjóri og Martti Suosalo
hevur leiklutin sum Sibelius.
Filmurin „Sibelius“ verður sýndur hin 14. apríl 2004.
Prísur á atgongumerkjum er 60 krónur.
Listastevnan 2004: Um-
framt Jethro Tull eru
heimsgitna operasang-
arinnan Kiri Te Kan-
awa, The Celtic Tenors
og okkara egni Teitur
Lassen á plakatini hjá
Listastevnuni í august
1. apríl byrjar forsølan til
fleiri høvuðsnøvn á Lista-
stevnuni 2004, sum verður
í døgunum 6. til 15. aug-
ust. Og uttan at taka nakað
frá hinum árunum kann
staðfestast, at hetta helst
verður tann stevnan higar-
til, sum hevur tey størstu
nøvnini á skránni. Atgongu-
merki til legendarisku
Jethro Tull hava longu verið
til sølu eina tíð. Øll siti-
plássini vórðu útseld eftir
fáum tímum, og nú eru
bara góð 100 standipláss
eftir.
Kiri Te Kanawa
Tað størsta navnið á ársins
Listastevnu er kortini Dame
Kiri Te Kanawa. Øll kennast
ikki við navnið, men hon er
helst tann kendasti kvinnu-
ligi operasangarin í øllum
heiminum í dag. Hon er at
líkna við Marie Callas á okk-
ara døgum, og navn henn-
ara verður sett stórt upp á
teimum fremstu operahús-
unum; bæði tá ið hon er
solistur ella bara luttekur.
Kiri Te Kanawa er avgjørt
tað størsta navnið, sum
nakrantíð hevur vitjað hend-
anvegin, og tað er ikki av
ongum, at bretar hava
heiðrað hana við aðalheiti-
num Dame Kiri Te Kanawa.
Hon er fødd í Ný Sælandi í
1944 og hevur maori-blóð í
æðrunum. Longu sum 20
ára gomul gjørdi hon um
seg í suðurhøvum, men tað
var eftir, at hon var flutt til
London, at hon við eitt fekk
stjørnustatus, tá ið hon
kom fram fyrstu ferð í Roy-
al Opera House, Covent
Garden í 1971. Síðan hev-
ur hon verið ein tann
fremsti sopranurin innan
fyri operasang, men eisini í
øðrum høpi hevur hon gjørt
vart við seg. Hon hevur
millum annað sungið musi-
cal, eitt nú á útgávuni
West Side story, sum Leo-
nard Bernstein sjálvur
stjórnaði.
Tað er sostatt einki minni
enn ein fongur at fáa Dame
Kiri Te Kanawa hendanveg-
in, og kostnaðurin á kon-
sertini er hareftir. Eitt at-
gongumerki kostar 950
krónur. Tað slær øll met,
men tað er prísurin fyri at
fáa so stóra heimsstjørnu
hendanvegin. Konsertin við
Kiri Te Kanawa verður 7.
august kl. 19.30 í Norður-
landahúsinum.
Celtic Tenors
Heilt so dýrir eru Celtic
Tenors ikki. Atgongumerkja-
sølan byrjar somuleiðis 1.
apríl og kostar 225 krónur.
Celtic Tenors er felags
heiti fyri teir tríggjar væl
umtóktu írsku tenorarnar
Matthew, Niall og James.
Sagt verður um teir, at teir
eru millum tær bestu rødd-
irnar, sum fram eru komnar
síðstu tjúgu árini. Teir eru
ungir, syngja traditionellan
írskan tónleik í nýggjum
hami og gera egnar útset-
ingar av kendum songum.
Ein fløga, sum hevur verið
væl umtókt er fløgan „Irish
Album“, sum millum annað
er útgjørd við fleiri løgum
FLEIRI STÓR NØVN Á LISTASTEVNUNI
Sjónleikur: Klaksvíking-
ar hertaka Havnina
nakrar dagar í apríl, tá
ið Klaksvíkar sjónleik-
arafelag sýnir leikin
„Kaktusblóman“. Leik-
urin varð sýndur fyrstu
ferð í Klaksvík tann 21.
februar og hevur eisini
ferðast kring landið.
Nú lendir leikurin, sum
upprunaliga er fransk-
ur, í Norðurlandahúsi-
num
„Fleur de Cactus“ er skriv-
aður av Jean Pierre Gredy
og Pierre Barrliet. Andreas
Justesen av Viðareiði hevur
týtt til føroyskt, og Egi
Dam hevur leikstjórnað
sjónleikarunum, ið eru
Adelborg Linklett, sum júst
hevur fingið Ársins Herða-
klapp, Jan Gardar, Petur
Simonsen, Durita Samuel-
sen, Ann Mari Jóhannesen,
Bjarni Z. Dahl, Hans Hjalti
Skaale og Aðalbjørg Lin-
klett. Edward Fuglø er pall-
stjóri.
Talan er um ein glantri-
leik. Ríki tannlæknin Julius
er ein rættiligur konufólka-
revur sum ræðist giftar-
mál. Fyri at sleppa undan
at koma í klórnar á einari
giftisjúkari frillu finnur hann
upp á konu og trý børn,
sum hann sigur seg hava.
Sjónleikurin gongur væl,
til Julius verður forelskaður
í Antoniu. Hann vil giftast
henni, men hon krevur at
hitta konuna og børnini fyri
at tryggja sær, at hon ikki
knúsar familjuna. Julian
finnur upp á ráð og fær vin-
ir, kenningar og onnur at
spæla við fyri at bjarga
honum. Hann fær sín tann-
læknahjálpara, sum í loynd-
um er ásttikin í honum, at
spæla konu og alt fløkist í
ein ellibita.
Lygnir og misskiljingar
fúka um oyruni, so talan
verður um eina rættiliga
farsu, ið Klaksvíkar sjónleik-
arafelag hevur gjørt til sítt
vørumerki.
„Kaktusblóman“ verður
sýnd í Norðurlandahúsinum
leygardagin 3. apríl.
Orfeus: Næsta klassiska
konsertin í Orfeus-røðini
verður 1. apríl, tá ið Mon-
ica Stauss Joensen og
Ólavur Jakobsen fara at
spæla verk fyri ávikavist fiól
og guitar.
Hendan Orfeus konsertin
verður merkt av italskum
tónum og verk verða leikt
eftir m.a. Tartini, Giuliani
og Paganini, ið bæði var
frálíkur guitar- og fiólleikari.
Umframt italska tónleik-
in, eru eisini smærri verk á
skránni. Tónleikur eftir
Villa-Lobos úr Brasilia,
Czardas úr Ungarn, og
skemtiligur og lættur tón-
leikur eftir William Kroll,
verður at hoyra.
Monika og Ólavur fara
eisini at framføra hvør sítt
soloverk á ávikavist violin
og guitar. Monika leikar
verk skrivað til hennara av
amerikumanninum Frédéric
Balazc, meðan Ólavur vend-
ir sær til italska úrmæling-
in Mauro Giuliani, og fram-
førir eitt av hansara tórfør-
astu verkum.
Konsertin verður í Klingr-
uni 1. apríl klokkan 20.00
KAKTUSBLÓMAN LENDIR Í HAVN
GUITAR OG FIÓLKONSERT
Í ORFEUS-RØÐINI
Listaframsýning: Tvær lista-
framsýningar eftir ávikavist
Aase Bømler Olsen og
Lennart Iverus hava hingið í
Norðurlandahúsinum síðan
mars, og tað gongur heitt
fyri seg, tá ið tær enda.
Aase Bømler Olsen sýnir
fram størri verk í Klingruni,
og Lennart Iverus hevur
sínar tekningar og málning-
ar hangandi á veggjunum í
Dansistovuni.
18. apríl enda báðar sýn-
ingarnar, og tað gongur ikki
stillisliga fyri seg. Verkini
hjá Aase Bømler Olsen
verða rætt og slætt brend,
tá ið tey verða tikin niður.
Aase sigur við sínari
framsýning frá eini søgu.
Íblásturin hevur hon fingið
úr yrkingini „Fyrtårnet ved
Montséger“ hjá Finn Lang-
gard. Yrkingin er skrivað til
minnis um 16. mars 1244,
tá ið 205 katharar gingu
syngjandi yvir til trúvillinga-
bálið við borgina Montsé-
ger í Suðurfraklandi. Pláss-
ið nevnist enn „Pláss teirra
brendu“.
Aase Bømler Olsen varp-
ar við síni framsýning ljós á
frælsi og kærleika. Hetta
eru grundleggjandi virði, ið
vit ongantíð mugu taka fyri
givið, er boðskapurin hjá
Aase Bømler Olsen, sum
rættiliga fær hesi hugtøk
aftur í brennidepilin, tá ið
hon setir eld á síni lista-
verk uttan fyri Norðurlanda-
húsið 18. apríl.
FRAMSÝNING ENDAR VIÐ
BÁLI OG BRANDI
KT2004: Í døgunum 22. og
23. apríl verður stór KT-
stevna í Norðurlandahúsi-
num. Góðir 20 framsýnarar
fara at vísa tað nýggjasta,
sum føroysk kunningartøkni
hevur at bjóða.
Á KT-stevnuni eru virki,
feløg og stovnar í Føroyum,
ið bjóða seg fram sum veit-
arar av vørum, tænastum
og skipanum við kunningar-
tøkni. Málbólkurin er fyrst
og fremst vinnan, almennir
stovnar og skúlar, men
annars eru øll vælkomin,
sum vilja rinda 450 krónur
fyri hvønn dagin. Ráðstevn-
an er skipað sum framsýn-
ing, fyrilestrar og kjak. Fyri-
lestrar verða hildnir í Út-
varpshøllini, har danirnir
Carsten Graff, filosoffur, og
Preben Mejer, menningar-
stjóri hjá TDC, umboða
hvør sína síðu av hálovaðu
kunningartøknini. Eitt tema
er trygd, og harafturat
verður eitt pallborð skipað,
har framtíðin hjá føroysku
kt-vinnuni verður sett á
dagsskránna.
Suzuki-konsert: Stór kon-
sert við føroyskum og út-
lendskum børnum verður í
Klingruni í Norðurlandahúsi-
num. Eini 50 føroysk børn
og 30 útlendsk børn úr
Belgia, Danmark og Íslandi
framføra, og felags fyri tey
er, at øll hava lært at
spæla sítt ljóðføri eftir so-
nevnda Suzuki-háttinum
Suzuki-hátturin varð
skaptur av Dr. Shinichi Su-
zuki og hevur gingið sanna
sigursgongd um allan heim.
Grundarlagið fyri framferð-
arháttinum er, at barnið
lærir tónleik á sama hátt,
sum tað lærir sítt móður-
mál.
Børnini byrja heilt tíðliga,
og undirvísingin er treytað
av trimum pørtum: Barni-
num, lærara og foreldrum.
Tey ganga saman og gera
ein avtalu um, at støði
verður tikið í fortreytunum
hjá barninum. Barnið má
ongantíð tvingast ella revs-
ast, men tað má heldur
enn gjarna stimbrast. Úr-
slitini vísa seg at vera góð.
Konsertin við føroyskum
og útlendskum Suzuki-
næmingum verður í Klingr-
uni í Norðurlandahúsinum
mikudagin 7. apríl klokkan
19.00
Framsýning: Ferðandi fram-
sýningin „Veiðimentan í út-
norði“ hevur verið sýnd
fram í hølunum hjá Norður-
atlantisku Bryggjuni í Keyp-
mannahavn, síðan húsið lat
upp 27. november í fjør.
11. apríl verður hon tikin
niður og flutt til Svøríkis,
og 23. apríl letur hon upp-
aftur í Etnografiska museet
í Stokkhólmi.
Framsýningin, sum lýsir
veiði og fiskarí í Grønlandi,
Føroyum og Íslandi í listar-
ligum, fólkaminnisligum og
tøkniligum ljósi, hevur verið
nógv eftirspurd. Hon lat
upp í Norðurlandahúsinum
hin 15. juni 2002 og hevur
síðan ferðast til Sumberg
Head í Hetlandi, Dublin í Ír-
landi, Reykjavíkar og Akur-
eyri í Íslandi, Nuuk í Grøn-
landi, St. John’s í Ný Fund-
landi og at enda Keyp-
mannahavnar. Nú gongur
leiðin so til Stokkhólm.
STÓR RÁÐSTEVNA UM KUNNINGARTØKNI
VEIÐIMENTANIN FLYTIR TIL SVØRÍKIS
BØRN VÍSA SÍNI KYNSTUR Í KLINGRUNI
eftir Dubliners, sum føroy-
ingum altíð hevur dámað
væl.
Í 2000 skrivaðu Celtic
Tenors sáttmála við EMI
Classics, og teirra
feskasta fløga á hesum
plátuforlagnum er „So
strong“, sum kom út í
2002. Seks av løgunum
eru framleidd av Mike
Moran, ið hevur arbeitt
saman við nøvnum sum
Paul McCartney, Eric Clap-
ton, Placido Domingo og
Queen bara fyri at nevna
nøkur.
Eitt av løgunum er ein
innilig útseting av
sanginum Love of My Life,
sum er innspæld til
heiðurs fyri Freddy
Mercury í sjálvum Abbey
Road Studio, har Beatles
einaferð broyttu tón-
leikaheimin.
Á føroysku konsertini,
sum verður fríggjakvøldið
6. august klokkan 19.30 í
Norðurlandahúsinum, fara
Celtic Tenors at syngja
bæði operu, musical og
írskar sangir.
Teitur við bólki
Okkara egni Teitur Lassen
verður eisini eitt høvuðs-
navn á Listastevnuni. Teitur
kemur til Føroya at halda
higartil einastu konsertina í
ár, eftir at hann hevur ferð-
ast dúgliga aftur og fram
um Atlantshavið og sungið
og spælt mest sum út í
eitt, síðan fløgan „Poetry
and Aeroplanes“ kom út
hjá Universal í fjør.
Amerikanarar hava
rættiliga fingið oyruni upp
fyri Teiti, og tað sigur ikki
so lítið, at fleiri viðurkend
tónleikatíðarrit mettu
fløguna „Poetry and
Aeroplanes“ at vera millum
tær týdningarmestu, sum
komu út í USA í 2003.
Teitur hevur í avtaluni við
Universal bundið seg til at
geva enn eina fløgu út á
heimsins størsta plátufor-
lagi, so ævintýrið heldur í
øllum førum fram eina tíð
afturat. Føroyingar fáa
hesaferð høvi at uppliva
Teit saman við orkestri sín-
um, sum hann ferðast við.
Konsertin við Teiti verður
í Salinum í Norðurlanda-
húsinum 11. august
19.30.
Foto: John Swannell
C
M
Y
K
25
24