leygardagur 27. mars 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eg skilji akkurát, hvat tú meinar
og undirskilt, at eg eri samdur
við tær.
Ein vánaligur sølumaður fer at
tosa um snúningar pr. sekund í
staðin fyri at vinda toyið og
byrjar at brúka alskyns fløkt
tøknilig heiti fyri dippeduttarnar.
Hann heldur seg imponera teg
við síni øgiligu vitan um vøruna,
men tað einasta, sum hendir, er,
at hann styggir teg burtur, tí tit
als ikki tosa sama mál longur.
Bakka út
Eitt dugnaligt sølufólk dugir
eisini at bakka út, tá tað er
neyðugt. Tú skalt duga at siga,
"Tíverri, hatta kann eg ikki
hjálpa tær við". Harvið vísir tú
virðing fyri tørvinum, kundin
hevur. Eitt sølufólk, sum uttan
fyrilit byrjar at at draga ein vøru
fyri og aðra eftir fram, sum
kundin als ikki hevur spurt um,
tosar í grundini niður til kundan,
sum til endan gevur eftir bara
fyri frið skyld. Kundin kennir
seg settan út úr spælinum,
ómynduggjørdan, og tað bríggjar
ongin seg um. Og tað also
rættiliga stórur munur á, um tú
stendur eftir við eini kenslu av, at
tú keypti eina vaskimaskinu ella
av, at sølumaðurin seldi tær eina
vaskimaskinu.
Ein royndur sølumaður gitir
sum oftast rættiliga skjótt, hvat
tað er, kundin vil hava. Men
hann skal duga at halda hesa
vitan fyri seg sjálvan, inntil
kundin sjálvur setur orð á síni
ynski. Tað ræður um, at lata
kundan fáa ta fatan, at at hann
sjálvur hevur tikið avgerðina og
valt vøruna. At tínir spurningar
hava verið so leiðandi, at hann
illa kundi velja annarleiðis,
hevur minni at siga. Tað er
kenslan, kundin fer útaftur við,
sum er avgerandi.
Óðir kundar
Alt hetta ljóðar jú ógvuliga lætt,
og tú skuldi næstan trúð, at eitt
sølufólk er ein, sum altíð er í
góðum lag, og at ómøguligir
kundar als ikki eru til. Men
soleiðis er tað jú ikki. Hvat ger
so ein dugnaligur sølumaður við
ein spinnandi óðan kunda, sum
til dømis kemur inn at klaga um
eina vøru?
Tað einasta, tú ikki skalt gera,
er at royna at sissa kundan við at
tosað róliga við hann, sigur Kim.
Onki kann øsa fólk meir upp enn
ein persónur, sum bara letur sum
onki. Eitt sølufólk skal altíð laga
seg eftir sinnalagnum hjá
kundanum, eisini tá kundin er
óður. Tað merkir sjálvandi ikki,
at sølufólki eisini skal byrjað
spilla vøruna út ella geva
kundanum rætt í, at vøran er
nakað lort, um tað er tað, tað
snýr seg um. Men kundin hevur
uttan iva vundið seg upp bæði
við tónalegu, armrørslum og
eygnabráði, og tað skal sølufólki
fylgja. Vind teg upp á sama
støðið, sum kundin, inntil hann
skilur, at tú skilur hansara øði og
byrja so spakuliga at fáa hann
niður aftur jørðina. Tú skalt vera
púra vís í, at hatta riggar, tí
kundin hevur jú ikki hug at
standa har og blíva við at skelda.
Hann vil hava, at tú gevur
honum rætt, og tað kanst tú gera
óbeinleiðis, við at lata sum um
tú ert líka østur, sum hann.
Kassadáman er
avgerandi liðið
Flestu fólk halda, at einasta
uppgávan hjá kassadámuni er at
siga tær, hvat vørunar kosta og
síðani taka rætt fyri tær. Soleiðis
sær tað eisini út, men tað hvílir
ein nógv størri ábyrgd á herun-
um á kassadámuni, nevniliga
ábyrgdin fyri at kundin yvir-
høvur tímir at koma innaftur í
handilin ella handilsmiðstøðina,
um tað skal vera.
Onki er so troyttandi, sum at
standa móður í eini langari kø
frammanfyri kassanum. Og tað
er neyvan nakað meir irriterandi,
enn at síggja beint inn í andlitið
á eini gronutari ella líkasælari
kassadamu, tá tú umsíðir sleppur
framat. Tað kann til dømis
hugsast, at tú hevur brúkt fleiri
tímar inni í SMS og síðani endar
innkeypstúrin inni í Miklagarði.
Har verður tað kassadáman, sum
gevur tær seinastu upplivingina,
løtuna, tú tekur við tær heim.
Hyggur hon upp við einum smíli
og kanska eini lítlari, vinarligari
viðmerking, setur tað ikki bara
dám allan innkeypstúrin. Tað
verður eisini løtan, tú minnist, tá
tú fert heim, og sum ger av, um
tú tímir at fara innaftur eina aðru
ferð.
Kenslur til sølu
Tøknisamfelagið og kunningar-
samfelagið eru søga, minnir Kim
á. Vit eru longu væl á veg inn í
kenslu- og upplivingarsam-
felagið, og tað setur heilt nýggj
krøv til ikki minst sølu- og
tænastuyrki. Kundar eru vorðnir
alsamt meir kræsnir og krevj-
andi. Teir taka tað sum givið, at
vøran virkar, sum hon skal, og at
eitt minst líka gott tilboð er at
fáa í næsta handli. Tøkniligir
fyrimunir, góð tilboð og nøktandi
kunning er also ikki nokk til at
selja eina vøru í dag. Tey eru ein
sjálvfylgja.
Navnframi Simon Spies var
uppá so nógvar mátar fyri sína
tíð, ikki minst tá hann segði: "Eg
selji ikki ferðir, eg selji upp-
livingar." Góð sølufólk í dag
selja ikki vørur. Tey selja fyrst og
fremst góðar kenslur og upp-
livingar, sum kundin vil sleppa at
uppliva umaftur og umaftur,
sigur Kim Müller at enda.
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
9
8
Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Herfyri var danski sølustjórin
Kim Müller í Føroyum og helt
tveir fyrilestrar um, hvussu tú
kanst gerast eitt betri sølu- og
tænastufólk. Tað var felagið IRIS
í Klaksvík, sum hevði fingið
Kim at koma hendanvegin. Stig-
takarnir Jógvan Eliasen og
Niclas Heri Jákupsson dylja ikki
yvir, at eftir teirra tykki hava
føroyingar nógv eftir at læra
innan sølu og kanska serliga
tænastu.
Kim Müller hevur fleiri út-
búgvingar í sølu- og tænastuyrki-
num, umframt drúgvar royndir
bæði sum sølumaður og skeiðs-
og fyrilestrahaldari.
Vánaligir seljarar
Heimurin er fullur av vánaligum
sølufólkum, og sum kundar fata
vit ikki, hví tey sjálvi ikki fata,
hvussu troyttandi tey eru, sigur
Kim. Og tað syndarliga er, at tey
gera júst tað, tey hava fingi boð
um frá stjóranum. Trupulleikin
er, at tey hava ein stjóra, sum
bara hugsar um eitt: at selja
vøruna. Fær sølufólki so eisini
provisjón fyri vøruna, ger tað
bara støðuna uppaftur verri.
Eg ivist ikki í, at tað eru ávísir
klændnahandlar her í Føroyum,
tú aldrin fer inn í aftur. Tað eru
teir handlar, har tú neyvan ert
komin inn um gáttina, áðrenn
sølufólki mest sum krøkir seg í
teg við sínum tilboðum um hjálp,
góðu ráðum og tilgjørdu smílum.
Tað slagið av sølufólki, sum eru
so ágangandi, at tey næstan enda
inni í rúminum saman við tær,
har tú roynir nýggj undirklæðir.
Eitt er, at ongin av okkum
brýggjar seg um, at fremmand
fólk traðka inn um okkara
persónliga og privata mark. Men
kundin er heldur ikki býttur, og
hann merkir alt fyri eitt, at sølu-
fólkið bara reksar eina lektiu
upp, sum viðkomandi hevur lært
uttanat. Slík sølufólk kennast
sum ein plága, og kundin fær
hug at renna skríggjandi út. Ella,
sum vit plaga at siga, kundin
rýmir undan tí vánaligu kensluni.
Vit leita øll allatíðina eftir tí
góðu kensluni. Og hana fáa vit
millum annað í einum handli,
har vit fáa frið og hjálp, tá vit
hava brúk fyri tí, sigur Kim.
Kynstrið er at manipulera
Men ein góður sølumaður - er
tað ikki bara ein, sum dugir
serliga væl at manipulera fólk?
Jú, avgjørt. Men ikki í tí
týdninginum, vit vanliga leggja í
orðið "manipulera". Tú kanst
altíð manipulera fólk til at keypa
eina vøru, tey ikki ynskja. Og
tað finnast ein ørgrynna av
skeiðum fyri sølufólk, har tú
lærir at tosa uppá ein slíkan
máta, at kundin ikki kann siga
nei. Tað eitur eisini at snýta.
Men tú kanst verað vís í, at
hvørki tann snýtti kundin ella
nakar, hann kennir, setur fótin
aftur í tín handil. So tað er ein
spurningur, hvør hevur snýtt
hvønn, staðfestir Kim.
Men tú kanst eisni manipulera
ein kunda til at dáma teg, sjálvt
um hann ongantíð hava sæð teg
fyrr. Tú kanst fáa kundan at
kenna seg so væl saman við tær,
at hann fær hug at koma aftur og
aftur. Ella uppaftur betri - hann
fer og fortelur øllum, hann
kennir, um ta góðu viðferðina og
tænastuna, hann fekk í tínum
handli. Tað er ikki víst, at kundin
keypir nakað beinanveg, men tað
er heldur ikki tað, tað fyrst og
fremst snýr seg um, sigur Kim.
Forelskilsisteknikkir
Um alt hetta ikki snýr seg um at
selja, hvat snýr tað seg so um?
Tað snýr seg um at selja seg
sjálvan, sigur Kim, og tað er
nakað, vit øll hava gjørt, líka
síðani vit fyrstu ferð royndu at
fáa mammu at siga, at vit vóru
fitt og dugnalig. Tann allarbesta
frálæran, tú kanst fáa í at selja
teg sjálvan, fært tú við at eyg-
leiða eitt forelskað par eina løtu.
Tey brúka alla sína orku uppá at
finna út av, hvat tað er, hin helst
vil hava og so at gera júst tað
fyri at verða góðtikin. Tey sita og
spegla hvønnannan, brúka somu
orð, somu rørslir, somu tónalegu
fyri at koma í tættari samband.
Tað forelskaða parið ger ein
stóran part av øllum hesum
ótilvitað - tað er forelskilsi, sum
fær tey at bera seg soleiðis at.
Við eitt sindur av venjing kunnu
øll læra seg at brúka hesar
"forelskilsisteknikkir" tilvitað, til
dømis fyri at skapa eitt heilt
serligt samband millum sølufólk
og kunda.
Men tú kanst ikki bara læra teg
ein góðan søluhátt, og so satsa
uppá, at hann virkar líka uppá
allar kundar. Tí áðrenn tú fært
nakað av hesum at rigga, mást tú
minnast til, at allir kundar eisini
eru menniskja við egnum mein-
ingum, lívsvirðum, politisku
áskoðanum o.s.fr. Tú skalt fara
við hvørjum einasta kunda, sum
við einum, tú sera fegin vilt
koma at kenna betri, kanska
enntá gerast vinfólk við. Byrja
við einum smíli, nátúrligum
forvitni og avslappaðum krops-
máli, og laga so restina av tínum
atburði eftir kundanum niður í
minsta smálut.
»Dippeduttar«
Eitt tað fyrsta, eitt gott sølufolk
ger, er at brúka sama mál, sum
kundin, sigur Kim.
Lat okkum ímynda okkum, at
tú kemur inn í mín handil at
keypa eina vaskimaskinu.
Tað fyrsta eg geri, er heilt
einfalt at spyrja, hvat tú hevur
brúk fyri. Um tú so sigur, at
maskinan also ikki skal hava ov
nógvar dippeduttar og skal vinda
toyið væl, so fari eg eisini at tosa
um dippeduttar og at vinda toy,
sjálvt um onki av hasum eitur
soleiðis. Eg havi lagt mær í
geyma, hvørji orð tú brúkar, tí
tey siga rættiliga nógv um teg
sum menniskja - í hesum føri, at
tú ikki hevur skil fyri tøkni, og
heldur ikki letur teg taka av
fótum av tí. Tá eg so eisini fari at
tosa um dippeduttar, vísir tað, at
Danskur sølustjóri:
Kynstrið er at manipulera
Kundar gerast alsamt meir kræsnir og
krevjandi, og kappingin um teir er harðari
enn nakrantíð fyrr. Tí má eitt dugnaligt
sølufólk duga meir í dag enn bara at selja
eina vøru, sigur Kim Müller, sølumaður og
fyrilestrahaldari.
C
M
Y
K
31
30