Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004 FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir Edvard Joensen Galilea 9. partur Kanónirnar uppi á Golan heyggj- unum vitna enn um tað kríggj, sum her var um lív ella deyða fyri tey, sum her búðu fyri næst- an 40 árum síðan. Lívið fyri nógv fleiri enn tey fólkini, her vóru, tá ein hevur í huga tann týdning, økið hevur fyri vatn- veitingina hjá Ísrael í dag. Men allastaðni síggjast vitnis- burðir um, hvussu stóran týdning vatnið hevur fyri tilveruna alla. Vatn, sum hjá okkum bara renn- ur í havið, og vit annars grenja um, tí hagin og bøurin eru ov vátir. Hetta hevur heilt annan týdning her. Tað standa nakrir stórir, innan- holaðir steinar í túninum uttan fyri kapellið í Tabgha. Heilt týðuligt er, at teir eru tilevnaðir av mannahond. Her kann eingin ivi vera. Her stendur tú framman fyri teimum kendu vatnskerunum, sum brúkt vórðu í fornøldini til seremoni- ella reisning og annað brúk hjá jødunum. Mær renna í huga reglurnar, vit plagdu at kvøða úr Santa Simeon á føstulavint, tá jólini vórðu tald: »Seks var de stenkar, som var sat i Kana i Galilea.« Hetta eru tey. Als eingin ivi um tað. Teir eru rímiliga stórir, hesir steinarnir, sum her standa. Høgt er innan úr frá miðuni og úteftir, er líkt til. Kundi sæð út til, at tá komið er so mikið væl áleiðis, at ein ávís nøgd gongur í, eru teir givnir at høgga. Jóhannus sigur frá, at vatn- skerini í Kána tóku tvær ella tríggjar kannur hvør. Ella kanska er her bara so mikið tikið burtur úr nú, at teir, við teimum hjálpartólum ella manning, ið var til taks, hava klárað at flutt steinin hagar, ætlanin hevur verið at brúkt hann. Í hvussu er sær út til, at teir kunnu hava havt ætlanir um at høgt víðari, men av einihvørji grund eru givnir. Men hava steinarnir í Kána verið so stórir sum hesir, kann tað hava verið eitt rættiliga stórt brúdleyp, og gestirnir kortini hava fingið so mikið, at tað tók at mæla fyri teimum, og tey rættiliga fóru upp á gólv. Her niðri við Genesaretvatnið hevur eingin trupulleki verið at fingið vatn at latið í hesi vatn- skerini, sum her standa. Tað verið seg til matgerð, vask, áðrenn farið varð í synagoguna, ella annað fyritakssemi, sum kravdi vatn. Í oyðimørkum »Í oyðimørkum fram við vatn- sins strendur, so hugagóð ein mannamúgva stendur«, syngur Mikkjal á Ryggi um ta ferðina, tá breyðundurið varð gjørt her á leiðini. Men aftur undrast tú á, hvar hendan oyðimørkin hevur verið. Her var bygt bæði sunnan fyri og norðanfyri. Her lógu bygdir, har nógv lív var í fiskahúsunum, sum tóku í móti veiðuni frá teimum, sum royndu at lívbjarga sær á vatninum. Vit kenna so nøvnini á í minsta lagi fýra teirra, sum eftir sum sagt verður, róðu út júst av hesum staðnum, her vit standa. Tí er tað heldur enn ikki freistandi at halda uppá, at held- ur man tað hava verið hinumegin vatnið, hetta er hent, hóast hesir »frommu« menn, sum her ganga, beinleiðis vísa á steinin, har fiskar og breyð vórðu løgd og vælsignað. Og her kann neyvan hava verið so nógv oyðimørk fram við vatn- inum. Tí her hevur fólk búð, og eingin ivi er um, at tey eisini hava velt. Og vatn hava tey fingið til velturnar. Um tað so hevur verið pumpað ella helst borið, so hava tey brúkt tað. Eg taki ein faldara, sum liggur í kirkjuni, og stingi niður í foto- Av øllum tí góða Várharra gav Vatnið er størsta gávan, Várharra hevur givið mannaættini, verður ofta tikið til. Uttan vatn var einki lív. So einfalt er tað. Tí verður tað heldur vatn enn olja ella málmur av ymsum slagi, eitt komandi stríð fer at standa um í Miðeystri Sýrar høvdu eftirlit við eystaru síðu á Genesaretvatninum. Ísraelska kibbutzin beint undir kanónmunnanum á myndini var eitt ógvuliga ótrygt stað at búgva í, tí skotið varð í heilum niður yvir bygdina Beint út fyri strondini her gekk Jesus á vatninum, greiddi bátaeigarin her frá. Tað varð ikki hildið nakað serligt um at fara á flot við súkklubáti. Reiðarin hevði roynt at gjørt staðið eitt sindur altjóða merkt við at vísa við pílum, í hvørja ætt ymisk lond lógu Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004 11 taskuna. Hann er skrivaður av eini týskari nunnu og prentaður á enskum máli í Jerusalem. Góður at hava at skeita í, um okkurt fer burturímillum, tá greiðast skal frá vitjanini seinni. Fram við vatnsins strendur Hinumegin vatnið er ein stutt- leikagarður, har til ber at leiga sær ein bát at rógva ein túr á vatninum við, greiðir ferðaleið- arin frá. Vit gera beinanveg av, at tað skal roynast. Tað er sjálvsagt, tí hetta er ein upplagdur møgu- leiki at uppliva kensluna, nú ein er á »rætta staðnum.« Men tann stuttleikin hvarv sum døgg fyri sól, tá vit sóu, hvat tað var, tey høvdu at bjóða at flóta í. Nakrir sonevndi »súkklubátar« úr plastikki, sum ein sær á knæ- djúpu tjørnini í Tivoli í Keyp- mannahavn ella á Vatnsoyra- sandi, tá summarlegurnar eru í Zarepta. Nei, hetta var ikki far at fara á flot á Genesaretvatni í. Her skuldi annað til, um kenslan av at hava flotið á hesum kenda vatninum skuldi vera til staðar. Men eigarin var ikki fyri ong- um kortini. Fóru vit ikki á flot, vildi hann ógvuliga fegin hava okkum at royna ein ríðitúr niðan á Golanheyggjarnar aftan fyri her, vit stóðu. Nei, tað var heldur ikki nakað, ið kundi freista soleiðis. Men lukka í hann, so ágangandi er. Nú vil hann sleppa at siga frá um ta ferðina, tá Jesus kom til gongu eftir vatninum. Tað var beint her út fyri, sigur hann, og eg fari at frykta fyri, at hann nú vil hava okkum at royna tað eisini, nú vit hvørki fingust at súkkla á sjó- num ella ríða í fjallalendinum. Pengar tykist hann kortini vilja hava frá okkum so ella so, hóast hann er ógvuliga blíður. Mær rennur til hugs søguna um mannin, sum skuldi siga, tá hann hoyrdi prísirnar, arabararnir her á leiðini tóku fyri ferju- flutning um vatnið, at hann skilti væl, at ein ávísur harri heldur valdi at fara til gongu yvirum. Men alt endar við, at hesin ágangandi maðurin er so blíður, at tá vit fara, fáa vit ein fullan beriposa av dykkjuvørum við, sum hann vil bjóða okkum fyri einki, av tí at hann ikki hevði teir bátarnar, vit kundu hugsað okkum. Vatnkríggj Kríggj hevur mangan verið á leiðini, og verður eitt nýtt kríggj, verður tað hvørki um olju ella land sum so, væntar ferðaleið- arin. Tað verður um eitt so týð- andi tilfeingi sum vatn. Vit koyra haðani og niðan millum Golanheyggjarnar. Her eru leivdir frá seksdaga krígnum framvegis at síggja. Og eina teirra skulu vit vitja, áðrenn vit fara víðari longri inn í landið og norður móti markinum millum Ísrael, Jordan og Sýria, greiðir ferðaleiðarin frá. Vit koyra út móti røðini, sum vendir oman móti Genesaret- vatninum. Steðga á við eitt hvíli- pláss, har hús við kiosk og mat- stovu er bygt. Her er gott hjá ferðafólki at sita og líta oman yvir vatnið og landið báðumegin við. Vatni er jú ikki so breitt, so væl sæst yvirum, hóast tað í dag er nakað támut. Hiðani er lætt at síggja, hví ísraelsmenn í síni tíð tóku Golanheyggjarnar og fyri alt ikki vilja av við teir aftur. Her stendur ein gomul kanón. Stór er hon ikki, Kanska meira ein stór maskinbyrsa, sum varð- veitt er frá teirri tíðini, tá sýrar høvdu efirlit við umráðnum. Teir høvdu støð her, og beint undir okkum niðri við strondina, var ein ísraelsk kibbutz, sum sýrar mestsum høvdu til fragd at skjóta eftir. Øllum, sum rørdi seg, varð skotið eftir, so tað var beinleiðis lívshættisligt hjá niðursetufólkinum at fara útum. Og at fáa hjálp við báti um vatnið var líka ringt, tí har varð eisini skotið. So tað var bara ein máti at loysa trupulleikan uppá. Tað var stutt og greitt at taka alt lendið, sum tað var, nógvar kilometrar inn í landið. Men tað stóð á, tí sýrar komu við stórum heri og kroystu ein undirmálara av eini ísrealskari herdeild rættiliga nógv, áðrenn teir við snildum fingu borið so í bandi, at eydnan vendi, og hjálpin fekk tíð at koma fram. Men so varð aftur fyri farið til verka, so tað merktist. Og enn bjóða sýrar ikki til at koma afturíaftur. Á veg aftur til bilin síggja vit eina høvuðsgrund til, at ísraels- menn ikki vilja av aftur við Golanheyggjarnar. Tað hondur eitt uppslag á vegginum, sum sigur frá, at Golan er uppruni til ein triðing av vatnveitingini hjá Ísrael. Soleiðis. Tað liggja vatnleiðingar allan vegin hiðani frá Genesaret og heilt suður í Negev oyðimørk- ina. Hetta er mál, sum til ber at skilja. Seks vóru vatnskerini, sum fylt vórðu í Kána í Galilea. Uttan iva hava tey líkst hesum, sum høgt er úr heilum steini og stendur uttan fyri kirkjuna, ið bygd er til minnis um breyðundurið í Tabgha Á Golan. Landbúnaðurin hevur brúk fyri nógvum vatni. Ikki kemur tað altíð av himni, tá brúk er fyri tí, og má tí fáast kunstiga á velturna Tað er, sum uppslagið vísir, góð grund hjá ísraels- monnum at halda fast um Golanheyggjarnar C M Y K 33 32