leygardagur 27. mars 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hví toskur er staðbundin
Vit vita lítið um, hví toskur er
staðbundin. Ein skuldi trúð, at
tað hevði nakað við føðina hjá
toskinum at gera, men enn eru
ongar greiðar niðurstøður um
tað. Tað tykist ikki vera nakar
munur á føðini hjá toski, sum
heldur til á Mykinesgrunninum
ella á Mýlingsgrunninum. Í
báðum førum er føðin nebbasild
og krabbadjór. Men tað kann
vera, at tann einstaki toskurin má
kenna sítt umráði gjølla fyri at
kunna fáa fatur á føðini. Hann
má kanska vita, at tað viðhvørt
plagar at sita ein krabbi undir
júst hasum steininum.
Ein annar møguleiki er, at
toskurin vil verja seg ímóti rov-
fiskum ella øðrum vandum. Um
t.d. ein hemari skuldi komið
framvið, er lívsneyðugt at kenna
goymistøðini.
Hvussu finnur toskurin
veg?
Vit vita lítið um, hvussu toskur
finnur vegin fram. Sýnið í
sjónum er sera avmarkað og er
sjáldan meira enn 20 metrar.
Toskur kann tí ikki síggja tað
endaliga málið, eins og vit
menniskju kunnu síggja t.d.
Slættaratind, meðan vit enn eru
langt burtur.
Tann einstaki toskurin kann til
dømis fylgja við hinum toskun-
um, um onkur teirra longu
kennir vegin. Tað kann kanska
vera ein gamal toskur, sum hevur
lært leiðina uttanat. Reinsdjór
nýta hendan háttin.
Tað kann leggjast aftrat, at
menn hava eisini flutt tosk í
Eystursjónum, men tað vísti
beint tað øvugta: At hann ikki
fór heimaftur. Teir vórðu fluttir
nógv longri strekki og eisini eru
viðurskiftini í Eystursjónum ólík
okkara.
Ferðing til onnur havøki
Føroyskur toskur fer sera sjáldan
til onnur havøki — umleið 1 av
1000. Føroyskur toskur er fingin
við Ísland, Hetland, Orknoyggjar,
í Norðsjónum, við miðnorsku
strondina (har Tróndheimur
liggur) og í Barentshavinum.
Toskurin, sum heldur til á
Íslandsrygginum, er møguliga
fyri tað mesta íslendskur.
Tað er eisini sera sjáldsamt, at
toskur ferðast ímillum føroyska
landgrunnin (har Føroyar liggja)
og Føroyabanka, sum er suður-
vestur úr Føroyum. Tó kann
nevnast, at menn í 1910 fluttu
fýra toskar frá Føroyabanka og
sleptu teimum á Vágsfirði. Ein
av teimum varð seinni fiskaður
aftur á Føroyabanka. Tað má
roknast fyri at vera eitt bragd, tí
toskurin er komin sær framvið
Føroyabankarennuni, sum er
umleið 800 metrar djúp og har
sjógvurin er ísakaldur. Hann
kann tó hava uppi í sjónum (ikki
niðri við botnin).
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
5
4
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
Petur Steingrund,
fiskifrøðingur,
Fiskirannsóknarstovan
Heimkærur toskur
Nú tá várróðurin á Norðhavinum
er, er tað óivað onkur, sum undr-
ast á, hvaðani allur hesin toskur-
in kemur.
Merkingarroyndir vísa, hvussu
fiskur flytir frá einum øki til
annað. Eg skal í hesari greinini
greiða frá nøkrum av merkingar-
royndunum undir Føroyum.
Staðbundin smáfiskur
Longu í 1909 komu danskir
fiskifrøðingar til Føroya at
kanna, hvussu toskur (Mynd 1)
ferðast. Við góðari hjálp frá
føroyingum merktu teir fleiri
túsund smáfiskar, sum vóru 35-
50 cm til longdar. Mest merkt
teir í Nólsoyarfirði og eystan fyri
Nólsoynna, men nakað varð
eisini merkt við Suðuroynna,
vestan fyri Sandoy og norðan
fyri Vágoy. Umframt at merkja
smáfisk merktu teir eisini tosk á
Sandoyarbankanum og á Føroya-
banka.
Umstøðurnar at merkja vóru
ikki so góðar sum í dag. Teir
nýttu smábát ella størri deksbát
og fiskaðu við snøri. Tað hevur
verið eitt óført stríð at fiska,
máta fiskalongd, skriva niður og
sleppa fiskinum útaftur, alt í
einum lítlum báti og kanska í
ringum veðri.
Í Nólsoyarfirði var ikki óvan-
ligt at fáa 50% av teimum
merktu fiskunum aftur, og í
onkrum føri heili 75%. Tað var
sjáldsamt at fáa merktan tosk
aftur, sum hevði verið longri enn
eitt ár í sjónum. Ein onnur orsøk
var óivað, at onglendingar og
skotar, sum royndu við trolara
útiá, ikki lótu merkir inn í sama
mun sum føroyingar.
Smáfiskurin helt seg fyri tað
mesta á sama staði, har hann var
merktur (Mynd 1). Tað var
galdandi fyri øll støð, har merkt
var. Tað var ógvuliga sjáldsamt
at fáa ein smáfisk longri enn 10
fjórðingar (19 kilometrar) frá tí
staði hann var merktur. Men var
ein smáfiskur fyrst farin út at
reika, kundi hann ferðast 20, 30
ella kanska 50 fjórðingar.
Tann størri toskurin ferðaðist
nógv meira enn smáfiskurin.
Toskur, sum var merktur á
Sandoyarbankanum, varð fingin
aftur í einum stórum øki (Mynd
1). Tá hendan merkingarroyndin
varð gjørd, kendu menn lítið til
ferðingina hjá toski til og frá
Norðhavinum, sum er
týdningarmesta gýtingarøkið hjá
toski á føroyska landgrunninum.
Ferðing í samband við
gýting
Merkingarroyndirnar í 1909-13
vístu ikki, hvussu gýtingarførur
toskur ferðast, tí toskurin var ov
lítil. Vit vita í dag, at tað eru tvey
høvðusgýtingarøkir á føroyska
landgrunninum: Á Norðhavinum
(norðan fyri Norðuroyggjar og
Eysturoy) og í Vágahavinum
(sunnan fyri Vágoy). Granskarar
tá á døgum vistu lítið um
gýtingarøkið í Vágahavinum; teir
merktu bert tosk á Norðhavinum.
Danskir fiskifrøðingar merktu
í 1927-37 yvir 1000 toskar á
Norðhavinum, sum vóru í miðal
80 cm langir. Hetta var í mars-
mai, tvs. umleið ein mánað
seinni enn í dag. Eisini var
fiskurin umleið 10 cm størri, enn
hann er í dag. Teir fingu knappar
200 aftur, tvs. knøpp 20%. Í dag
er vanligt at fáa 20-35% aftur.
Gýtingartoskur ferðast mun-
andi meira enn smáfiskur. Beint
eftir merking (í apríl) vóru tosk-
arnir fingnir nær við gýtingar-
økið, meðan teir í mai-desember
vóru spjaddir um allan land-
grunnin (Mynd 2). Lesarin við
einum vaknum eyga leggur til
merkis, at heldur fáir toskar eru
fingnir suður-vestur úr Føroyum,
har tað er grynri enn 200m, tvs.
vestan fyri Suðuroynna og
Sandoynna. Vit vita í dag, at
toskur á hesum leiðum fyri tað
mesta gýtir í Vágahavinum og tí
ikki er fingin við í hesari
merkingarroyndini.
Í januar-februar byrjar toskurin
at fara aftur til gýtinarøkið og í
mars-apríl er hann komin fram
og gýtir (Mynd 2). Nakrir toskar
eru annahvørt longu lidnir at
gýta ella heldur seinir ávegis.
Føroyskur toskur nýtir sama
gýtingarøki ár undan ári. Tað
sæst týðiliga á Mynd 2, tí eingin
toskur er farin í Vágahavið at
gýta.
Heimkærur toskur
Merkingarroyndirnar í 1909-13
og 1927-37 vístu, at smáfiskur
var støðufastur og at gýtingar-
førur toskur ferðaðist til og frá
gýtingarøkjunum.
Seinni er komið fram, at
toskur er "heimkærur".
Tað ber til at tosa um t.d.
"Mykinestoskar" og "Svínoyar-
toskar". "Mykinestoskurin"
heldur til vestan fyri Mykines og
gýtir um várið á Norðhavinum
(ella vestan fyri Mykines) og fer
síðan heim aftur til økið vestan
fyri Mykines. "Svínoyartoskurin"
heldur til eystan fyri Svínoynna
og gýtir eisini á Norðhavinum
um várið; kanska hevur hann
møtt "Mykinestoskinum" har.
Eftir gýting fer "Svínoyar-
toskurin" heim aftur til økið
eystan fyri Svínoynna.
Um vit flyta tosk frá Mykines-
grunninum norður á Mýlings-
grunnin (norður-vestur úr
Steymoynni), leitar hann sær í
stóran mun heim aftur suður á
Mykinesgrunnin og øvugt. Vit
hava eisini flutt tosk út á djúpt
(300 m dýpi) og teir fara beinan
vegin inn aftur á "rætt" dýpi og
lutvíst eisini á rætta pláss. Eisini
toskur, sum er fluttur inn til
lands og sleptur á t.d. Skálafirði,
fer út aftur á "rætt" dýpi.
Visti tú, at vit eiga Mykinestoskar og Svínoyartoskar? At toskurin
er staðbundin, og kann leita langan veg fyri at koma aftur, har
hann hoyrir heima
Ein serstøk tøkk til teirra, sum hava latið fiskamerkir og
fiskar inn til Fiskirannsóknarstovuna. Við tykkara hjálp
hava vit fingið til vega upplýsingar um ferðingarmynstrið
hjá toski, sum er serstakt í granskingarhøpi
Mynd 1: Merking av smáfiski í 1909-13 í Vestmannasundi, Nólsoyarfirði og við Sumbiarstein. Flestu eru fiskaðir
aftur, har teir vóru merktir: tvs. við Vestmannasund (tríkantar), í Nólsoyarfirði (svartir rundingar) og við
Sumbiarstein (opnir rundingar). Eisini var stórur toskur merktur á Sandoyarbankanum (opin fýrakantur) og fingin
aftur eystanfyri og á Norðhavinum (stjørnur)
Mynd 2: Merking av stórum toski á Norðhavinum í 1927-37. Stjørnur vísa toskar fingnir í apríl sama árið, opnir
rundingar vísa tíðarskeiðið mai-desember og svartir rundingar vísa mars-apríl árið eftir.
Tann størri toskurin ferðaðist nógv meira enn smáfiskurin. Eitt nú varð
toskur, sum varð merktur á Sandoyarbankanum, fingin aftur í einum
stórum øki
Toskur er bara toskur,
heldur onkur, men
munur er kortini á
C
M
Y
K
27
26