leygardagur 27. mars 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
7
6
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
FERÐAFRÁSØGN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Hóast lógloysi og arbeiðsloysi
framvegis eru tvey høvuðseyð-
kenni í suðurafrikanska samfe-
lagnum í 2004, og rithøvundurin
á sinni av røttum kundi rópa
"grát, mítt elskaða land", er
Suðurafrika eitt unikt og lýsandi
dømi um eina tjóð, sum gjøgnum
órættvísi, líðing, neyð, stríð og
deyða hevur barst seg úr ónd-
skaparinnar klóm og tíðliga í
90´unum loksins sigraði á teim-
um kreftum, sum í áratíggjur
høvdu kúgað og dripið "the little
people of South Africa". Tjóðin,
sum hevur verið ímyndin av
órættvísi og óndskapi, lærir okk-
um grundleggjandi loyndardóm-
ar og sannleikar um, hvussu hitt
illa verður vunnið við góðum, og
hvørjar fortreytirnar eru fyri
grøðing av so djúpum samfelags-
ligum og persónligum sárum.
Mandela verður leyslatin
Í 1989 varð F.W. de Klerk vald-
ur nýggjur formaður í Tjóð-
skaparflokkinum, sum umboðaði
tey hvítu í Suðurafrika, og í 1990
læt de Klerk forseti Nelson
Mandela leysan úr fangaskapi.
Nelson Mandela, sum var for-
maður í landsins størstu and-
støðurørslu ANC, hevði tá sitið
sum ósekur fangi á Robben
Island frá 1964. Í 1991 fór de
Klerk undir at seta úr gildi
apartheid lógirnar, og í 1992
varð atkvøðugreiðsla hildin bert
fyri hvít, har sløk 70% vóru fyri,
at hvít og svørt skuldu hava
somu politisku rættindi. Við
góðkenning av 30 ymiskum
politiskum flokkum og felags-
skapum varð nýggj stýris-
skipanarlóg gjørd í 1993, har
skiftisráð við umboðum úr
mongum flokkum fyrireikaði
fyrsta demokratiska valið í
suðurafrikansku søguni í 1994. Í
hesum tíðarskeiði valdaði stórur
politiskur ófriður og harðskapur
millum ymsu politisku bólkarnar.
Stríð varð ímillum ANC, stjórn-
ina, víðgongdar høgrafelags-
skapir og tjóðskaparligar minni-
lutarørslur, har serliga Inkatha
frælsisflokkurin hjá zulufólkin-
um gjørdi um seg. Sum kunnugt
vann Nelson Mandela valið og
gjørdist nýggjur og fyrsti svarti
forseti 10. mai 1994.
"Vit vilja fyrigeva, men vit
vilja ongantíð gloyma, tí tann,
sum gloymir mistøkini úr
fortíðini, er dømdur at endurtaka
tey". Hesi orð eru at lesa oman-
fyri høvuðsdyrnar á eini týning-
arlegu í Pólandi frá seinna
heimsbardaga, og somu orðini
nýtti Nelson Mandela í stórari
talu fyri suðurafrikanska fólkin-
um stutt eftir, at F.W. de Klerk í
1990 hevði leyslatið Mandela.
Teir fingu báðir friðarheiðursløn
Nobels í 1993.
Eftir 27 ár sum ósekur fangi á
Robben Island er tað við støði í
hesum fyrigevandi anda, at
Nelson Mandela gjørdist ein
landsfaðir og um allan heim
ímyndin av tí góða. Tann í dag
86 ára gamli Mandela var kanska
mest týðandi arkitekturin og
grundleggjarin handan nýggja
Suðurafrika, har revsing og
hevndarhugur vórðu skift út við
eina uppbyggjandi trúgv og vón
á tað góða í menniskjanum.
Nürnberg ella Chile
Sum tveir hvítir vestureuropearar
á ferð í fátøkum, ikki-hvítum
økjum í Cape Town kundi onkur
hildið, at vit gjøgnum fýra mán-
aða arbeiðsuppihald okkara í
Suðurafrika høvdu upplivað ein
hevndarhugaðan og fígginda-
sinnaðan hugburð frá einum
fólki, sum í eina hálva øld hevur
verið sláturoffur teirra hvítu.
Men soleiðis var ikki, í staðin
upplivdu vit í øllum lógloysin-
um, fátækradøminum og arbeiðs-
loysinum hjartarúm, vinsemi,
gleði og vón.
Tá Nelson Mandela tók við
sum forsteti í yvirgongdini frá
apartheid til fólkaræði, heitti
hann á erkabiskuppin í Cape
Town frá 1984-2000, Desmond
Mpilo Tutu, at vera leiðari í
víðagitnu Sannleika- og Sáttar-
nevndini (The Truth and
Reconciliation Commission),
sum skuldi kanna og staðfesta
brotsgerðirnar, sum framdar
vórðu í apartheid tíðini.
Desmond Tutu greiðir frá í bók
síni "No Future Without
Forgiveness", at ovurstóra upp-
gávan at fáa greiðu á myrkursins
fortíð varð fullførd við einum
sonevndum "triðja vegi".
"Nürnberg ella tjóðskaparlig
gloymska (national amnesia)"
eitur annar kapittul í áðurnevndu
bók, og greiðir Tutu frá, hvørjar
spurningar Sannleika- og Sáttar-
nevndin skuldi taka støðu til.
Hvussu føra vit tjóðina víðari?
Skulu øll brotsverk revsast eins
og undir Nürnberg rættarmálun-
um eftir ræðuleikarnar undir
seinna heimsbardaga, har bert
ein evarska lítil partur í veru-
leikanum varð drigin til dóms?
Ella skuldu Tutu, Mandela og
aðrir veita nationalt amnesia
(gloymska), sum Augusto
Pinochet og hansara menn góvu
sær sjálvum í Chile á sinni, uttan
at sannleikin nakrantíð kom í
ljósmála, og uttan at nakar skuldi
svara fyri seg? Desmond Tutu,
sum vann friðarheiðursløn
Nobels í 1984, valdi saman við
nevnd sínari ein triðja veg, og
loysnin var sáttargerð og fyri-
geving fyri allar brotsmenn, sum
alment stigu fram, søgdu frá
ræðuligu søgum sínum og bóðu
avvarðandi um fyrigeving. Hetta
merkti tó ikki, at ein og hvør
kundi játta og spáka avstað aftur
uttan hóvasták. Fleiri brotsmenn
fingu eftir samráðingar smærri
fongsulsdómar, meðan aðrir ikki
lúkaðu krøvini yvirhøvur at lut-
taka í rættarmálunum, t.d. tí teir
ikki vildu siga allan sannleikan
og hildu aftur týdningarmiklar
upplýsingar.
Í 1998 varð ein rapport uppá
3500 síður givin út av Sannleika-
og Sáttarnevndini, og er rapport-
in avdúkandi úrslitið og opin-
beringin av tí, sum fór fram
undir apartheid, har lógarbrot hjá
bæði hvítum og svørtum verða
avdúkað. Talan var um eitt
alment skriftamál, har avvarð-
andi, offur, drápsmenn og bøðlar
kundu tosa út, viðurkenna, játta
og fyrigeva. Hetta var vegurin
fram fyri Suðurafrika.
Fyrigeving fríger ofrið
Hesin framferðarháttur varð
frammanundan og av mongum
spáddur ongantíð at kunna virka,
tí hann einfalt fór út um allar
menniskjaligar dimensiónir, men
mótvegis øllum spádómum vísti
fyrigeving, náði og sannleiki seg
at sigra og stíga upp um alt vit.
Suðurafrika upplivdi rættvísi í
eini nýggjari útgávu, sum
Desmond Tutu kallar restorativt
(uppbyggjandi) rættvísi.
- Fyrigeving og sáttargerð snýr
seg ikki um at venda blinda
eyganum og deyva oyranum
ímóti órættvísini, tvørturímóti.
Sanna sáttargerðin avdúkar og
opinberar ræðuleikarnar, líðing-
ina, eyðmýkingina, pínuna,
misnýtsluna og sannleikan, og
júst hetta er vegurin fram.
Fyrigeving er at siga frá sær
rættindini at hevna, og hetta vísir
seg at hava eina frígerandi og
loysandi ávirkan á ofrið, segði
Desmond Tutu í eini samrøðu
fyri fýra árum síðani.
Hóast bert fyrsta stigið er tikið
í royndunum at endurreisa eitt
vanrøktað og illa løstað land, er
yvirgongdin og paradigmuskiftið
í Suðurafrika eitt lýsandi vitni
um, at menniskjan er før fyri at
velja tað góða. Tað er vitnis-
burðurin um eitt land, sum slapp
undan blóðbaðnum, og sum ikki
endaði sum eks-Jugoslavia, tí
nakrar hetjur gingu á odda og
valdu fyrigeving. Sjáldan í
søguni hevur tað góða víst seg
við slíkari megi; í eini støðu, tá
øll sunn fornuft vísti á framhald-
andi syrgiligar avleiðingar, blóð-
bað, borgarakríggj og kaos, vísti
menniskjan seg frá síni uniku
síðu og hevjaði seg upp um tað
myrka, óndsinnaða og ræðandi,
sum júst hevði verið orsøk til
sorg, sakn, líðing og vøkunætur
fyri kúgaða meirilutan í Suður-
afrika.
Suðurafrikanska fólkið, sum
meiri enn nakað annað fólk
hevði upplivað líðingina og
óndskapin, helt fast um vónina,
um trúnna á javnvirðið í menn-
iskjanum og um idealið, at rætt-
vísi, friður og sannleiki er betri
enn órættvísi, harðskapur og
lygn.
Fyrigevingin, sum er horna-
steinurin í læruni hjá áðurnevnda
erkabiskuppinum Tutu, er sjáldan
sædd í so víðgongdari útgávu
sum í lívinum hjá Nelson
Mandela. Hann sameindi teori og
praksis og gjørdist við hesum ein
fyrimynd, sum milliónir valdu at
stuðla og fylgja. Gudfrøðiligu
hugtøkini hjá Desmond Tutu um
fyrigeving, sáttargerð, náði og
sannleika vórðu førd út í prakt-
iska, politiska og dagliga lívið av
møguliga størsta ofrinum Nelson
Mandela. Tað er við støði í hes-
um, at Desmond Tutu, sum í dag
er 73 ára gamal, áhaldandi vísir á
kristindómin sum eina praktiska,
gerandisliga og menniskjaliga
læru.
- Kristni boðskapurin má og
skal relaterast til dagliga lív
menniskjunnar, annars er hann
einki verdur, sigur Tutu. Grund-
leggjandi gudfrøðiligu hugtøkini
í læru hansara, sum komu til
sjóndar í framferðarháttinum hjá
"Sannleika- og Sáttarnevndini",
hava givið honum heitið
"trinitariskur" gudfrøðingur
orsakað av grunduppfatan
hansara av tríeindini. Tað vil
siga, at hann leggur dent á 1)
Skapanartrúgv sum sigur, at øll
menniskju eru skapt í Guds
mynd, 2) Boðskapin um, at
sáttargerð og fyrigeving kunnu
veitast øllum menniskjum
líkamikið, hvørjar fortíðirnar hjá
viðkomandi eru og 3) Trúgv á, at
øll menniskju líkamikið húðarlit
og politiska áskoðan eiga at vera
í sameindum felagsskapi.
Desmond Tutu vísir á, at tá hesar
gudfrøðiligu grundmeginreglur í
praktiska og politiska lívinum
verða brotnar, er úrslitið m.a. teir
ræðuleikar, Suðurafrika hevur
verið vitni til undir rasistisku og
systematisku kúganini.
Fyrigeving til Saddam og
Hitler
Vit vóru staddir í kamari okkara
í Cape Town, tá stóru tíðindini
bórust um, at einaræðisharrin
Saddam Hussein loksins varð
fangaður av amerikumonnum í
einum kjallara í Irak, og vit
fylgdu við, tá tíðindasendingar-
nar á stóru sjónvarpsrásunum í
Suðurafrika vóru á skránni seinni
um kvøldið. Meðan vit sóu og
hoyrdu allar statsleiðarar og
forsetar við hevndarhugi úttala
seg um, at nú skuldi Saddam
Hussein fáa tað, hann hevði
uppiborið, vísti Desmond Tutu
seg enn einaferð á einum øðrum
støði, tá hann á stórum tíðinda-
fundi í høvuðsstaðnum
Johannesburg úttalaði seg um
lagnu Saddams.
- Saddam Hussein skal hava
rættvísa rættargongd eins og øll
onnur, og eingin dómur skal
fellast, fyri enn maðurin eftir at
hava havt rættarverju er dømdur
sekur. Áðrenn hetta hendir, skal
Saddam Hussein viðfarast sum
ósekur, segði Desmond Tutu, og
skapti hetta mikla øsing millum
tíðindafólkið. Eisini vitjaði hann
á sinni á kenda Holocaust
Museum í Jerúsalem, og tá fjøl-
miðlarnir vildu hava viðmerk-
ingar í sambandi við uppliving-
ina, segði Desmond Tutu
soleiðis.
- Vitjanin hevur verið ein
skelkandi uppliving, men eg
kann ikki bara mær at spyrja:
Hvat við fyrigevingini til
nazistarnar? Og so vóru øll aftur
á gosi við hørðum skuldsetingum
um antisemitismu o.s.fr.
Desmond Tutu heldur sostatt
enn í dag fast við somu megin-
reglur, hann nýtti í nevndar-
arbeiði sínum í turbulentu og
umstríddu 90´unum, tá myrkur-
sins kreftir úr fortíðini skuldu
opinberast suðurafrikanska
fólkinum.
Tað góða sigraði
Tað felags átakið, sum stóra
suðurafrikanska sáttargerðin er,
er samstundis ein avdúking av
víðgongdu, mótstríðandi og
dualistisku kreftunum, sum
búgva í okkum menniskjum.
Suðurafrika hevur seinastu
áratíggjuni hýst vakrastu og
samstundis ræðuligastu menn-
iskjaligu eginleikunum, og kann
ein av sonnum geva Móður
Teresu rætt í síni lýsing av
menniskjanum: "Øll hava nakað
gott í sær. Nøkur goyma tað,
onnur ignorera tað, men tað er
har". Suðurafrikanska leiðslan
megnaði at fáa tað góða fram í
einum sundurskildum og særdum
fólki, har allir partar vóru vorðn-
ir offur fyri hatri, fremmanda-
gering, fíggindagering og einum
vanskeplaðum sálarlívi.
Keldur:
"No Future Without Forgiveness",
Desmond Tutu
"Long Walk To Freedom", Nelson
Mandela
"Tributes and Speeches in South
Africa"
"Tutus tredje vej", Kristeligt
Dagblad
"Kristendom og samfund", Kristeligt
Dagblad
Eingin framtíð uttan fyrigeving
3. partur
Frá 1948 til 1992 búleikaðist suðurafrikanska fólkið undir
rasistisku og harðskapssinnaðu apartheid skipanini, og í
kjalarvørrinum av hesi skipan hevur heimurin verið vitni til,
hvørjar ræðuleikar og hvønn óndskap menniskjan er før fyri at
avrika. Stóri spurningurin er, hvussu skiftið frá apartheid til
fólkaræði er farið fram uttan borgarakríggj, og hvussu eitt fólk við
so djúpum sárum hevur megnað at bart seg inn í eitt
grundleggjandi nýtt tíðarskeið eyðkent av vón, sáttargerð og
fyrigeving. Svarið tykist vera í nøkrum grundleggjandi
sannleikum, fedrar landsins nýttu í sínum frælsisstríði
- Fyrigeving og sáttargerð snýr seg ikki um at venda blinda eyganum og
deyva oyranum ímóti órættvísini, tvørturímóti. Sanna sáttargerðin avdúkar
og opinberar ræðuleikarnar, líðingina, eyðmýkingina, pínuna, misnýtsluna
og sannleikan, og júst hetta er vegurin fram, sigur Desmond Tutu, sum stóð
fyri rættarmálunum eftir apartheid
2 ára gomul børn avmyndað á barnaheiminum, har vit arbeiddu frá oktober til februar. Hóast hesi eru fødd inn í
eina demokratiska skipan uttan apartheid, fara tey uttan iva at uppliva avleiðingarnar av fortíðarinnar órættvísi
undir apartheid
Myndin er tikin, tá vit vitjaðu í skúlastovu í fátækum township øki. Ein rúgva av børnum læra her í smáu
skúlastovunum og vánaligu umstøðunum at lesa og skriva
- Bardagin er lív mítt, segði fyrrverandi forsetin Nelson Mandela, sum við fyrigeving, sáttargerð og trúgv á tað góða
í menniskjanum førdi Suðurafrika frá apartheid til fólkaræði eftir 26 ár í fangaskapi á Robben Island. Her hoyrdu
vit hann tala á stórari konsert í Cape Town, sum var eitt innsavningartiltak móti AIDS
"Fyrigeving er at siga frá sær rættindini at hevna, og
hetta vísir seg at hava eina frígerandi og loysandi
ávirkan á ofrið"
Desmond Tutu
"Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann,
sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at
endurtaka tey"
Nelson Mandela
C
M
Y
K
29
28