mánadagur 22. oktober 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nú vit eru í seinna helm
ingi av oktober, fáa skipini
framvegis makrel í før-oysk
um sjógvi.
– Leingi hevur verið vænt
að, at fiskiskapurin fór at
halda uppat, men hesir sein
astu dagarnar hava víst, at
makrelveiðan í løtum fram
vegis er brúkilig og góð, tá
tað gongur best.
Tað sigur Bogi Jacobsen,
stjóri á Varðanum Pelagic
á Tvøroyri, sum annars er
royndur skipari við upp
sjóvarskipinum, Finni Fríða.
Gongd er í
Hann vísir á, at seinastu dag
arnar hevur eitt nú Tróndur
í Gøtu landað á Tvøroyri.
Tróndur hevði 650 tons, harav
meginparturin av veiðini
var makrelur. Atlantsfarið
hevur eisini verið inni við
400 tonsum av makreli.
– Nú eri eg ikki fult upp
dateraður um, hvussu er
vorðið á fiskifeltinum í morg
um, men eg veit, at Finnur
Fríði í løtuni hevur góð 500
tons inni av reinum makreli.
Bogi sigur seg eisini hava
skilt í morgun, at Christian í
Grótinum liggur á Kollafirði
við makreli, sum teir hava
fingið seinastu dagarnar.
– Í øllum førum bendir
mangt á, at makrelurin er
ikki liðugur í føroyskum
sjógvi enn, sigur stjórin á
Varðanum Pelagic.
Ikki bara negativt
Bogi Jacobsen heldur ikki, at
tað neyðturviliga er negativt,
at føroyska makrelkvotan
ikki er uppfiskað longu tíð
liga í heyst.
– At tað hevur drigið út at
fiska kvotuna, hevur eisini
havt við sær, at skipini hava
roynt og leitað longri út á
heystið. Roknað hevur verið
við, at veiðan fór at halda
uppat longu fyri trimum
ella fýra vikum síðan, men
tað positiva er, at skipini
framvegis kunnu gera góð
hál og hava góða makrelveiði
í føroyskum sjógvi.
Nýggj kort
Bogi Jacobsen heldur avgjørt,
at føroyskir myndugleikar
hava fingið nýggj og góð
kort á hondina í ár við tað,
at fyrsta lastin við makreli
varð landað longu í apríl, og
nú oktober mánaði er farin
at halla, fáa skipini framvegis
makrel í føroyskum sjógvi.
– Jú, hetta eigur avgjørt
at kunna brúkast til okk
urt konstruktivt í samráð
ingunum við hini stranda
londini um rættindini til
makreltilfeingið, sigur stjórin
á Varðanum Pelagic.
Makrelveiðan
dregur út
- Tað er ikki bara negativt, at føroyska makrelkvotan ikki varð
uppfiskað longu tíðliga í heyst. Nú kvota hevur verið eftir, hava
uppsjóvarskipini ligið longri á makrelinum, og longu nú kunnu vit
staðfesta, at fiskiskapurin hevur hildið sær nógv longri, enn vit
høvdu væntað, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic
Vilmund Jacobsen
Flestu línuskip fiska á
djúpum vatni í løtuni.
Veiðan er mest brosma
og longa.
- Eitt línuskip er
undir Íslandi, og eitt er
á Íslandsrygginum. Hesi
skipini fáa eina blanding
av toski, brosmu, longu
og so nakað av svart
kalva og blálongu.
Tað sigur Fiskamark
naður Føroya, sum vísir
á, at eitt línuskip eisini
er norðanfyri og fiskar
svartkalva og blálongu,
og eitt er vestanfyri, sum
fiskar tosk og hýsu.
- Línuskipini eru ný
liga byrjað at fiska, og tí
er ivasamt, hvussu nógv
skip koma inn í vikuni.
Møguliga kemur eitt inn
í dag og okkurt eisini
seinni í hesi vikuni.
Um
útróður
sigur
marknaðurin, at streym
urin verður góður, og
veðrið verður eisini gott.
Tí er væntandi, at nakað
verður av útróðri. Tað
verður mest av toski og
hýsu, men eisini nakað
av brosmu og longu.
Lítil trolveiða
Fýra djúpvatnstrolarar
eru til fiskiskap. Teir
fiska mest upsa, men
fiskiskapurin er smá
ligur. Flestu partrolarar
eru eisini úti, og teir
flestu
fiska
upsa,
men fiskiskapurin er
smáligur.
Djúpvatnstrolarar og
partrolarar koma inn,
sum vikan gongur.
- Tveir trolbátar eru á
Skeivabanka, og veiðan
er toskur, upsi, longa
og nakað av hvítingi og
havtasku. Annar kemur
inn í dag, og hin kemur
helst seinni í hesi vikuni,
sigur Fiskamarknaður
Føroya.
Trolarar hava
smáligan fiskiskap
Fiskiskapurin hjá djúpvatns
trolarum og partrolarum er
einki serligur í løtuni, men
líkt er til, at tað gongur
hampiligt hjá línuskipum
Vilmund Jacobsen
Tað verður Odd Eliasen, sum
tekur við eftir Berg Poulsen,
ið hevur verið stjóri og
ímyndin av Havsbrún úteftir
í nógv ár.
Móttøkan
seinnapartin
hósdagin verður hildin á
Fóðurgoymsluni á virkinum,
og øll eru vælkomin.
Tað er Bakkafrost, sum í
dag eigur virkið í Fuglafirði,
og soleiðis hevur Bakka
frost, ið er størsta alifelag í
Føroyum, ræði á allari virð
isketuni - heilt frá smolti og
alifóðuri til lidnar laksavørur
og sølu.
Høvuðsskrivstovan
hjá
Bakkafrosti er á Glyvrum, og
felagið hevur út við 550 fólk
í starvi.
Stjóraskifti á Havsbrún
Nú stjóraskifti verður á Havsbrún í Fuglafirði, verður skipað fyri móttøku
á virkinum hósdagin hin 25. oktober millum klokkan 15 og 17
Tróndur í Gøtu hevur um dagarnar landað 650 tons av makreli á Tvøroyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Nýggja uppsjóvarvirkið
hjá Varðanum Pelagic á
Tvøroyri hevur, síðan
virkið fór undir fram
leiðslu í juli í ár, tikið
ímóti
umleið
26.000
tonsum av rávøru.
Bogi Jacobsen, stjóri
á virkinum, sigur, at
nógv tær størstu nøgd
irnar
eru
makrelur,
men virkið hevur eisini
keypt
nøkur
túsund
tons av sild.
Tá so nógvur fiskur
kemur upp, verður eis
ini nógv - og reglulig -
avskiping av virkaðum
fiskavørum.
- Um dagarnar hava
vit soleiðis avskipað
umleið 3.500 tons av
fiskavørum tilsamans,
sigur Bogi Jacobsen,
stjóri.
3.500 tons
av landinum
armaskip eru javnan á Tvøroyri
eftir virkaðum fiskavørum
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Bergur Poulsen verður nú avloystur av Odd
Eliasen, sum verður stjóri á Havsbrún