Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2004 35 12 Sosialurin Nr. 61 - 27. mars 2004 Stórur áhugi var millum føroyingar og íslendarar undan tiltakinum við Eiðvør Pállsdóttur seinasta leygarkvøld í salinum á Oyrasundskollegiinum. Gravgangur var eftir billettum og konsertin var eisini útseld. Umstøðurnar í hesum hølunum til live framførðslur eru bara næstbest. Ljóðanleggið sigur ikki nokk og konsertin við Eiðvør var tíverri onki undantak. Tað skuldi vísa seg at vera trupult at fáa ljóðgóðskuna upp á eitt nøktandi støðið. Vokalurin hoyrdist ikki nóg væl og alt ljóðbílætið var nakað ullint. Ikki tí, Eiðvør og hennara menn spældu væl og livdu seg inn í framførðsluna. Eisini riggaði sera væl við livandi myndum á stórskýggja aftanfyri orkestrið, har vístar vóru m.a. nærmyndir av orkesturlimun. Eiðvør framførdi eina blanding av sínum egna tilfarið við sansi fyri dramatikki og stemningi. Improvosatiónirnar hjá henni eru heilt fantastiskar og hon kann nakað við røddini út yvir tað vanliga. Av tí at ljóðgóðskan ikki stóð mát við framførðsluna, hevði hon trupult við at halda fast í áhoyrarnar. Sostatt var nógv prát og vas undir konsertini. Hetta er óvanligt fyri Eiðvør, sum hevur tað við at trøllabinda sínar áhoyrarar. Hon var eisini sera ónøgd við avrikið hjá fyrireikarunum á ljóðsíðuni eftir tiltakið. Ljóðmaðurin megnaði ikki sína uppgávu og tað gongur beinleiðis útyvir framførðsluna hjá orkestrinum. Hóast Eiðvør var nervað av hesum, framførdi hon tilfarið sera professionelt og á einum høgum støði. Tó gjørdist onkur sangur styttri enn vanligt og heldur ikki kom bólkurin aftur á pallin at framføra nakað eykalag. Lógvabrestirnir eftir seinasta lag bóru annars boð um, at tað var júst tað áskoðarnir ynsktu sær. Men Eiðvør hevði fingið nokk og tímdi ikki meir. Seinni gjørdist lagið tó betur í einum hugnaligum afterparty og á kollegiinum var óførur rómur á fólki. Eiðvør er heilt einfalt eitt upplivilsi á pallinum óansæð og onki ljóðanlegg kann drepa hennara magiska talent. Alt í alt eitt frálíkt kvøld á Oyrasundi við Eiðvør sum mið- og hæddarpunkt. Tað verður tó helst seinur dagur til vit síggja hana aftur á hesum pallinum, til tess var arbeiðið hjá fyrireikarnum ikki nóg gott, tíverri. Eivør á Oyrasundi TELDUBRÆVIÐ Frá: Eyðun Nolsøe, eydunnolsoe@hotmail.com Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Nei, tíverri. Spælir tú nakað ljóðføri? – Nei. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, í løtuni er tað úr sangleikinum um Jósef og ótrúliga dreymakotið. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Nei. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Nógv - millum annað kann hann venda einum ringum degi til ein góðan dag. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Gott og væl 200 single/ep plátur, umleið 170 LP plátur og ein dunga av bondum og fløgum Hvat er tín yndisfløga? – Song...Tread Lightly hjá Palle Mikkelborg. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Týsku »Anti-Christ« við millum annað Bruno Kamm. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Mín dingeling... Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Auf Wiedersehn, Mallorca Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Sangin Que Sera, sum Doris Day sang í einum filmi frá 50´unum. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Tónleikur við Frank Sinatra/Dean Martin. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Enskan kórtónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Larmandi tónleikur um morgunin. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Tango Jalousi. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Føroyska Rasmus og Robertino við O Solo Mio. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Havi ongan sang spælt inn... Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Eg kundi hugsað mær, at Eivør sang: Eg skar mítt navn í grein ta hvitu. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Tann við Týr og Runrig var ótrúliga góð, Teitur, Eivør, Enekk, Frændur og ikki at gloyma Jethro Tull fyri einum mánaði síðani í London. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Walisiska operasangaran Bryn Terfel. Oddvá Nattestad, samskipari av Listastevnuni Pedagogar til Dagstovnin á Argjum Søkt verður eftir tveimun pedagogum til vøggu- stovurnar,tað eina starvi er at byrja 1.juni og hitt at byrja 1. august 2004, ella eftir avtalu. Arbeiðs- tíðirnar eru 30 ella 40 tímar um vikuna. Dagstovnurin er ein sjálvsognarstovnur við eini 5 manna nevnd, har trý eru politiskt vald og tvey eru foreldravald umboð. Á Dagstovninum á Argjum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðar, har tann eina barnagarðs- stovan er forskúli. Umhvørvið rundanum Dagstovnin á Argjum • Beint við er hagin við alskyns møguleikum • Sandá rennur framvið, og Sandágerð er tætt við • Bussleið 2 steðgar við stovnin Stovnurin leggur dent á at bjóða • Ein pegagogik, har dentur verður lagdur á menning og avbjóðing • Virðing og trivnað, bæði hjá børnum og vaksnum • At stovnurin er opin og jaligur um framtíðina og broytingar • Forskúla og gott samstarv við skúlan Hví trívast starvsfólkið á stovninum • Tí at vit fáa fakliga mennandi avbjóðingar • Tí at vit sjálvi eru við til at seta dám á stovnin • Tí at vit hava 12 børn í bólkinum og kunnu yvirskoða arbeiðsuppgávuna • Tí at arbeitt verður við trivnaði, dygd og menning Hvat kunnu vit bjóða tær • Eitt starv, har tú kanst hava ávirkan • Eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir og samstundis menna teg sjálva(n) • Eitt starv,har vit líta á teg,so tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • Eitt starv, har dentur verður lagdur á opin- leika Afturfyri krevja vit av tær • At tú hevur námsfrøðiliga útbúgving • At tú hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í dagliga arbeiðinum • At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt • At tú hevur góð samstarvsevnir • At tú ert framfýsin Setarnartreytur Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari, á telefon 219019, ella at ringja 319019 lokal 10. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 24. apríl 2004 www.sosialurin.fo C M Y K 35 34